Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin søsialurin telf. 11820, box 76, 3800 Tórshavn { tgevari; Foroya Javnaðarflokkur Astjórn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56111 Johnsigurd Johannesen, telf. 1392 1? itsur og paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar Vinningurin ivasamur TAÐ ER NÚ torført hjá okkum at umreða spurningar, sum viðvíkja Feroya Fiskasølu, tå vit i hvørjum einasta føri fåa skotið í skógv- arnar, at vit sáa misálit og spjaðing, og at vit øsa fólk upp við ósannindum. MEN KORTINI fara vit enn eina ferð at nema við slíkar spurningar. Tað er ollum kunugt, at Foroya Fiskasøla fremur tiltøk, ið skulu rekta okkara marknað í Póllandi, tað vil siga, at afturfyri--at. póllendingar -keypa sild úr Føroyum, skulu vit keypa eitt ella annað frá teimum. ÚRSLITIÐ ER, at úr Pollandi keypa vit eina råvøru, sum vit sjålvir útvinna i stórum nøgdum og eina framleiðslu, ið vit sjálvir fram- leiða, bæði til okkum sjálvar og fyri aðrar. Ráveran, vit keypa, er makrelur og fram- leiðslan línubátar úr stáli. Og hetta hendi um somu tíð, sum okkara egni skipasmidjuidnad- ur hevði trupulleikar við at fáa byggisått- málar: og vit geva meiri fyri makrel frá pol- lendingum enn okkara egnu fiskimenn fáa í donskum havnum. NÚ VITA VIT ikki, um vit skulu loyva okkum at hava ta áskoðan, at tað vildi verið skila- betri. um vit heldur keyptu einå råvøru frå pollendingum, sum vit sjálvir ikki útvinna og eina framleiðslu, sum vit sjálvir ikki fram- leiða. Men hetta er kanska eisini at sáa misálit og spjading og at øsa fólk upp vid ósannindum. Í ollum forum hevði hetta tænt føroyskum bú- skapi betur, um tað annars telur nakað hjá teimum, sum hava átikið sær hesa marknaðar- røkt. OG SJÁLV krúnan á verkið er so tað, at polsk skip, sum eitt lið í hesi somu rekt av okkara marknað í Pollandi, hava fingið og fáa veiði- amboð og upplæring úr Feroyum, til tess at veiða júst sama fiskaslag, sum vit í løtuni hava marknað fyri í Pollandi. Tá læran er nomin, munnu teir sjálvir fara at metta sín egna marknað, siga okkum takk fyri hjálpina, og meguliga taka teir eisini kappingina upp við okkum á eðrum marknaðum. ÚRSLITIÐ VERÐUR tá: Fyri tað fyrsta, at vit hava stuðlað polskan skipasmiðjuidnað, heldur enn okkara egna. Fyri tað annað, at vit hava stuðlað polska makrelveiðu, heldur enn okkara egnu. Fyri tað triðja, at vit hava lært pollendingar at veiða sild við nót, og soleiðis verið við til at grivið okkara egnu grøv. TÁ LÍNUBÁTARNIR úr Pollandi eina ferð verða lidnir, hevði verið áhugavert at fingið uppgjørt, hvussu stórur innfluttningurin úr Pollandi hevur verið í mun til útfluttningin til Pollancn VIT STÚRA fyri, at ivasamur. vinningurin verður dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Torkil Beder í Fuglafirði kl. 11, altargangur, og kl. 18 í Leirvík, altargangur, J. Magnussen í Klaksvík kl. 11 og á Húsum um kveldið. Høgni Poulsen í Miðvági kl. 11 og í Bø kl. 19. P. M. Rasmussen á Norðskála og Kjartan Mørkøre í Havn. Í ollum kirkjum í Våga prestagjaldi verður savnað inn til frama fyri summar- leguna hjá sunnudagsskúl- anum. Filadelfia Telefonandaktin alt sam- dogrið á telf. 14880. Evangeliihúsið