Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Síða 3 Nr. 49 — 5. juli 1975 Størsti tørvurin á maskinarbeiðarum og elektrikarum Lærlingatalið i Føroyum fer næstu árini at liggja um 120 hvert árið, sigur ein nevnd Skúlaheimið í Marknagili í Havn, sum skal standa liðugt 1. august Nevndin, sum seinasta lands- stýrið setti til at kanna vinnu- lívsútbúgvingina í Feroyum, metir lærlingatalið í Feroyum næstu árini fer at vera um 120 hvert árið. Í álitinum sigur nevndin, at tey seinastu árini hava lærlingar innan maskin-, snikkara- og timburfakið úr Norðoyggjum og Eysturoynni gingið á skúla í Klaksvík, og hon heldur, at hetta man vera grundin til, at næmingatalið har er vaksið úr 67 fyri fýra árum síðani til 117 næstseinasta vetur. Í Havn er næmingatalið minkað. Fyri fimm árum síðani gingu 482 næmingar á skúl- anum, men tað var minkað til 832 í 1972. Fleiri automekanikarar Nevndin sigur, at tiltongdin til automekanikarafakið hevur ver- ið misjøvn, men væntandi fer hetta tal at vaksa, tí bilarnir og motorsúklurnar gerast fleiri, og veganetið verður útbygt. Sum demi vísir nevndin á ta nógvu byggingina í Havnini í tryssunum, sum førdi til, at stór tilgongd var av lærlingum innan byggifakini. Tey flestu stør- arbeiðini eru nú liðug, og nevndin roknar ikki við, at lærl- ingarnir innan hetta fak fara at gerast fleiri. Tó verður mett, at hampuliga stór tilgongd verður til elektr- ikarafakið, m.a. av ti at fólk keypir ein hóp av el-tólum. i» ae ALA get + Fm Pat? - » A = > tl ht x —- > | mr ” Tørvur å maskinarbeidarum Utbyggingin av fiskiflotanum fer helst at føra vid sær, at tørvur verdur å maskinarbeid- arum til umvælingar, sigur nevndin. Skipsbyggjarar, hår- fríðkanarfólk og bakarar ganga eisini á teimum teknisku skúl- unum, men tað verður ikki roknað við vaksandi tilgongd av lærlingum innan hesi fakini. Nevndin sigur, at sum er fara nógv fólk til Danmarkar at læra, ti tey kunnu ikki fáa undir- vísing á teknisku skúlunum. Urmakarar, optikkarar, prent- arar, kemigrafar, seglmakarar, múrarar, radiomekanikarar og bókbindarar ganga allir á skúla í Danmark. Nevndin mælir til, at teir teknisku skúlarnir skulu hava undirvising fyri hesar lærlingar: bilmekanikarar (15 næmingar árliga), blikksláarar (5 næmingar), málarar (5), snikkarar (15), elektrikarar (15) og maskinarbeiðarar (15 næm- ingar árliga). Eisini heldur nevndin, at skúlarnir eisini eiga at hava undirvising fyri skipsbyggjarar fyri at fáa fólk til skipabyggi- idnadin. Somuleidis ynskja teir undirvising fyri radiomekanik- arar til umvælingar av teirri teknisku útgerðini umborð á teimum mongu nýggju skip- unum og til sjónvarpið. Skúlar og skúlaheim fyri 24 milj. kr. Av teimum tilsamans 120 lærl- ingunum verður roknað við, at 75 fara at ganga á skúla í Havn og 45 í Klaksvík árliga. Nevndin hevur eisini gjert eina meting um, hvussu stórt skúlapláss er neyðugt, og hvussu nógv skúlarnir koma at kosta og sigur, at skúlin í Havn fer at kosta um 8,3 milj. kr. og tann í Klaksvík 4,8 milj. kr. Bæði í Havn og í Klaksvík standa skúlaheim í gerð, og heimið í Havn skal verða liðugt til 1. august. Tað verður bygt í Marknagili og skal hava 96 'seingjarpláss. Heimið kostar 6,7 milj. kr. Skúlaheimið í Klaksvík skal hava 44 seingjarpláss og kostar 3,7 milj. kr. Nevndin, sum hevur kannað vinnulívsútbúgvingina í Fer- oyum, hevur mett, at byggingin av tveimum tekniskum skúlum og tveimum skúlaheimum eftir dagsprisum fer at kosta um 24 milj. kr. Kann spara miljónir Fyrr í ár undirskrivaðu um- boðsmenn fyri tekniska skúlan í Havn, Feroya Maskinskúla og Føroya Handilsskúla eina avtalu fyri allar tríggjar skúlarnar, har partarnir siga seg vera samdar um at skipa fyri, at tann mest neyðuga skulabyggingin stend- ur klår til briks i seinasta lagi 1. august næsta år. I avtal- uni siga partarnir seg eisini at vera samdar um at samarbeida mest møguligt å øllum økjum, tad veri seg fyrisitingarliga, vid lærarum, undirvisingarliga og millum næmingarnar