Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 47 — 28. juni 1975 Úr Skúvoy Lomvigin nærum útruddaður Lundin og skrápurin nerast harafturimóti „. Við lomviganum er púra liðugt, sigur Leiv- ur Skálagarð, Skúvoy. Lomvigin minkar nógv ár um ár. Tveir bátar hava verið við snaru. llla bar til . Einans 80 lomvigar upp á bátin. — Við lomviganum er púra liðugt, sigur Leivur Skálagarð, Skúvoy. Lomvigin minkar nógv ár um ár. Tveir bátar hava verið við snaru. Illa bar til. Einans 80 lomvigar upp á bátin. 300 —400 var heilt vanligt fyri fáum árum síðani. Tá tað var upp á tað allarbesta, kundi ein bátur koma heilt upp á einar 600 lomvigar fyri dagin, og hetta er bara fyri 10 árum síðani. Sjálvt um líkindini vóru til vildar, rændu skúvoyingar slett- is ikki í ár. Vanliga hava teir altíð rænt, tá líkindi eru til tað. Skjótingin vindur meira og meira upp á seg. Tað eru bátar bæði úr norðan og úr sunnan. Men skúvoyingar siga, at tað fer ikki ólóglig skjóting fram undir oynni. Lundin økist Lundin hevur ikki fingi3 somu vanlagnu sum lomvigin. Nógv er til av lunda, og skúvoyingar halda, at hann heldur nørist enn minkar. Tað sama er við skráp- inum. So gitingarnar um, at tað er fødin, ið nakað er galið við, kunnu ikki passa, heldur Leivur Skálagarð. Fleyingin byrjar aftan á Jóansseku, men enn hevur bert onkur einstakur verið og roynt. Ættin er tann besta — vestan og útsynningur — men veðrið hevur verið nakað ruskut. Eitt sindur selja skúvoyingar av lunda. Í fjør fingu teir 2,00 kr. fyri hvenn. 40 metra langa lending Tað mesta av mannfólkinum er burturi um sumrarnar, men í ár er nógv heima. Arbeiði er í bygdini. Lendingin skal leingj- ast við 10 metrum. Tilsamans verður lendingin 40 metrar. Dýpið við ytra endan verður 8 metrar, meðan tað innast inni er 5 metrar. Tá arbeiði upp á lend- ingina er liðugt, kunnu rættiliga stór skip leggja at. 120 fólk Umleið 120 fólk eru skrásett í Skúvoy- Skúlabernini eru um- leið 12. Eingin fastur lærari er við skúlan, men harafturímóti vikarur. Skúvoyggin telur 60 merkur. Bendurnir eru 6 í tali. Tá teir í Skúvoy ikki sleppa av við mjólkina, gera skúvoyingar ikki nógv burtur úr neytahaldinum og landbúnaði yvirhevur. Fáir summargestir Vanliga koma rættiliga nógvir summargestir. Men vegna vána- liga veðrið hava bert einstakir vitjað í ár. Einki gistingarhús er í bygdini, og eingin tekur ímóti fólki meira, so gestirnir búgva sosialurin Sida 3 Framhald frå sidu 4 akkuråt var farið fram. Skatta- borgari átti heldur at fegnast um, at okkurt blað skrivar um tiltakið. So fær skattaborgari eina hóming av, hvar hansara skattapeningur m.a. fer. Men eftir míni hugsan eru tað 100 onnur ting, ið peikast kann á, áðrenn farið verður eftir Skansa- stovu, sum veruliga hevur uppi- borið eina positiva blaðumtalu. Hvat eitt slíkt ungdómshús gagnar ungdóminum, kann ikki sigast enn — ein mánaða eftir at Havnar ungdómur fekk tey, síni fyrstu almennu ungdómshús. Men bara tað, at ein hópur av ungdómi kemur, bæði tá tað er „opið hús< og til mánaðar-fund- irnar, prógvar, at tað er tørvur á slíkum húsum. Serliga hava mánaðar-fundirnir rós uppibor- ið. Fundir um seriøs evni, sum veruliga ein partur av ungdóm- inum hevur trupulleikar við. Hetta kann meguliga fyribyrgja (hugsað verður um narkotika- fundin fyri stuttum) og spara samfelagið fyri seinri nógvar ferðir størri útreiðslur, enn hvat ungdómurin í letuni kostar skattaborgarunum í Havn. Í hesum og slíkum forum tørva tey ungu vitan, sum skúlin ikki er førur fyri at geva á so åhuga- verdan og fjølbroyttan hátt. Tí er tað rætt av býráðnum í Havn at stuðla ungdómin. Tey, sum ung eru, koma nokk