mikudagur 18. juni 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—— ——"""""""
Nr. 44 — 18. juni 1975
Korini versnað hjá
teimum undir útbúgving
Rentufrfíu lánini tikin burtur frá komandi
studningsári. Húsaleigurnar hækka stødugt
Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) hevur
sent út eina lítla frágreiðing: Umstødurnar hjá
lesandi í Danmark. Í frágreiðingini, sum er ætlað
teimum, ið fara. undir útbúgving í ár, seta teir
samfelagsstøduna í dag í samband við lestrar-
umstødurnar — teir skerdu møguleikarnir fyri
stuðuli og tey versnaðu viðurskiftini á universi-
tetum og ødrum hægri lærustovnum.
Uppgangstidirnar í 60'unum og
ideologiin um eitt >kreppufrítt
samfelag« »loyvdu« politikar-
unum at geva eftir i krøvunum
frå progressivum kreftum i sam-
felagnum. Hetta førdi vid sær,
at framd vóru ymisk framstig á
sosiala- og utbugvingarøkinum.
Hóast at mótsteðan frá vissari
síðu var ógvuliga stór, hendu
framstig á utbugvingarøkinum.
Studentar fingu stærri ávirkan á
innihaldið í og gongdina á læru-
stovnunum. Lesandi fóru undir
at fremja kritiskar kanningar av
tí liberalistiska samfelagnum. Í
stóran mun varð tann marxist-
iska vísindin tikin í brúk til at
fremja tilíkar kanningar.
Rentufríu lánini
detta burtur
Tey nógvu, sum eru undir út-
búgving, eru ónegd við studn-
ingsmeguleikarnar og støddina
av studninginum, ið tann ein-
staki kann fáa. Statens Ud-
dannelsesstette (SU) læt í mesta
lagi 12.000 kr. síðsta árið. Av
hesum 12.000 kr. er helvtin
studningur og helvtin rentufritt
lán. Hetta er frá kómandi lestr-
arári broytt. Um broytingina
skrivar MFS:
— Rentufríu lánini frå SU eru
tikin burtur og í staðin er nú
»høvid« til at fáa statsgarant-
eraði banka- og sparikassalán.
Hetta verður ein stór byrða fyri
tey, ið nú ætla sær at fara undir
útbúgving og tey, ið ikki eru
komin so langt áleiðis. Rentan
liggur umkring 14—15%, og
tey, ið skulu hava longri út-
búgving — eitt nú á universi-
tetsstigi — koma at seta seg í
stóra skuld.
-
Húsaleigurnar á kollegium
hækkar munandi (uml. 25%
árliga). Á privata íbúðarmarkn-
aðinum eru húsaleigurnar eisini
nógv hækkaðar (smbr. tað júst
gjøgnumførda >Boligforliget<,
ið førir við sær, at húsaleigurnar
hækka við 60 — 150 %).
Tann studningur og tey lán, ið
ung undir útbúgving hava
kunnað fingið, hava langt frá
rokkið til at klára allar hesar
stóru útreiðslur, men tey flestu
hava verið noydd út á arbeiðs-
marknaðin at leita sær eftir
arbeiði. Hetta hevur ført við
sær, at lærutíðin hevur verðið
munandi longd, og í nógvum
forum hava fólk verið noydd at
gevast við útbúgvingini. Men at
fáa arbeiði í dag er rættiliga
6møguligt, og vil hetta allarhelst
blíva soleiðis í longri framtíð. So
hevur tú meguleikan at skriva
teg út frá viðkomandi læru-
stovni og sekja um sosialhjálp
— ja, hetta er einasti meguleiki í
løtuni.
Lesiumsteðurnar i Danmark eru nógv versnaðar, sigur MFS. Steðisútbúgvingin er útbúgving á
universitetsstigi, og hon er farin fram á Fróðskaparsetrinum í Havn
LIONS CLUB TÓRSHAVN
fyriskipar 7 U N
i kommunuskúlagarðinum leygardagin 21. juni til frama fyri skóta-
arbeiði hjá øllum skótaliðunum í Havn og studlan av norðurlendsku
skótaleguni 1976.
sid
Latid verdur upp kl. 14 vid m. a.
