Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 susialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn | vevari: Foroya Javnaðarflokkur Lidstjorn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), tell. 56411 Johnsigurd Johånnesen, telf. 13242 Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Turisma — framleiðsla NÚ FERÐAST fólk um nesini ... tekur skald- ið til í eini teirri vakrastu yrkingunum vit hava um hesa árstíðina, ferðingatíðina, fólkafundar- tidina. Nú ferðast fólk bæði um nesini, um høvini, gjøgnum luftina, millum fjalla sveima akferini. HER HJÁ okkum er neyvan hugsað nógmikið um, hvussuleiðis fór at verða, um so var at sterri tal av ferðafólki kom uttanifrá fyri at læra landið at kenna. Men vit hava fingið ein ferðil av hesum, ti nú ferðast væl meiri av fremmandafólki til Føroya enn nakrantið áður. Teir nýggju møguleikarnir at kunna hava bilin við sær, bæði við m/s England og m/s Smyrli hava veruliga opnað møguleikar, sum ikki varð hugsað stórvegis um áður. TAÐ ER VÆL rætt, at vit eiga ikki at fáa ferðafólk til Føroya fyri einhvønn pris, vit hava heldur ikki gistingarhúsini til tess, men í ein mun eiga vit tó at gera viðurskiftini og møgu- leikarnar soleiðis, at ferðafólk kann koma henda vegin, stuðla teimum so tey kenna seg væl í landinum, hava hug at koma aftur, nøra åhugan fyri ti, sum framleitt verdur i Føroyum. VIT HAVA HESI arini gjørt mong tiltøk fyri at fremja framleidslu av føroyskum tilvirk- aðum verum. Og nú er fólkið komið at ferðast til okkara. Nú ber til at geva teimum sterri kunnleika eisini um framleiðslu okkara, at tey kunnu veruliga kenna, at dygd er í føroyskum fiskaverum t.d. FØROYAR ERU IKKI landið, har tú bjóðar fólki at koma fyri at búgva í tjaldbúðum, meðan tey eru her. Mong av teimum húsunum kring í landinum, sum standa tóm, óbrúkt, kundu verið gjørd í sovorðnan stand, at vit í summarmánaðunum høvdu ein frålikan møgu- leika at givið fremmandafólki høvi til at komið til landið, ikki í stríðum streymum við lyftum um alt meguligt gott og kostnaðarlítið, men somikið av vitan, at tey, sum høvdu hug at kenna Føroyar, fingu eina ferð, sum gjørdist minnisverd og ein ektur meguleiki fyri at foroysk framleiðsla gjørdist meiri kend av út- lendingum, tað er vissuliga tervur fyri tí. Spinnið í Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja oll sløg av foroyskum tógvi. TØTINGARVIRKID v/Olavur Gregersen — tlf. 20i Gøtu sosialurin dagbókin Guðstænasta Komandi sunnudag verður guðstænasta í Havnar kirkju har P. M. Rasmussen prestur prædikar. Prestainnsetan Komandi sunnudag verður Johan Weihe innsettur sum sóknarprestur við Tveroyrar kirkju av Ejvind Vilhelm varabispi. Missiónshúsið við Landavegin Metið í kveld kl. 20.00. Evangeliihúsið Í kveld kl. 21.00 meti í Vest- manna. Aftaná verður metið inni. Telefonandaktin: Tele- fon 12266 (talari Markus Agnes). Filadelfia Telefonandaktin svarar alt samdøgrid á telefon 14880. Læknaprogv August Gabriel Wang, Kald- bak, hevur tikið læknaprógv i Keypmannahavn. Hægri