mikudagur 2. juli 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 2. juli 1975
sosialurin
Gott skúlaár á Sjómans-
skúlanum — allir uttan
ein stóðu royndina
Í fjor vóru tað 15 næmingar, sum eingi prógv
fingu. Av teimum vóru tað 14, sum fingu prógv í
ár, sigur skúlastjórin, Poul Jóhs. Johansen
Tilsamans 45 skipsførarar, stýri-
menn og fiskiskiparar vóru til
pråvtøku á Føroya Sjómans-
skúla í ár, og av teimum stóðu
33 royndina. Í fjør vóru til hesar
somu próvtekur 55 próvtakarar,
og av teimum stóðu 40 royndina.
— So samanborið við próv-
tøkuna í fjør summar, so hevur
tað gingið heilt væl, segði Poul
Jóhs. Johansen, stjóri á Føroya
Sjómansskúla, í reðu sínari á
samkomuni fyri teimum nýggju
navigaterunum seinasta friggja-
dag.
Av teimum tilsamans 33, sum
stóðu royndina hesaferð, eru 8
nýggir skipsførarar, 9 styrimenn
og 16 fiskiskiparar. Umframt
fingu 7 aðrir fiskiskiparar, sum
hava gingið á Klaksvíkar Sjó-
mansskúla, eisini prógv. 9
næmingar vóru uppi til próv-
teku til 2. stýrimansklassa, og
av teimum stóðu 6 royndina.
Fallið stórt í fjør
Poul Jóhs. Johansen upplýsti í
reðu sínari, at úrslitið i fjør var
munandi verri enn í fjør. Av 21
stýrimonnum, sum tá vórðu
innstillaðir, stóðu bert 11, so
mannafallið var stórt, 47,6 pst.,
og av 27 innstillaðum fiski-
skiparum vóru tað fimm, sum
ikki stóðu royndina, ella 18,5
pst.
Skúlastjórin upplýsti eisini, at
teir 15, sum ikki stóðu roynd-
irnar í fjør, allir uttan ein hava
fingið prógv i ár. Tann eini gavst
og kom ikki aftur.
Næmingar á bíðilista
Poul Jóhs. Johansen segði, at
tilgongdin til sjófartsskúlar í
Danmark er vorðin so stór nú, at
næmingar standa á bíðilista.
— Hetta er broyting til tað
betra. Tað førir við sær, at tað
verða nógv sjófólk, og at okkara
sjófólk kann verða avloyst rætt-
stundis. Samstundis verður tað
lættari hjá sjómanninum at
kunna leggja sínar feriur til
rættis. Ti tað kemst ikki uttan
um, at tað er eitt stórt minus, at
sjómaðurin ikki veit framman-
undan við vissu, nær hann fær
feriu, og ikki veit um tað
eydnast reiðaranum at finna
nakran avloysara til tíðina, segði
Poul Jóhs. Johansen.
Eydnan
Skúlastjórin nam í reðu sínari
eisini við spurningin um skúla-
eydnu. Hann segði:
— Statistikkurin vísir, at tey
Skipsferarar og stýrimenn
heldigu oftast eru fólk, sum
hava arbeitt og stríðst fyri tað.
Poul Jóhs. Johansen, sjómansskúlastjóri, handar Jens Fugle
skrivimaskinu frá Feroya Fiskaselu sum virðislen fyri gott prógv
Tey eru ikki komin sovandi til
sítt held, tað góða starvið
o. s. fr. Vit lærarar vita, at tað
arbeiðið, ta ílogu, tað strev, sum
næmingarnir leggja í. Vit lærar-
ar vita, at úrslitið av próv-
tøkuni her í skúlanum er oftast
proportianalt við tað arbeiðið, ta
iløgu, tað strev, sum næming-
arnir leggja í arbeið sítt, segði
Poul Jóhs. Johansen m. a. í reðu
sínari.
Leggja frá sær
Tveir lærarar á Føroya Sjó-
mansskúla meta ikki aftur, tá
nýggju skeiðini á skúlanum
byrja fyrst í august. Teir eru
Jóhan Samuelsen og Marius Jo-
hannesen, báðir úr Havn. Jóhan
Samuelsen hevur verið lærari á
Sjómansskúlanum síðani 1929
og Marius Johannesen síðani
1971. Teir leggja báðir frá sær
vegna aldur.
Næmingarnir
Hesir fingu prógv fríggjadagin:
Stýrimenn:
Símun Friðrik Hansen,
Svinoy
Ámund Danielsen,
Klaksvík
Djóni Weihe,
Tórshavn
Jógvan Sjúrði Kjølbro,
Klaksvík
Jógvan Martin Joensen,
Oyndarfjørdur
Jógvan Garðshorn Mikkelsen,
Tórshavn
Andru Elias Olsen,
Húsavík
Kaj Arnbjørn Borgarlíð,
Tórshavn
Fiskiskiparar
Síða 3
þá
Næmingar takka Jóhan Samuelsen, lærara, fyri gott skúlaár. Hann
leggur nú frá sær, eftir at hava verið sjómansskúlalærari síðani 1929
Manbjørn Martinsson Olsen,
Søldarfjøråur
Hesir fingu premiu:
Jógvan Garðshorn Mikkelsen,
reisiskrivimaskinu frá reiðarin-
um J. Lauritzen
Arnbjørn Borgarlíð, silvur-
manchettknappar frá Dansk
Styrmandsforening
Manbjern Olsen, Parker fylli-
pennasett frá reiðarinum A.P.
Møller
Andru Olsen, 500 kr. frå
reidarinum ØK. Gåvan er treyt-
að av, at tann, ið fær hana,
heldur fram at lesa til skips-
forara.
Skipsførarar:
Dåvur Joensen,
Klaksvik
Mads Karlo Meyer Johannesen,
Tórshavn
Eirikur Joensen,
Tórshavn
Elmar Holm,
Tveroyri
Thomas Marne Sigurðson,
Klaksvík
Arni Ellind Danielsen,
Tveroyri
Framhald á síðu 6
Á
ir