Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 45 — 21. juni 1975 Síða 4 smátíðindi innanoyggja Fór fyrsta túrin hósdagin Nýggja kraftblokkaskipið Chr í Grótinum, sum parts- reidariid Boreas 2 í Klaksvík eigur, fór fyrsta túrin hós- dagin. Teir fóru í Norð- sjógvin at royna. Mikudagin tóku teir nótina inn, sum er gjørd á Tog- og Snørisvirk- inum í Klaksvík. Chr. i Grót- inum var royndartúr leygar- dagin, tá hann komfyrstu ferð á Klaksvík. Hann er fyrsta nýbygda kraftblokka- skip til Klaksvíkar. 18 mans eru við skipinum, sum nú stendur í umleið 20 milj. kr. Chr. í Grótinum er bygdur á Skála Skipasmiðju. 330 tons Hans Erik hevur latið frætta frá sær. Teir hava um 330 tons av saltfiski og 20 tons av frystum inni. Politistødin á Tvøroyri í nýggj holi Á Tveroyri er nýggj politi- stoð tikin í brúk. Heide- Jørgensen, politimeistari, hevur verid å Tvøroyri og kannað helið, sum liggur miðskeiðis í býnum — í býl- inginum Kirkwall. Ovåttad tíðindi av Tver- oyri siga, at stødin er bygd uttan at myndugleikarnir og borgararnir har offisielt hava vitað av nøkrum Merkt lomviga Poul Andreas Sirdal skjeyt 9. juni eina merkta lomvigu 7 fjórðingar úr Rivtanga. Lom- vigan var merkt Zoolog. Museum, Copenhagen, Den- mark, nr. 4013537. er nú eisini at fáa í Rigga til Eingin fiskur er komin upp á land í Runavík síðani út- róðrarverkfallið, og skipini, sum plaga at avreiða har, rigga nú til. Høganes er farin á upsaveiðu við snellu, og í vikuni fóru eisini Morning Star, Brimnes og Sjóborgin. Morgunstjørnan og Morgun- roðin fara væntandi mána- dagin. Tey rógva øll við línu. Fyri nøkrum døgum síðani avskipaði flakavirkið í Runa- vík 16 tons av saltfiski til Fraklands. Ikki talan um vanlukku Tá nýggi Smyril kom á Tver- oyri fyri 14 dogum síðani bar útvarpið tey tíðindi, at ein vanlukka mundi staðist av, tá skipið skuldi leggja til bryggju. Tað vísti seg ikki at vera hald í hesum tíðindum. Útróðrarbáturin Vestur- havið Blíða úr Fámjin legði seg fyri Smyril, tá hann skuldi leggja at, hóast bátur- in frammanundan hevði fing- ið boð frá myndugleikunum um at flyta seg. Tá Smyril bakkaði at bryggjuni skúm- aði so nógv, at tað sá nakað ógvusligt út, men útróðra- báturin legði út fram, áðrenn Smyril legði at. Talan var ikki um óhapp av nøkrum slag, sum tíðindini vildu vera við í útvarpinum, verður sagb av Tveroyri. Íslendskir javnaðar- menn higar Íslendsk - javnaðarfólk hava sagt seg vera hugað at gera eina ferð til Føroya um ólavs- sekuna. Í einum brævi frá Alþýðufloksfélag Reykjavík- ur til Føroya Javnaðarflokk sigur íslendska javnaðarfel- agið, at millum 30 og 40 limir hava sagt seg vera hugaðir at koma higar á vitjan um ólavssekuna. Arbeitt verður nú við at fáa gestunum inni- vist. HOVEDBANEGAARDENS AVISKIOSK panelið Ofta býr fals undir fríðum skinni Fáir = feroyskir: blaðstjórar munnu vera so hittinorðaðir sum blaðstjórin á 14. september. Men sum tað er við ellum dygd- um, so er ikki nóg mikið at hava ognast tær, um tær bert verða nýttar sum eitt lið í tí tilvild- arliga politiska rákinum, til at verja síni egnu mistek heldur enn at klárleggja sannleikan. Tá ið næmingarnir á Feroya Studentaskúla í fjør reistu