Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 25. juni 1975 Síða 4 sosialurin Vónaði, at samfelagið kann fáa eitt sindur endurgoldið dagur hjá okkum næmingum, eins væl og foreldrum okkara. Men hetta pappirid er bert eitt springbretti til víðari útbúgv- ing. Tað veri seg bókliga ella tað filmir ið koma rektara, lærarum, skúlatænara og ødrum starvsfólkum á skul- anum fyri gott samstarv i try år, minti Jóannes Hansen á ta gomlu nidurstøduna: — Aftan á í 13 ár at hava notið gott av samfelagnum vóna vit, at samfelagið kann fáa eitt sindur endurgoldið í framtíðini. Soleiðis tók Jóannes Hansen, Invasionens pionerer Hetta er ein krigsfilmur um ein bólk av allieraðum, sum skal beina fyri einari týskari observationsstød í Fraklandi sum eina byrjan til eina inn- rás í Normandiid. Seks ung- lingar finna saman í ein bólk undir leiðslu av Blynn, ser- sjanti. Leiðin til tann týska sendaran er drúgv, og tá sendarin umsíður er oyði- år » All kenna Jules Verne. Flestu hava lisið onkra av bókum hansara. Mest skrivaði hann dreymabekur. Men onkra søguliga-realistiska bók skrivaði hann eisini. Ein av hesum er Boðberi hjá zar- inum, sum er um Michel Strogoff og bregd hansara. Havnar bio hevur í sein- astum víst ein av teimum mongu filmunum, sum eru gjørdir yvir hesa bókina. Hesaferð er tað tann ungi amerikanski sjónleikarin John Philip, sum leikar Michel Strogoff. Bróður zar- in, hertogin, er í 1880 innigyrdur í Irkutsk av tat- Boðberi hjá zarinum lagdur, er nógv minkað burtur av bólkinum. Michael Rennie hevur høv- uðsleiklutin sum 'sersjant- urin. Aðrir leikarar í film- inum eru Lee Burton, Bob Sullivan, Monica Randall og John Galy. Leikstjóri er Henry Mankiewick, og Bruno Nicolai hevur skrivað tón- leikin. * ad. Ab rm ER så * leiðslu av Feofar Khan. Býurin er um at falla. Zarurin letur gera stóra arunum undir verjuætlan, sum skjótast gjørligt skal sendast til Irkutsk. Boðberin verður Michel Strogoff, og filmurin vísir, hvussu gongst honum á hesi 7.000 km longu ferð. Honum berst bæði eitt og annað fyri. Vundarnir eru mangir, men mann røkkur málið. Filmurin er tíkin upp í Bulgaria. Eriprandi Visconti, sum legði upptøkuna tilrætt- is, valdi at gera upptekuna í Bulgaria, tí náttúran , har minnir so nógv um Sibiria. ein av studentaskúlanæmingun- um, sum var liðugur í ár, og sum var millum teirra, ið ikki fingu prógv, til í einari rødu á sam- komuni, sum varð hildin á Studentaskúlanum, tá næming- arnir fingu prógvini handað friggjadagin. Jóannes Hansen segði, at tað sum vit hava fingið, meta vit fyri at hava eins stórt virði, sum eitt veruligt prógv. Tað einasta, sum okkara skjal brýtur frá, er at próvtekukarakterurin hjá samfelagsnæmingum í skrivligu samfelagslærigreinini og hjá biologunum í skrivligari biologi ikki er við á próvnum. Spell, tað ikki varð útvarpað Jóannes Hansen helt tað vera spell, at útvarpið ikki sendi reðurnar frá pisufundinum, tí meðan landsstýrismaðurin í skúlamálum fleiri ferðir gjøgn- um útvarpið hevur lýst málið frá sinari síðu, so hava næmingarnir ongantið verið frammi at mikro- fonini. Aftan á at hava takkað — Hesin dagur er hátíðar- praktiska. Kapping um búmerki fyri og navn á postverkinum