Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 114 - 19. juni 2002 Nr. 114 - 19. juni 2002 9 Tvær røður vórðu hildnar á eystan- stevnu, sum varð hildin síðsta viku- skiftið. Tað var Hans Petur Ellingsgaard, formaður í ment- unarnevnd býráðsins, sum helt setanarrøð- una og Edvard Joen- sen, sum helt mid- náttarrøðuna EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen »Tað er summar. Tað er lýtt. Tað er ljóst. Og tað er lætt at liva«. Við hesum positivu orð- um legði Edvard Joensen fyri, tá ið hann setti hol á midnáttarrøðuna leygar- kvøldið. Tað regnaði, men stilt var í veðrinum, so tey mongu, sum komin vóru saman á lýða á, kundu standa turr undir regn- skjólum - og tey vóru mong at síggja um hetta mid- náttarleitið. - Vit gleðast øll um hesa árstíðina, tá ið alt rundan um okkum stendur í besta blóma. Vit vilja fegin hava hana at verða verandi, og vit halda veitslur og stevnur fyri henni. Júst sum skuldu vit hildið, at við hesum tiltøkum okkara kunnu vit ala ljósið at okkum, so vit ikki missa tað burtur aftur. Edvard kundi tó ikki giva lyfti um, at ljósið ikki fer at minka aftur, tá ið tað líður út, og at myrkrið fer at taka við aftur. - Men vit gera alt fyri at treingja hesa vitsku aftur- um og royna at finna eitt- hvørt høvi at beina fyri teimum kreftum, sum vit halda hava skuldina av, at ljósið hvørvur. Ivaleyst er tað einhvør heks onkun- staðni, sum skuldina hevur av hesum. Hann helt, at skuldu vit funnið hesa heksina, skuldi hon verið send á Bloks- bjørg, har hon kundi slopp- ið í ball hjá Illamanni og øðrum úr sama harkaliði, sum hon sjálv, ið ikki hava betri uppiborið enn at verða futtaðið av á einum báli - um tað mundið, tá ið summarið er fjálgast, og ljósið er mest. Tyngri at liva - Men vit vita, at myrkrið fer at koma aftur, og vit fyrireika okkum til tað, hóast vit helst vildu sloppið undan. Edvard segði, at tá ið myrkt verður aftur, verður tyngri at liva. - Tá skulu vit leggja heilt aðrar ætlanir, enn tær løttu og skjótu, vit taka hesa tíðina, nú vit bara loypa av durum, tá ið ein sólglotti er og kunnu lata tað, sum heima er, bíða, til vit koma aftur. Tí, tað er framvegis ljóst, og vit kunnu taka tað, tá tað liggur fyri. Hann vísti á, at vit liva beinleiðis eftir ørindinum hjá Christiani Matras, sum sigur, at - »Vit gera besta fongin, tá vit einki vita av, tá drýpur í várt minni tað, løtan óvart gav. So vellur tað umsíðir sum sevja upp í stráð og ger várt lív í evstum ov dýrt at fara frá» - Vit kenna okkum sum suðurlendingar, nú sólin er dagligur gestur. Vit hava tey vælsignaðu evni at gloyma alt tað myrka, tað váta og tað stormandi, sum vit hava verið ígjøgnum allan vetur. Tað er løtan nú, vit liva í. Vit sanna, at vit gera besta fongin, tá ið vit einki vita av. Tí, tað kemur bara flótandi til okkara soleiðis heilt av sær sjálv- um. Alt hetta ljósa og lætta, og gevur okkum vinning, vit einki hava gjørt fyri at fáa. Edvard segði, at tað er ikki ókent hjá føroyingum at gera besta fongin, tá ið vit einki vita av. - At fáa av óvart, sum vit kunnu siga við skaldinum. Røðarin reisti spurning- in, hvussu nógvir føroy- ingar ikki kenna hetta at standa við snøri ella snellu og reyvafíla. Einki at fáa. Tú keðir teg nakað so grú- somt. Og nógvir eru longu farnir niður undir at lúra ella aftur í messuna at fáa sær kaffi. Onkur annar er flogin í telefonina at brúka munn um hetta forbrenda fantilsið. Fiskaloysi. Deyð- in í durunum. Steindeytt beinanveg. - Men tann, sum eftir stendur, hann nabbar onkr- an soleiðis av og á, og tá ið dagurin er av, er hansara rúgva ikki tann minsta. Hann fær mót til at kasta aftur dagin eftir. Og meira enn so kemur fyri, at søgan endurtekur seg, segði Ed- vard. Stívar og stoltar Og røðarin helt fram at hugleiða: - Hoyr! »So vellur tað umsíðir sum sevja upp í stráð« - Og stráðið hevur somu vælsignaðu evni sum menniskjan - ella er tað øvut - at tillaga seg teimum umstøðum, vit liva undir. Edvard vísti á, at grasið hevur tann eginleika, at tá ið harðast leikar á, bognar tað undan, leggur seg slætt og letur ágangin fara fram- við, tá ið tað