Telefonandaktin alt samdøgr- id å telf. 12266. Brúdleyp Í dag giftast í Arnborg kirkju Randi Henriksen, Vágur, og Preben Nørgård Sørensen, Arnborg. Adr.: Restaurant Clasonsborg, pr. Skarrild, Jylland. I dag giftast i Karlstad dómkirkju Elsuba Gethe, | sjúkrasystir, Norðageta, og Roger Johansson, politiskur skrivari. Adr.: Babordsgatan 15/3, 65227 Karlstad, Sve- rige. Í dag giftast Tressa Mada- line Shephard og Peter James Hansen í Summer Christ- church, New Zeeland. Læknaprógv Johanna Margreta Matras í Buð, Hvannasund, hevur tikið læknaprógv í Keyp- mannahavn. Læraraprógv Frá Nørre Nissum seminari- um hava hjúnini Jette Gutte- sen og Julius Hansen tikið læraraprógv. Barnaforsorgsprógv Marjun á Bergi, Klaksvík, hevur frå Århus Børnefor- sorgs seminarium tikið prógv sum barnaforsorgspedagog- ur. Navnabroyting Hans Eiler Olsen, Torshavn, hevur fingið loyvi til at brúka familjunavnið Royðutoft. 345 tons Hans Erik er farin at sigla heim. Teir hava 345 tons av saltfiski og 20 tons av frystum inni Nr. 47 — 28. juni 1975 Útbjóðing Í sambandi við gerð av sethúsablokki til 12 íbúðir verða við hesum vegna »Eigarafelag I — Úti á Fløtum« VVS-arbeidini bodin ut alment at gera undir einum. Útbjóðingartilfarið fæst til láns á skrivstovu okkara frá friggjadegnum 27. juni 1975 kl. 16.00 møti kr. 500 i vedhaldi. Teir, ið ynskja at læna útbjóðingartilfarið, verða bidnir at bíleggja tað tveir dagar frammanundan. Skrivlig boð í afturlatnum brævbjálva merktur: „Eigarafelag Í Úti á Fløtum. VVS.« verða at senda til skrivstovu Landsbyggifelagsins. Boð skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. august 1975 kl. 16.00; tey verða tá latin upp, og kunnu teir, ið boðið hava, verða hjástaddir. Landsbyggifelagið P/f Grenlandsvegur 5 3800 Tórshavn - tlf. 14744 Koppseting fyri pokur Av tí at fleiri barnasjúkur ganga um tað mesta av landinum, eitt nú rættiliga ring fárasjúka og skálkoppar, verður fyribils eingin koppseting fyri pokur í summar, men bíðað verður til heystar. Er onkur, sum kortini vil hava børn koppsett, ber altid til at venda sær til undirritada (tlf. 11832) at fåa børnini ókeypis koppsett. LANDSLÆKNIN Summarfrí Vegna summarfri verður kassaavgreidsla telefonverksins í Tórshavn stongd frá mánadegi 7. juli til mánadag 21. juli. Í hesum tíðarskeiði kann gjaldast á posthúsinum, í bankum og sparikassum. Telefonverkið Ritkapping Bókmentafelagið VARÐIN bjóðar við hesum til kapping at skriva skaldsøgu. Í virdisløn verða latnar kr. 14.000 býttar soleiðis: 1. virdisløn kr. 8.000 2. virðislen kr. 4.000 3. virdisløn kr. 2.000 Skaldsøguritini skulu verða latin VARÐANUM, Tórshavn, í seinasta lagi 31. desember 1976. Ritini skulu verða send á tann hátt, at inni í brævabjálvanum, sum ritið verður sent í, verður lagdur ein afturlatin brævabjálvi við navninum á henni/honum, sum skrivað hevur. Ritdómarar eru: Jóhan Hendrik W. Poulsen, magistari, Steinbjørn B. Jacobsen, háskúlastjóri, Sverri Egholm, landsbókaverður. VARÐIN tilskilar sær rætt at prenta tey skaldsøguritini, ið verða dømd virdislønarverd. Nevndin Galvaniserað RØR 19" VI fh — 1 >>? — OD?” — 2 2? — 3” Allir rørlutir fåast til, hjå P/F MARIA POULSEN tlf. 12000 — 12001