Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 1975síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 í vesturheimi einki frætt frá honum, men hildið verður, at hann í dag starvast á hevuðs- miðsteðini hjá sovjetisku trygd- artænastuni í Moskva. Áðrenn eitt umskifti av hesum slagi kann fara fram, verða tingingar havdar millum sendi- stovurnar og gjøgnum telefon. Í ti seinna førinum er tað kortini sjåldan, at tann sonevnda »heita linjan« verður nytt. Hana hava bert forsetin og uttanrikisråd- harrin loyvi at nýta. Tað vanliga er, at teir áhugaðu partarnir ringja hvenn anna upp við einari vanligari telefonsamtalu á sama hátt sum vanlig fólk eisini kunna ringja t.d. til Washington ella Moskva. Í eðrum forum er umskiftið farið fram í Berlin — á onkrum avsíðis vegi, sum bindur Eystur- og Vesturberlin saman. Millum tveir marknabummar er eitt petti av sonevndum »onga manna landi<. Her metast bilarnir við teimum dýrabaru persónum, sum skiftast skulu um. Umskiftið fer fram, meðam ein lítil flokkur av royndum trygdarmonnum frá báðum pørtum ansar eftir, at alt fer fram sum tað eigur, og til henda dag sigst ikki hellur at hava verið á nakrantíð, hóast sagt verður, at ein sovjetiskur njósn- ari í einum einstøkum føri skal hava benað og biðið sínar amerikansku fylgdarmenn um ikki at verða skiftur um, men henda segan verður hildin at vera samanpentað. Allen Dulles sigur: Annars hevur Dulles eina áhugaverda viðmerking til tá Abel varð skiftur um við Powers: »Eg var stjóri fyri CIA, tá tær loyniligu samráðingarnar vórðu tiknar upp, og eg góðkendi tær, hóast eg var eitt sindur í iva. Tað, sum var hent, kundi skapa eitt fordomi, sum kundi fáa keðiligar avleiðingar, tí talið á George Blake varð 3. mai 1961 við rættin Old Bailey í London demdur í 42 ára fongsul fyri njósning fyri Sovjetsamveldið sovjetiskum njósnarum í vestur heimi man vera nógv sterri enn talið á vesturlendskum njósn arum aftan jarntjaldið. Ti er einki at ivast i, at vit nær tað skal vera kunnu handtaka nógv fleiri sovjetiskar njósnarar enn Sovjetsamveldið kann taka av okkara monnum. Verður hugs- anin um at skifta um njósnara fyri njósnara vanlig, kann tað tí verða freistandi hjá myndug- leikunum í Sovjetsamveldinum at tryggja sær ríviligt av fólki at hava til at taka at skifta um við á tann hátt, at teir fara at handtaka tilvildarligar vestur- lendskar ferðamenn, sum púrt einki hava við trygdartænastu ella njósning at gera og so ákæra teir fyri at vera njósnarar . . .« Gátan um Greville Wynne Hetta er eisini hent í nekrum fáum førum, og enn sita í sovjetiskum fongslum ella fangalegum einstakir púra ósek- ir vesturlendingar, sum eru „komnir illa fyri« á henda hátt. Hinvegin ber kanska illa til at brigsla sovjetisku myndugleik- unum, at teir við hvert gerast illgrunasamir, og hetta hava hesir ferðamenn, ferðaseljarar ella hvat teir nú kunnu vera onglendinginum Greville Wynne fyri at takka. Wynne varð handtikin í Budapest í 1962. Har hevði hann ein heilan buss á tremur av ymiskum verulutum, sum hann skuldi eitast at royna at selja til kommunistalondini. Hann varð fluttur til Moskva, har hann varð dømdur í átta ára fongsul fyri njósning. Undir rættarmål- inum kom upp, at hann hevði samarbeitt við ein oberst í sovjetiska herinum, Oljeg Pen- kovskij (sum varð demdur til deyða og tikin av døgum). Wynne svór dýrt og heilagt, at hann var so ósekur sum barnið í móður lívi, og kona hansara, sum sat eftir heima í Onglandi, legði dýran við, at hon trúði honum. Nakað eftir at dómurin var feldur, eydnaðist bretum at avdúka ein heldur stóran og ógvuliga dyggan njósnararing í Bretlandi, sum stóð undir leiðslu av einum »kanadiskum ríkis borgara« Gordon Lonsdale, sum i roynd og veru visti seg at era Konon Molodyj, oberstur i KGB og føddur i Ukrainu. Stutt eftir hetta buðu bretar sær til at skifta Lonsdale ella Molodyj, sum rætta navn hansara var, um við Wynne. Hetta skapti stóra gølu nógva staðni, ti einki var at ivast í, at »Lonsdale« var ein av teimum heilt stóru innan sovjet- isku trygdartænastuna — hví so skifta hann um við ein tilvildar- ligan og meinaleysan handils- mann? Men sagt varð, at hetta varð gjørt av menniskjansligum orsøkum og umskiftið fór fram í Eysturberlin í 1964. Tá hann kom heimaftur, segði Wynne seg vera heilavaskaðan og mátti vera á einum nerva- sjúkahúsi í fleiri mánaðir. Síðani skildist konan frá honum og í 1967 gav hann sjálvur eina bók út, sum hann kallaði >Maðurin úr Moskva<, har hann bart út segði seg hava verið njósnara og av teimum heilt stóru eisini, og sosialurin Nr. 47 — 28. juni 1975 at hann sjálvandi hevði sam- arbeitt við Penkovskij oberst! Bretska blaðið >The Times« hevði hesar viðmerkingar til bókina: >Nú fáa russar váttað tað, sum teir alla tíðina hava trúð og hildið um dupultspælið hjá vesturlendingum — um handilsmenn, blaðmenn, sendi- menn og ferðamenn í Sovjet- samveldinum.