í Føroyum Kappingin hevur til endamáls at fáa til vega eitt búmerki fyri postverkid í Føroyum og eitt navn á postverkinum í samband við, at Feroya landsstýri tann 1. apríl 1976 yvirtekur post- verkið frá Post- og telegrafvæsenet í Danmark. Kappingin er opin fyri føroyingar og útlendingar, sum hava fastan bústað í Føroyum. Umframt arkitektar, grafikarar, teknarar og onnur listafólk kann ein og hver, sum hevur eina hugmynd og dugir at gera eina greiða mynd av henni, luttaka í kappingini um búmerkið. Í kappingini um eitt navn á postverkinum kunnu øll luttaka. Viðvíkjandi kapping um búmerki: Higartil hevur postverkið i Føroyum verið ein partur av danska postverkinum, og búmerki og litir danska postverksins (post- | hornið, krúnan og pílarnir og litirnar gult og reytt) hava sostatt eisini verið nýtt í Feroyum. Ætlanin er nú at fáa til vega eitt serføroyskt búmerki, og tað er tí eingin treyt, at eyðkenni í danska búmerkinum verða nýtt. Búmerkið skal ímynda post- og televirksemið, heruppii telegraf, telefon, telex o. t. Búmerkið verður nýtt á ymiskan hátt, t.d. á postkessum, skeltum, flutningstólum, eyðkennisbúnum og knappum, brævapappiri og utfyllingarblødum. Tað skal sostatt kunna | nýtast í øllum støddum og á ymiskum tilfari í samband við post- og televirksemið. Búmerkið skal vera ein listarlig frummynd, sum ikki hevur verið kunngjørd áður. Uppskotið til búmerkið skal vera ein svert/hvít tekning, sum er sett ella gjørd upp á eitt hvítt pappirsark, A4 til støddar, og má í mesta lagi vera 15 cm langt. Bert ein tekning má vera á sama arki. Møguligar viðmerkingar til uppskotið skulu vera maskin- skrivaðar upp á eitt blankt A4 ark og vera heftar á baksíðuna av tekningsarkinum. Viðvíkjandi kapping um navn á postverkinum: Uppskot um navn verður at maskinskriva upp á eitt blankt A4 ark. Felagsreglur fyri uppskot um búmerki og navn. Uppskot skulu verða send inn við ongari undirskrift. Niðast til høgru á øllum ørkum skal verða sett eitt merki. Við hverjum uppskoti skal fylgja ein afturlatin brævbjålvi, har nevnda merkið er sett uttaná, og sum inniheldur bæði merkið og navn, bústað og møguligt telefonnummar hjá luttakaranum. Uppskotini verða at senda til Feroya landsstýri, Tinganes, 3800 Tórshavn Sum avsendari verður bert at tilskila merkið. Uppskotini mugu verða landsstýrinum í hendi í seinasta lagi 1. august 1975 Uppskotini verða dømd av eini nevnd, sum landsstýrið hevur sett. Í henni sita: Esbern Midjord, postmeistari, Tórshavn Stig G. Rasmussen, prentari, Syðrugetu Ingólvur av Reyni, listamaður, Tórshavn Lydia Laksáfoss, reklamuteknari, Klaksvík, og Johan Hendrik W. Poulsen, mag. art., Tórshavn. Metingin fer fram beint aftan á 1. august 1975, og úrslitið verður kunngjørt vinnarunum skrivliga og verður harafturat kunngjørt í bløðunum. Í virdisløn verða latnar kr. 7.000,—, heruppii ein 1. virdisløn upp á kr. 3.000, — ein 2. virdisløn upp á kr. 2.000,— og ein 3. virdisløn upp á kr. 1.000, — fyri tey 3 bestu uppskotini um búmerkið, og ein 1. virdisløn upp á 500,— kr., ein 2. virdisløn upp á 300, — kr og ein 3. virdisløn upp á 200, — kr. fyri tey 3 bestu uppskotini um navnið. 17/6— 1975 FØROYA LANDSSTÝRI