Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 1975síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 21. juni 1975 NNE Kunngerð frå FØROYA FISKASØLU Í samband við tær skuldsetingar av ymsum slag, sum i seinastuni eru settar fram móti L/F Føroya Fiskasølu, loyvir undirritaða umboðsnevnd fyri Føroya Fiskasølu sær at geva hesa almennu frágreiðing: Tá L/F Føroya Fiskasøla varð stovnað í 1948, hevði hon í fyrstuni einkar- rætt til allan útflutning av saltfiski og klipfiski úr Føroyum. Hesin einkarrættur varð avtikin aftur í 1953, og síðani tá hevur virkið havt somu umstødur at virka undir sum eitt og hvørt annað handilsvirki, hvar tann endaliga avgerðin liggur hjá einum aðalfundi. Aðrir hava rætt at útflyta fiskavørur, og hava gjørt tað og gera tað eisini í dag. Hetta vil veruliga siga, at allir framleiðarar av fiski hava staðið frítt, um teir vildu upp í felagsskapin Føroya Fiskasøiu ella ikki. Hóast ongan einkarrætt til nakra sølu, hevur limatalið verið støðugt vaksandi, og eru nú 161 limir i felagsskapinum. Limirnir eru feløg, virkir, einstaklingar, og skipa- og bátaeigarar. Ein og hvør eigur at skilja, at høvudsuppgåvan hjá felagsskapinum er at selja alla framleiðsluna hjá limunum til hægst møguligan pris í kapping við aðrar. Serliga umráðandi er hetta hjá okkum, sum bert hava fiskivinnuna at líta á. At allur vesturheimurin og harvið keyparalond okkara í dag strevast undir ålvarsligari figgjarkreppu, tykist at vera ein kaldur veruleiki. Undir hesum trupulieikum hevur fiskaútflutningur Føroya farið fram uttan at fiskur á goymslu er vaksin í nøgd, og uttan at prísir okkara í sterling, dollar og krónum er farin av lagi, samanborið við tað aðrir fáa. Nógvir prísir hava verið óbroyttir í 1—11/2 ár, meðan aðrir prísir, t.d. saltaður smá- og millumfiskur og frystur blokkur, eru nakað niðurfarnir. Tann størsta prislækkingin stavar frá tí kursfalli á sterling og dollar, meðan inflation — hækkandi útreiðslur og lønir í Føroyum eins og aðrastaðni í Europa og USA — hevur skapað teir stóru trupulleikarnar fyri vinnuna. Tað hevur tí harmað okkum stórliga, at Føroya Fiskasøla hesar seinastu mánaðarnar er løgd undir óhugnalig fyribrigdi og illgitingar — ikki frá limunum — men frá fólki, sum einki samband hevur við Føroya Fiskasølu. Henda framferð hevur verið nýtt til at ósa fólk upp. Vit vilja í hesum sambandi eisini nevna tær skuldsetingar, sum eru settar í gongd um allar Føroyar, at ávís fólk við tilknýti til Føroya Fiskasølu fáa kommissión fyri tað pakkitilfar og teir kassar, sum Føroya Fiskasøla inn- flytir til Føroyar. Vit vita ikki, hvør id hevur ibirt hetta skadiliga og éndsinnada sleyg. Vit fara at biðja tann ella tey, sum hava íspunnið hetta, um at koma fram i ljósmála við hesum, so tað kann verða vidgjørt. Umboðsnevndin í Føroya Fiskasølu skal hervið gera vart við, at eingin í Føroya Fiskasølu, hvørki nevnd, stjórar, fulltrúar, konur teirra ella onnur fáa nakra kommissión av tí sum Fiskasglan keypir ella selur. At enda hesar viðmerkingar: Vit skilja væl skipa- og bátaeigarar, fiskimenn og útróðrarmenn, at teir eru uppskakaðir av teimum trupulleikum, sum taka seg upp á øllum økjum. Vit vilja royna at greiða tær sølur, sum vit hava í hondum, best møguligt. Um aðrir menn ella stovnar kunnu gera sítt til, at úrslitið verður betri, kunnu vit bert takka fyri tað. Latum okkum tó ikki gloyma, at tað er samanhaldið sum gevur styrki, tá mótrák er í vinnuni. Tórshavn, tann 17. juni 1975 Fyri umboðsnevndina