próv- tøkuspurningin, segdu teir endamálið vera at fáa loyst »målspurningin« til munnligu próvtekuna. Tað var beinan- vegin, at 14. fekk »målspurn- ingin« til »målstrå«. Og bert stutt seinri til >málkúging<. Og tað var í lagi við tí. Sum kunnugt sat Tjóðveldisflokkurin tá í andstødu. Men nú í ár — aftan á at Tjóðveldisflokkurin er komin í landsstýrið og hevur fingið sessin við skúlamálum — eru „málstríðið< og »målkugingin« vordin til eina — »målfløkju«! (Si oddagr. i 14. 24/5—75). Og tó, meginspurningurin í stríðn- um er ikki broyttur eitt vet síðani í fjør. Bert er tað hent, at Tjóðveldisflokkurin ikki longur er ein andstøduflokkur. 14. skrivar, at »målspurn- ingurin«, >-stríðið<, >-kúgingin< ella »-fløkjan« í veruleikanum stingur djúpari enn til einans ein spurning um málburðin. Sosi- alurin hevur eisini tikið henda tráðin upp og sigur, at inni- haldið í skúlanum fyrst má gerast føroyskt, harnæst eigur spurningurin at verða reistur um foroyskan ella fremmandan mál- burð til endaligu próvtekuna á studentaskúlanum. Ti, sigur SOSIALURIN, „gamalt er, at frá høvdinum skalt tú hvalin skera« (Si oddagr. i SOS. 4/6—75). Semja er um, at høvdu før- oyingar sjålvir havt tad avger- andi ordid at sagt i provtøku- spurninginum, so hevdi mål- kúgingin ongantid verið komin fyri. Semja er somuleiðis um, at málstríðið er ein náttúrlig fylgja av hjålandastødu Føroya. Men tað er neyðugt at gera sær greitt, at málstríðið onki bein- leiðis samband hevur við sjálvt innihaldið á studentaskúlanum. Um so hevði verið, tá vildu næmingarnir har reist fleiri krøv, ið beinleiðis høvdu sam- band við sjálvt innihaldið. Hetta hava teir ikki gjørt. Teir hava bert kravt rættin til at málbera seg á sínum egna móðurmáli til munnligu og skrivligu próv- tøkuna, tá ið teir ynskja tað, og at hesin rættur skal verða fult viðurkendur uttan nakrar krók- vegir sum umseting ella annað fjas, sum avtala Direktoratsins og Finnboga í veruleikanum var. (Tad visti seg eisini, at av teimum 35 næmingunum í sam- felagslæru og biologi nýttu bert 3 — tríggir! — nevndu avtalu! Hóast hetta fýrdi Finnbogi ikki fyri at siga, at hann metti seg at hava gingið ynskjum næming- anna á meti! Hvar er logikkur- in?) Málstríðið í Hoydelum — soleiðis sum tað hevur verið sett fram hesi tvey árini — kann loysast uttan, at tað nýtist at nerva innihaldið á studenta- skúlanum tað minsta sindur. Annað er um målstridid kann loysast uttan yvirtøku av teirri pedagogisku ábyrgdini (eftirlit- inum við at niveauið er á hædd við tað, sum krevst í eðrum Tummas í Dali studentaskúlanæmingur londum), sum liggur á Direktor- atinum. Tað kann tað helst. Men um ikki, mugu føroyingar yvir- taka pedagogisku ábyrgdina. Við hesum verður getan sam- stundis greið til broytan av innihaldinum, men hetta er ein annar spurningur, sum ikki kann væntast at verða broyttur tey fyrstu komandi árini.