mikudagur 19. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 114 - 19. juni 2002
Nr. 114 - 19. juni 2002
3
KONSERTFERÐ
Tíðindaskriv
Musikstuderendes Kamm-
erkor úr Ålborg hevur í
døgunum 29. juni til 5. juli
2002 fleiri konsertir ymsa
staðni í Føroyum. Konsert-
irnar eru í samstarvi við
fleiri føroysk kór og saman
við einum altjóða viður-
kendum saxofonspælara.
Kórið er frá universi-
tetinum í Ålborg, har teir
27 sangararnir, sum eru um
20-30 ára aldur, allir eru
lesandi á deildini fyri tón-
list og musikterapi. Leiðari
í kórinum er hin eisini al-
tjóða viðurkendi kórleiðar-
in og kórleiðara-lærarin
Mogens Dahl, og undir
hansara leiðslu er Musik-
studerendes
Kammerkor
gitið fyri sín norðurlendska
kórtónleik á høgum listar-
ligum støði.
Kórið varð stovnað í
1995, og hevur í stuttu søgu
síni verið við í nógvum til-
tøkum. Umframt at hava
sungið í danska útvarpinum
fleiri ferðir, hava tey eisini
verið á konsertferð í Japan,
verið við á altjóða tónleika-
stevnuni FIMU (Festival
International de Musique
Universitaire) í Belfort í
Fraklandi, og í 2000 vóru
tey á konsertferð í Ísrael.
Í fjør eydnaðist Musik-
studerendes Kammerkor at
vinna fyrstaplássið á al-
tjóða tónleikastevnuni í
Kalundborg, har kór úr
øllum Europa vóru við.
Við stuðuli frá m.ø.
Norðurlendska Mentanar-
grunninum, Universitet-in-
um í Ålborg, Dansk Kor-
forbund og Dansk-Før-
oyska Mentanargrunninum
hevur borið soleiðis til at
kórið hevur fýra konsertir í
Føroyum, sum allar 4 eru
ymiskar: Fyrsta konsertin
er mánadagin 1. juli í
Fuglafjarðar Kirkju kl. 20.
Týsdagin 2. juli kl. 20
syngja tey í Christians-
kirkjuni saman við klaks-
víkskórinum
“Seytjan
Sangarar”. Mikudagin 3.
juli hava tey framførslu í
Vesturkirkjuni saman við
Tórhavnar Kamarkórið kl.
21. Og seinasta konsertin er
í Vestmanna Kirkju hós-
dagin 4. juli kl. 20.
Kórið fer at framføra
eina ljómfagra og spenn-
andi skrá, ið m.a. umfatar
tað verkið, sum heitið á
kórferðini er tikið frá
“Sange mod Vårdybet”.
Tað er yrkingin “Eydna”
eftir Christian Matras, ið
hevur hetta heitið í donsku
týðingini
hjá
Williami
Heinesen,
sum
danska
tónaskaldið Vagn Holmboe
hevur gjørt lag til. Eisini fer
kórið at framføra svenskar
og danskar fólkavísur, tvey
verk eftir Paula í Sandá-
gerði, og motettir eftir
franska tónaskaldið Mau-
rice
Duruflé,
umframt
mangt annað.
Konsertin í Vestmanna 4.
juli verður heilt serstøk, tí
har verður frumframført
verkið hjá Kára Bæk:
Arise, my love, my fair one.
Í verkinum, sum er skrivað
við stuðuli frá NOMUS,
Norðurlendsku
Musik-
nevndini í April 2002 júst
til
Musikstuderendes
Kammerkor, kemur eisini
fyri eitt spennandi samspæl
við eina sopransaxofon.
Hesa sopransaxofon spælir
ein av heimsins bestu saxo-
fonspælarum,
Anders
Paulsson,
ið
er
svíi.
Svenski saxofonspælarin
fer eini at spæla nøkur
soloverk og improvisera
yvir tað, sum kórið annars
syngur.
