Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 1975síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Írland Meðan Ongland undir teimum miklu fólkaferðingunum á euro- peiska meginlandinum enn var vigvøllur hjá teimum framherj- andi germansku heidningunum, so var Írland eitt sæti fyri europeiskari mentan, har mess- urnar hjá munkunum rættu vís- indunum, sum trivust í teimum friðarligu kleystrunum, hond og gjørdust ein mentunateind, hvers líka heimurin ongantíð áður hevði sæð. Men á tí polit- iska økinum visti illa vid, tí hver lítil klanur var ein samkoma av frælsum og > sjålvstødugum monnum, sum lítið legði í, hvat hinir klanarnir tókust við. Vík- ingaherferðirnar høvdu loypt skelk á landið, men hesir óbodnu gestirnir vóru so heimafturfarnir og hevdu latið nakrar býir eftir sær, t.d. Dublin og Cork. Men tá so Onglendingarnir komu, fóru teir ikki avstaðaftur, men vórðu verandi í landinum, og henda søgan gjørdist bæði syndarlig og long og eingin endi sæst fyri henni enn, sum vit hoyra dag og dagliga í út- verpunum. Heindrikkur II var kongur í Onglandi og meginpartinum av tí, vit í dag rópa Frankaríki. Hann verður kanska allarhelst í dag minstur fyri, at tað var hann, sum 29. des. 1170 læt nakrar aðalsmenn drepa eing- ilska erkabispin, Tomas Becket, í dómkirkjuni í Canterbury. Pávunum í Róm dámdu lítið, at írska kirkjan skuldi vera fræls og sjålvstødug, og tá tað so bar á, at ein eingilskur pávi — tann einasti, sum nakrantið hevur verið — varð settur í St. Pæturs stól, gav hann Heindrikki loyvi til at kalla seg >Lord of Ire- land«, harri yvir Írlandi. Ikki fyrr enn í hesari eldini tók hevði verið stýrt av prinsum“, sum tann elsta segubókin veit frå at siga. Her hevði ongantíð nakar normanniskur kongur sett sín fót. Og uppaftur minni kundi hetta sigast um Skotland, har teir enn eru vanir at siga, at eingin — hverki víkingarnir ella legiónirnar hjá Cæsari — hava sæð Skotland uttan tær ferð- irnar, skotar av sínum einting- um hava lovað teimum inn í landið. Wales Tað skuldi falla langabbasoni Heindriks, Edvardi I í lut at vinna á walisisku prinsunum. Áður hevdu kongarnir havt so nógv um at vera í sínum fronsku og eingilsku londum, men nú skuldu walisar og skotar noyð- ast undir okið. Wales varð tikið í 1282, og Edvard tryggjaði sær landið við at byggja sterkar borgir í Conway og Harlech og læt son sín krýna sum »Prince of Wales« í tí viðgitnastu av teimum ellum, Caernarvon Castle. Hesin sonur varð feddur í Caernarvon og Edvard lovaði walisisku stór- monnunum, at nýggi kongur teirra skuldi vera feddur í Wales og at hann ikki skuldi tala eingilskt. Hetta seinasta lyftið varð ikki hildið, men verri var, at hesin prinsurin gjørdist ein vána kongur, tå hann sum Edvard II mundi beint fyri sær, tå hann skuldi fullfora verkið hjá påpan- um og leggja Skotland undir Onglands krúnu. Tað var 21-unda ferðina ein eingilskur prinsur trein fram fyri walisiska fólkið, tá tann núver- andi Charles prinsur í 1968 varð tikin til prins av Wales í Caernarvon Castle. Tað sorgblíða og kenslusama lyndið hava walisar og írar í felag, og segan hjá hesum báðum fólkunum líkist eisini sosialurin virkisfúsu normannum, og júst í stríðnum um Wales varð hitt „nýggja vápnið<, nýtt á fyrsta sinni, sum tær komandi eldirnar skuldi gera einsilsku herarnar á europeisku vigvøllunum ósigr- andi. Hetta våpnid var lang- bogin, sum menn i rama ålvara Sir Landslag i Skotlandi vildu hava aftur i nytslu so seint i tidini sum aftan å bardagan