handilsprógv A Niels Brocks handilsskúla hevur Carl Aug. Arge, Tórs- havn tikið prógv í Hægri Handelseksamen. HH-prógv Eydna Hansen, Tórshavn, hevur í Nykøbing (Falster) lokið HH prógv. Læraraprógv A Haslev seminarium hevur Adelbjørg Jacobsen úr Sand- vík tikið prógv sum lærari. Norðaldan siglir heim av línuveiðu við New Foundland. Navnabroytan Tórgerð og Frede, Kalsvík, Anny og Kåre, Holstebro, Lisbeth, Tórshavn, Kristen Petur og Jógvan, Klaksvík, ið fyrr hava havt eftirnavnið: Ullmann Knudsen, hava fing- ið felags eftirnavnaskifti til Ullmann. Arnljót Joensen, Skopun, hevur fingið loyvi til at bera eftirnavnið Tungá. Navna- broytingin umfatar eisini: Jógvan Finnur, Strendur, Johan Jakob og Gullbrandur Martin Joensen úr Skopun. sostalurin telf. 11820 Nr. 48 — 2. juli 1975 KUNNGERD Eygnalækni Asbjørn Tønjum hevur vidtalu å Landssjúkrahúsinum (Tórshavn tlf. 13540) frá månadegi 21/7 til og vid friggjadag 25/7 og frå friggjadegi 1/8 til og vid tysdag 19/8 1975 og å Suduroyar Sjúkrahúsi (Tvøroyri, tlf. 71133) frá månadegi 28/7 til og vid mikudag 30/7 1975. Sjúklingarnir mugu sjålvir ringja frammanundan til sjúkra- húsini og biðja um tíð. Tað verður bert tikið ímóti sjúklingum, ið hava ávísing frá lækna sínum, børn frá skúlalæknanum. Eygnalæknin er settur við rætti til privatkonsultatión, t.v.s. at sjúklingarnir mugu gjalda fyri viðtaluna til læknan sjálvan og ikki sum vant í >Leiðbeining<. Ein partur av útreiðslunum verður afturgoldin av sjúkrakassanum. MASKINARBEIÐARA-FAKLÆRARITIL Tekniskan skúla Maður við hollum praktiskum og teoretiskum kunnleika innan fyri maskintekniska ekið sekist sum faklærari fyri maskin- arbeiðaralærlingar, og tað vil vera ein fyrimunur, men eingin treyt, at maðurin hevur undirvist áður. Setanin av starvinum er treytað av góðkenning frá kenslu- málaráðnum. Årslønin, ið svarar til lønrammu 13, skalastig 18, og sum verður pristalsvidgjørd 1. apríl og 1. oktober, er í dag kr. 72.357,84. Royndartíðin er vanliga 2 ár, og starvið hevur eftirlønarskipan. Starvsmaðurin má ikki hava annað arbeiði frammihjå. Arbeiðið byrjar 1. september ella í seinasta lagi 1. oktober í ár, og må umsøkjarin verða til reiðar at luttaka í pædagog- iskum og fakligum skeiðum. Skrivlig umsókn verður í seinasta lagi 4. august 1975 at senda til Stýrið fyri Tekniska skúlan í Tórshavn TORSGØTA 21 - 3800 TORSHAVN Lysid i sosialinum Sambært løgtingslog nr. 15 frå 5. mai 1975 eru hesir avrokningarprisir (t. e. prísuppgerð millum ráfiskakeyparar og råfiskagrunnin) åsettir fyri fyrstafloks fullblóðgaðan fisk, sum avreiddur verður av føroyskum førum, galdandi fyri tíðarskeiðið 29. juni til 12. juli 1975: Toskur yvir 70 cm 1A 2,17 — 70cm1B 1,41 44—70cm 1A 1,45 44—70cm 1B 0,90 0,00 yvir40cm 1A 1,40 — 40cm1B 0,92 undir 40 cm 0,00 yvir 52 cm 0,43 undir 52 cm 0,43 1,64 yvir 75 cm 0,54 undir 75 cm 0,54 Kongafiskur 0,00 Steinbítur 0,90 Havtaska.. 1,37 Hvítingur 0,49 Blálonga 1,48 7,03 7,03 7,03 0,91 yvir 300 g 0,98 — 300g 1,55 Tórshavn, hin 28. juni 1975 NEYNDIN FYRI RÁFISKAGRUNNIN