mikudagur 18. juni 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 44 — 18. juni 1975
filmir ið koma
HELVEDES
MASSAKREN
Havnar bio fer í næstum
undir at sýna westernfilmin
Helvedesmassakren, har Art-
ur Grant, Maria Cuadra og
Christina Galbo eru millum
høvudsleikararnar.
Tá USA hevði lyst Kali-
fornia fyri at vera ein amerik-
anskan stat, tók stríð seg upp
ímillum amerikanararnar og
teir múgvandi meksikanar-
arnar, sum áttu nógva jerð,
og hatrið millum báðar part-
arnar vaks stødugt.
Tvær familjur tann
meksikanska Campos og
tann norðuramerikanska
Mounters — avgjørdu at gera
enda á striðnum á tann hátt,
at tann familjan, sum yvir-
livdi, skuldi fáa alt valdið.
Men Campos-familjan
skipaði eitt serligt herlið,
sum drap ein av teimum
yngru synunum í Mounters-
familjuni, og tann yngsti,
Johnny, varð tikin til fanga.
Tað eydnaðist Johnny at
flýggja, hóast hann varð
hóttur við lívinum, saman við
einum brotsmanni, sum hevði
mist annan armin, einari
fyllibyggu og einum heims-
spekingi. Og tað er frá
heimspekinginum, at Johnny
lærir kynstrið at handfara
eina skammbyrsu.
Seinni leggur Johnny ást
saman við einum systkina-
barni til Campos-familjuna.
Hon eitur Juliet, og framm-
anundan er avgjørt, at hon
skal giftast vid einum skålki
av einum sheriffi, sum stydj-
ar seg til Campos-familjuna.
Hóast Johnny hevur givið
Juliet lyfti um, at hann aldri
skal drepa nakran meiri,
verður hann í einum feri
noyddur til at drepa ein av
Campos-breðrunum í sjálv-
verju. Seinni kemur illstoða
millum Johnny og sheriffin,
og undir einum skotbardaga
millum teir báðar letur sher-
iffurin lív. Juliet verður burt-
urflutt av Mounters-familj-
uni, og tá hon vendir heim-
aftur, harðnar stríðið millum
báðar familjurnar í ein slíkan
mun, at tað er ein spurningur
um at yvirliva. Tá alt er av-
hasað eru Johnny og Juliet
tey einastu eftirlivandi.
Tað er veruleikin
Harra blaðstjóri! Gevið mær
innivist fyri hesum.
Í Eyganum nr. 4 á blaðsíðu 19
stendur m.a. um okkara flagg,
at tað ongar semdir fekk, fyrr
enn við heimastýrinum, sum
kom í gildi 1. apríl 1948. Hetta
er rætt. So stendur, at tað er
heilt vist, at Havnarfólk eiga sin
stóra heiður fyri, at feroyingar
ikki fingu eitt flagg eftir amt-
mansins ynski, ið skuldi vera
grønt við hvítum krossi horn úr
horn. Hevdu Havnarfólk ikki
mótmælt hesum so reystliga við
fólkafundum og kravgongum við
Jóannesi bónda sum hevuðs-
rødara, er fryktandi fyri, at pol-
itiska leiðsla okkara hevði latið
amtmannin fingið rætt eisini í
hesum máli.
Eftir hesum at dema eigur
Jóannes Patursson allan heið-
urin í hesum máli. Slíkan orða-
vavstur sum hetta, sum stóð í
næst seinasta Eygað, skal ein
leita leingi eftir. Í 1931 legði
Petur Mohr Dam, sáli, javnað-
arfloksins vegna uppskot fram á
ting, hareftir logtingið skipaði
soleiðis fyri, at vit fingu okkara
egna flagg. Men hvat segdu
Jóannes bóndi og aðrir tá? Jú,
málið skuldi útsetast til næsta
ár. Men heldur ikki tá kom tað
fyri aftur, og tað var í 1932.
Soleiðis varð eisini tey næstu
fýra árini. Øll hesi árini varð tað
útsett, og soleiðis doyði tað
burtur. Tað ber til at lesa í ting-
tíðindum. So í hesum máli var
Jóannes bóndi týðiliga tann
harðasti motstødumadurin. Nei,
hetta reingist ikki. Tann, sum
<VEH
aftur ímóti eigur heiðurin í
hesum máli, er javnaðarflokkur-
in við P.M. Dam, sála, á odda.
So kann Eygað skriva, sum tað
vil. Eg kann nevna eitt annað
mál. Í 1937, ella har um leið,
legði javnaðarflokkurin uppskot
fram á ting um, at eingin lærari
skuldi setast við foroysku skúl-
arnar uttan at hava prógv í fer-
oyskum. Men hinir flokkarnir
feldu tað. Her haldi eg meg so at
hava prógvað sannleikan í flagg-
málinum og í læraramálinum.
Javnaðarmaður
TS ae
Seinkað fødingardagsheilsa
Fríggjadagin 13. juni fylti
ein vælkendur klaksvíkingur,
Jógvan Joensen, vanliga nevnd-
ur Jógvan lærarin ella Jógvan
hjá Dala, 70 ár.