« Líkt kundi verið til, at framferð Wynnes er tað tápu- ligasta og ábyrgdarleysasta, sum nakrantíð er sæð í allari njósnaraseguni, men kanska okkurt hevur búð undir, sum menn enn einki vita um. Tað seinasta, sum frætt er frá honum, er, at hann sunnudagin 20. apríl 1969 rýmdi úr London í einum polskum ferðaflogfari, sum fór til Eysturberlin, og har hvarv hann. Lonsdale Tá bretsku myndugleikarnir í 1962 handtóku og avdúkaðu »Lonsdale«, var tað ikki bert hann, teir fingu fatur á, men eisini hinar seks limirnar av hansara njósnararingi: George Blake, William John Vassall, Harry Houghton og vinkonu hansara og hjúnini Kroger. inum. Brooke varð dømdur fyri njósning í 1963, men síðani tá hevur fleiri ferðir ljóðað, at Moskva skal vera hugað at skifta hann um við hjúnini Kroger. Átjan njósnarar fyri ein Stersta umskiftið av njósnarum, sum nakrantíð hevur verið, fór fram í juli mánaða 1968, tá ikki færri enn 18 vesturtýskir ríkis- borgarar vórðu skiftir um við ein einsamallan sovjetiskan stór- njósnara, Heinz Felfe. Umskift- ið fór fram við bygdina Herles- hausen á bilvegnum millum Herfelde og Eisenbach. Felfe varð í 1962 í Bonn demdur í 14 ára fongsul fyri njósning fyri Sovjetsamveldið, men sat bert fimm ár av hesi tíðini. Teir átjan týskararnir vóru fyri tað mesta studentar, sum russar hevdu handtikið, meðan teir lósu við ymiskar lærdar skúlar í Sovjetsamveld- inum — grundað á upplýsingar, sum Felfe hevði givið teimum. Sjálvur hevði Felfe undir krign- um verið uppi í Reichssicher- heitshauptamt hjá Heinrich Himmler og seinni í vesturtýsku trygdartænastuni = hjá von Gehlen, haðani hann læt sovjet- isku harrum sínum mangt loyndarmálið. Hvussu mikið Moskva helt um hann, fram- NATO í París, har tey' íðin høvdu avfotograferað øll tey loyniligu skjal, tey fingu hendur á — og tey vóru ikki fá — og síðani sent tey til Eysturtýsk- lands fjald í dukkum. Í 1966 eydnaðist fronsku trygdartænastuni at avdúka og handtaka bæði. Í heimi teirra Njósnarahjúnini Peter og Helen Kroger, avtikin í heimi teirra dygst við eina flogsteð, sum USA hevur í Onglandi funnu teir m. a. ein stuttbylgju- sendara, sum teir nú fóru at gera serstaka nýtslu av: teir hildu handtøkuna loyniliga so leingi sum til bar — i triggjar mánaðir — og nýttu hesa tíðina sendaran at senda skeivar upplýsingar til Eysturtýsklands við. Ikki fyrr Tass-fotomynd frá sakarmálinum í Moskva móti Wynne og Penkovskij. Wynne stendur aftan fyri skivuna undir lampunum, og ytst til hegru sæst Penkovskij, sum seinni varð deydadømdur og skotin. Men Wynne slapp við lívinum Kroger og konan — veruliga navn hansara sigst at vera Kohn ella Cohn hevdu ein lítlan bókahandil í London, men tey tykjast at hava verið næstan líka so nógv umhildin av sovjet- isku myndugleikunum sum »Lonsdale«, ti so títt og knapt tey og hinir nevndu limirnir av »Lonsdale-ringinum« vóru hand- tikin og dømd i tilsamans 200 ára fongsulsrevsing, handtóku sovjetisku myndugleikarnir ikki bert Greville Wynne, men eisini ein, sum tað tóktist, púra ósekan skúlalærara, Gerald Brooke, sum hevði verið so býttur at halda, at tú ekkaleysur kanst ferðast í Sovjetsamveld- gongur annars av, at teir vóru fúsir at lata heilar 18 manns fyri hann. »Dukku-njosnarin« Tað løgnasta umbýtið, sum higartil hevur verið, mundi vera i mai 1969, tá »dukkunjosn- arin«, »køtturin ur Sachsen«, Marianne Bammler, varð skift um vid tríggjar franskar njósn- arar, sum sótu fongslaðir í Eysturtýsklandi. Marianne Bammler og maður hennara tey eru bæði úr býnum Dresden — hevdu starv- ast á hevuðsmiðsteðini hjá enn tríggir mánaðir vóru um- lidnir, varnaðust eysturtýsku ella sovjetisku myndugleikarnir, tað sum hent var. Marianne varð dømd i 12, maður hennara í 18 ára fongsul — men so kemur tað sjåldsama: Tá fronsku myndugleikarnir gingu við til at skifta hana um, komst hetta av, sum alment varð frásagt, at hon fyri stuttum hevði átt barn í fongslinum. Barnið kom sostatt eisini at verða uppi í hesum umbýti. Men sjálv hevði hon síðani dómin í 1966 sitið í einum fongsli, meðan maður hennara hevði sitið í einum ødrum! | | | [I