leygardagur 21. juni 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 45 — 21. juni 1975
Siva ———————8øGl——8GGJ—q
sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn
tgevari: Foroya Javnadarflokkur
Astjórn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56111
Johnsigurd Johannesen, telf. 132 12
ur og
jaste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar
o 6 oc .
Mistreysti, spjading
Í DIMMALÆTTING týsdagin er samrøda við
Fiskasøluna um agnspurningin, har vist verður
til oddagrein i SOSIALINUM leygardagin, tå
vit vistu å tad skeiva i ti, at føroyingar nyta
polskan makrel, heldur enn sjålvir at veida sild
og makrel til agn.
SOKALLADA SAMRØDAN i Dimmalætting
endar við hesum orðum: >Tað er so takksamt
at koma við atfinningum og sáa mistreysti og
spjading og øsa fólk upp við ósannindum.
Hví ikki spyrja seg fyri og fáa eina frá-
greiding?«
VIT SKULU IKKI dylja yvir, at vit hava
ógvuliga lítið álit á teimum frágreiðingum, sum
sipað verður til. Taka vit t.d. >samreðuna< Í
Dimmalætting, sum samstundis er ein frá-
greiðing, so síggja vit, at har verður við við
ósannindum roynt at prógva, at tað loysir seg
betur at keypa makrel frá polskum frysti-
trolarum, heldur enn frá føroyskum kraft-
blokkaskipum. Nidurstødan í hesi frågreiding
er, at føroyski makrelurin verður 31 oyru dyrari
enn tann polski, og tå talan er um tann
føroyska makrelin, verdur roknad vid einum
avhøvdingarsvinni upp å 15% og arbeidsløn
fil utlossing, avhøvding, pakking, sortering,
frysting, flutning o.s.fr. upp á 80 oyru fyri
kilo.
MEN NÚ KUNNU VIT upplýsa bæði Dimma-
lætting og Føroya Fiskasølu um, at tann polski
makrelurin, sum seldur verður av Føroya
Fiskasølu, als ikki er avhøvdadur. Sostatt er
tað skeivt at rokna við avhøvdingarsvinni og
arbeiðsútreiðslum til avhevding upp á tann
foroyska makrelin. Og síggja vit burtur frá
hesum, koma vit til tað úrslit, at føroyski
makrelurin verður bíligari enn tann polski.
ANNAÐ DØMI UM, hvussu »beinar og
sannar< hesar frágreiðingar eru, er orsekin til
ta kreppu, sum júst hevur verið. Ráfiska-
nevndin bað um marknaðarprísin hjá fiska-
seluni og um arbeiðsútreiðslurnar hjá flaka-
virkjunum, við tí fyri eyga, at seta prís á tungu
og reyðsproku. Hon fekk frágreiðingar um
hetta, og úrslitið varð ein avreiðingarprísur
upp á nøkur fá oyru pr. kg. Hetta førdi sum
vera man til, at útróðramenn, longu áðrenn
avreiðingarbannið varð lýst, legdu bátarnar.
Men tá kom fram, at arbeiðsútreiðslurnar
kortini ikki vóru so stórar, sum roknað var við í
fyrstu atløgu, og somuleiðis kom fram, at
marknaðarprísurin kundi fáast munandi upp.
ER TAÐ LØGID, um fólk hava misálit? Og er
talan um misálit og øsing móti åvisum stovni,
so megu vit ásanna, at viðkomandi stovnur
sjálvur hevur ábyrgdina av hesum mistreysti
og hesi øsing. Og frågreidingin í Dimmalætting
týsdagin um agnmakrelin, gjørdi onki til at
vinna álitið aftur. Tvertur ímóti.
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
Høgni Poulsen í Sørvågi,
skriftarmál kl. 11.40, og í
Sandavági kl. 19. Martin R.
Jacobsen í Vági, Torkil Beder
í Getu, altargangur, P.
Petersen í Havn, Kjartan
Mørkøre í Kirkjubø, K. O.
Viderø i Hvalba kl. 11 og í
Sandvik kl. 18.
Adventista-
samkoman
I dag kl. 9.45 bibliustudium
við K. Andersen. Kl. 10.45
gudstænasta vid A. Sand-
beck. Fundirnir verða hildnir
á Adventistaskúlanum við
Hoyvikstjørn.
Kristus
er svarið
Fundarroðin Kristus er svar-
ið í matarhøllini á Skála, sum
byrjaði í gjárskveldið, heldur
fram vikuna út.
70 ár
Í gjár fylti Oluffa Samuelsen,
Klaksvík, 70 ár.
Brúdleyp
Í dag giftast í Klaksvíkar
kirkju Kirsten Waagstein og
Bo Lydum, Keypmanna-
havn.
Barnaforsorgs-
| pædagogar
Frå Børneforsorgsseminari-
um, Jøgerspris, hava Paula
Susanna Heinesen, Vidareidi,
og Nancy Hentze, Torshavn,
tikið prógv sum barnafor-
sorgspædagogar.
HF-prógv
Jonna Hansen, Vestmanna,
hevur á Hjørring gymnasium
lokið HF-prógv.
Suðuroyarting
Fjórða Suðuroyartingið verð-
ur sett á Tveroyri 13. august.
Málingavirki
á Strondum
Partafelagsskrásetingin hev-
ur skrásett Pf. Máling á
Strondum, súm hevur til
endamáls at byggja málinga-
virki, framleiða máling og
harumframt reka handil og
annan idnad. Teknaði parta-
peningurin er 210.000 kr.,
sum er goldin kontant.
Stovnarar felagsins eru Jo-
han Thorleifsson, Strendur,
sum eisini er stjóri, Rósa
Thorleifsson, Virum og Jo-
han Carl Danielsen, Strend
ur
” -
Lysing
Umframt lystu rutuna til Klaksvikar siglir Pride:
Månadag, mikudag og friggjadag kl. 10.00 fraktrutu inn å
Skålafjørdin.
Leygardag verður siglt kl. 06.00: Tórshavn — Skálavík —
Hvalba — Sandvík — Sand — Tórshavn.
Í samband við Jóansekustevnuna á Tveroyri siglur Dúgvan
leygardagin 21/6 kl. 08.00 Klaksvík — Tórshavn og kl. 11.00
Tórshavn — Tveroyri. Sunnudagin 22/6 kl. 22.00 Tveroyri —
Sand — Tórshavn.
STRANDFARASKIP LANDSINS
Tryggingarsambandið
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging
Føroya Sjóvátrygging
Føroya Brunatrygging
Føroya Vanlukkutrygging
Vit tryggja
Bátar, skip, verur, hús, innbúgv, akfør 0. a.
Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu
trygging.
Vit hava altíð á goymslu
alt tilfar til
blikksmið
sanitet
hitaverk
ventilatión
Verður sent
"HENICH |
VA)
um alt
TIf. 11071 - Tórshavn landið
Heldur tú ikki BLAÐIÐ
sum umboðar
landsins stersta flokk?
Undirritadi:
Bústaður: |
tekni meg sum haldara av SOSIALINUM
Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva
til:
box 76, 3800 Tórshaun,