Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 47 — 28. juni 1975 Bannið djórapínsluni við sosialurin rindadráp, krevur danskur serfrødingur: Stødgid veiðina eftir hvali áðrenn hann týnist Danmark eigur at stuðla uppskotinum um at steðga hvalaveiðini í 10 ár. Lívfreðiliga sæð er hetta bráðneyðugt, sigur danski magistarin, sum starvast á Zoologisk Bent Jergensen, Museum Hann er ein av teimum mongu livfrødingunum, sum tekur hendurnar upp fyri hevdið yvir støduna hjá Danmark í altjóða bardaganum móti at friða hval- in. Uppskotið hjá ST umfatar bert hvalaveiðu við handilsligum áhuga — har big business virkar við. Men Bendt Jørgensen er farin eitt stig víðari. Hann vil eisini hava, at blóðuga hópdrápið av grindahvalum í Føroyum verður bannað. — Hetta er djórapínsla. Um ein maður á einum donskum sláturhúsi píndi eina kúgv á sama hátt, vildi hann verið tikin og settur fastur, skuldsettur djørapinslu av serliga grovum slag. Hvalurin er eitt kenslu- borið djór, við stórari vitan, og tað er ongin ivi um, at hann líður av ómetaligari stórari pinslu undir grindadrápi. Um hvalurin kundi skriggjað, so vildi hetta ljóðað sum eitt ræðuligt ræðslu- skríggj. Men tíbetur fyri grinda- menninar — hvalurin hevur ongi stemmubond. Grindadráp er bannað í Dan- mark. Vit høvdu eina sak fyri nekrum árum síðani, har ein hvalur viltist inn í Vejle fjørdin, og tey, sum búðu á staðnum, vildu spæla grindamenn. Tey, sum drupu hvalin, vóru drigin fyri rættin og dømd fyri djóra- pinslu. Heimsins størsta djór Hvalaveiða er eitt týðuligt domi um, hvussu ein sagar ta greinina, ein sjálvur situr á. Tað byrjaði við Grenlands- hvalinum. Teir eru seinferir í sjónum og hava lítlan meguleika at verja seg. Tá ein fyri umleið fimti árum síðani hevði gjørt enda á Grenlands-hvalinum, var veiðan løgd um eftir royðinum (bláhvalur). Í 1920-num byrjaði eitt stórt hvaladrepari við Suðurpólin. Tá vóru um 200 tús. royður til. Í 1930-unum vórðu veiddir um 30 royður um árið. Í 1943 var talið komið niður á 4.000. Og í Hvalurin er stersta djór, sum nakrantid hevur livað í heiminum Bent Jergensen: Tað er púra vitleyst, at hvalurin skal týnast, so vit kunnu fáa nógmikið av varrastiftum 1950-unum 100 royður árliga. At enda vóru bert 500 royður eftir. Royður er stersta súgdjór, sum livað hevur á knettinum. Sjálvt risadjórini, sum livað hava í fyrndini, koma ikki hval- inum nær. Royðrin kann verða upp til 30 metrar long og viga upp til 150 tons. Tey seinastu árini er veiðan eftir sildreka okt munandi. Ein milliard Hvussu stórur figgjarligur áhugi stendur aftan fyri hvalaveiðina? — Um árið verður roknað við einari milliard krónur. Hvala- veiðilondini berjast fyri kapi- taláhuga teirra. Hesi lond hava sett hópin av peningi í hvala- veiðiflotan, kókiverk v.m. Men tað er púra vitleyst, at hvalurin skal týnast fyri at fáa til vega varrastiftir. ST átti at yvirtikið hvalaveiðina, soleiðis sum skotið er upp. Vit eiga øll hvalin. Hvønn tydning kemur eitt 10 åra hvalaveidubann at hava? — Ein stóran vøkstur innan hvalastovnin, soleiðis at veiðu- talið kundi økst til 20 tús. nebbafiskar og 10 tús. royðrar árliga, tá veiðan byrjaði aftur eftir 10 árum. Hetta vildi sam- stundis fort við sær, at meiri av spiki og tvesti fekst burtur úr hverjum einstøkum hvali. Í veruleikanum vildi eitt 10 ára hvalaveiðubann loyst seg fyri teir, sum royna eftir