og bú- stadarliga. Heðin Samuelsen, stjóri fyri Handilsskúlan, segði eftir undir- skrivingina, at tað við hesum tiltaki kunnu sparast miljónir. kommununýtt Ongin neysta- bygging á Tronganum fyribils Á almennum býráðsfundi í Klaksvík seinasta týskveld varð samtykt ikki at geva loyvi til neystabygging á økinum frá Tronganum i Haraldsundi og suðureftir fyrrenn ein heildarætlan er gjørd fyri hetta akið. Tað var havnanevndin, sum legði fram tilmæli frá landsverk- frødinginum í hesum máli. Landsverkfreðingurin mælti til, at ikki geva loyvi til neystabygging fyrrenn ein heildarætlan er gjørd í sam- band við gerð av byrging um Haraldsund. Klaksvíkar róðra- felag oki til neyt og felagshús Havnanevndin kom við ein- um tilmæli um at lata Klaksvíkar Róðrarfelag eitt oki á Biskupstød, sunnan fyri bátahavnirnar, til at byggja neyst og felagshús á. Av tí at ognarviðurskiftini ikki eru greið enn, samtykti býráðið at beina málið aftur í havna- nevndina. Klaksvíkar kommuna tekur upp lán 1,4 millj. kr. Eftir tilmæli frá figgjar- nevndini samtykti býráðið at taka upp 1,4 milj. kr. í láni frá Danmarks Kredit-foren- ing. Upplýst varð á fund- inum, at effektiva rentan liggur millum 12 og 13 pst. Lánið verður pantað við læknahúsunum í Lítlubrekku og skúlanum við Osånna. Skotið varð upp, at pening- urin verður nýttur soleiðis: Læknahús 240 tús. kr., tannlæknaklinikk kr. 300 tús. kr. relieff kr. 200 tús. kr. svimjihell 600 tús. kr. og skúlagarður 100 tús. kr. Musikkskúli í Klaksvík Býráðið samtykti uppskotið frá figgjarnevndini um at seta 30 tús. kr. av til musik- skúla í Klakksvík. Av tí at ongin peningur er avsettur á figgjarætlanini til hetta enda- mál, mælti nevndin til at hesin peningur verður tikin av skúlakontoini ella av lán- inum til skúlan við Øsánna. Kommunan skal keypa 3000 tons av oljugrúsi Eitt tilmæli frá figgjarnevnd- ini um at keypa tvær skips- lastir av oljugrúsi — 3000 tons — frá Feroya Veg- tekniska felag, var samtykt, Oljugrúsið skal nýtast til at beta um asfaltvegir og til ný- asfaltering av vegum. Lysingarrød i arbeidinum at halda býin reinan Ein tilráðing frá mentunar- nevndini um at játta pening av renovatiónskonto býráðs- ins til eina lýsingarreð, sum eitt lið í arbeiðinum at halda býin reinan, var samtykt. Í sambandi við lysingarrødina ætlar nevndin skiftivís at brúka øll tey uppskot, sum fingu virdisløn í samband við kappingina um býarmerki. eldri børn í Klaksvík ókeypis tannrøkt Eitt uppskot frá býráðslim- unum Jógvan lsaksen og Kára Kjeldnes um at veita eldru skúlabernum (frá sjeynda upp í 10 skúlaár) varð einmælt samtykt. Upp- skotið hevur verið til við- gerðar í figgjarnevndini og fekk fulla undirtøku. Higar- til hevur tað verið soleiðis, at bern frá 1. til 7. skúlaári fáa ókeypis tannrekt, meðan tey á framhaldsdeildunum ikki fáa slíka. Klaksvíkar kommuna er hin fyrsta kommuna í landin- um, sum hevur broytt hesa skipan. Parkeringspláss nið- anfyri kirkjuna Eitt tilmæli frá ferðslunevnd- ini um at nevndin fær heimild til at taka upp samráðingar við kirkjuráðið um at fáa ein geira burtur av økinum kring kirkjuna til parkeringspláss var samtykt. Ætlanin er at nýta einar tvær metrar inn frá vegnum til parkerings- pláss. Tørvur å gøtunøvnum Ferðslunevndin hevur biðið býráðið um heimild til at biðja um uppskot um getu- nevn til fleiri getur, sum hava ikki fingið nevn enn. Býráðið samtykti at geva ferðslunevndini heimild til at taka upp henda spurning í samráð við getunavnanevnd- ina. Yvirtøka av bónda- húsunum í Depli Klaksvíkar býráð hevur fing- ið skriv frá landsstýrinum um, at kommunan skal yvir- taka bóndahúsini í Depli. Figgjarnevndin hevur mælt til at svara landsstýrinum aftur, at meðan býráðið undanfarnu ár hevur veitt Norðoya fornminnissavni figgjarligan stuðul, er ongin peningur avsettur á figgjar- ætlan býráðsins í ár til hetta. endamál, men vil býráðið við vælvild taka spurningin upp- aftur til viðgerðar, tá figgjar- ætlanin fyri 1976/77 verður logd.