Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 21. juni 1975 Arbeiðið upp á sosialurin Síða 3 á svimjihøllina í Hesti ikki byrjað enn Annars er klárt at fara undir byggingina — Enn eru vit ikki farnir undir útgrevsturin av nýggju svimjihellini, sigur bygda- ráðsformaðurin í Hesti, Jo- han Niclasen. Alt strandar upp á eina gravkúgv, sum vit skuldu fáa úr Havn. Projekt- eringin og figgingin av høllini eru góðkend av myndug- leikunum, so alt er klårt. Teknað og projekterad hev- ur Petur Olsen úr Havn. Byggingin ætlast at taka tvey år, og skal hon fara fram i tveimum stigum. Utgrevst- urin og stoypingina av funda- mentinum og nidastu hædd- ini gera hestmenn sjålvir. Sjålv høllin skal gerast ur elementum, sum verða fram- leidd i Tysklandi. Tey skal ein tyskari koma at seta upp. Hålv milj. Kostnaðurin av høllini er mettur til eina hálva milj. kr. sigur Johan Niclasen, men hon kemur ivaleyst at gerast dýrari, helt einar 100.000 kr. meiri. Bygdarráðið figgjar helvtina av kostnaðinum. Hina helvtina figgjar danski staturin og landsstýrið í felag, soleiðis at landsstýrið ber 30 pst. av kostnaðinum, meðan staturin letur tey írestandi 20 pst. Telefonkaðal Í vár hava teir lagt telefon- kaðal í vegin. Eisini hava teir lagt nýggja vatnleiðing úr plastrorum. Um dagarnar vitjaði ísraelski sendiharrin í Hesti. Hvønn dag, tað viðrar, rógva hestmenn. Teir hava fýra stór tiggjumannafør. Á sumri salta teir sjálvir fiskin og selja hann til Feroya Fiskasølu. Um heystið og um veturin turka teir fiskin. Tá tað ikki er útróðrar- veður, fáast teir við land- búnaðin, sum er ein týðandi inntekutáttur í bygdini. Teir hava 30 mjålkineyt, og øll mjólkin fer til Havnar. 71 folk Í Hesti búgva 71 fólk, og talið stendur í stað. Eitt sindur av ungfólki er í bygd- ini, men »damurnar« rýma, leggur Johan Niclasen aftrat. Her er føroyska fótbóltslandsliðið, sum skal spæla ímóti Islandi í Reykjavík 28. juni Åhugaverdar fråsagnir i Barnabladnum Barnablaðið fyri mei-juni er komið út. Umframt vanliga inni- haldið, søgur, myndasøgur, yrk- ingar, brev o.a., er í blaðnum ein sera áhugaverd frásegn úr Skúvoy. Hetta er frá eini ræn- ingarferð. Saman við fråsøgnini eru fleiri góðar myndir, ið siga, hvussu ræningarmenninir bera seg at. Hin 79 ára gamli Zacharias Hansen frá Gjógv sigur frá ymiskum viðurskiftum í bygdini í eini tíð, sum børn nú á døgum einki kenna til. Millum annað greiðir hann frá korndyrking. Hetta ger hann so livandi og lætt, at tað er ein fragd hjá børnum at lesa. Ein viðmerkin til blaðið. Tað sær út til, at blaðstjórnin ikki gevur sær far um, at nógv av tí, sum fer fram í nútíðini, eisini hevur áhuga millum bern. Her kundi blaðið hjálpt teimum at skilja hendingar, gerðir eins og annað, sum fer fram í sam- felagnum og í heiminum í heila tikið. Vanliga pressan í Føroy- um ger einki við slíkt, so her er ein uppgáva hjá barnablødum. Tað er Bókadeild Feroya Lærarafelags, ið gevur Barna- blaðið út. Í blaðstjórnini sita lærararnir: Theodor Hansen, Steingrím Niclasen og Jóhannes Enni. Norrønt goodtemplara- skeið í Føroyum Aftur í ár verður Norrønt good- templaraskeið í Foroyum. Skeið- ið verður hildið í døgunum frá 18. til 26. juli á studentaskúlan- um í Hoydølum. Umframt føroysku luttakar- arnar hava higartil teknad seg 125 luttakarar, sum koma ur Danmark, Finlandi, Noreg, Svø- riki og Vesturtysklandi. kommununytt Å almennum byrådsfundi i Klaksvik tyskvøldid voru 14 mál til viðgerðar, harav nøkur byggimál, tvær um- sóknir