mikudagur 19. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 114 - 19. juni 2002
Nr. 114 - 19. juni 2002
7
Fríggjadagin vardi
Kirsten Brix Ph.D.
ritgerð sína um Regin
í Líð, skaldarnavn
Rasmus Rasmussen.
Verjan tók hálvan-
fjórða tíma, og alt
gekk upp á stás.
Skaldskapin hjá
Regini í Líð kallar
hon fyri undan-
gonguverk
RITGERÐ
Heri á Rógvi
Tað er ikki á hvørjum degi,
at ein verja av einari Ph.D.
rigerð er í Føroyum. Ein av
hesum sjáldsomu stundum
var fríggjadagin, tá Kirsten
Brix vardi sína Ph.D.
ritgerð. Ritgerðin er um
skaldskap hjá Regin í Líð,
sum var skaldarnavnið hjá
Rasmus Rasmussen, Ras-
mus á Háskúlanum.
Ein tílík Ph. D. ritgerð er
eitt trý ára verk, sum
vanliga verður tikið við ein
lærdan háskúla. Tann, ið
skrivar eina tílíka Ph.D. er
vanliga
kanditatur
ella
magistari og velur síðani at
fara undir hesa trý ára
gongdini, sum kallast fyri
Ph.D. Vanliga er Ph.D. at
meta sum ein granskingar
verkætlan, har arbeitt verð-
ur við einum evni, ið ikki
áður er kannað í størri mun.
t.e. nortið verður við ó-
roynd evni. Talan er um
eina doctor grad, sum verð-
ur síðustillað við dr.phil. og
gevur rætt til at kalla seg
fyri doctor.
Ì kunngerðini um Ph.D.
lestur á Fróðskaparsetrið
Føroya stendur at lesa:
Ph.D.-heitið verður latið
sum viðurkenning av, at
tann, ið fær heitið, nøktandi
hevur avrikað granskaraút-
búgving og við eini ritgerð,
sum er vard alment, hevur
skjalprógvað, at vera førur
fyri at gjøgnumføra vísinda
ligar rannsóknir við sjálv-
støðugt at nýta háttaløg í
vísindagreinini og á tann
hátt hevur latið eitt íkast til
gransking á einum stigi,
sum samsvarar við altjóða
Ph.D.-støðið í vísindagrein-
ini.
Kirsten Brix, sum vardi
sína ritgerð fríggjadagin, er
útbúgvin
cand.mag
í
donskum og týskum, og
hon hevur eisini listið á før-
oyskt á Føroyamálsdeildini
á Fróðskaparsetrinum, so-
leiðis at hon nú kann undir-
vísa í trimum ymsum mál-
um.
Hennara ritgerð um Reg-
in í Líð er skrivað á Føroya-
málsdeildini á Fróðskapar-
setrinum, og hetta er tann
fyrsta av sínum slag á Fróð-
skaparsetrinum. Framman-
undan er Malan Marners-
dóttir dr.phil í føroyskum
bókmentum, og hon var
eisini vegleiðari hjá Kirsten
Brix.
Opponentar
Fríggjadagin, tá Kirsten
Brix vardi sína ritgerð,
gekk alt upp á stás, og hon
kann nú av røttum nýta sítt
nýggja heiti. Sum sagt er
talan um eitt trý ára langt
arbeiði, sum inniber eitt
størri verk. Hetta verkið
vóru tað so nakrir oppo-
nentar ella andstøðingar,
sum skuldu viðgera og gera
viðmerkingar til. Andstøð-
ingar eru allir útbúgvið fólk
við serkunnleika innan øk-
ið. Teira hava havt rigerðina
til ummælis í tríggjar mán-
aðir sum dómsnevnd, og
tað eru teir, ið gera av, hvørt
ritgerðin er á nóg høgum
støði ella ei.
Tað var tó einki í vegin
fyri, at Kirsten Brix fekk
sína ritgerð góðkenda. Tað
tók hálvanfjórða tíma at
avgreiða verjuna, og hetta
var ein hálvan tíma inn-
anfyri markið, sum er fýra
tímar fyri eina tílíka verju.
