Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 25. juni 1975 sosialurin Síða 3 Ein nátthúgva er aðrari lík Hesa viðmerking hevði Jógvan Jespersen, sum var annar reðarin á pisufundinum i Viðarlundini seinasta hóskveld, til skriving 14. septembers í målspurninginum í fjør Í rødu sinari á pisufundinum i Vidarlundini seinasta håskvøld segði Jógvan Jespersen, sum var millum teir 12 næmingarnar, ið einki prógv fingu í år, at orsekin til, at so nógvir næm- ingar eru uttan progv, er jánkasliga steða og ósomiligi atburður landsstýrisins og direktoratsins í hesum máli. Hann segði, at teir próvleysu næmingarnir vilja verða reins- aðir fyri tey ósannindi, sum eru ford fram ímóti teimum. Roknaðu við góðum úrsliti Jógvan Jespersen greiddi frá gongdini í málspurninginum seinasta árið og segði, at tá tjóðveldisflokkurin fekk lands- stýrismannin í skúlamálum, roknaðu næmingarnir við einum góðum úrsliti, tí tað var tjóð- veldisflokkurin, sum í andstødu hevði strongt á at fáa málið loyst av landsstýrinum, sum sat frammanundan. Eisini hevði nýggi landsstýrismaðurin í skúlamálum, Finnbogi Ísaksen, vissað næmingarnar á studenta- skúlanum um, at hann fór at loysa málið á ein slíkan hátt, at næmingarnir kundu verða negdir. fingu meguleika at skriva teirra skrivligu uppgávur á foroysk- um, móti skrivliga at góðtaka, at tað ikki varð teirra uppgáva, Jógvan Jespersen: — Vit hava vist vælvild sum var dømd, men ein umset- ing av henni til danskt. Um teir báðar næmingarnar, sum einki prógv fingu seinasta ár, varð sagt í skrivinum, at eingin talilsi frá Finnboga Isaksen í einum útvarpsviðtali um teir næmingarnar, sum ikki fylgdu hesi avtalu kundu ikki rokna við at fáa nakað prógv — Hetta varð gjørt, uttan at næmingarnir fingu hevi til at verja seg. Og tað er ikki ov nógv sagt, at vit eru vorðnir snýttir í hesum máli, segði Jógvan Jespersen. Hann legði aftrat, at landsstýrið góðtók hesa semju, áðrenn næmingarnir høvdu gjørt viðmerkingar ella sæð avtaluna við direktoratið. Hava víst vælvild — Næmingarnir hava víst væl- vild í málspurninginum gjogn- um hetta seinasta árið. Vit høvdu fult álit á landsstýris- manninum í skúlamálum og trúðu ti, hann segði. Men hvat var so svarið, og hver var við- ferðin, vit fingu. Prinsipielt er stødan júst tann sama sum seinasta ár, og í hesum viðfangi má verða spurt, um teir menn, sum í fjør í yvirlýsingum studl- aðu næmingarnar, enn styðja okkum, segði Jógvan Jespersen. Hann átalaið, at ein lands- stýrismaður, sum situr í einum álitissessi, handlar út frá einum inntrykki, og sum sigur, at Pisurnar avmyndaðar uttan fyri Studentaskúlan, tá tær fingu prógvini handað - Hóast hesa tilsøgn frå landsstýrismanninum var tað sum at fáa ein vátan vett frammaná. Í seinasta skrivinum til næmingarnar áðrenn próv- tøkuna segði Finnbogi Isaksen, at næmingarnir nú og í fram- tíðini fingu hevi til at brúka foroyskt mál til munnligu próv- tøkuna, møguliga i einstøkum forum við luttøku av tolki ella ødrum loysnum. Næmingarnir broyting varð gjørd. Teir fingu einki prógv. Brotin lyftir Jógvan Jespersen segði, at eitt slíkt úrslit hevdu næmingarnir ikki roknað við, og hetta var heldur ikki tað, sum landsstýris- maðurin hevði givið lyfti um frammanundan. Hann segði, at áðrenn próvtekuna kom eitt út- næmingarnir í hesum máliongar forhondstreytir hevdu sett. — Við hesum hevur hann stutt givið úttrykk fyri, at hann als ikki hevur vitað, hvat spurn- ingurin hevur snúð seg um, segði Jógvan Jespersen. Nágghúgva aðrari lík Jógvan Jespersen segði, at í hesum máli mann staðan kenn- ast svár hjá tjóðveldismonnum og kanska mest hjá blaðstjór- anum á 14. september. — Høvdu teir skomm skapta i sær, so skuldu teir komið við einari umbering. Ella var bert alt rumbultos, spurdi hann. Jógvan Jespersen endurgav eis- ini eitt brot úr 14. september, sum blaðið skrivaði fyri einum ári síðani um málspurningin: — Hvat ger rektari skúlans, og hvat gera kennarar skúlans? Og