Eftir framførslurnar í
Føroyum fer kórið víðari til
Íslands, har m.a. verður
konsert í Norðurlandahús-
inum í Reykjavík leygar-
dagin 6. juli. Eisini í Íslandi
fer
Musikstuderendes
Kammerkor at hava sam-
virkan við ymsi íslendsk
kór.
Kórið vónar at føroysku
áhoyrararnir fáa eina upp-
living og eitt innlit í tann
norðurlendska
kórstílin,
sum
Musikstuderendes
Kammerkor frá Aalborg
Universitet, hevur gjørt til
sítt serkenni.
Hatta var simpelthen
so gott, at hatta mugu
tit gera aftur! segði
ein av íbúgvunum á
Sambýlinum á
Bóndaheygi 14, sum
hevur verið við til at
fyrireika Summar-
fagnaðin 2002
SUMMARFAGNAÐUR
Tíðindaskriv
Uppi í tí hugnaliga koloni-
havaumhvørvinum á Ternu-
ryggi hava nøkur menning-
artarnað til arbeiði at fríðka
og viðlíkahalda eitt øki. Í
tíggju ár hava tey arbeitt, og
er hetta í dag ein sonn perla
í Havnini – ella sum borg-
arstjórin
úttrykti
seg:
»Hetta er ein oasa í Havn-
ini«!
Í hørðum arbeiðsløtum
við stríði og strevi er gott at
hava nakað at síggja fram
til. Og arbeiðið gevur bert
meining, um tað, ið eftir
liggur, verður virðismett av
øðrum. Hesir tankar gjørd-
ust til eitt umfatandi ment-
unartiltak, har menningar-
tarnað kundu koma saman
og kundu hugna sær við
sólstrálum, tónleiki og góð-
um mati.
Fyrireikingarnar til eina
tílíka verkætlan vóru nógv-
ar og krevjandi. Ein flokkur
við pedagognæmingum var
við í verkætlanini í tríggjar
vikur og við teirra mongu
hondum, kreativu heilum
og positiva sinni gekk ar-
beiðið sum fótur í hosu.
Sól og summar
Borgarstjórin í Havnini, Jan
Christiansen, setti henda
Summarfagnaðin við at
greiða frá søguni á stykk-
inum. Síðani spældi M’as
Blues Band, og við sínum
glaða og undirhaldandi
tónleiki settu tey rættuligt
lív í. Angela Petersen var
vertinna, og saman við
klovninum Hannibal fingu
tey allar smílikullurnar
fram. Klaksvíkingurin Karl
Martin Samuelsen helt
fram við sínum góða,
undirhaldandi og vælkenda
tónleiki.
Ímillum tónar og smíl
gingu fólk runt og prátaðu.
Øll steðgaðu á við grilluna
hjá
sjónvarpskokkinum
Guðmundi Guðmundson.
Her fekst ein góður biti og
hansara vældámda persón-
ligheit bjóða eitt gott prát.
Til seinast kom Pætur við
Keldu, og saman við Eyð-
uni Nolsøe spældu teir
ymiskar kendar Beatles-
sangir. Øll bíðaðu tó spent
eftir »Som en drøm…«, og
hann sluppu Pætur og Tóra
at syngja tvær ferðir,
meðan fólk sungu við.
Lotið var vorðið kalt, og
endin var komin á sólstrál-
um og undirhaldi fyri hesu
ferð. Við smílandi andlits-
bráðum fóru fólk heimaftur
við einum upplivilsi av at
hava tað gott og stuttligt
saman við teimum, man
kennir. Hetta var eitt tiltak
fyri menningartarnað –
hetta var teirra dagur! Og
dagurin gjørdist eitt prógv
um, at mentanin hjá teim
menningartarnaðu er nakað
serstakt. Skal hon ikki
kámast burtur í hópinum,
má hon liva, og mennast
ímillum hinar!
Tórshavn býráð gav loyvi
til henda ógloymandi dag,
og vit kunnu vera glað fyri,
at arbeiðið, sum verður
gjørt hjá menningartarnað-
um, verður virt frá politisk-
ari síðu.
