mikudagur 25. juni 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn
Utvevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Jølhannesen (ábyrgd), telf. 56411
Johnsigurd Johannesen, telf. 132 42
Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt
Herverkini
TAD ER NU NÆRUM ongin dagur, at tad ikki
frættist frå ymiskum herverkum, serstakliga í
heovuðsstaðnum Tórshavn.
TAÐ TYKIST, SUM ein herverksbylgja
brýtur yvir landið, og at innbrot, stuldur og
onnur herverk eru dagligur kostur. Innbrot
verða framd næstan hverja nátt, friðafólk
verða álopin úti á gøtuni, bilar og prutl verða
stolin, spruttbilistar gera skaða, bæði upp á
egin akfør og ymiskt annað, uttan at løg-
reglan veit av.
TÆR OHUGNALIGU kriminalsøgurnar eru
nærum vorðnar til veruleika her heima hjá
okkum, og fólk kenna seg ótrygg. Tað, at
steðga hesum óskili, er avgjørt ein åtrokandi
spurningur í dag. Fólk illkennast inn á løg-
regluna, sum tey skuldseta fyri at gera alt ov
lítið, og hetta er helst ikki uttan grund.
TÁ BLØD OG útvarp bera tíðindi um hesi
herverk, verður altid lagt afturat, at løgreglan
kannar málið. Av og á frætta vit so, at so og so
nógv herverk eru gjørd í åvisum tíðarskeiði, og
at løgreglan í so og so nógvum forum hevur
funnið fram til teir seku. Og her kunnu vit —
løgregluni til rós — skoyta uppí, at tað ofta er
talan um eitt rættiliga stórt tal av framdu her-
verkunum, ið løgreglan fær avklárað aftaná.
VIT HAVA TI onga orsøk til at geva løg-
regluni nakrar ábreiðslur fyri hendan partin av
arbeiðnum. Men spurningurin er, um ikki log-
reglan kundi gjørt eitt størri preventivt (fyr-
byrgjandi) arbeiði, so at vit sluppu undan
hesum mongu herverkunum og aftur fingu
toluliga trygg viðurskiftir í landinum, soleiðis
at fólk aftur kundu verið trygg, bæði fyri sær
sjálvum og ognarlutum sínum.
MEN HER GER løgreglan alt ov lítið. T. d. må
tað tykjast rættiliga legið, at løgreglan til
ásetta klokkutíð hverja nátt fer heim í song og
liggur heima og svevur júst ta tíðina av sam-
døgrinum, tá onki fólk er i gøtunum, og tá øll
herverkini nátúrliga verða framd, tí sum vera
man, er lagamanni hjá herverksmonnum tá at
fremja tað, teir ætla. Tað kann væl ikki vera
ætlanin, at løgreglan bert skal syrgja fyri at
finna teir seku, aftan á at herverkini eru gjørd,
og ikki fyribyrgja at herverk verða framd.
SKULU VIT steðga og minka tí vaksandi
talinum av herverkum, má legreglan eisini
arbeiða preventivt, og tað vil siga, at hon
leggur stersta dentin á at vera úti um næt-
urnar.
sosialurin
dagbókin
Gudstænasta
Sunnudagin hevur Torkil
Beder gudstænastu við alt-
argangi í Fuglafjarðar kirkju
kl. 11 og í Leirvíkar kirkju kl.
18.
Missiónshúsið
við Landavegin
Ungdómsstevnan byrjar í
kveld kl. 20. Bókin Ung-
dómssangir verður nýtt. Tal-
ari: Johannes Kvalheim,
bíbliuskúlalærari. Songfólk
luttaka.
Filadelfia
Telefonandaktin alt samdøgr-
ið á telf. 14880.
Frelsunarherurin
I kvøld kl. 20 bønarfundur.
Sunnukveldið benarfundur
kl. 19.30 og evangeliskur
fundur kl. 20.
Evangeliihúsið
Í kveld útifundur í Vest-
manna kl. 21 og fundur inni
aftaná. Markus Agnes og
Ranveig Edvardsen luttaka.
Telefonandaktin alt samdøgr-
ið á telf. 12266.
60 ár
Í morgin verður Óli Dahl,
lærari, Klaksvík, 60 ár. Adr.:
Sandberg, Sionsgade 5/c,
København Ø.
Læknaprogv
Niels Arni Nielsen, Sanda-
vågur, hevur å lærda hå-
skúlanum í Keypmannahavn
lokið læknaprógv.
Føroyskar provtøkur
Å Birkerød Statsskula hava
hesir foroyingar lokið prógv:
Á studentadeildini: Niels
Jákup Thomsen, Vágur,
mat.fys. Jóna Petersen,
Klaksvík, nymålsl., Desireé
Mortensen, Tveroyri, ný-
málsl., Bergur Godtfred,
musik., nýmálsl., Tórshavn.
Á HF-deildini: Jóna Olsen,
Tveroyri.
va
Í V4-spæli útvarpsins sein-
asta leygarkvøld vórðu hesi
toil tikin; 1, 4, 7, 16, 20, 25,
27, 34, 37, 39, 47, 55, 60, 67,
73 og 75. Vinningurin var
19.505 kr. og 4 vinnarar: 2 år
Klaksvík og 2 úr Havn.
Eykavinningurin upp á 1.000
kr. fór til Havnar.
sostalurin
telf. 11820
Nr. 46 — 25. juni 1975
a TRADERLINE
N
Vit ferma
HVØNN EINASTA
TYSDAG i ALBORG
MIKUDAG i HALMSTAD
HOSDAG i KØBENHAVN
i LARVIK (næstu ferð 8/7)
i SANDNES (næstu ferð 30/6)
i ÁLESUND (næstu ferð 27/6)
i BLYTH (næstu ferð 25/6)
. hverja viku
hverja viku
hvørja viku
. hverja viku
BANN
BEINLEIÐIS TIL FØROYA
AVGREIDSLUR:
Chr. Jensen, tlf. 122566 Ålborg
A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn
Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad
Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund
T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes
W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth
Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen.
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN
Maskinmeistari
Søkt verdur eftir maskinmeistara til vaktar- og bjargingar-
skip. Umsóknir verða at senda landsstýrinum innan 10. juli
1975.
FØROYA LANDSSTYRI
Spinnid i Gøtu
tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreidslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av
foroyskum tógvi.
TØTINGARVIRKID
v/Olavur Gregersen — tlf. 20i Gøtu
Heldur tú ikki BLAÐIÐ
sum umboðar
landsins størsta flokk?
Undirritadi:
Navn:
Bústaður:
tekni meg sum haldara av SOSIALINUM
Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjålva
til:
sosjalurin
box 76, 3800 Tórshaun,