leygardagur 21. juni 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 21. juni 1975
Síða 5
Brandt vitnar móti tigandi
njósnaranum hjá DDR
Í skugganum av Baader-Meinhof sakarmálinum
í Stuttgart byrjar 24. juni í einum ljóðtættum
bygningi í Diisseldorf eitt ikki minni hugvekj-
andi
rættarmål
Giinther Guilaume,
ímóti
sum elvdi
kanslaranjósnaranum
at Willy
Brandt legði frá sær sum vesturtýskur ríkis-
kanslari.
Ákærdur fyri landasvik og brot
á tøgnskyldu noyðist Guilaume,
ið er ákærdur saman við konu
síni, at rokna sær lívlanga
fongsulsrevsing. Men tað er
neyvan hugsunarsamt, at hann
kemur at sita aftan fyri rimarnar
restina av lívi sínum.
Tá málið er mosagrógvið,
verður Guilaume ivaleyst um-
skiftur við onkran vesturtýskan
fanga í DDR.
Vesturtýska pressan hevur
skírt — Guillaume-gøluna til
størstu njosnaragølu tey sein-
astu 27 årini. Samstundis skriv-
ar pressan, at tad fara at ganga
fleiri år, áðrenn gølan verður
gloymd.
Hitt umfatandi tilfarið hjá
ákærumyndugleikunum byggir
mest á pástandir frá hogtmett-
um politikkarum, trygdarstovn-
um og meiri ella minni tydning-
armikil vitni.
Próvneyð
Juridiskir serfrødingar hava
boðað frá, at hin almenni ákær-
Guillaume í sínum vælmaktsdogum
arin ivaleyst kemur at fáa
trupulleikar við at fyrileggja
rættsgyldug og eintýðandi
prógv móti ákærda.
Hitt einasta, um Giinther
Guilaume kann heingjast upp á,
er, at hann er heryvirmaður í
eysturtýska fólkaherinum.
Hetta segði hann sjálvur við
nakrar trygdarhermenn, tá hann
varð tikin og settur fastur.
Hin 48 ára gamli Giinther
Guillaume, sum í veruleikanum,
eftir hvat ið sagt er, eitur Peter
Lohse, var limur av persónliga
starvsbólkinum hjá Willy
Brandt í stjórnarhevuðsborgini.
Stutt áðrenn hann varð tikin,
var hann á feriutúri saman við
Willy Brandt í Noregi. Menn
vilja vera við, at Guillaume á
hesi ferð fekk atgongd til sera
týdningarmikil loyniskjól —
harímillum kodufjarrit frá amer-
ikansku stjórnini.
Avdúkanin av Giinther Guill-
aume sum eysturtýskur njósnari
fordi við sær politiskt ódnar-
veður í Bonn. Ein hópur av
skuldsetingum, pástandum og
injurium mólu í heysunum á
verður stórnjósnarin ivaleyst settur fastur fyri lívið
politikkarunum, og 12 dagar
seinni gav Brandt eftir og segði
seg frá sum ríkiskanslara.
Leiðarin av kontra-njósnara-
stovninum, Giinther Nollau, frá-
segði sær undir teimum parla-
mentarisku kanningunum av
gøluni alla ábyrgd og segði, at
fyrrverandi stabsleiðarin hjá
Willy Brandt Horst Ehmke og
tåverandi innanríkisráðharrin
Genscher hevdu ikki vilja latið
fregnartænastuna sloppið fram-
at at avhoyra Guillaume.
Politiskir eygleidarar rokna
ikki við, at rættarmálið í Diissel-
dorf fer at kasta meiri ljós yvir
fleiri framstandandi politikkarar
og leiklutin hjá trygdarstovnin-
um í njosnaragøluni.
Enn er ongin avgerå tikin um
rættargangurin skal vera al-
mennur. Rættarsakin skal vid-
gerast i einum nýggjum lurt-
ingartryggum bygningi, sum
hevur kostað eina milj. d-
markar (2,4 milj. kr.).
Millum tey framstandandi
vitnini skal eisini Willy Brandt
formaður í týska javnaðar-
flokkinum, Gencher og Nollau.
And
— altíð í hølunum á Willy Brandt, ríkiskanslara,. Nú
stubbar uttaneftir
Mafian
í Sicilia
Á myndini omanfyri sæst 27.
offurið hjá mafiuni á Sicilia
í ár. Antonio Arceri, ið er 46
ára gamal, var mettur sum
Mafia-leiðari. Hann varð
skotin niður uttan fyri eina
biohell í Palermo.
Ferðslutrupulleikar
Meðan forsætisráðharrin í
Onglandi Harold Wilson inni
í húsunum Downing Street
nr. 10 herfyri royndi at tosa
seg til rættis við jarnbreyta-
leiðarar fyri at sleppa uttan-
um verkfall, visti hin 2 ára
Tveir blaðmenn
útvístir úr
Suðurvietnam
Stýrið í Suðurvietnam hevur
heitt á tveir útlendskar blað-
menn um at rýma av landin-
um. Talan er um ein amerik-
anara og ein japanara. Saman
við hesi útvísan verður rokn-
að við, at higartil eru 12
blaðmenn útvístir síðani
Saigon varð tikin.
Annar av blaðmonnunum
segði, at hann hevði fingið
boð um at fara av landinum
»av tí at myndugleikarnir
vildu hava útlendska pressu-
liðið utskift«.
Bert tveir av teimum 12
blaðmonnunum, sum útvístir
eru, vóru alt fyri eitt tiknir og
sendir til heimland teirra or-
sakað journalistikkinum, sum
teir nýttu.
Hiti í Moskva
Tað er ógvuliga heitt í
Moskva í hesum degum. Ein
sovjettiskur drongur toldi
ikki hitan og leyp i ånna,
medan Kreml hyggur eftir.
Val i Ungarn
Ungarsku veljararnir fóru
sunnudagin til valborðið til
tess at velja nýggja ting-
manning fyri tey fimm kom-
andi árini.
Øll valevnini til 352 sess-
irnar í Ungarska tjóðar-
tinginum vóru uppstillað av
hinum >Patriotiska fólkavig-
vellinum — ein samgonga av
ellum politiskum felogum í
gamli Mark Butcher, sum
býr har nærhendis, hvussu landinum. Qll hesi felog verða
hann klárar sínar ferðslu- Stýrd av kommunistaflokk-
trupulleikar. inum
Alopin
Pi,
Japanski forsætisrådharrin Takeo Miki varð i
gjår ålopin, tá hann luttók við jarðarferðina
hjá Eisako Sato, fyrrverandi forsætisráð-
harra. Miki misti brillur sínar og gjørdist eitt
sindur í ørviti, men annars fekk hann ongan
skaða.