ikki klárar at standa ímóti. - Grasið ásannar, nær tað hevur tapt, men reisir seg aftur og byrjar av nýggjum, tá ið tað ringasta er av. Ja, sjálvt tá ið tað verður sligið, er bara ein løta, so er tað vaksið aftur. Aðrar plantur, sum harðari eru, halda seg kunna standa í móti mest- sum øllum. Tær er stívar og stoltar. Lata seg ikki boyggja, men vilja altíð standa ímóti øllum. Tá ið so kortini ovmikið av mót- støðu verður, brotna tær og følna. Og tá gongur long tíð, áðrenn nakað kemur fyri seg aftur. Í ringasta føri koppa tær, so rótin vendir í veðrið - og tá doyggja tær heilt. At kunna boyggja seg, tá neyðugt er Edvard segði, at tann, sum við skynsemi og samstarvi kann venda sær ymsar vegir, boyggir seg undan ættini, ja enntá tolir at verða skorin av sum grasið; hann fær úrslitini, sum tann stívrendi ikki nær. - Slíkar eru eisini treytir- nar fyri at hava eina stevnu sum hesa. Nógvir partar samstarva og fyri at alt skal ganga sum best, er heilt givið, at tað gongur ikki við høvuðkambum, uttan við grasstráðum, sum klára at boyggja seg, sum neyðugt er fyri at fáa tað samstarv at virka, sum ger, at hendan stevnan er vorðin tað, hon er, segði Edvard. »Og ger várt liv í evstum ov dýrt at fara frá« - Tá er tað, at vit síggja úrslitini, sum vit gleðast um og ikki vilja vera fyri uttan. Hesi úrslitini, sum gera, at vit halda tað nytta nakað at halda fram. At loysa aftur í morgin og enn einaferð stilla okkum við lúnningina at fíla og vita, um ikki onkur er eftir, sum vit kortini ikki fingu í gjár. Ella vit í góðum treysti longu í næstu viku fara undir aftur at hugsa um, hvussu skal næsta stevnan verða, nú hendan eydnaðist so væl? Edvard Joensen segði eggjandi, at vit hava vón- irnar til lívið og vilja liva lívið fult út. - Vit trúgva upp á, at eisini tann langa, myrka veturin sum kemur, fara vit at megna at liva hetta lívið, sum er okkum ov dýrt at fara frá. Og hann endaði við hesu- m orðum: - Í hesum andanum fari eg at ynskja øllum somlum eina framhaldandi góða eystanstevnu og takka fyri, at tit lýddu á. Tað er lætt at liva - Tað er skjótt at semjast um, at tað størsta og einasta veruliga ríkidømið, sum eitt og hvørt land eigur, er fólkið sjálvt. Eitt sameint fólk, sum dregur eina línu, segði Hans Petur Ellingsgaard, tá ið hann setti eystan- stevnuna, sum hesa- ferð var tann 41. í røðini EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen Tað var Hans Petur Ell- ingsgaard, formaður í mentanarnevnd býráðsins, sum setti eystanstevnuna. Hann helt, at júst í hesi løtu, hann nú fór at seta stevnuna, sita nógv frammanfyri sjónvarpinum og hyggja eftir spennandi fótbóltsdysti millum Dan- mark og Ongland. - Tí fari eg at royna at fatta meg í stuttum, sum hann tók til. Stórar broytingar Hans Petur segði, at øll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað. Soleiðis plaga vit at taka til. - Veturin í ár var tungur og strævin við nógvum kulda og kava- og tó; knappliga ein dagin, so er várið komið. Vit frøast øll - og stór er gleðin, tá ið ársins fyrsti summardagur vísir seg frá teirri bestu síðuni við sól og lýkku. Tað er líkasum, at lív kemur í okkum av nýggjum. Hann vísti á, at fyri tveimum vikum síðani hildu vit ársins fyrstu summarstevnu í oysandi regni; síðani hevur hann ligið við góðveðri, men í dag er aftur yvirskýggjað, og byrjaði dagurin við nakað av regni, - Tó man fara at lýsa í aftur, sum dagurin líður. Hans Petur helt, at náttúran viðhvørt kann tykjast kørg, men ásannaði, at soleiðis eru umstøðurnar nú einaferð. - Men tíbetur gloymir okkara lyndi skjótt tær tungu løturnar. Eystanstevnan hesaferð var tann 41. í røðini, og røðarin helt, at fleiri, sum eru um miðan aldur og hava verið við til tann framburð, sum hevur verið í økinum, ógvast við tær stóru broyt- ingar, sum verið hava í heimliga umhvørvinum hesi árini. Reistu okkum aftur Í setanarrøðuni hugleiddi Hans Petur um tær broyt- ingar, sum farnar eru fram gjøgnum árini. - Hyggja vit rundan um okkum júst her, vit standa, er einki, sum tað var fyrr. Á hesum staðnum stóðu gomlu húsini hjá Rósing, og sunnanvert okkum ar- beiddi