Klæmint Eliasen fm. Síða 11 Kapping um búmerki fyri og navn á postverkinum í Føroyum Kappingin hevur til endamáls at fáa til vega eitt búmerki fyri postverkið í Føroyum og eitt navn á postverkinum í samband við, at Føroya landsstýri tann” 1. apríl 1976 yvirtekur post- verkið frá Post- og telegrafvæsenet í Danmark. Kappingin er opin fyri føroyingar og útlendingar, sum hava fastan bústað i Føroyum. Umframt arkitektar, grafikarar, teknarar og onnur listafólk kann ein og hver, sum hevur eina hugmynd og dugir at gera eina greiða mynd av henni, luttaka í kappingini um búmerkið. Í kappingini um eitt navn á postverkinum kunnu øll luttaka. Viðvíkjandi kapping um búmerki: Higartil hevur postverkið i Føroyum verið ein partur av danska postverkinum, og búmerki og litir danska postverksins (post- hornið, krúnan og pílarnir og litirnar gult og reytt) hava sostatt eisini verið nýtt i Føroyum. Ætlanin er nú at fáa til vega eitt serforoyskt búmerki, og tað er ti eingin treyt, at eyðkenni í danska búmerkinum verða nýtt. Búmerkið skal ímynda post- og televirksemið, heruppii telegraf, telefon, telex o. t. Búmerkið verður nýtt á ymiskan hátt, t.d. á postkessum, skeltum, flutningstólum, eyðkennisbúnum og knappum, brævapappiri og utfyllingarblødum. Tað skal sostatt kunna nýtast í ollum støddum og á ymiskum tilfari í samband við post- og televirksemið. Búmerkið skal vera ein listarlig frummynd, sum ikki hevur verið kunngjørd áður. Uppskotið til búmerkið skal vera ein svørt/hvit tekning, sum er sett ella gjørd upp á eitt hvítt pappirsark, A4 til støddar, og má í mesta lagi vera 15 cm langt. Bert ein tekning má vera á sama arki. Meguligar viðmerkingar til uppskotið skulu vera maskin- skrivaðar upp á eitt blankt A4 ark og vera heftar á baksíðuna av tekningsarkinum. Viðvíkjandi kapping um navn á postverkinum: Uppskot um navn verður at maskinskriva upp á eitt blankt A4 ark. Felagsreglur fyri uppskot um búmerki og navn. Uppskot skulu verða send inn við ongari undirskrift. Niðast til høgru á ollum ørkum skal verða sett eitt merki. Við hverjum uppskoti skal fylgja ein afturlatin brævbjålvi, har nevnda merkið er sett uttaná, og sum inniheldur bæði merkið og navn, bústað og møguligt telefonnummar hjá luttakaranum. Uppskotini verða at senda til Feroya landsstýri, Tinganes, 3800 Tórshavn Sum avsendari verður bert at tilskila merkið. Uppskotini mugu verða landsstýrinum í hendi í seinasta lagi 1. august 1975 Uppskotini verda dømd av eini nevnd, sum landsstyrid hevur sett. I henni sita: Esbern Midjord, postmeistari, Torshavn Stig G. Rasmussen, prentari, Sydrugøtu Ingólvur av Reyni, listamaður, Tórshavn Lydia Laksáfoss, reklamuteknari, Klaksvík, og Jóhan Hendrik W. Poulsen, mag. art., Tórshavn. Metingin fer fram beint aftan á 1. august 1975, og úrslitið verður kunngjørt vinnarunum skrivliga og verður harafturat kunngjørt í bløðunum. Í virðislon verða latnar kr. 7.000,—, heruppii ein 1. virdisløn upp á kr. 3.000,— ein 2. virðislen upp á kr. 2.000,— og ein 3. virdisløn upp á kr. 1.000, fyri tey 3 bestu uppskotini um búmerkið, og ein 1. virdisløn upp á 500,— kr., ein 2. virdisløn upp á 300, — kr og ein 3. virdisløn upp á 200, — kr. fyri tey 3 bestu uppskotini um navnið. 17/6— 1975 FØROYA LANDSSTÝRI Góðskueftirlit * Grønland Sekt verður eftir tilkomnum manni til góðskueftirlit vid fram- leiðsluni av rekjum umborð á rekjubåtunum i Grønlandi. Fyrimunur er, um umsekjarin hevur arbeitt við rekjum og er vanur við sjógvin L/F FØROYA FISKASØLA