hvali. Síða 5 stubbar uttaneftir Fimm dráp Tveir menn vórðu dripnir, og ein ungur drongur varð álvarsliga særdur í Belfast sunnudagin, tá ein bilur við vápnaðum monnum skjeyt við skørpum. Morðini í Bel- fast vóru fimm í tali seinasta vikuskiftið. Bumba móti ST-sendinevnd Ein bumba brast seinasta mánadag uttan fyri hevuðs- stødina hjá jugoslavisku ST- sendinevndini í New York. Bumbubresturin førdi til um- fatandi husaskada, men to var ongin fólkaskaði. Ein jugoslaviskur diplomatur segði, at uttanríkisráðið í heimlandinum fer at senda eitt hvassligt mótmæli til amerikanska uttanrikisrådid. Gadaffi aftan fyri morðætlanir Amerikanska blaðið News- week skrivaði mánadagin, at leiðarin í Libya Muammar Gadaffi nyliga gjørdi avtalu við palastinensisku partisan- leiðaran Georg Habash, um at myrða egyptiska forsetan Anwar Sadat. Palastinaarab- ararnir skuldu fáa 16 milj. dollarar afturfyri at myrða egyptiska forsetan. Habash skuldi beinanvegin hava góð- tikið avtaluna, við tí fyri eyga at fáa stødgad fram- brudinum móti eini fridarlig- ari loysn å Mideysturkrepp- uni. Avrættingin útsett Forsetin í Uganda, Idi Amin, hevur fyribils utsett avrætt- ingina av bretska rithøvund- anum Dennis Hill, eftir at hava fingið ein persónligan appel frå Elisabeth drottning um at nåda hin deydadømda. Lagnan hjå Hills er fram- vegis treytad av um bretska stjórnin vil boyggja seg fyri krøvum Amins um at senda James Callaghan uttanrikis- ráðharra um, varð sagt i Ugandiska útvarpinum sein- asta sunnudag. Spanskur sosialista- leiðari handtikin Aðalskrivarin í spanska sosi- alistaflokkinum, Felipe Gan- zales Marques, varð í sein- astu viku handtikin av spanska politinum, tá hann var á veg yvir um markið til Fraklands haðani hann ætl- aði at ferðast víðari til Svørikis. Gonzales skuldi eftir ætl- anini luttaka á eini ráð- stevnu, sum Ungmannafelag Javnaðarmanna skuldi skipa fyri í Stockholmi. Latum okkum drepa Fidel Castro Leiðarin fyri heimsbankan- um, Robert McNamara, skjeyt í 1962 upp, meðan hann var uttanríkisráðharri í Robert McNamara USA, at CIA skuldi skipa fyri einum drápi av Fidel Castro, skrivar amerikanska blaðið Time. Táverandi stjór- in i CIA, John McCOne, var hart imóti hesi ætlan. Silvurskattur funnin í Danmark Ein av teimum størstu silvur- skattum, sum funnin er í Danmark, kom til sjóndar á eini mark, hvers eigari er Lars Holgersen, Staby Ring- købing. Skatturin, sum funnin varð i seinastu viku, verður rokn- aður av fínasta slag, sigur Jens Aarup forngripaverður í Ringkebing. Tilsamans viga teir funnu silvurdálararnir umleið 8 kilo. Hin elsti dálin er frá 1538, meðan hinir eru frá 1500 ár- unum. Hetta verður roknað sum virðismiklasti silvurskattur, sum funnin er í Danmark. Skuldi liva við apuhjarta Eitt lið av brestkum skurð- læknum undir leiðslu av egyptiskt fødda læknanum Magdy Yacoubus noyddist í seinastu letu at steðga ætl- anini um at flyta hjartað á eini apu (bavian) yvir á ein álvarsliga sjúkan 12 mánaða gamlan drong. Ein talsmaður fyri London- sjúkrahúsið, har ætlanin skuldi fremjast, upplýsti, at barnið, sum fett var við álvarsligari hjartasjúku, doyði stutt eftir at skurð- viðgerðin var byrjað. Stødutakanin til at steðga ætlanini var tikin orsakað av at staðan hjá dronginum versnaði alsamt. Ein hálvan tíma seinni doyði apan eisini, sum longu var gjørd til reiðar til skurðviðgerðina.