Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-28, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

javnaður brødralag Nr. 47 — Leygardagin 28. juni 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr. Danskt fakfelag hótti við at blokera býráðið í Havn Fakfelagið av bókaverðum hótti við at blokera starvið við býarbókasavnið um so er at býarbókaverðurin ikki fær nakra íbúð. 8 býráðslimir boygdu seg Vinningurin ivasamur I oddagrein bladsins i dag verður aftur skrivað um tann pólska makrelin. — Og sjálv krúnan á verkið er so tað, at polsk skip, sum eitt lið í hesi somu rekt av okkara marknað í Pollandi, hava fingið og fáa veiðiamboð og upplæring úr Feroyum, til tess at veiða júst sama fiska- slag, sum vit í letuni hava marknað fyri í Pollandi. Tá læran er nomin, munnu teir sjálvir fara at metta sín egna marknað, siga okkum takk fyri hjálpina og meguliga taka teir eisini kappingina upp við okkum á eðrum marknaðum. SÍÐA 2 Pætursastova elsta húsið í Havn Tórshavnar býráð samtykti á fundi týskveldið at keypa | Pætursastovu, sum hildin at vera elsta húsið í Havn. Eisini varð samtykt, at umboð fyri býráðið skulu taka upp samráðingar við landsstýrið um eina endaliga loysn av Pætursastovu. SÍÐA 12 Byrja aftur í september Tá leikárið hjá Havnar Sjón- leikarfelag byrjar aftur í sep- tember verður farið undir venjing av nýggjum leiki eftir Jens Paula Heinesen, sum hann kallar Hvenn stakkin skal eg fara í, pápi. Leikurin er bygdur á seguna um Anniku í Dímun. SÍÐA 6 verður | fyri hóttanini Býráðslimirnir Olavur Michel- sen, Finnur Johansen, Sofus Sivertsen, Leif Mohr, Børge Persson, Heini Olsen, Petur i Gong og Petur Christiansen boygdu seg allir fyri hóttanini frá býarbókaverðinum um at blokera starvið sum bókaverður við býarbókasavnið í Havn, um so var at hesin ikki fekk eina íbúð frá kommununi alt fyri eitt. Hesir atkvøddu allir fyri meiri- lutatilráðingini frå figgjarnevnd- ini um at lata býarbókaverðin sleppa at búgva í húsum Hans Olesens fyribils. Tvær atkvødur vóru í móti, nevniliga Jákup Suni Jacobsen og Leivur Jo- hannesen. Martin Petersen og Heðin Mortensen greiddu ikki atkvødu. Ein tilráðing frá Leivur Johannesen um ikki at lata býarbókaverðinum Hans Ole- sens húsini av tí at fleiri umsóknir liggja frá borgarum um íbúð, fekk bert tvær at- kveður og fall. Tað vóru Jákup Suni og Leivur sum atkvøddu fyri hesum uppskoti. Jákup Suni Jacobsen las upp bræv, sum - býarbókaverðurin sendi býráðnum herfyri. Har stóð m.a., át um so var, at býráðið ikki fekk til vega íbúð til býarbókaverðin, so vildi starvið við býarbókasavnið vera bloker- að av donsku bibliotekarfelagn- um. Jákup Suni segði hetta vera eina hóttan, og tí vildi hann als ikki atkveða fyri, at býarbóka- verðurin fekk húsini hjá Hanse Olsen úti á Reyni, sum býráðið nýliga hevur gjert í stand fyri 100 tús. kr. — Leivur Johannesen spurdi, um íbúð átti at fyglja við starv- inum sum býarbókaverður. Pet- ur Christiansen segði, at so var ikki, men at býráðið hevði lovað at hjálpt bókaverðinum við íbúðarspurninginum. Talan er um at seta eina av ráðhúsa- íbúðunum av til býarbókaverð- in. UL LL LL bb ROYNDIN í Nólsoy 60 ár í Heyst Tað eru 350 íbúgvar í Nólsoy. Herav eru 200 teirra limir í Ungmannafelagnum. Royndin hevur egin hús, sum eru virðismett til 300 tús. kr. Felagið hevur studning sýkt í samband við húsabyggingina, landsstýrið um men hevur onki svar fingið enn. Síða 7 Hesir stóðu royndina: Frá vinstru í fremra rað: Sjúrður Christian- sen, Karl Dahl, Jónsvein Eliassen, eyðun Eltter, Anton B. Haraldsen, Hans Egon Jacobsen og Heri Jacobsen. Frá vinstru í aftara rað: Leivur P. A. Jarnskor, Hans J. Ludvig, Klæming R. Ludvig, Helgi Nolsee, Elias J. M. Olsen, Frank Olsen, Marner H. E. Olsen, Niels T. Pedersen, Jergin Poulsen og Eirikur O. Simonsen 19 næmingar tóku maskinmeistaraprógv hósdagin — Hóast Feroya Maskinskúli hevur havt tey vánaligastu korini í kongaríkinum at undir- vísa næmingum sínum undir, so eru afturiméti tey frægastu úr- slitini fingin burturúr. Hetta segði formaðurin í Før- oya Maskinmeistarafelag, Atli Jensen, á einari samkomu fyri teimum nýklaktu maskinmeist- arunum hósdagin. Atli Jensen segði, at helisviðurskiftini hjá skúlanum hava elvt til móttrýst, og at hetta móttrýstið frá bæði lærarum og næmingum hevur gjørt sítt til, at so frægt er komið burturúr. Hann segði, at úrslitini seinnu árini hava gjørt danskar lærarar bilsnar, ti teir eru vanir við nógv betri undir- vísingarkor. Atli Jensen nevndi dømi um, at tann føroyski maskinskulin hevur havt størri tilgongd enn t. d. maskinskulin i Frederikshavn, sum fyri nøkrum årum sidan flutti inn i nyttjan, snotuligan bygning. 19 næmingar stóðu royndina Tilsamans 22 næmingar vóru uppi til próvteku, og av teimum stóðu 19 royndina. Á samkom- uni, tá prógvini vórðu handað, vóru eisini umboðsmenn fyri donsku reiðariini OK og A.P Møller hjástaddir, umframt lær- arar og umboðsmenn fyri mynd- ugleikarnar. Próvdómarin, Pre- ben Jacobsen, handaði næming- unum prógvini. Annars vórðu reður bornar fram av Magnus Simonsen, stjóra á Feroya Maskinskúla, Finnur Johansen, lærara á skúlanum og Eyðun Elttør, sum talaði fyri næm ingarnar. Fimm virdislønir Fimm næmingar fingu virðis- lenir fyri góð prógv og idni í skúlanum. Helgi Nolsee fekk eitt mátitól frá Tryggingar- sambandinum Feroyar fyri besta prógvið, Viggo Christiansen bøkur frá Realkredittstovninum, Niels Petersen eitt fototol frå Føroya Banka og eitt bræv frå A.P. Møller, Marner Olsen full- fyllipenn og -blyant oeg eitt bræv frá A. P. Møller og bókina Alisfrødi frå Landsfelagnum fiskivinnuni til frama. Hans Jåkup Ludvig fekk eisini eitt eintak av Alisfrødi frå Lands- felagnum fiskivinnuni til frama. Helgi Nolsee fær handað virdisløn fyri besta prógvið