Sum eitt av nevnunum sigur
frá, hevur Jógvan verið lærari,
til hann fyri trimum árum síðani
fór frá vegna aldur. Hann hevur
starvast sum lærari fyrst í
Haldórsvík, síðani í Vági og frá
1943 í Klaksvík. Sum lærari var
Jógvan nógv avhildin bæði av
starvsfeløgum, næmingum og
ødrum, og bar hann orå fyri at
70 år
Friggjadagin 20. juni fyllir
Oluffa Samuelsen á Vågsheygn-
um í Klaksvík 70 ár.
Oluffa er ættað av Viðareiði.
Foreldur hennara vóru Sunneva
ættað úr Teðuni á Toftum og
Jóanes Heinesen, vanliga róptur
Heina-Jóanes, ættaður úr Leir-
vík. Tey komu bæði til Viðar-
eiðis á ungum árum, hon kom at
tæna í Ónagerði og hann at
rógva út. Tey giftust og bú-
settust á Viðareiði.
Sum ung kom Oluffa til
Klaksvíkar at tæna og tænti hon
m. a. hjá O. F. Joensen — Óla í
Skúla. Í 1927 giftist hon við
Sámal í Leirvík, sum er húsa-
smiður og sum í mong ár hevur
arbeitt sum byggimeistari. Tey
bygru sær heim á Vågsheygnum
og fingu átta børn, harav fimm
eru búsitandi í Klaksvík, tvey í
Havn og eitt í Danmark.
Oluffa hevur ta gleði at hava
oll børnini heima á sjeyti ára
fødingardegnum.
Heimið hjá Oluffu og Sámal
ber boð um eina dugnaliga og
røkjuta kvinnu, ið hóast brekað
av vanlukkutilburði fyri nøkrum
árum síðani, framvegis passar
mannin go heimið. Oluffa ber
árini væl, er andsfrisk og
fryntlig.
Tey verða mong, sum minnast
teg Oluffa á hesum hátíðardegi.
Vit ynskja tær hjartaliga til
lukku við sjeyti ára degnum og
ynskja tær mong góð ár fram-
yvir.
vinur
vera av bestu rokni- og mate-
matikklærarum.
Jógvan hevur eisini røkt fleiri
almenn álitisstorv. Hevur verið
limur av verjuráðnum, sjúkra-
hússtýrinum fyri Klaksvíkar
sjúkrahús og í kommunustýrin-
um fyri Klaksvíkar kommunu í
átta ár.
Jógvan hevur eisini gjørt vart
við seg á vinnuliga økinum.
Saman við ødrum stovnsetti
Jógvan maskinverkstaðin Ídni
miðskeiðis í fýrati árunum. Við
síðuna av lærarastarvinum hev-
ur Jógvan verið stjóri og bók-
haldari har, og rekir hann hesi
sterv enn.
Ein og forfedrar hansara
hevur Jógvan góðan hug til
seyðahald og landbrúk, og nú
hann ikki er lærari longur, fær
hann tíðina at ganga við seyða-
haldi í Depli, Árnafirði og á
Norðoyri.
Jógvan hevur vitan sum fáur.
Er prátingarsamur og dugur
sera væl at siga frá og gevur sær
altíð stundir at práta við fólk.
Javnaðarflokkinum hevur
Jógvan verið ein hollur og
trúgvur stuðul. Sum longu
nevnt hevur hann umboðað
flokkin bæði í sjúkrahússtýr-
inum og í kommunustýrinum í
Klaksvík.
Vit takka Jógvani fyri stuðul
og trúfesti. Um enn í seinna lagi
fara vit at ynskja tær hjartaliga
til lukku við sjeyti ára degnum
við vón um mong góð ár enn.
vi
HB-leikarar manna
helvtina av landsliðnum
Landsdysturin móti Íslandi réðu
verður í Reykjavík 23. juni
Tilsamans 16 leikarar eru út-
tiknir at spæla á foroyska lands-
liðnum ímóti Íslandi í Reykjavík
23. juni. HB mannar helvtina av
foroyska landsliðshópinum, sum
sær soleiðis út:
Anfinn Reynheim, B36, Kári
Thorsteinsson, HB, Finnur
Helmsdal, HB, Palli Askham,
HB, Ragnar Hansen, HB, Eir-
ikur Rasmussen, HB, Heri
Nolsøe, HB, Sverri Jacobsen,
HB, Johan Johannesen, HB,
Regin Árting, ÍF, Herman
Midjord, IF, Birgir Thomsen,
ÍF, Jógvan Norðbúð, KÍ, Rich-
ard Jacobsen, KI, Mikkjal
Mikkelsen, KÍ, og Johannes
Nielsen VB.
trygging.
Tryggingarsambandið
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging ......
Føroya Sjovåtrygging .......
Føroya Brunatrygging .......
Føroya Vanlukkutrygging ....
Vit tryggja
Bátar, skip, verur, hús, innbúgv, akfør 0. a.
Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu
LL. — 14590