Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 114 - 19. juni 2002 Nr. 114 - 19. juni 2002 5 Klaksvíkingurin Ólavur Poulsen fekk seinasta fríggjadag ein heldur óvanliga stóran kalva, sum vigaði 242 pund FISKUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Ólavur greiðir frá, at hann setti fimm kalvastampar um hálvan annan fjórðing úr Skorini. Hann var einsamallur, tá hann setti, men hann fór inn aftur eftir pápa sínum, áðrenn hann byrjaði at draga innaftur. - Og gott tað sama. Eg hevði aldrin fingið handan kalvan inn í bátin einsa- mallur. Eg haldi, at vit mundu baksast við hann í einar tjúgu minuttir, sigur Ólavur og flennir. Ólavur sigur, at hann hevur ongantíð áður sæð ein so stóran kalva, men hann veit um, at onkur hev- ur fingið størri. - Men ikki kann sigast, at hetta er vanligt, men av- bera stuttligt, heldur hann. Hann sigur eisini, at hann hevur ikki roynt so nógv eftir kalva. Eisini hevur prísurin fyri kalva ikki ver- ið so góður. - Hetta var ein kalvi 1, og ofta er prísurin fyri kalva 1 og 2 tann sami, sigur Ólav- ur. Orsøkin til, at prísurin er tann sami fyri kalva 1 og 2 er helst, at ein so stórur kalvi er sera feitur. Fríggjadagin var prísurin fyri kalva 1 40 krónur fyri kilo. Risastórur kalvi Kalvin, sum Ólavur Poulsen fekk vigaði 242 pund Nakrir smádreingir í Skálavík gjørdust rættuliga skakkir, tá teir í góðveðrinum í síðstu viku spældu sær í jollu á víkini. Teir kendu seg hóttar av einum bóghvítu- hvali, ið jagstrar kóp á víkini VANDAFERÐ Eirikur Lindenskov Best sum teir spæla sær í jollu á víkini, verða teir umgyrdir av kópum, sum svumu undan einum bóg- hvítuhvali, og fyri teimum sá tað út, sum um hvalurin vildi teimum ann, sigur heimildarmaður okkara í Skálavík. Hann sigur frá dreingjunum, at nakrir av kópunum fóru upp á land undan hvalinum. Dreingirnir hildu til rým- ingar tað dýrasta teir vóru mentir undan hvalinum, sum var teimum so nær, at teir máttu neyðlenda á Magnussartanga, hagani teir runnu inn á flakavirkið at søkja sær hjálp frá monn- unum, ið har vóru til arb- eiðis. Hóast vandan, teir høvdu verið í, so var onkur teirra so hugdjarvur, at hann fór við jollu síni útaftur, har kóparnir høvdu verið, tí hann helst seg síggja ein særdan kóp, sum hann ætl- aði at koma til hjálpar. Men tíbetur, kópurin var ikki at síggja, tá hann kom um ta leiðina, har kóparnir og hvalurin høvdu verið. Heimildarmaður okkara í Skálavík sigur, at tað er ikki óvanligt at síggja æðuhval jagstra kóp við strendurnar um summarið. Spurningur- in er so, um hann kann gera børnum nakað… Smádreingir í Skálavík: Flýddu undan bóghvítuhvali Smádreingirnir í Skálavík fingu ein rættuligan hvøkk í góðveðrinum í síðstu viku, tá teir noyddust at »neyðlenda« á Magnussartganga undan einum bóghvítuhvali, sum jagstraði kóp Eiðis Kommuna hev- ur gjørt tjaldingar- pláss vestan fyri hotellið. Pláss er fyri 15 húsvognum og 15 tjøldum, eins og wc, bað og turkirúm eisini eru á plássinum FERÐAVINNA Edvard Joensen Eiði: Fyrsta rættiliga tjald- ingarplássið, campingpláss, uttan fyri Havnina er nú alment latið upp á Eiði. Tað er Eiðis Kommuna, sum hevur gjørt tjaldingarpláss- ið, og kommunan hevur sett fólk at taka sær av tí. Tað koma vanliga nógv útlendsk ferðafólk til Eiðis. Serliga er tað teir dagarnar, tá Norrøna er í Bergen, at fólk, sum á veg til Íslands bíða í Føroyum, koma norður til Eiðis. Nógv teirra eru í stórum sonevndum »autocampar- um«, teimum stóru hús- vognunum. Hesi hava ongastaðni havt at farið sum so, og hava tí fyri ein stóran part hildið til á økinum vestan fyri Hotel Eiði. Hotel Eiði hevur so lagt bað og wc til, tá brúk hevur verið fyri tí, greiðir Hans Petur Poulsen, stjóri á Hotel Eiði, frá. Eiðis Kommuna hevur nú tikið avleiðingarnar av hesum og hevur gjørt eitt rættiligt tjaldingarpláss á júst tí økinum, hesi ferða- fólkini plaga at halda til á vestan fyri hotellið. Økið er slættað og ein partur av tí er gjørdur til eina vakra