Í dómsnevndini og sum
opponentar hava sitið Turið
Sigurðardóttir, cand.mag á
Fróðskaparsetri
Føroya,
Anne Kari Skarðhamar,
fyristiamanuensis,
dr.art
við Høgskolan í Oslo og
Martin Zerlang, lektari
mag.art við Universitetið í
Keypmannahavn.
Kirsten Brix sigur, at tað
er lagt ógvuliga nógv ar-
beiði í ritgerðina. Hon hev-
ur eisini part av tíðini verið
á lærdum háskúlanum í
Keypmannahavn fyri at
læra meira um rákið og
tíðarskeiðið, sum ger seg
galdandi í sambandi við
verkinum hjá Regin í Líð.
Høvuðsevnið í ritgerðini
er fýra fagurbókmentaligir
prosatekstir eftir Regin í
Líð. Talan er um hina fyrstu
føroysku
skaldsøguna,
Bábelstornið, stuttsøgurnar
Minnisvarðin, Rakul og
Eyðun. Allir tekstirnar eru
útgivnir í tíðarskeiðini frá
1906 til 1909.
Fyri at geva eitt dømi um,
hvussu nógv arbeiði lagt er
í, so kunnu vit nevna, at
Kirsten hevur umsett allar
tekstirnar til danskt fyri
betri at kunna savna sær
upplýsingar í samstarvi við
útlendskar serfrøðingar.
Hon kom tó á eina um-
seting av bókini, ið Rasmus
Rasmussen sjálvur hevði
skrivað. Har eru nakrir
broytingar gjørdar, og hon
metir hetta sum eina stór-
hending.
Undangonguverk
Við loyvi frá høvundanum,
fara vit at prenta okkurt
brot úr innleiðandi fram-
løguni, sum varð hildin
fríggjadagin. Í viðgerini
leggur hon dent á at lýsa
tað tjóðskaparliga, sum
Rasmus Rasmussen var ein
av undangomonnunum til
við háskálanum og skriv-
ingini.
“Sum háskúlastovnari er
Rasmus Rasmussen við til
at skapa ein pall, har
tjóðareyðkennið, tað før-
oyska málið, er miðdepilin.
Sum rithøvundurin Regin í
Líð skrivar hann ta fyrstu
føroysku
skaldsøguna.
Innihaldsliga
lýsir
hon
ævisøguna hjá tjóðskapar-
rørsluni fram til tað mund-
ið, hann fór undir at skriva
hana, formliga er hon eitt
dømi um tað tekstaslagið,
sum sambært Benedict
Anderson samsvarar við
tjóðina.
Í tekstum sínum lýsir
Regin í Líð sum tann fyrsti
í føroyskum bókmentum
samfelagsviðurskifti,
kenslur, seksualitet o.s.fr. í
modernaðum prosuformi.
Bæði
bókmentaliga
og
málsliga eru tekstir hansara
undangonguverk”, skrivar
Kirsten Brix m.a. í sínari
ritgerð.
Kirsten Brix vart Ph.D. ritgerð:
Undangonguverk
Vararektarin, Hans Pauli Joensen, v.m, leiddi verjuna av ritgerðini hjá Kirsten Brix fríggjadagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Kirsten Brix vardi fríggjadagin sína Ph.D. ritgerð um Regin í
Líð, skaldarnavn Rasmus Rasmussen.
Mynd: Jens Kristian Vang
Turið Sigurðardóttir, cand.mag á Fróðskaparsetri Føroya, Anne Kari Skarðhamar,
fyristiamanuensis, dr.art við Høgskolan í Oslo sótu í dómsnevndini
Mynd: Jens Kristian Vang
Rættiligt illveður
herjaði oyggjarnar
mánakvøldið.
Dúgvan avlýsti túr-
arnar aftan á nátt-
urðatíð, og sum leið
út á kvøldið øktist
vindurin bara. Onkur
helt, at tað mátti vera
mált upp í móti 30
metrum um sekundi í
hvirlunum
VINDUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Um hálvgum
ellivu tíðuna mánakvøldið
koppaði ein trailaravognur
á ein annan, orsakað av tí
nógva vindinum. Hetta
vóru trailaravognar hjá
Elmar Zachariassen. Teir
plaga at standa á sandinum
tætt við politistøðina, og
har var sera nógvur vindur
mánakvøldið. Ein triðji
trailaravognur stóð eisini
har, og tekjan í tí vogninum
fekk nakað av skaða.
