Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin ILL 55555555 hi mæræzz5=5==em—m—=z eee e="--"o Nr. 49 — 5. juli 1975 113 heimahjålparar við 210 pleygum virka nu um alt landið Tá heimahjálpin byrjaði í oktober 1973 vóru 32 heimahjálparar í arbeiði Tilsamans 113 heimahjálparar virka nú um alt landið, og hava tær tilsamans 210 pleygur. Flestu heimahjálpararnir arbeiða í teimum stóru plássunum, sum t.d. Havnini, á Tvgroyri og í Gøtu. Í Havnini eru 22 heimahjálp- arar, sum tilsamans hava 51 pleygur. Í Getu eru 17 heima- hjálparar, sum hava 27 pleygur, á Tveroyri 14 heimahjálparar 21 pleygur, Vestmanna 11 heima- hjálparar 16 pleygur, í Vágum 6 heimahjálparar — 17 pleygur, heima á Sandi 6 heimahjálparar 7 pleygur, í Leirvík 11 heimahjálparar 21 pleygur, og í Vági eru 12 heimahjálparar, sum hava 21 pleygur. Á Eiði eru tveir heimahjálp- arar og triggjar pleygur, i Nólsoy ein heimahjålp og ein pleyga, og å Kirkju, Vidareidi og i Svinoy er ein heimahjålpari og ein pleyga i hvørjari bygdini. Nýggjur leiðari Heimahjálpin fekk nýggjan leið- ara um ársskifitið. Tað var Sonja á Argjaboða, sum tók við eftir Onnu Jergensen, ið var heimahjálpari í gott ár. Heima- hjálpin byrjaði at virka í oktober 1973, og tá vóru 32 heimahjálp- arar í ollum landinum. Í Skúvoy og Mykinesi er eingin heimahjálp farin at at virka enn. Uppgávan hjá heimahjálpini er at gera tað dagliga arbeiðið vaska børnum, beta klæðir, vera um bern og sjúk. Heimahjálpin skal hjálpa teimum gomlu við ollum húsligum arbeiði, sum tey sjálvi ikki eru fer fyri at gera, so sum heimið ynskir hetta gjort. Somuleiðis skal heimahjálpin eftir umsteðunum hjálpa við persónligum tørvi, sum t.d. við at lata úr og í, heilsurøkt (rein- føri), fótarekt og ødrum. framlagdur fyri allar útreiðslur. Eisini má hon halda seg til arbeiðstíðina og ikki fara út um tímatalið, sum er ásett til hvort heimið. Ein treyt fyri at virka sum heimahjålpari er ikki at taka ímóti ella lata gávur ella aðrar samsýningar til heimini, og lutir eiga hvorki at verða keyptir ella seldir frá ella til pensjonistarnar. Undir ongum umsteðum skal peningur lænast úr heiminum, og heimahjálpin hevur tangar- skyldu. Mest eldri kvinnur Sonja á Argjaboða sigur, at eingin beinleiðis útbúgving krevst til fyri at vera heima- hjálpari í Feroyum, og heima- hjálpin hevur fyri tað mesta eldri kvinnur í arbeiði. Tær eru um 30 ár og eldri. Í fjor varð skipað fyri einum skeiði fyri heimahjálparar á Háskúlanum í Havn, og á tí skeiðinum luttóku 40 heima- hjálparar. Í september verður Luttakararnir á skeiðinum fyri heimahjálparar, sum varð hildið á Háskúlanum í fjør hjá einari húsmóður í heim- inum. T.d. vanliga reingerð, fara til handils o.a., mátgera, Heimahjálpin eigur at vera so sparin sum gjørligt, og någreini- ligur roknskapur skal verda eisini eitt skeid fyri heimahjålp- arar hildið við Air, og til tað skeiðið hava 36 av teimum, sum - Anna Jergensen, sum var heimahjálparleiðari til 1. januar í ár luttóku á seinasta skeiðinum, higartil boðað frá luttøku. — Hetta sigur eitt sindur um áhugan, sigur Sonja á Argja- boða. Eitt heimahjálparaskeið verður so aftur á Háskúlanum í Havn fyrst í næsta ári. Á skeiðinum í fjør luttók eisini konsulenturin hjá teirri donsku heimahjálpini, men annars vóru føroyskir lærarar. Á skeiðinum í fjør luttók eisini konsulenturin hjá teirri donsku heimahjálpini, men annars vóru føroyskir lærarar. Lenin Lenin hjá heimahjálparunum er 10 pst. hægri enn arbeiðskvinn- ulønin. Heimahjálparin fær 30,72 um tíman, og tær, sum hava verið á skeiði, fáa 1 kr. meiri um tíman. Tá eru ymisk ískoyti ikki íroknað. Sonja á Argjaboða sigur, at higartil hevur einki misbrúk verið gjort