Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-25, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 1975síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Helvtin av jørdini í Mykinesi er uttanbiggja frælsi Nr.46 — | Herverkini Í oddagrein blaðsins i dag verður skrivað um tey mongu herverkini, sum hava verið í seinastuni: Tá blød og útvarp bera tíðindi um hesi herverk, verður altid lagt aftrat, at løgreglan kannar málið. Av og á frætta vit so, at so og so nógv herverk eru gjørd i åvisum tíðarskeiði, og at løg- reglan í so og so nógvum forum hevur funnið fram til Í teir seku. Og her kunnu vit - logregluni til rós — skoyta uppí, at tað ofta er talan um eitt rættiliga stórt tal av framdu herverkum, sum løg- reglan fær avklárað aft- aná SÍÐA 2 Fridtjof og eitt hugtak SOSIALURIN hevur í dag eitt viðtal við listarmannin Fridtjof Joensen. Hann sigur m. a.: Eg feli meg ikki endi- liga bundnan, tá eg geri ein minnisvarða. Fullkomuliga fríar hendur havi eg, sjálvt um evnið er bundið. Eg geri eitt uppskot, og tað kann for- kastast. SÍÐA 3 . , . . . Vinarådini til . . Birgir Í einari viðmerking til fiska- selustjóran inni í blaðnum verður sagt: Okkara vinaráð til hansara vildu verið, at hann legði sterri dent á at verja føroyska fiskasølu og minni dent á at høgga eftir blað- stjóranum á Sosialinum, tí tað hevur hann líka so stóran ella lítlan kunnleika til sum einhver annar lesarabræv- skrivari. SÍÐA 7 Mikudagin 25. juni 1975 — javnaður 48. árgangur — % brødralag Leysasøla 1,50 kr. 5 innbrot i Havn seinastu 14 dagarnar Seinastu leygarnått vórðu 68 Ip-plátur stolnar úr plåtubudini hjá H. C. W. Tórgarð Seinastu leygarnått var innbrot i handlinum hjá H.C. W. Tórgarð í Havn. Innbrotsmenninir tóku 68 lp-plátur. Nakrir unglingar eru handtiknir í hesum sam- bandi og hava játtað seg sekar. Í seinastu viku varð brotið inn í kioskina yvir av sjónleikarhús- inum og í goymsluna hjá leik- húskioskini. Her vóru nakað av kioskverum og peningi stolin. Í næstseinastu viku var inn- brot í klædnabúðina hjá Kissa, broderihandilin hjá Kregesteen og matstovuna Perlan. Nakað av sigarettum og peningi vórðu stolin. Øll hesi innbrot eru upp- klárað, sigur politiið. Næstseinasta sunnumorgun varð innbrot framt móti handl- inum hjá firma Hans Joensen. Her var eitt pengaskåp við 14 tús. kr. og fleiri virðismiklum skjølum stolið. Peningurin er afturíaftur komin, meðan tey flestu av virdisskjølunum eru brend. Tveir ungir dreingir — ávikavist 15 og 17 ára gamlir eru tiknir av politinum og hava játtað seg sekar. Árligi túnadansurin hjá Lions Club vorðin traditión í Havn Peningurin, sum inn kom í sam- bandi við túnadansin hjá Lions Club seinasta leygardag, er ikki endaliga uppgjørdur enn. For- maðurin i Lions Club, Tummas Arge, sigur, fleiri fólk vitjadu túnadansin í ár enn í fjør og at minst líka nógvur peningur er innkomin i ár. Í fjør komu inn gott og væl 67 tús. kr. Meiri enn 3000 atgongumerki vórðu seld til túnadansin í ár. Peningurin, sum inn er komin, fer til skóta- liðini í Havn og til stuðlan av norðurlendsku skotalegtini við Leynavatn komandi summar. Í sambandi við túnadansin var skipað fyri ymsum til skemtunar, so sum tombola, skjótibana, fiskibrunni, eydnu- hjóli, 21-spæli o0.ø. Havnar Hornorkestur spældi, og borgar- stjórin Petur Christiansen flutti fram ræðu. Tá tað leið út á kveldið, spældu >Spælimenninir í Hoydølum« og »Flamingo« til dans. Lutaseðlar vórðu seldir upp á ein oksa og eina frystiboks og atgongumerkið var sam- stundis lutaseðil upp á eina ferð loftvegis Tórshavn — Kastrup og aftur, eitt føroyskt skerpikrov og eina lummaroknimaskinu. (Úrslitini av hesum drátti: sí lýsing aðrastaðni í blaðnum.) Langtandi lítur hon út á hav Í vindi og regni var minnisvarðin yvir sjó latnar úr Eiðis Sókn avdúkaður sunnudagin Minnisvarðin — ein standmynd — er kvinna við smádreingi. Langtandi lítur hon út á hav. Eins og hon enn ikki hevur slept øllum vónum, sum Petur Martin Rasmussen, prestur, målbar seg í avdúkingarrgðuni. Óli Eidesgaard, formaður í minnisvarða- nevndini, takkaði fyri stuðul frå bygdafólk- inum og handaði bygdaráðnum minnis- varðan. Eisini takkaði hann listarmanninum, Fridtjof Joensen, fyri prúðu standmyndina ið stendur miðskeiðis í bygdini. Á sama øki hevur áður bæði skúli og kirkja staðið. Í tí inngyrda, prýðiliga økinum eru settar á steinar bronsuplåtur við nøvnunum av teimum sjólætnu á. Pláturnar hevur Fridtjof eisini tilevnað. Bygdaráðsformaðurin, Jógvan Mørkøre takkaði fyri minnisvarðan. Aftan á avdåkingarrøduna mintust fólkið tær sjólætnu í tøgn. Sálmar vórðu sungnir og Eidis Ljómfelag hugtók við føgrum tónum. Hóast vánaliga veðrið var nógv av fólki komið saman til hátíðarhaldið.