leygardagur 5. juli 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
vor
TT Ur
Sida 2
sosialurin
s0stalurin telf, I 1820, box 76, 3800 Tórshavn
Uteevari: Foroya Javnaðarflokkur
Astjórn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), tell 56111
Johnsigurd Johannesen, telf. 1324
(sur og
púáste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar
Blað í vokstri
EITT ÁR OG reiðiliga tað er nú liðið, síðani
prentsmiðja blaðsins varð nútímansgjerd og
umlegd til offsett.
UM SOMU TÍÐ fekk blaðið eisini nýggja
útsjónd og nýggja uppseting, eins og vit tá
settu okkum fyri at útgeva 20 ímóti áður 12
síður um vikuna.
VIT KUNNU TAKA undir við, at øll byrjan er
trupul, tí soleiðis hevur eisini verið hjá okkum,
tó at vit nú kunnu siga, at vunnið er á ollum
byrjanartrupulleikum, og at blaðútgávan er
komin í rættiliga trygga legu.
UPPLAGSTALIÐ HJÁ blaðnum hevur ong-
antid verið rættiliga stórt, men í seinastuni
hevur verið talan um rættiliga framgongd —
bæði viðvíkjandi haldarum og ikki minst við-
víkjandi leysasølu, har fleiri bladsølur hava
vaksið um talið av blødum við heilt upp til 100
prosentum eftir heilt stuttari tid.
VIT VILJA TAKKA okkara trúgvu lesara-
fjøld, sum í teimum torføru tidunum, ta blaðið
var lítið — og orsakað av maskintrupulleikum
mangan kom óregluliga — kortini sýndu tol og
stóðu við sum haldarar ella keyparar.
TAÐ ER OKKARA vón, at vit alsamt kunna
gera blaðið betri, fjølbroyttari og meira áhuga-
vert, og fara vit at heita á lesarar okkara um
eisini at stuðla blaðnum við tilfari. Her hugsa
vit um, at lesarar kunna gera vart við ella
senda blaðnum tilfar, tað veri seg lesarabrøv
ella annað.
UM LESARAR ERU vitandi um eitthvert,
sum kundi verið áhugavert blaðtilfar, hevði tað
verið góð hjálp fyri blaðið, um tað fekk eitt
varskó, soleiðis at ein av blaðmonnum blaðsins
kundi farið á staðið ella á annan hátt fingið
blaðtilfar burturúr.
LESARAR ERU EISINI vælkomnir at ringja
okkum tíðindir, at siga okkum frá brúdleypum,
fødingardøgum og ødrum merkisdøgum, og
sjålvandi eru vit eisini fegnir um tey lesara-
brøvini, sum send verda bladnum, og ynskja
bert, at tey vóru fleiri.
EISINI HEVDI TAÐ verið gott, um lesarar
komu við atfinningum ella søgdu sína hugsan
um blaðið og meguliga komu við nýggjum
hugskotum. Vit eru av teirri áskoðan, at eitt
gott, fjølbroytt og áhugavert blað fæst best við
dyggari samvinnu millum blaðið sjálvt og
lesarar tess.
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
P. M. Rasmussen í Havn,
Torkil Beder í Fuglafirði, J.
Follend í Rituvík kl. 11 og á
Glyvrum kl. 18. Alatrgangur
í báðum kirkjum. 8. J.
Joensen á Viðareiði kl. 11 og í
Hvannasundi kl. 19. J.
Magnussen í Klaksvík kl. 11
og í Árnafirði kl. 19.
Filadelfia
Telefonandakt alt samdegrið
á telf. 14880.
Evangeliihúsið
Telefonandaktin alt sam-
dogrið á telf. 12266. Talar:
Markus Agnes.
Fødingardagur
Sunnudagin verður Alexand-
er Abrahamsen, kavari, 65
ár.
Lærarastarv
Jens Petur Gaard er settur
sum lærari við Eysturskúlan
í Havn frá 1. august.
Á laksaveiðu
Bakur er komin til Grenlands
á laksaveiðu.
Varmakeldustevna
Varmakeldustevna verður í
Fuglafirði um vikuskiftid.
Har verða ítróttarkappingar
og annað. Kappróðurin verð-
ur sunnudagin kl. 15.
Nr. 49 — 5. juli 1975
Frem og tilbage
er ligelangt
Hevur ein sera góðar stundir og
sera góðan hug at lesa alt, sum
upp á prent kemur, og uttan
umhugsni pløgir seg igjøgnum
orðatilfarið i Dimmalætting, so
er tad ikki so heilt eigasørt, at tu
eftirhondini fert at hugsa teg um
og spyr teg sjålvan, jamen hvat
var nú hatta, teir skriva i dag —
tí herfyri helt eg meg lesa nakað,
sum var beint tverturímóti ti,
sum teir í dag skriva.
Og soleiðis er tað heldur ikki
so legið, at ein og annar spyr seg
sjálvan, tí sum maður tók til
herfyri, tað var sum at taka
Fjúrtanda upp í hondina fyri ári
síðani, nú eg taki Dimma-
lætting.
At Dimmalætting brúkar ein-
hvenn tjansin til at blæsa í
lúður, tá okkurt er áfatt, sum
bendir á ta leið, at javnaðar-
flokkar hava havt okkurt bak-
kastið ella okkurt óheppið
bragdið, undrar ikki okkum.
Men so átti helst at verið eitt
lítið vet av skili í.
Týsdagin er tað Wilson og
bretski arbeiðaraflokkurin, sum
fær skoluna, tí teir hava ikki
hildið eina lika so óhepna figgj-
arliga kós sum konservativi
flokkurin, tá hann seinast sat
við ræðið, ti hann dugdi ikki at
fáa tamarhald á inflasjóns-
vekstrinum.
Lósu vit herfyri um viður-
skiftini í Danmark, ja so var tað
danski javnaðarflokkurin, sum
fekk lisið og páskrivað, tí hann
syrgdi ikki fyri, at læraralønirn-
ar i Føroyum vóru upp á prikkin
sum í Danmark, uttan mun til
lonarlagið annars í Føroyum,
uttan mun til fiskaprisin og inn-
tøkumøguleikarnar hjá føroysk-
um fiskimonnum, og bara ti at
Dimmalætting situr á and-
stødubonkinum og grenjar og
kann brúka sama knarralag,
sum maðurin tók til herfyri, sum
Fjúrtandi fyri ári síðani, hava
mjølid í munninum og blæsa, alt
í senn?
Okkum kann tað sjálvsagt
vera tað sama, um Sambands-
láturverjan skrivar so ella so,
tað sum best nú fellur í krammið
í letuni, men í øllum føri gevur
hetta ikki bara okkum, men
øllum Føroya fólki eina týðuliga
mynd av tilvildarligu politisku
upp og niður og niður og upp
tíðaralduna í Sambandsflokk-
inum uttan mið, uttan mál.
Tað kundi sæð út sum um
endamálið við allari hesari Sam-
bandsskrivingini einans er:
Frem og tilbager er lige langt —
Vit hava altíð á goymslu
alt tilfar til
dEmiCK (63
TIf. 11071 - Tórshavn
— eg havi
lisið tað
[/
blikksmid
sanitet
hitaverk
ventilation
Verdur sent
um alt
landið
sosialinum
sjálvandi!!