einaferð at gjalda eftirlonina hjá tær, skatt- aborgara. Annar skattaborgari TA —A—ÁÁ— — ————3—— fyri tað mesta í tjøldum. Her tørvar upplýsing frá ferðamyndugleikunum. Tjeldini verða sett sum best ber til. Ofta mitt á slåtturbø. Hetta ger, at fólk eru ikki serliga glað fyri turistar, sum ikki spyrja seg fyri. — Kjartan Mohr vil ikki móta á býráðsfundi Á býráðsfundi í Havn sein- asta hósdag las formaðurin skriv upp frá Kjartan Mohr, har hesin boðaði frá, at hann vildi ikki meta á býráðsfundi, fyrr enn reglugerð býráðsins Kjartan Mohr verður yvirhildin. Somuleiðis greiddi Kjartan frá, at hann fór ikki at meta, fyrrenn Essa Arge var komin í býráðið aftur, av tí at tiltaksmaðurin hjá Essa, Leif Mohr, styðjaði meirilutasamgonguna í bý- ráðnum. Ólóglig bygging gjørd lóglig Býráðið hevur samtykt at gera ólógligu byggingina hjá Hans Hilmar Dam lógliga. Byggingin er liðug uttan at nakað byggiloyvi er fingið frá býráðnum. Talan er um verk- stadarhøli 92 m'?, goymslu- rúm 45 m? og spøngoymslu 27 m?. Hans Hilmar Dam hevur søkt byrådid um byggi- loyvi, eftir at byggingin er lidug. Meirilutin i byggi- og byar- skipanarnevndini, Sofus Siv- ertsen, Leivur Johannesen, Eliesar Arge og Petur i Gong mæltu til, at so mikið verður matrikulerað aftrat, at nýtsi ustigið verður tað loyvda Somuleiðis mælti nevndin til it Hans Hilmar Dam fær eina t fyr ha bygt utta teint O € PIL rådid saksøkir Han Hilmar Dam og krevur, at so mikið verður tikið niður av byggn inginum, at nýtslustigið kemur niður á tað loyvda, og at Hans Hilmar Dam fær ta bót, sum lógin heimilar Meiriluta uppskotið frá byggi- og býarskipanar- nevndini varð samtykt. Býráðið vil ikki hækka limagjaldið til kommunufelagið A fundinum í seinastu viku samtykti býráðið við 8 at- kveðum fyri og ongari ímóti at halda fast við, at 2 0/00 av skattainntøkuni í kommun- uni verða latnar i limagjaldi til Føroya Kommunufelag i hesum føri 57 tus kr. Umbodsfundur kommunu- felagsins, sum var 28. april i ár, hevði heitt á limakomm- unurnar um at hækka lima- gjaldið til 0,3 0/00 (75 tús. kr.). Ein minniluti i figgjar- nevndini, Petur Christiansen, hevði mælt til at góðkenna limagjaldshækkanina til 0,3 0/00 við teirri tilskilan, at tað verða ikki latnar meiri enn 55 tús. kr. i ár, tí meiri er ikki avsett í hesum figgjaråri. Søluloyvid endurnyggjad Býráðið hevur samtykt at endurnýggja seluloyvið til pylsuvognin hjá Emly Jo- hannesen. Málið hevur verið til viðgerðar í byggi- og býar- skipanarnevndini. Nevndin mælti til at endurnýggja seluloyvið við teirri treyt, at vognurin verður fluttur, tá ið býráðið åvisir annað hósk- andi eki. Fíggjarnevndin hevur som- uleiðis viðgjert málið og mælti til, at seluloyvið verð- ur endurnýggjað fyribils við treyt um, at vognurin verður fluttur burtur, tá býráðið krevur tað. Tilmælið frá figgjarnevnd- ini varð samtykt. Niels Vang byggiloyvi til 2 hæddir aftrat Ein tilráðing frá byggi- og byarskipanarnevndini um at geva byggiloyvi til Ola og Johan Vang (handilin hjá Niels Vang) varð samtykt við 11 atkv Frammanundar er Dyggn £ eddur it % týða h ; g 3 rÅ x Sosialrådgevi settur vid Sosialu deildina Byrådid seta Emly Niclassen i starvið hevur samtykt at sum sosialráðgeva við sosialu deildina. Talan er bert um hålvdagsstarv Tað vóru fimm umsóknir til starvið. Býráðið valdi Emly í starvið eftir tilmæli frá barnavernd- arnedndini, sosialunevndini og landssjúkrahúsinum. Ný- setti sosialráðgevin skal eis- ini arbeiða hálvan dag á landssjúkrahúsinum. Sosialráðgevabólkurin i Føroyum hevur boðað frå, at tørvur,er á einum heildags- starvi bæði á landssjúkra- húsinum og sosialu deildini hjá býráðnum.