kendi og nógv avhildni, Djurholm lækni. Norðanfyri her var bakaríði hjá Anthon, sum nú er bý- ráðshús og beint niðanfyri her í fjøruni, har nú eingin fjøra er longur, lá gamla sluppin, Gunhild, hjá Pidda í Dalinum á liðini í fleiri. Hans Petur segði, at øll eru góð við bygdina, sum nú ikki er nøkur bygd longur, men ein býur. - Lat okkum fegnast um hendan ovurhondsstóra framburð, sum hevur verið her á hesum staði. Røðarin vísti á, at fyri nøkrum árum síðan var alt okkara samfelag í djúpari kreppu, og fólk í stórum tali rýmdu. - Tung skýggj hingu yvir landi okkara. Men vit reistust skjótt aftur, og sigast má, at einki nútíðar- samfelag hevur reist seg so skjótt aftur eftir so djúpa kreppu - og hetta kunnu vit øll frøast yvir, segði Hans Petur. Øll hava gjørt sítt Hann helt, at fyrireiking- arnar til eystanstevnuna hava sjáldan verið so ítøkiligar sum hesaferð. Skráin er so fjølbroytt og áhugaverd, sum ongantíð fyrr, og sigast má, at her er okkurt fyri øll, bæði til gamans og álvara. - Tøkk skulu tit hava, sum hava fyrireikað stevn- una. Tit hava gjørt eitt megnar arbeiði. Tað er at fegnast um, at eystan- stevnan aftur hevur fingið tað innihald, hon hevur uppiborið. Hans Petur segði, at heima hava fólk hvør í sínum lagi málað og pussað, og nú stevnan verður hildin, verður onkur góður biti settur á borðið kring um í heimunum. - Silvurið verður pussað, og tey føroysku klæðini verða eftirhugd, segði hann. Býráðslimurin segði, at kommunan hevur sum ongantíð fyrr ruddað, vaskað og lagað garðar, og fegnaðist hann um alt, sum er gjørt, tí hetta er ein fragd fyri eyga. Gulu bátarnir - Eitt, sum eyðkennir allar okkara summarstevnur kring landið, er ítrótturin; kappróður, fótbóltur, hond- bóltur, fimleikur og aðrar ítróttargreinir. Hann helt, at mong við honum mangan hava staðið og eygleitt teir gulu bát- arnar, sum síðan tíðliga á arinum hava verið at sæð og hoyrt á fjørðinum. - Hettar prógvar tykkara ágrýtni og nærlagni, og sigur okkum nakað um, hvat skal til fyri at verða við í fremstu røð. Spenn andi verður í dag at vita, um ikki onkur av teimum gulu bátunum enn einaferð fer at geva hinum bátunum ein skarpan gang. Hans Petur nam eisini við fótbóltin og segði, at tað mundu ikki vera so fá úr runavíkarøkinum, sum mikukvøldið vóru vitni til, at NSÍ spældi seg til finaluna um løgmansteypið á ólavsøku. - Hetta prógvar, at standa vit saman, eru vit sterk. Fólki er ríkidømi Síðan vendi røðarin sær til tey ungu, sum brúka so nógva tíð uppá summar- ítróttina og til teirra, sum borið hava sigurin heim. - Hettar er dagurin, tá ið givin lyftir gjørdust veru- leiki. Lívið er tykkara, tit evna sjálvi tykkara egnu lagnu og gævið, at tit fáa sum mest burtur úr, sjálvt um tað kann tykjast torført við hvørt. Saman standa vit sterk. Hans Petur helt tað vera skjótt at semjast um, at tað størsta og einasta veruliga ríkidømið, sum eitt og hvørt land eigur, er fólkið sjálvt. - Eitt sameint fólk, sum dregur eina línu. Fólk og mentan Hann segði, at mentunar- liga íkastið til stevnuna í ár er fjølbroytt, og hetta er at fegnast um. - Tí, hvat er eitt fólk uttan mentan? spurdi Hans Petur. Hann fegnaðist um, at stig eru tikin til at endur- stovna felagið, sum hevur til endamáls at byggja eitt mentanarhús í kommununi og ynskti felagnum góðan byr. - Hans A. Djurhuus yrkti soleiðis: »Lítið yvir føroya land - Goymið tað í ungum sinni, - Goymið tað í hjarta inni - fjalli frá til fjørusand. - Knúkur hvør og hvør ein túgva - lærið hugin hátt at flúgva. - Um vit eru fá og smá, - kunnu mið tó gerast há«. At enda takkaði Hans Petur Ellingsgaard fyri heiðurin at seta eystan- stevnuna, og vegna Runa- víkar kommunu takkaði hann øllum, sum hava verið við til at fyrireika hetta stóra tiltak. Síðan setti býráðslimurin eystanstevnuna 2002. - Vit trúgva upp á, at eisini tann langa, myrka veturin sum kemur, fara vit at megna at liva hetta lívið, sum er okkum ov dýrt at fara frá, segði Edvard Joensen Standa vit saman, eru vit sterk Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanarnevnd býráðsins, setti eystanstevnuna C M Y K 9 8