Fólk komu skjótt á staðið
og tað tók ikki langa tíð, so
var tamarhald á støðuni.
Norðuri á Helnabrekku
koppaði eitt seyðahús, og í
Hvannasundi koppaði ein
arbeiðsskúrur.
Uppi við Borðoyarvík í
Klaksvík liggur nógv órudd
og leyst timbur og rekst
uttanfyri timburdeildina.
Hetta var til miklan ampa
mánakvøldið, og sløkkilið-
ið mátti so fáa tað alt surrað
fast, tí alt tað leysa feyk í
nógva vindinum í millum
húsini har uppi.
Kári Kjelnæs, leiðari hjá
Klaksvíkar Sløkkiliðið, fíl-
ist á, at tað liggur so nógv
leyst uttanfyri har uppi, tí
tað er ikki fyrstu ferð, at
teir mugu festa alt møguligt
uttan fyri timburdeildina.
– Eg veit væl, at tað er
summar, og man kanska
ikki væntar sovorðnan vind,
men alt, sum liggur leyst
úti, tá nógvur vindur er, er
til miklan ampa fyri øll,
sigur hann.
Meðan sløkkiliðið var úti
mánakvøldið og royndi at
hjálpa har tørvur var fyri tí,
pippaði hjá teimum um, at
eldur var í.
Eldur var komin í eini
sethús við Stangarvegin.
Húsini
standa
beint
omanfyri eini onnur hús,
sum eldur var í stutt
framman undan Norðoya-
stevnu.
Eldurin var í kjallaran-
um. Maðurin lá og svav í
erva, men hann vaknaði av
øllum roykinum. Eldurin
fekk ikki spreitt seg um alt
húsið, tí hann var innilæst-
ur, tíbetur. Tá sløkkiliðið
kom á staðið var nógvur
roykur, men teir fingu sløkt
eldin eftir lítlari løtu. Hús-
ini hava fingið nógvan
roykskaða.
Hesin eldsbrunin var
tann fimti hjá Klaksvíkar
Sløkkiliðið innan fyri tær
seinastu fýra ella fimm vik-
urnar. Tríggir hava verið í
Klaksvík, ein á Viðareiði
og ein í Hvannasundi.
Soleiðis byrjaðu væl-
uppløgdu vertirnir,
Eyðun Klakstein og
Fróði Løkságarð,
nýggju undirhalds-
sendingina, Kafé
Grugg, sum Studio
Pegasus tekur sær av
hvønn mánadag
seinnapart í summar-
skránni hjá Útvarpi
Føroya
UNDIRHALD
Solby A. Eliasen
Klaksvík: – Vit fara leggja
okkum eftir at hetta skal
verða ein løtt undirhalds-
sending, sigur Eyðun Klak-
stein, annar av vertunum í
sendingini.
Tað skal vera ferð á send-
ingini. Hon fer at innihalda
nógvan tónleik saman við
skjótum innsløgum. Eisini
eru
tvær
kappingar
á
skránni. Onnur er SMS
kappingin, sum var í Plan B
sendingini hvørt fríggja-
kvøld í vetrarskránni.
– SMS kappingin er
blivin eitt slag av sermerki
fyri Studio Pegasus, halda
vertirnir báðir, Eyðun og
Fróði.
Hin kappingin gongur út
upp á, at eitt kent solospæl
verður spælt og so kunnu
lurtararnir gita úr hvørjum
sangi hetta solospæl er tikið
úr.
Teir greiða frá, at tað
verða tó ikki bert teir, sum
koma at seta dám á
sendingina.
– Tá hendan sendingin er
í luftini, fara lurtararnir at
hoyra tey, ið vanliga eru í
sendingunum, úr Pegasus,
umframt, at onkur nýggj
rødd eisini verður við.
Tað fara heldur ikki at
vera Fróði og Eyðun, sum
verða vertir í sendingini
hvørja ferð. Ætlanin er, at
ein kvinnuligur vertur eis-
ini skal verða í sendingini
framyvir.