grasfløtu, har eini 15 tjøld kunnu standa á. Á sjálvum bilplássinum er rúm fyri umleið 15 hús- vognum. Sett er upp hús, har wc og bað eru inni. Og eisini er turkirúm, har feðrafólk fáa høvi heingja upp eitt nú klæði, ein vátan sovipoisa, ella hvat tað nú skal vera. Tordur Niclasen, borgar- stjóri á Eiði, greiðir frá, at tað er formaðurin í Tekn- isku Nevnd hjá Eiðis Kommunu, Knút Vesturdal, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, sum arbeiðs- fólk hjá kommununi hava gjørt. Eiðis Kommuna hevur sett ein mann at hava ábyrgdina av tjaldingar- plássinum ta tíðina, opið er. Alment verður plassið opið ta tíðina, Norrøna er í summarsigling. Tað kostar 50,- krónur um samdøgurði fyri hvønn vaksnan at búgva á tjaldingarplássinum á Eiði. Børn gjalda hálvan prís. Enn manglar skelting, sum vísir til tjaldingar- plássið, men tað fer at verða gjørt sum skjótast, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri. Eisini sigur hann, at tað er komið rættiliga ofta fyri seinnu tíðina, at húsvognar, sum komnir eru til Eiðis, hava tikið støðu á havnar- lagnum, meðan teir hava bíðað eftir Norrønu. Tað ber ikki til, og har fara eisini at verða sett skelti upp, sum nokta fyri tí og samstundis vísa til nýggja tjaldingarplássið. Fólk frá Ferðaráði Føroya hava hugt at plássinum, og Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum, er væl nøgd- ur við úrslitið, sigur hann. Umframt nýggja tjald- ingarplássið er eitt sonevnt hvílipláss oman fyri bygd- ina á Eiði, har eisini rætti- liga nógvir fremmandir bil- ar steðga á at gera ymiskt smáørindi. Inni í sjálvari bygdini á Eiði manglar eitt alment wc, sigur borgarstjórin. Men tann tørvurin fer at verða loystur í næstum, sigur hann. Eiðis Komm- una hevur í umbúna at byggja eitt nýtt alment wc nærindis kirkjuni, sum er fyrsta staðið, fólk sum koma til Eiðis, koma til, og har eisini nógv teirra steðga á, greiðir borgarstjórin frá. Tjaldingarpláss á Eiði Eiðis Kommuna setir pláss av á havnar- lagnum, sum útróðrarmenn skulu nýta bruturav ÚTRÓÐUR Edvard Joensen Eiði: Økið vestast á havn- arlagnum á Eiði verður lagt av til útróðrarmenn burt- urav. Eitt nú at seta bingjur á, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri. Tordur Niclasen sigur, at kommunan hevur gjørt av at leggja økið út móti stóra grótkastinum av til út- róðrarmenn at brúka til fyrstigoymslur og egning- arskúrar, ella hvørjum tørv- ur nú er á. – Hugsað er serliga um frystigoymslur til stamp- arnar ella aðrar goymslur, men eisini pláss at seta ein egningarskúr, um brúk er fyri tí, sigur Tordur Nicla- sen. Roknað verður mest við, at tað verða bingjur, sum setta verða á økið, heldur enn at nýggir bygningar verða bygdir, sigur hann. Økið er tókt, og ongar íløgur skulu gerast av kommununi annað enn at rudda tað, sum liggur har í løtuni, sigur borgarstjórin. Hann sigur, at tað er reellur áhugi millum útróð- rarmenn at sleppa at brúka økið, og kommunan hevur fingið nakrar umsóknir. Annars verður eisini arbeitt dúgliga í syðra enda á havnini, har gjørt veðrur klárt at byggja virkið, sum skal taka sær av eitt nú sjúkum fiskalógvi. Undirlagið er víðkað, og grótkastið er flutt longur suður, soleiðis at pláss verður at seta ein bygning á økið. Tað verður Bergur Deb- es Joensen, prestur í Tórshavnar vestara prestagjaldi, sum fer at halda ólavsøkuprædik- una í ár. Siður er, at tað er tann prestur, sum seinast er innsettur, sum heldur prædikuna á ólavsøku, og so gongur tað eftir tørni hjá teimum nýggju prestunum. el Bergur heldur ólavsøkuprædikuna Nýggja tjaldingarplássið á Eiði er nú klárt at taka í móti fyrstu gestunum. Tað liggur vestan fyri Hotel Eiði. Bygningurin høgrumegin hýsir wc, bað og turkirúmum Mynd: Edvard Joensen Betri umstøður til útróðurin Økið innan fyri móttøkuhøllina á havnarlagnum á Eiði verður lagt av til útróðrarmenn at brúka burturav. Onkrar umsóknir um at sleppa at brúka økið eru longu komnar, sigur borgarstjórin C M Y K 5 4