ð Tí er tað onki annað enn ein neyðarslig roynd hjá Tjóðveldis- flokkinum og Javnaðarflokk- inum til at burturforklára mál- stríðið í ár — sum undir ábyrgd Finnboga sambært 14. er vorðið til eina målfløkju! —, tå 14. og Sos. tosa um, at vit fyrst mugu gera studentaskulan føroyskan, tillaga innihaldið til føroysk viðurskifti 0. s. fr., áðrenn næm- ingarnir kunnu fáa eitt students- prógv, har tað hevur verið teimum heilt frítt í at valt, hvønn málburð teir vildu nýta til endaligu provtøkuna. Hetta er bert ein neyðarslig roynd til at burturforklára jánkasligu avtalu Direktoratsins og Finnboga — eina avtalu, ið var gjørd uttan- um næmingarnar á studenta- skúlanum og als ikki eftir ynskjum teirra. (Uttan mun til hvat Finnbogi so enn sigur). Eitt er at seta málstríðið í samband við hjálandasteðu Fer- oya. Annað er at avskepla mál- stríðið í samband við eins egnu avskepling. 14. skrivar tann 21. des. 74 m.a. soleiðis um málspurn- ingin: ». . . Nú må og skal hesin spurningur loysast. I fyrsta lagi soleiðis, at all provtøka í fram- tidini verdur å føroyskum. I ødrum lagi soleidis, at teir bådir næmingarnir, sum i vår ikki fingu prógv, ti teir tosaðu sitt egna mál, fáa hetta prógv. Hetta mugu vera ófrávíkilig krøv. Har má ikki slakast.« (Tjóðveldis- flokkurin sat tá í andsteðu(. Tann 24. mai 75 skrivar 14. soleiðis um málspurningin: >... Vit mugu gera studenta- skúlan í Hoydølum til føroyskan studentaskúla við føroyskum studentsprógvi. Tá verður ikki neyðugt við nekrum umset- ingum til danskt, og tá kunnu teir báðir næmingarnir, sum í fjor ikki fingu studentsprógv, fáa hetta prógv . . .« (Hetta var aftaná, at Tjóðveldisflokkurin var komin í landsstýrið(. Munurin er greiður. Áður: Næmingarnir skulu fáa prógv beinanvegin. Har má ikki slak- ast. Hetta eru ófrávíkilig krøv. Okkara sjålvsagdi rættur. O. s. fr. Nú: Fyrst broyta skúla- skipanina og -innihaldið, har- næst kunnu næmingarnir fáa prógv. — Hetta má sigast at vera stødubroyting við lit. Og bert 5 mánaðir í sessinum við skulamålum! Sum næmingarnir i Hoydøl- um hava ávíst í blødunum, hevur Finnbogi eisini roynt at tikið læru av snildisliga orðaleiki blaðstjóra 14. — tó hetta hevur verið til fánýtis! T. d. segði hann í viðtalu við Útvarp Feroya 7/5 —75, at einasta krav næming- anna hevði verið at sloppið at »nytt« føroyskt til endaligu provtøkuna. Og hetta sleppa teir i ár. Ti metti Finnbogi, at hann hevði gingið ynskjum næming- anna á meti. Fyri tað fyrsta hevdu næmingarnir gjørt hon- um heilt greitt, at teir kravdu føroyskt sum próvtekumál fyri tey, ið ynsktu hetta. Og fyri tað næsta skuldi tað ikki verið neyðugt at skorið alt út í papp fyri einum so samvitskufullum tjóðveldismanni sum Finnboga. Ein vildu nú ikki sagt næm- ingarnar ringar fyri tað, at teir væntaðu, at Finnbogi fylgdi sínum egnu lyftum og odda- greinunum í 14. — ella hvat? Finnbogi hevur onki annað gjørt í samband við målspurn- ingin enn einaferð enn prógvað — fyri at endurgeva Kross — at „tómar tunnur buldra mest«. (Si Tingakrossur 24/5—75). Hetta er harmiligt. Harmiligari er tó, at Tjóð- veldisflokkurin nú er noyddur til at eta síni egnu bern. Tað var onkur, ið nevndi hesa framferð Tjóðveldisflokksins fyri opportunistiska. Og tað man helst ikki hava verið heilt burturvið. Vónandi taka næmingarnir læru av hesum i ti framhaldandi virkseminum næsta skúlaár fyri at fáa føroyskt viðurkent á jøvnum feti við danskt til endaligu pråvtøkuna á Føroya Studentaskúla. Tummas í Dali