Eyðun sigur eisini, at
hóast tey leggja seg eftir at
sendingin skal minna um
hina undirhaldssendingina
seinnapartar, Barometrið,
so ætla tey kortini, at Kafé
Grugg skal verða eitt
sindur øðrvísi.
– Vit fara at royna at hava
nøkur orginal innsløg, har
vit í byrjanini av sendingini
kunnu vekja áhugan og for-
vitni hjá lurtaranum, sigur
Eyðun, og leggur aftur at,
at tað er ikki bara sum at
siga tað.
– Tú skal tá, sum vertur,
hugsa teg væl um, hvussu
tú leggur út við at greiða
lurtaranum frá tí, sum fer at
henda í sendingini. Um tú
ikki leggur innslagið fram,
sum eitt hvørt forvitnisligt,
so kann tað henda so skjótt,
at eitt fínt og skemtiligt
innslag bara fer aftur við
borðinum, tí tú ikki megn-
aði at fanga lurtaran, heldur
Eyðun og Fróði samtykkir.
Sum heitið á sendingini
leggur upp til, so er her
talan um eina kafé eisini.
Her hava teir báðir hugsað
sær, at tað kundi verið stutt-
ligt at havt eina sending,
har fólk so at siga detta inn
á gólvið til prát við vertirn-
ar um eitt hvørt.
Studio Pegasus, sum eis-
ini hevði sín lut í vetrar-
skránni hjá Útvarpi Føroya,
hevur fingið somu tíð til at
senda við í summarskránni.
Men
sendingar
sum
Heimabeitið, Fólk og Frítíð
hjá Gunnari Nolsøe og Plan
B hjá Kára Sólstein og
Fróða Løkságarð verða ikki
at hoyra í summar, men tað
verða aðrar sendingar á
skránni í staðin.
Fleiri smáskaðar
Hesin trailaravognurin koppaði um hálvgum ellivu tíðina
mánakvøldið
Heitir gestir - lunkaðir vertir og kalt kaffi
Studio Pegasus fer eisini at seta sín dám á summarskránna hjá
Útvarpi Føroya
Eitt seyðahús á Helnabrekku fór um koll í nógva vindinum
Í Hvannasundi var eisini fitt av vindi og koppaði hesin arbeiðs-
skúrurin
Mitt í øllum rokanum fekk sløkkiliðið fráboðan um eldsbruna
í einum sethúsum á Stangarvegnum í Klaksvík
C
M
Y
K
7
6
Brúktir bilar til sølu
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
www.ivan.fo
Mazda Demio 1,3
5h
km. 50.000, árg. feb. 1999
99.000,-
Nissan Terrano
2,7TDi
km. 71.000, árg. nov. 1997
133.000,-
Hyundai Accent
1,3LS
km. 65.000, árg. feb. 1999
75.000,-
Kia Sportage 4x4
2,0TD
km. 49.000, árg. aug. 1997
87.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi 5H
km. 90.000, árg. nov. 1999
145.000,-
Citroen Jumper CH.
v/last
km. 120.000, árg. aug. 1998
130.000,-
Citroen Xantia 1,9TD
5h
km. 60.000, árg. feb. 1998
118.000,-
Citroen Xantia 1,8i
16V 5h
km. 63.000, árg. okt. 1996
112.000,-
Citroen ZX 1,9D
stc.
km. 89.000, árg. mars 1996
86.000,-
Citroen Berlingo
1,9D 4h
km. 81.000, árg. sept. 1998
109.000,-
Citroen Xsara
1,6i 5h
km. 30.000, árg. feb. 1998
107.000,-
Mitsubishi L300
2,5D
km. 161.000, árg. juni 1994
70.000,-
Mitsubishi Pajero
2,8TDi
km. 82.000, árg. sept. 1997
177.000,-
Mitsubishi Galant 2,0
km. 150.000, árg. juni 1992
37.000,-
Seat Cordoba 1,9SDi
STC. 5h
km. 35.500, árg. aug. 1999
115.000,-
v/mvg
v/mvg
v/mvg
v/mvg