hvat gera nátthúgvurnar í Tinganesi. Einki, púrt einki. Høvdu rektari og kennarar skúlans gjørt skyldu sína, og hevði landsstýrið í Tinganesi gjørt skyldu sina, so er lítið at ivast í, at hinir hástóru og tveru donsku skúlamyndugleikarnir langt síðani høvdu boygt seg. Men teir hava verið nakrar nátt- húgvur allir samlir. Ti er vorðið, sum tað er. Til hetta brotið hevði Jógvan Jespersen bert eina viðmerking: — Ein nátthúgva er aðrari lík! Ungdómur, útvarp og eitt sindur um censur . . . B R Ø V Nú ein dagin Hans Birgir Hansen eitt lesarabræv til Útvarp Føroya, við eini åheitan um teir vildu biðja útvarps- nevndina um at fáa tær átta ungdómssendingarnar sendar út í Útvarp Feroya, sum Kjeld Ammundsen og Stefan Samsøe Petersen tóku upp í Feroyum í vár og sum nú verða sendar í DR á program 1 sunnudagar. Tá Stefan Samsøe Petersen og Kjeld Ammundsen vóru í Fer- oyum vitjaðu teir útvarpið fyri sum vanligt er landanna millum at lána teknisku tólini v. m. hjá hvørjumødrum og lána fer- oyskan tónleik til sendingar sínar. Samstundis kannaðu teir møguleikan fyri einum sam- arbeiði millum Útvarp Feroya og hesar ungdómssendingar. Teir blivu, eftir teirra fråsøgn, nærmast tveittir út aftur við boð um, at útvarpið ikki var áhugað fyri at lýsa fyri DR. Finala! — slut! Tað er eyðsæð evni nokk til ungdómssendingar síðani DR sendir 2 mans higar fyri at fortelja donsku lurtarunum um tann føroyska ungdómin og spurning teirra. ÚF hevur skrivaði ongantíð gjørt eina ungdóms- sending, jú teir hava fantasileys plátuvendaraprogramm, men teir forsema ungdómin og hava veruliga medábyrgdina av óloystum ungdómsspurningum í Føroyum, rætt og slætt av ti at teir (vælvitandi) ikki tala til ungdómin og lata ungdómin fáa orðið. Ein hindrar ungdóms- spurningunum í at koma til umreðu. Um ein generalstjóri ikki sjálvur klárar og hevur evni til at gera ungdómssendingar, so kundi kanska ein av undir- sáttunum við útvarpi sloppi framat. Limur í radioráðnum í DR, Erhard Jacobsen, sum er ein av teimum »reaktionære« og »nid- kære< kreftunum í ráðnum, hevur gjørt óvanliga nógv fyri at minka um meguleikarnar hjá nekrum donskum útvarpsfólk- um fyri sendingum í DR. Erhard Jacobsen ynskir cencur og meira eftirlit og stendur sum undan- gongumaður fyri einari ódemo- kratiskari framtid í DR. Eg eri bangin fyri, at Erhard Jacobsen hevur ein dupult- gangara her hjå okkum. Roland Thomsen NB: Kundu lurtararnir ikki eisini eitt sindur oftari fingid at vita, nær i vikuni tað er síðsta freist at lata V4 seðlar inn á post- húsini? Tað er ikki til at minnast. **xx Heildarloysn og annað Vit eru mangir, ið eru so fyri, at vit bert kunnu brúka install- eringar til útróður. Vit fáa við hvert góðan fong, men veður lagið er so ójavnt í Feroyum, at nógv av tí gongur burtur í ill- veðri. Nú er lóg komin, sum verður nevnd heildarloysnin. Eg havi ikki skilt til fulnar, hvat hendan heildarloysn miskunnar mann- ing og báti, ið vit kalla install- ering. Vilja tygum, blaðstjóri, gera so væl at greiða okkum frá, hvat vit við hesum nevnda slagi av útróðrarbátum fáa í studningi og siga, um vit koma upp í part vid oljustudning. Hvat fær manningin, og hvat fær eigarin ella báturin? Vit hoyra av og á eitthvert stuttligt úr løgting- inum. Fyri stuttum hoyrdu vit kortini ein legtingsmann, sum hevði uppskot um at taka allan studning frá útróðrarbátum, sum hava heitið instaleringar. Tað vil siga, at vit bert skuldu gjalda til hinar og einki fáa sjálvir, bert lata, ikki njótandi útróðrarmenn. Her vóru tó løg- tingsmenn so frægir, at teir avvístu hesum uppskoti. Hvat sigur heildarloysnin um okkum, sum búgva soleiðis, at vit mugu gjalda væl av peningi fyri at fora fiskin burtur við bili. Onkur tosaði um 3 oyru fyri hvert kiloið. Hetta er ein syndarliga lítil studningur. Tað eru fleiri pláss, har bert ein ella tveir bátar rógva út, og bilarnir eru dýrir. Gerið so væl, harra blaðstjóri, og fáið okkum hetta upplýst. Útróðrjrmaður æ