Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 47 — 28. juni 1975 72 sýningar vóru í fjør: Havnar Sjónleikarfelag byrjar venjingarnar aftur í september Tá leikárið byrjar aftur í september eru fimm leikir á skránni. Teirra millum ein nýggjur, sum Jens Pauli Heinesen hevur skrivað ) Tilsamans 72 sýningar vóru í sjónleikarhúsinum í Havn í leik- árinum 1974/75. Í hesum leik- árinum framferdi Havnar Sjón- leikarfelag fimm leikir og haraft- rat vóru tvær sjónleikarvitjanir av bygd. Onnur av Sandi og hin úr Getu. Havnar Sjónleikarfelag fram- fordi í leikárinum Øfriðarkropp- ur, fýra sýningar, 31 sýningar í 1973/74, Wyozeck 14 sýningar, Ananias og Jákup Sibbi, 22 sýningar (fýra framførslur á Sandi) Skipið, 32 sýningar. Tað er ætlanin at taka henda leikin uppaftur í komandi leikári um mánaðarskiftið august/septem- ber. Í farna leikári vitjaði Ung- mannafelagið á Sandi í Havn við leikinum Eydnulandið, sum varð framførdur einaferð, og limir úr Losjuni í Gøtu framførdu Rana- felli fýra ferðir. Sjónleikarskeiðið Á sjónleikaraskeiðinum varð undirvist i 39 tímar í fjør — í mánaðunum november og des- Úr sjónleikinum Woyzeck. Á myndini síggjast m. o.: Albert Joensen Dam, Sigmundur Hammer, Eydis Holm, Karla Jacobsen, Jytte Olsen, Ragnhild Skarð- Eyðun Johannesen: 35 leikarar Í leikárinum 1974/75 luttóku 35 — Fyrsta framferslan verður um 20. oktober hamar og Sofía Serensen. Hesi ganga á framhaldshold- inum (2. árið): Lina Larsen, Erling Simonsen og Gudny Eikholm ember, meðan tað bert hevur verið undirvist í 9 tímar í januar, februar og mars í ár. Á byrjanarholdinum á skeið- inum eru hesi: Egi Dam, Esther Gudny Eikholm, Dånjal J. Jergensen, Oddvá Nattestad, Sigrun Samuelsen, Daniella Simonsen, Regin Skarðhamar og Marita Weyhe. leikarar í teimum fimm leik- unum, sum Havnar:Sjónleikar- felag framførdi. Eyðun Johanne- sen, sum er leikhússtjóri, hevur sett allar leikirnar í farna ári upp, uttan Woyzeck, sum Kasp- ar Koch setti upp. Elin Mourit- sen hevur verið leikstjórahjálp. 23.000 kr. í sømdarpeningi Fyri leikirnar í 1974 vórðu í semdarpeningi latnar tilsamans 23.000 kr. Tríggir sjónleikarar vórðu í fjør á sjónleikaraskeiði. Tove Johannesen og Albert Joensen luttóku á Vasa-seminari arnir verða kannaðir fyri at fáa vitjanir úr hinum norðanlondun- um í hátíðarárinum. Hann sigur, at kanska kemur fyrsta vitjanin úr Sveríki longu í januar frá Narren-teatret í STockholm. Hetta er samansett skrá um gyklaratraditiónina frá miðeld- ini, tá vanligt var, at sjón- Sjónleikarhúsið í Havn, sum hevur 50 ár á baki næsta ár í Bergen í mai 1974 og Erling Simonsen var á sjónleikaraskeiði í Holstebro (Odin-teatret og DATS) í juni. Eyðun Johanne- sen var á teaturtekniskari fram- syning og seminar í Ålborg í mai 1974. Sjonleikaritkapping Vardin skrivaði út sjonleika- ritkapping í farna ári, og vórðu virðislenirnar handadar vinn g hr % 2 Leikararnir í Skipinum sø > * arunum á pallinum í sjónleikar- húsinum í Havn aftan á fyrstu framførsluna av Skipinum. 1. virdisløn: Skipið (Steinbj. B. Jacobsen, Tórshavn) 2. virdisløn: Vælferð mundur Poulsen, Klaksvík) 3. virðislon: Ættarlið (Karl A. Thomsen, Argir) Eykavirdisløn: Spurningurin er (Dånjal J. Jørgensen, Mid- vågur) Sjónleikarhúsið 50 næsta ár Sjónleikarhúsið í Havn hevur 50 ár á baki næsta ár. Húsið varð vigt 10/12 í 1926. Eyðun Johann: sen sigur, at møguleik- (Sig- leikarar fingu tunguna avkvetta, sum er evnað til i felag millum Narren og kenningin Dario Fo år Italia. Fyrsta framførslan i oktober — Tað er ætlanin at spæla eisini fimm leikir í komandi leik- ári, sigur Eyðun Johannesen. Leikárið byrjar í september, og tá er ætlanin at spæla Skipið í nøkur vikuskifti og kanska gera ferðir til Hvalbiar og Klaksvíkar við leikinum. Eisini er ætlanin at fáa vitjan av klaksvíkingum við leikinum Oskar, sum heuvr verið nógv spældur í Klaksvík herfyri. Venjingarnar til fyrsta leikin byrjar eisini í september til annan av tveimum leikum. Valið stendur millum tann finska Familjan og tann íslendska Petur og Rúna. Fyrsta fram- forslan verður um 20. oktober. Í február ella mars næsta ár verður farið undir venjingina av nýggjum leiki eftir Jens Paula Heinesen Hvenn stakkin skal eg fara í, pápi. Evnið er úr seguni um Anniku í Dímun.