Sambýlið vil fegið takka
teimum, ið stuðlaðu tiltak-
inum fíggjarliga. Tað vóru
Reyni
Service,
Havnar
Timburhandil,
Føroya
Lívstrygging,
Føroya
Banki, Munin og Javni.
Eisini vil Sambýlið takka
fyri gávulutir frá Restoff’s
Bryggjarí, Poul Mikkelsen,
MBM, Vøruhúsið á Hjalla,
Miklagarður,
Føroya
Keypssamtøka,
Jógvan
Weihe, Hjálpirótin, Eli,
Thomas Dam Búnýti og
Skemman. Eisini eina tøkk
til Brandstøðina, Akvariu-
búðina og Elmekk, fyri lán
av útgerð. Eina serstaka
tøkk hevur Sambýlið til
pedagognæmingarnar, ið
hjálptu til við verkætlanini
og Angelu og Hannibal,
Guðmundi og tónleikarar-
nir, ið gjørdu dagin minnis-
ríkan.
Summarfagnaður á Ternuryggi
M’as Blues band spælir og fólk njóta lívið!
“Sange Mod Vårdybet”:
Musikstuderendes Kammerkor úr Ålborg vitjar
Tøkk
Takk fyri sýnda samkenslu tá kæri bróður,
mammu- og pápabeiggi okkara
Oscar Jacobsen
andaðist og fór til gravar.
Somuleiðis takk til starvsfólkið á B7 og B8
á Landssjúkrahúsinum, og ein serlig tøkk
til heimahjálparnar,
sum passaðu hann øll hesi seinastu árini
og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Gudny, Otto, Marin og Torbjørn
Skúlatrupulleikarnir
í Skopun eru nú
loystir. Báðir
lærararnir, sum
stríðið hevur verið
um, eru nú fluttir í
annað starv
SKÚLASTRÍÐ
Áki Bertholdsen
– Skúlastríðið í Skopun er
nú endaliga loyst.
Tað boðaði Mentamála-
ráðið frá í einum tíðinda-
skrivi seinnapartin miku-
dagin.
Og tað kann ikki sigast
annað, enn at Mentamála-
ráðið valdi eina salom-
onska loysn á trætuni.
Ráðið er nevniliga komið
til ta niðurstøðu, at fræg-
asta loysnin er at flyta báð-
ar lærararnar, sum ósemjan
hevur verið um, í annað
starv.
Tað er fyrstilærarin í
Skopun, Ingun Simonsen,
og ein annar lærari, Sigurd
Bærentsen, sum hava verið
høvuðspartar í ósemjuni, tí
tey bæði hava havt so stórar
samstarvstrupulleikar, at
skúlin hevur ikki kunnað
virka.
Frammaundan hava bæði
ein meiriluti av foreldrun-
um í Skopun og ein meiri-
luti av skúlastýrinum hava
heitt á mentamálaráðið um
at koyra fyrstalæraran úr
starvi, tí tey siga, at tað er
ikki bara við Sigurd Bær-
entsen, at Ingun Simonsen
hevur havt samstarvstrup-
ulleikar, men eisini við for-
eldur.
Men nú hevur Menta-
málaráðið gjørt bart og
hevur flutt báðar lærararnar
í annað starv.
Eftir umbøn frá fyrsta-
læraranum, Ingun Simon-
sen, verður hon flutt í
Streymoyar øki 3 og hon
verður nú vanligur lærari í
Hoyvík.
Sigurd Bærentsen verður
fluttur í Sandoyar Megin-
skúla, tí setanarbræv han-
sara fevnir eisini um Meg-
inskúlan.
Trygg viðurskifti
Mentamálaráðið sigur, at
orsøkin til avgerðina er
tann ótryggleiki, sum hevur
valdað um viðurskiftini í
Skopunar Skúla seinastu
tíðina.
–
Umráðandi
er
at
tryggja einum fyribils sett-
um fyrstalærara møguleik-
an at skapa arbeiðsfrið og
samstarv við foreldur og
lærarar, sigur Ráðið.