av foroysku heimahjálpini. Heimahjálpin er ókeypis hjá pensjonistum, sum bert hava pensjón sum innteku, meðan onnur við aðrari inntøku gjalda fyri hjálpina eftir einum lands- skattaskala. UR Sjónvarp, homosexualitetur, Ekstra Bladet og religiónsfanatisma Juni-nummarið av Oyggjaskeggja, blað foroyinga uttanlendis, er komið út. — Tað progressivasta føroyska tíðarritið Áhugavert, seriøst, lige pá og hårdt, fjølbroytt. Eitt medianummar: hugleiðingar um sjónvarp, eitt síðuskot til útvarpið. Ein mynd av Føroyum — ikki via eyguni, men eitt kritiskt oyra. O.s. fr. — tað buldrar og brakar. Og onkur fær nokk eina andaliga orgasmu, eg sigi ikki hvor. „Ekstra Bladet gi'r den hele barmen. Uttan at samanbera, so ger Oyggjaskeggi tað næstan eisini. Men niveauið eitt annað. Ikki provokatiónsfremjandi, men sunnur kritikkur. Hugskot og undirhald til tann í blund ruðraða foroyska almenningin. Um TV eitt føroyskt sjón- varp skrivar Sonne Smith: „Eitt føroyskt sjónvarp skuldi eisini havt møguleika fyri at gjørt TV-avís og tidindasend- ingar um mong viðurskifti í okkara egna landi, uttan an landshúsarhaldið fær beinetara. Og somuleiðis havt meguleikar at fyri at framleitt hampuliga góðar filmir, sum ikki krevja serliga nógv research tað er arbeiði framman undan films- og ljédupptøkum Møguligt er tað ikki neyðugt at vera bangin fyri filmum, ið snara verandi mentan og fólka- hugsan út í óferið. Ti í næstan ollum floymir við bannan og eiðum og eðrum illavornum, sum hevur til úrslit, at religiosar samgongur, feløg og einstakl- ingar fáa álvarsliga pínu í einum vissum stað. Við hesum hava vit ynskt sensurinum góðan dag og væl- komin. Og so er tað mentanin. Kemur hin serføroyska mentanin í vanda? Serforoysk mentan er ikki einans kvæði, skerpikjøt, grind og spik, ræstur fiskur og sperðil, hendur í lumma, long skráspýtt, svart tubbakk, kirkjugangur, Ebenezer ella kveðuljómar og slatur. Fyri ikki so mangum árum síðani gjørdist bilplåtuspælarin ella »kraftblokkurin«, sum hann varð doyptur, til eitt lið i ti ser- foroysku mentanini hjá einum foroyskum ungdómi, ið ikki visti annað at taka sær til enn at leiga bil fyri at fáa eitt lítið friggj ella drekka seg fullan.« Vidari skrivar Sonne: »Vit komu at standa eina fremst i heiminum, tå tad galt statussymbolir. Men statussymbolini kundu ikki nýtast sum aðrastaðni. Her vóru ov få stød at fara til. Her var ov lítið undirhald. Sølan av »Romanbladet«, »Novelle Magasinet«, »Tarzan«, »Superman« og alkyns lygnum slóg allar rekordir. Fólkið drakk øl og brenni- vin, sum hol í jørdini drekka glopraregni, har tað ofta flýtur yvir. Kann eitt lítið sjónvarp gera ilt verri ella umvent? Valla!!« Og dett doyliga veður. Sólin skínur. Blødini rørast í lotinum. Roykurin frå kaffikoppinum fær ein at sveima i kaffiplantasjum i Brazilia, medan Oyggjaskeggi lyggur framman fyri tær á borð- inum. Og tú blaðar longur fram... „Eg haldi, at eg eri føddur homosexuellur. Sum smádrong- ur spældi eg altíð við dukkur. . . eg spældi aloftast vid gentur og mær dåmdi væl at pynta meg i gentuklæðir.< Endiliga fingu føroyingar eitt frigjørt blað. Ikki ivist eg i, at flestu hugsa júst tverturímóti. Pjatt — uha. Persónligt. Hatta mugu tey, sum éru vinstra- sinnað, sjálvi um. Men meðan almenningurin aðrastaðni so smátt aksepterar hasi annar- leiðis kynshugsandi, er tað framvegis tys!tys! í Feroyum. Um tað síðsta sigur hesin opin- skáraði homosexuelli: >T.d. halda fólk tað vera mannminkandi at vera homo- sexuellur, tú ert ikki ein rættur maður, og so er tað eisini tað, at tú ert ikki sum hini, fólk halda tað vera óreint at vera homo- sexuellur, men harraguð, homo- sexualitet er ikki bara ein reyv, ==