um frábýti, eitt ognar- tøkumål, spurningurin um utbygging av kommunalu vatnveitingini, spurningurin um uppfylling niðri á sandi, býarplanur fyri ekið Bums- Hamar — Lítlabrekka og spurningurin um kommunal- an stuðul til gerð av stuðla- gørdum. Vatnveiting Fleiri av privatu vatnbrunn- unum i Klaksvik eru vorånir ov småir og privatu vatn- feløgini greida ikki longur at utvega nog mikid av vatni. Hetta hevur ført til, at fleiri av privatu feløgunum — eftir egnum ynski — eru yvirtikin av Klaksvikar kommunu. Fyri 10 árum síðani varð kommunala vatnverkið, sum fær vatn úr Neytadali, bygt í Uppselum. Ætlanin var, at hetta verk einans skuldi nýtast av virkjum og sterri bygningum, men steðan er nú tann, at stórur partur av privatu húsarhaldunum eisini fáa vatn frá kommunala vatnverkinum. Kanningar eru nú gjerdar av vatnmongdini í Neytadali, Gravardali og í Árnafirði. Á býráðsfundinum týskveldið, var semja um, at besta loysnin vildi verið at bygt vatnverk undir Ketlum í Arnafirði og lagt vatnleiðing. gjøgnum bergholið til Klaks- víkar. Hetta verður sam- stundis tann loysnin, ið kemur at kosta mest, og var semja um, at uppmálingar av vatnmongdini verða gjerdar eina tid enn, at fyribils kosnaðarætlan verður gjørd, samstundis sum fíggjar- nevndin kannar møguleikarn- ar fyri fígging. Undir umreðuni upplýsti býráðsformaðurin, at spurn- ingurin eisini hevði verið frammi í fjør, og at eigararnir í Árnafirði tá høvdu játtað lendi til meguligt vatnverk undir Ketlum, og at loyvi somuleiðis var fingið frá landsmyndugleikunum at leggja vatnleiðing gjøgnum bergholið. Uppfylling av sandinum Fyri nekrum árum síðani samtykti Klaksvíkar býráð, at sandurin skal fyllast upp, og at økid har skal nýtast til byggilend. Å. fundinum týskveldið ynskti tekniska nevnd eina umreðu av hesum spurningi, fyri at vita um býráðið heldur fast við hesa samtykt. Semja var um at útseta stødutakanina, soleiðis at býráðslimir betur kunnu um- hugsa spurningin og fáa høvi til at hoyra, hvat borgararnir halda um hendan spurning. Eisini varð samtykt at senda málið til friðingarnevndina. Býarplanur Tekniska umsiting hevur gjørt lutvísa býarplansvið- tøku fyri okið Bumshamar — Lítlabrekka. Tekniska nevnd hevur vidgjørt málið, soleiðis sum tekniska umsiting hevur lagt tað fram og mælir til, at hetta mál kemur til umreðu á býráðsfundi. Eftir uppskoti frá Vilhelm Johannesen varð samtykt, at býráðslimir fáa eitt eintak av planinum, og at umreðan verður útsett til næsta regluliga býráðsfund sum verður 1. juli. allir Stuðlagarðar Klaksvíkar byråd hevur sein- astu árini veitt ókeypis tilfar til stuðlagarðar móti almenn- um veg. Á figgjarætlanini 1975/76 vórðu 100.000 kr avsettar til hetta endamál. Tekniska nevnd ger nú vart við, at tann avsetta peninga- upphæddin er nýtt og mælir frá, at fleiri stuðlagarðar verða gjørdir í hesum figgj- arári við stuðuli frá komm- ununi. Eftir uppskoti frå Vilhelm Johannesen varð ålagt figg)- arnevndini at kanna møgu- leikarnar fyri eini eykajåttan upp á t. d. 50.000 kr. til hetta endamál. Asfaltering Utan um skránna var tilráð- ing frá teknisku nevnd, har mælt verður til, at kommun- an keypir tvær lastir av norskum oljugrúsi frá Feroya Vegtekniska Felag. Málið varð beint i figgjarnevndina, sum varð biðin um at viðgera málið skjótt. Goodtemplaraskeiðið 1975 verður i Hoydølum í døgunum 18. — 26. juli. Tey, sum ætla at luttaka, men ikki hava boðað frá, verða biðin at gera hetta beinan vegin. FYRIREIKINGARNEYNDIN