– Eisini vil Mentamála-
ráðið geva einum komandi
umsøkjara til skúlaleiðara-
starvið í Skopun bestu
møguleikar at taka við
starvinum.
Mentamálaráðið sigur, at
tað tískil hevur valt ta
bestu loysnina fyri skúlan.
At flyta báðar lærararnar
er samstundis ein loysn
sum gevur minsta inntrivið
í starvsviðurskiftini hjá
pørtunum og sum annars er
í samsvari við setanartreytir
teirra.
Ingun Simonsen: Eg føli meg illa viðfarna
– Skúlaleiðarin í
Skopun føli seg
svertaðan til, men
hon ger púra greitt, at
hon fer víðari við
málinum
SKÚLASTRÍÐ
Áki Bertholdsen
Skopun: Tað er ikki sagt, at
skúlastríðið í Skopun endar
nú, hóast bæði skúlaleið-
arin, Ingun Simonsen, og
ein annar lærari, Sigurd
Bærentsen, eru flutt í onnur
størv.
Ingun Simonsen sigur, at
hon er so skelkað yvir við-
ferðina, hon hevur fingið
frá Mentamálaráðnum at
hon ætlar sær víðari við
málinum.
– Eg ætli ikki at lata hetta
um meg ganga og tí fari eg
víðari við málinum, sigur
hon.
Hon sigur, at hon følir
seg svertaða til og at hon tí
ikki vil góðtaka tað, sum er
hent.
Hon vil ikki fara út í æsir
við, hvat hon meinar við, tí
hon fer at koma við eini
almennari frágreiðing tá ið
høvið býðst.
Hon vil tí heldur ikki enn
útgreinað, hvussu hon ætlar
sær víðari við málinum.
Kostar nógv
Fyri at loysa trupulleikarn-
ar í skúlanum í Skopun,
hevur
Mentamálaráðið
gjørt av at flyta báðar lærar-
arnar, ið hava verið nevndir
í sambandi við stríðið.
Sigurd Bærentsen fer á
Meginskúlan og skúlaleið-
arin, Ingun Simonsen fer
nú í Hoyvíkar Skúla, har
hon verður vanligur lærari.
Mentamálastýrið sigur, at
tað er eftir umbøn frá Ingun
Simonsen, at hon verður
flutt í Hoyvíkar Skúla.
Hetta er samstundis tann
loysnin, sum er í samsvari
við
setanarskrivini
hjá
teimum báðum lærarunum.
– Tað er partvís rætt. Men
tað er so langt síðani, at eg
søkti um at sleppa burtur úr
Skopun, tí viðurskiftini her
eru ótolandi. Men tað er
ikki, fyrrenn nú, at eg fái
tað í boði.
Hon sigur, at hóast hon
nú verður vanligur lærari,
varðveitir hon lønina, hon
fekk sum skúlaleiðari, um-
framt aðrar fyrimunir.
– Men at tað skal vera í
samsvari við setanarskrivið
er ikki rætt, tí eftir mínum
setanarskrivi, eri eg skúla-
leiðari í Skopun og onki
annað.
Hon vísir eisini á, at tað
fer at føra stóran eyka-
kostnað við sær fyri hana
og húski hennara, at flyta til
Havnar at búgva, heldur
enn at búgva í Skopun.
Brúkt sum jarnbrot
Ingun Simonsen vísir eisini
aftur, at samstarvstrupul-
leikar í skúlanum í Skopun
er nýtt fyribrigdi, sum hev-
ur tikið seg upp eftir at hon
bleiv leiðari í Skopun.
– Tað vóru stórir trupul-
leikar í Skopunar Skúla, tá
ið eg tók við sum leiðari.
Rokið, sum tá var, er akku-
rát tað sama, sum nú ger
seg galdandi, og teimum
trupulleikunum átti eg als
ongan lut í.
Hon sigur, at tá ið hon
tók við, mundi tað eisini
vera fáir skúlar í landinum,
sum vóru so aftaliga við
øllum,
sum
skúlin
í
Skopun, bæði hvat útgerð
og umstøðum annars við-
víkti, tí har var onki av
nøkrum.
