leygardagur 5. juli 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 49 — 5. juli 1975
sosialurin
Síða 5
Villasta róvdjórið í Afrika
er ldi Amin forseti í Uganda
Blóðið frá túsundatali av ósekum ugandesarum
litar Viktoriasjógvin reyðan og storknar á getunum
í Kampala. Idi Amin: Tað er nógv lættari at drepa
menniskju enn at jagstra høsn
— Hitler gjørdi rætt, tå hann
royndi at útrudda jødarnar, tí
ísraelsmenn arbeiða ímóti fólks-
ins áhuga. Tessvegna drap hann
6 milj. jødar undir seinna heims-
bardaga við gassi, sigur forsetin
í Uganda Idi Amin.
At Amin, sum bert hevur
gingið í hjálparbarnaskúla, kem-
ur við einum slíkum úttalilsi,
hann sum »splendid Cap< —
rættur maður — sum hevði
frægastu royndir sum hjálanda-
herðmaður: Dugir hverki at lesa
ella skriva, 196 cm til hæddar og
sterkur sum ein bjørn.
Í níggju ár var hann meistari
innan nevaleik í Uganda. Hetta
elvdi til, at hann varð fluttur
fram til heryvirmann (loytnant)
Eg havi víst, at eg eri nógv klókari enn Kissinger
undrar ongan. ldi Amin er
ættaður frá Kakwa-fólkinum,
ein ætt sum heldur til á
markinum við Nubien, sum er
eyðkent fyri drápshug. Mamma
Amins starvaðist sum marknad-
selukona og bar orð fyri at vera
ein sonn gandakelling.
Kokkur
hjá bretska herinum
Í 1946 fór Amin upp í tænastu
hjá bretska hjálandaherinum.
Í 1946 fór Amin í tænastu sum
kokkur hjá bretska hjálanda-
herinum >Kings African Rifles<.
Bretsku heryvirmenninir mettu
sum nr. 2 afrikanari í Uganda,
sum hevði fingið tann heiður at
vera officerur í kongaligari
bretskari hertænastu. Tá Ugan-
da fekk sjálvstýri i 1962, var Idi
Amin framvegis kendur boksari.
I 1971 skipadi Amin fyri upp-
reistri, studladur av 1500 leigu-
hermonnum úr Sudan. Tá hann
hevði tikið valdið í landinum,
útvísti hann øllum asiatum.
Hann gjørdi skjótt enda á idnad-
inum, sum um tað mundið var
komin í rættlag. Indarar og
pakistanarar stýrdu 80 pst. av
ídnaðinum, og tá teir vórðu út-
vístir, fóru tær flestu verk-
smiðjurnar á húsagang. Orsekin
Í túsundatali av ósekum fólkum verða myrd í Uganda
til at hann jagstraði asiatarnar
úr landinum var, at ein asiatisk
millionereinkja vildi ikki giftast
við sær.
Drepur síni egnu
Á óhugnaligasta hátt berjist Idi
Amin eisini móti egna fólki
sínum. Í fýra ár hevur hann ferð
eftir ferð roynt at steðga einum
kraftverki at arbeiða. Verkið er
fult av rotnum mannakroppum.
Miðdepilin í illsinni Amins eru
fólkaættirnar í Suðuruganda, av
ti at hesar søgdu seg styðja
frákoyrda forsetan Milton
Obote, sum nú livir í útlegd í
grannalandinum Tanzania. AM-
in jagstrar fleiri av fólkaættun-
um, sum ikki vilja stuðla seg.
Freddie, kongur hjá Baganda
fólkinum, var rikin av landinum,
men doyði stutt eftir í útlegd. Tá
60 sjálvboðin Baganda-fólk bóru
kistuna hjá Freddie til gravar,
læt Idi Amin tey avrætta fyri at
hava víst konginum slíkan
heiður.
Ein blaðmaður, David Martin,
hevur tosað við fleiri fólk, sum
hava sitið í ugandesiskum
fongslum: Deyðademd vórðu
stillað upp á rað. Hin fyrsti fær
boð um at leggja seg til jarðar.
Síðani fær hin næsti deyðsdomdi
boð til at knúsa hevdið á vin-
manninum við einum hamara.
Soleiðis heldur viðgerðin fram,
líka til tann seinasta deyða-
dømda.
David Martin hevur skrivad
bók um viðurskiftini i Uganda.
Tá Idi Amin så bókina, útvísti
hann ellum bretum og gav boð
um at reservera eitt fangatippi í
tí óhugnaligastu KZ leguni í
landinum til David Martin.
Dagliga vera tær óhugnaligu
avrættingarnar í Uganda sýndar
fram í sjónvarpi. Idi Amin sigur,
at tað er lættari at drepa
menniskju, heldur enn at jakstra
henur.
stubbar uttaneftir
Loyni-politi
rýmir úr fongsli
75 limir av fyrrverandi port-
ugisiska loynipolitinum, PI
DE, rýmdu úr Alcoentre-
fongslinum 60 km norðan fyri
Lissabon. Allan mánadagin
leitaðu stór politistalið eftir
teimum flýggjandi.
Argentinarar
í verkfalli
Í túsundatali av arbeiðarum
í Argentina legdu niður
arbeiðið seinasta mánadag til
tess at mótmæla at forsetin
Maria Estela Peron ikki vil
ganga við til tær lønarhækk-
ingar, sum sjålvt arbeiðsgev -
ararnir eru fyri at játta.
Miss Danmark
Hin 21 ára tamla miss Dan-
mark, Berit Fredriksen, er í
hesum døgum í London.
hú på
Hadani skal hon til USA, har
hon saman vid ødrum luttak-
arum i Miss Univers kapp-
ingini skal hitta Gerald Ford
forseta. Eftir at hava fingið
handatrykki í hvítu húsunum
skulu luttakararnir víðari til
San Salvador í Midamerika,
har kappingin skal haldast.
Bader-Meinhof-
kvinna deyð
Hin 31 åra gamla Katharina
Hammerschmidt (å mynd-
ini), sum hevur sitið fongslad
$
í trý ár, doyði á einum
sjúkrahúsi í Vesturberlin her-
fyri. Hon var skuldsett fyri at
hava luttikið í tiltøkunum hjá
Baader-Meinhof-bólkinum.
Deyðsorsekin sigst vera, at
hon hevði ein kreftsvull á
bringuni. Katharina Hamm-
erschmidt hevur tvær ferðir
verið jagstrað í Danmark.
5000 fongslað
í Colombia
Umleið 5000 fólk eru sett føst
í Colombia. síðani forsetin í
landinum Alfonso Lopez
Michelsen hósdagin í sein-
astu viku setti í verk hernað-
arliga undantakssteðu.
Í eini frágreiðing frá for-
setaborgini verður sagt, at
meginparturin av teimum,
sum eru sett fest, verða latin
leyst aftur fyrsta dagin.
200 fjórðinga
fiskimark
Tað er ongin ivi um, at Ísland
fer at flyta út fiskimark sítt
út á 200 fjórðingar. Spurn-
ingurin er bert, nær hetta fer
at henda, sigur islendski
uttanríkisráðharrin Einar
Augustson. Fyrsta dagin
skal stjórnin taka steðu til
dagin nær útflytingin skal
setast í verk.
Hills fingið grið
Forsetin i Uganda Idi Amin hevur verið á vitjan i Zaire.
Forsetin í Zaire, Mobuto er ein teirra, sum hevur roynt seming
í stríðnum millum Uganda og Bretland um deyðadómin hjá
Dennis Hills rithevunda. Tað eydnaðist Mobuto at fáa yvir-
talað Amin til at veita Hills grið.
SS