KI. 15.00 spælir Havnar Hornorkestur
Kl. 15.30 heldur borgarstjórin, Petur Christiansen, rødu
KI. 21—24 spælir »Big Band« og »Flamingo« til túnadans.
„SANS
Tom
pol sf
upon
ru“
Utsøla av ísi, øli, sodavatni, góðgæti, heitum pylsum, kaffi og køkum, ballónum v. m.
Í sambandi við túnadansin verða seldir lutaseðlar á 5 kr., har vinningurin er ein oksi og ein
frystiboks. Drigið verður á midnátt.
Vinnarin fær lutirnar óskerdar. Lions Club rindar almenna gjaldið.
Atgongumerki á 10 kr. eru talmerkt, og verður á midnátt drigið um: ferð loftvegis Tórs-
havn— Kastrup og aftur, eitt føroyskt skerpikrov og eina lummaroknimaskinu.
Síða 3
Um støðuna á læru-
stovnunum skrivar
MFS:
Á universitetunum fara í hesum
døgum fram stórar stramningar.
Rætturin hjá lesandi at undir-
vísa verður tikin frá teimum.
Hatta er av stórum týdningi, av
tí at tað serliga eru studentarnir
(og hartil vælkvalificeraðir stu-
dentar, ið nú verða skiftir út við
meira tilvildarligum kandidat-
ar), ið hava gjøgnumført ta
progressivu kritisku undirvis-
ingina.
Samstundis eru reddir frammi
um at frátaka studentum ta
ávirkan, teir hava havt í teim
stýrandi organunum á teim
ymsu instituttunum. Uppskot
eru um, at fyri eftirtíðina skulu
studentar bert vera »rådgev-
andi«. Eisini skal tað nevnast,
at tær reaktioneru kreftirnar
vilja fremja ein sokallaðan >re-
gistreringsordning« og eina
effektivisering av lærigreinun-
um, ið vilja forða studentum at
taka lut í fakkritiskum og pol-
itiskum arbeiði i lærutidini.
Dýr kollegiukømur
Stórur partur av teimum, sum
eru undir útbúgving í Danmark,
búgva á kollegium. Leigan fyri
eitt kamar er ymisk frá einum
kollegium til annað — líka frá
umleið 400 kr. til einar 550 kr.
um mánaðin.
Hetta er Orimiliga nógv í mun
til inntøkuna hjá teimum undir
útbúgving. Ti hava kollegian-
arar á 37 kollegium tikið seg
saman og stovnað Kollegiernes
Midlertidige Samarbejdsudvalg
(KMS). Eitt lið í aktiónini, ið
KMS førir, er, at kollegianar-
arnir ikki gjalda husaleiguna,
men seta hana harafturímóti inn
á eina stongda konto. Hetta er
gjørt sidan i vár
Krav um eina rimiliga
håsaleigu
KMS hevur millum annad sett
krav um bert at gjalda eina rimi-
liga húsaleigu. Tad er umleið 300
kr. um mánaðin, ið er umleið 20
prosent av ti innteku, ung undir
útbúgving hava. Eisini hevur
KMS sett krav um broyting í
figgingini av kollegiubygging til
fulla statsfigging. Sum nú er,
figgjar staturin 45 prosent,
meðan restin verður fíggjað
gjøgnum privata lánsbræva-
marknadin. Hetta førir vid sær
stør virdistap og veldugar kapi-
talútreiðslur, ið alt skal gjaldast
av kollegianarunum sjålvum.
Enn hevur aktiónin ikki havt
nøkur úrslit, men pressan hevur
í ein vissan mun fingið eyguni
upp fyri trupulleikunum hjá
teimum undir útbúgving.
Av frágreiðingini sæst, at
utiitini til at fara undir hægri
lestur ella undir aðra útbúgving
eru ikki av teimum ljósastu í
Danmark.
At enda í frágreiðingini heitir
MFS á øll, ið fara undir út-
búgving, annaðhvert tað er í
Feroyum, í Danmark ella aðra
staðni, um at gerast limur i
MFS: >Tað er neyðugt, at vit
eisini standa saman og í felag og
taka lut í orðaskiftinum um,
hvussu útbúgvingarpolitikkur
eigur at vera skipadur«.