– Síðani havi eg bygt upp
ein góðan skúla við teimum
hentleikum, sum krevst av
einum nýmótans skúla.
Játtanin til skúlan var lá
ímillum 2.000 krónur og
20.000 krónur um árið,
men tær havi eg eisini fing-
ið upp á 100.000 krónur um
árið í fjør og 70.000 krónur
í ár, umframt pengar til tól
og aðra útgerð, so nú er
talan um ein heilt annan
skúla.
Hon heldur eisini, at hon
hevur havt eitt gott sam-
starv við tey allarflestu for-
eldur og tey, sum annars
hava við skúlan at gera.
Tí heldur hon, at kærurn-
ar frá foreldrunum eru
ógrundaðar og hon følir, at
tey hava svertað seg til.
Men hon viðgongur eisini,
at hon hevur ikki havt ser-
liga gott samstarv við
skúlastýrið, sum varð valt
eftir nýggju lógini.
– Nú dugi eg at síggja, at
ætlanin við at seta meg sum
skúlaleiðara í Skopun var
helst, at landsstýrið vildi
hava ein skúlaleiðara uttan-
eftir at brúka sum jarnbrot
fyri at loysa teir trupulleik-
ar, sum vóru á skúlanum.
Hon sigur, at embætis-
fólk í landsstýrinum og
mentamálastýrinum ávar-
aðu hana um trupulleikarn-
ar, sum vóru.
– Men samstundis lovaði
mentamálastýrið mær allan
stuðul, eg hevði brúk fyri.
Nú má eg so ásanna, at tann
stuðulin havi eg ikki fingið
– Sum leiðari mátti eg
viðhvørt taka truplar av-
gerðir, men tað gjørdi eg í
teirri trúgv, at eg hevði
Mentamálstýrið við mær, tí
tað høvdu tey lovað. Men
tann stuðulin kom ongantíð
og tí føli eg meg slepta upp
á fjall.
Hon sigur, at tá ið hon
varð sett, var tað ímóti
skúlanevndini sum tá sat og
hetta elvdi eisini til trupul-
leikar. Eg havi fleiri ferðir
gjørt vart við trupulleikarn-
ar, men Mentamálastýrið
gjørdi onki fyri at loysa teir
og tí vant alt bara meiri og
meiri upp á seg.
– Mentamálastýrið hevur
verið sera jánkasligt í hes-
um máli. Hevði málið verið
loyst beinanvegin, var tað
ongantíð komið so langt.
Men Ingun Simonsen vil
framvegis ikki greinað út,
akkurát, hvørjir trupulleik-
ar vóru og, hvat skuldi ver-
ið gjørt.
Hon sigur kortini, at ein
trupulleiki kann hava verið,
at tað eru ikki øll sum
megna at umstillað seg til
krøvini í nýggju fólka-
skúlalógini – Men tað er
bara ein partur av frágreið-
ingini.
Ein annar partur av trup-
ulleikanum er, at eg fekk
starvið sum skúlaleiðari
framum Sigurd Bærentsen
og tað hevur nívt hann. Og
hann hevur eftir øllum at
døma ikki fingið nóg góða
grundgeving fyri, hví hann
ikki varð settur. Men síðani
hava trupulleikarnir alsamt
hópað seg upp, uttan at
Mentamálaráðið megnaði
at loysa teir og nú brast so
ballónin.
– Hevði eg vitað, at tað
fór at vera so trupult at vera
skúlaleiðari
í
Skopun,
hevði eg aldrin søkt, sigur
Ingun Simonsen.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa eina viðmerking
frá einum øðrum parti í
málinum, Sigurd Bærent-
sen, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Tveir lærarar í Skopun
fluttir á annað starv
– Hevði Ingun Simonsen vitað, at tað bleiv so trupult at vera
skúlaleiðari í Skopun, hevði hon aldrin søkt, sigur hon
Mentamálaráðið hevur nú gjørt bart í skopun og hevur flutt tveir lærarar í annað starv fyri at
fáa frið á skúlanum
C
M
Y
K
3
2