Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 1975síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vegagerðin í Kaldbak kemur at dýrka við 1,5 milj. kr. orsakað av tiltøkunum hjá yvirfriðingarnevndini — Vegagerðin úr Kaldbak inn á Sund neyvan liðug fyrrenn um eini 5—6 ár sigur næstformaðurin í Kaldbaks bygdaráð Guttormur Djurhuus Bakkin og eitt ból, sum yvir- friðingarnevndin hevur friðað fram við Kaldbaksfirði, kemur at dýrka vegagerðina Kaldbak / Sund við 1,5 milj. kr. sigur Vegastrekkið fram við sjóvarmálanum kemur at dýrka vegagerðina við 1,5 millj. næstformaðurin í Kaldbaks bygdaráð Guttormur Djurhuus í viðtalu við SOSIALIN. — Av hesi orsøk verða menn noyddir at leggja vegin fram við sjóvarmálan — eitt strekki upp á 100 metrar til longdar. Til hesar 100 metrarnar krevst nógv grót til ifyllu, av ti at tað er so djúpt fram við landi. Ífyllan verður fingin til vega úr einum grótbroti beint innan fyri bygdina, og hevur hetta sett djúpari sár í landslagið, heldur enn um bakkin fram við landi varð nýttur sum ífylla. Komnir 1200 m inn ímóti Botninum Arbeiðið upp á vegin Kaldbak$ Sund byrjaði fyri einum ári síðani. Hetta er týdningarmesti liðurin í samanleggingini av Tórshavnar og Kaldbaks komm- unu. Sambært samanleggingar- skjalið skal vegurin vera liðugur fýra ár eftir, at arbeiðið er byrjað. Teinurin frá Kaldbag til Sunds er slakar 10 km. Teir eru bert komnir 1200 metrar frá Kaldbak inn ímóti botninum. . — Eg trúgvi neyvan, at vegurin verður liðugur, fyrrenn um eini 5—6 ár. Um tidar- ætlanin 4 ár ikki verður yvir- hildin, so má samanleggingar- sáttmálin metast at vera farin úr gildi. Ongin klausulur er í sátt- málanum um, hvat skal henda, um so er, at sáttmálin ikki verður yvirhildin. Mín persón- liga metan er tann, at um sáttmálin fer úr gildi, so noyðist landsstýrið at taka um endan, sigur Guttormur Djurhuus. Tað er hin sokallaða Kald- 1200 metrar eru gjørdir av vegnum inn í Botnin baksnevndin, sum arbeiðir við kommunusamanleggingini. Í hesi nevnd sita fyri Tórs- havnar kommunu Petur Christi- ansen, Petur í Gong og Ølavur Michelsen umframt teir 5 lim- irnir í Kaldbaks bygdaráð. Vegurin Kaldbak/Sund kem- ur at kosta um 10 milj. kr. og er figgjarliga býtið soleiðis, at Teir 12 lærisveinarnir hjá Zakaris fingu einki prógv. — 0 — Nýtt frá Strandferðsluni: Ove Mikkelsen er settur sum personalsjefur. — 0 — Nú er Indira Gandhi dømd. Hva nú um Sofus Sivertsen budi i India? Tórshavnar og Kaldbaks komm- una rinda 3 milj. og landið 7 milj. El verk við Kvíggjará — Teir hjá SEV hava kent seg fyri, um hvussu vegurin kemur at liggja við Kviggjarå, ti teir ætla at fáa eitt vatndrivið elverk uppsett við ánna. Spurningurin er so, um landið ikki skal rinda fyri vegin frá Kvíggjará inn í botnin og út á Sund, sigur Guttorm Djurhuus. Grótbrotið í samband við vegagerðina frá Kaldbak inn á Sund stendur sum eitt opið sár í lándslagnum