Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-02, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 1975síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FÅ ad Áhugaverdur útgrevstur í Sørvågi Turisma — framleiðsla Í oddagrein blaðsins í dag verður skrivað um turismu: — Vit hava hesi árini gjørt mong tiltøk fyri at fremja framleiðslu av feroyskum tilvirkaðum verum. Og nú er fólkið komið at ferðast til okkara. SÍÐA 2 Ikki eitt sprek fyri skeyti Týpuhúsvirkið í Havn fingið nýggja skoytimaskinu. SÍÐA 4 Gott sjómans- skúlaár Av 34 næmingum stóðu allir uttan ein. SÍÐA 3 Livikor og sosialir trup- ulleikar í Grenlandi Lesið grein á SÍÐU 7 Mikudagin 2. juli 1975 — javnadur 48 årgangur brødralag — Leysasøla 1,50 kr. Donsk hernadarflogfør navigatiónsvenjingar við Føroyar Flogførini hava stød i Skotlandi og fingu loyvi til at gera venjingarnar frå myndugleikunum Månadagin seinnapartin sveim- aðu fýra hernadarjagaraflogfør tríggjar ferðir innyvir Havnina. Marinusteðin upplýsir, at jag- araflogførini vóru donsk og at hesi hava stød í Skotlandi. Talan var um eina navigationsvenjing við Feroyar. Myndugleikarnir hevdu givið loyvi til venjingina og alt gekk, sum tað átti. Jagaraflogferini flugu innan fyri tað loyvda markið, nevniliga oman fyri 6000 metra hædd, soleiðis sum lógin ásetur. Stór húsabygging í Fuglafirði Byggingin av trolvirkinum byrjar fyrsta dagin Stór húsabygging fer fram á Toftabønum í Fuglafirði í løtuni. Eini 10 hús eru í gerð, og nakað sama tal av húsum eru liðgu. Fuglafjarðar kommuna keypti fyri nøkrum árum síðani burtur av kongsjørdini í Tiftabønum og útstykkjaði 40 grundøkir til at sel Tað er á teimum grund- økjunum; at húsabyggingin fer fram. Tey fyrstu húsini á Tofta- bønum vóru liðug fyri tveimum, trimum árum síðani. Nýmótans trolvirki P/f Vónin við Olaf Olsen í 4 milj. kr. stórri Í tíðarskeiðinum januar— mei í ár hevur útflutningvirðið av fiskaverum verið umleið 4 milj. kr. størri enn sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu fimm mánaðirnar eru útflutt 16.477 tons fyri 127,1 milj. kr.ímóti 15.747 tonsum fyri 123,3 milj. kr. sama tíðarskeið í fjør. Fuglafirdi skal byggja stort trol- virki i bygdini. I løtuni verdur ruddað burtur av økinum, har virkið skal byggjast, og komm- unan skal gera planeringsarb- eiðið. Tað byrjar fyrsta dagin. Nýggja trolvirkið skal byggjast heiman fyri bryggjuna og skal verða utgjørt við m.a. einum brunni til at royna trolini í. Virkið skal byggjast í tveimum hæddum. Bert eitt ella tvey so nútímans trolvirkir eru í Norð- anlondum frammanundan. P/f Vónin hevur, síðani virkið fór at framleiða trol, havt ringar arb- eiðsumsteður. Teir leigaðu seg fyrst inn hjá Sigurð Simonsen, men har gjørdist ov trongt beinanvegin, og nú halda teir til í fleiri plássum í bygdini. Bryggjan útbygd Bryggjan í Fuglafirði verður nú útbygd. Hon skal leingjast til 140 metrar, og teir eru nú farnir at stoypa dekkið í. 12 mans arbeiða uppá bryggjuna. Ólavur Halgi er undir Íslandi og verður væntandi aftur seinnapartin í vikuni. Fimm tróð“ átar eru í Fuglafirði, men hesa vikuna hevur verið smáligt til fisk. 100 ár í dag Í dag verður elsta fólkið í Føroyum 100 ár. Tað er Frederikka Sigvardsen við Gjógv. Drikka á Flotti, sum hon vanliga verður rópt, kom til Gjáar úr Funningi at tæna 16 ára gomul, har hon er barnfødd. Í 1899 giftist hon við Petur Jákup Sigvardsen, sum í sínari tíð var ein av teimum kendu skiparunum í Føroyum, og sum førdi skip í næstan 20 år. Seinasta árið, hann førdi skip, var í 1916. So fór hann at sigla við synunum frá fyrru giftini, Kristiani og Axeli, sum báðir førdu skip. Hann var við Kristinu í 1920, sum Axel fárdi, og sum gekk burtur sama árið. Frederikka og Petur Jákup fingu seks børn. Katrina, Jákup Martin, sum fórst við Kristinu, Karl Jákup, Jóannes, Suffía og Petur, sum gekk burtur í Grønlandi í 1958. Frederikka býr framvegis í heimi sínum á Flotti við Gjógv saman við soninum Jóannes og dóttrini Suffíu, sum gjørdist einkja í 1935, og har heldur hon eisini 100 ára fødingar- dagin. Seinasta fólkið í Føroyum, sum náddi líka høgan aldur sum Drikka, var Karin Louisa Jacobsen á Selatræð. Hon fylti 100 ár 25. august 1963. seinastuni, landa nú aftur Allir idnadarbåtarnir, sum Fugalfirði. plaga at landa í Fuglafirði, og sum hava landað í Danmark í í