vid Waterloo i 1814, ti teir søgdu seg raka so illa við byrsunum, teir hevdu. Skotland Í 1296 fór Edvard Í upp um múrin, sum Hadrian keisari hevði latið byggja fyri at verja sín rómverska her móti teimum villu skotsku ættarbólkunum. Nú skuldu skotar fáa av at vita. Fyrsta bardagan við Berwick tapti Edvard og stríðið vardi í 27 ár, hóast avgerðin longu var fallin jéansøkudag í 1314, tá á hæ. a 87) Dómkirkjan í York, YORK MINSTER, sum stutt herfyri varð umvæld fyri 60 milj. krónur sunnari parturin av Írlandi sær fyri at halda sína egnu leið og gjørdist tjóðveldið Eire, meðan norðari parturin valdi at verða saman við Bretlandi. Men hóast Heindrikkur ráddi bæði í Frankaríki, Onglandi og Írlandi, vóru so enn tveir svartir blettir eftir á landkortinum: Wales, sum »frå fyrndartíð nógv. Tað sigst, at teir hava vakrastu songreddir í heiminum og sangir teirra dvelja tíðum við alt tað, sum teir hava mist og tær eyðmýkingar, teimum hava verið fyri og sum teir ongantíð hava kunnað ella viljað gloymt. Men teirra skaldakenda og bráða lyndi kundi sum frá leið ikki standa seg ímóti teimum sonur hansara, Edvard II, fór yvir um ánna Tweed við 25.000 ; monnum, av teimum vóru 3.000 brynjuklæddir riddarar. Teir 10.000 skotarnir, sum kongur teirra, Robert Bruce, hevði at senda ímóti teimum, var eitt gongulið, hann hevði skavað saman og vápn teirra vóru einans eksir og spjót, so teir skuldu ikki átt stórar megu- leikar móti tí ervaregni, teir kundu vænta sær frá langbog- unum hjá Edvardi, men Bruce legði eina snilda stríðsætlan við Bannockburn, og tá herarnir brustu saman og tær longú lansurnar hjá riddarunum komu inn í ein tjúkkan skóg av skotskum spjótum, >hoyrdist har næstan ikki mannamál fyri knasaðum lansum og dyggjandi hestum«. Hvørki fyrr ella seinni er ein eingilskur riddaraherur høgdur niður í so stórum tali. Men hverki hetta ella allar fylgjandi sniðroyndir at kollrenna teirra frælsi, fingu skotar undir eing- ilskt yvirvald. 300 ár liðu áðrenn Ongland og Skotland fingu felags kong, og tá varð tað ein skotskur kongur (Jákup I, sonur Mariu Stuarts) og onnur 100 ár liðu áðrenn skotar lótu sær lynda at hava ting í felag við onglendingum, og tað gjørdu teir bert av tí, at annars hóttu onglendingar við at áseta toll landana millum. Tá tingið í Skotlandi hevði sín seinasta fund, segði tingfor- maðurin: >Ég ivist ikki í, at vit og eftirtíðin fara at hava gagn av sambandinum millum bæði kongsríkini, og eg veit, at tit Nr. 49 — 5. juli 1975 fara at fremja tað algongda ynskið í hesum landi um at gerast eitt í hjarta og kenslum, sum vit longu eru sameindir í áhugamálum við okkara granna- tjóð!< Hetta hendi í 1707 — og frá hesum degi siga onglend- ingar, at teir flestu skotar hava búð í London, har teir forvinna sær pengar, sum teir so taka heim aftur við sær til Skotlands, tá teir eiga nóg mikið! Hverja ferð okið hjá kongi ella kirkju kendist ov tungt, rýmdu nakrir av landinum, og tað finnast írar í USA og walisar og skotar alla staðni, og í hesi út- ryðjuni av Europa hava hesi fólkini livað uttan at koma undir annað fremmant ok ella ávirkan enn tað, sum upp á ilt og gott fylgir við at liva dyr um dyr við tað ríkari og sterri Ongland. Tá Stóra Bretland gjørdist veruleiki, vórðu tey try fløggini einfalt løgd oman yvir hvert annað, og St. George merkið hjá Onglandi, hvítt við reyðum krossi, St. Andrews merkið hjá Skotlandi, blátt við hvítum diagonalkrossi og St. Patricks merkið hjá Wales og Írlandi við bláum dúki og hvítum krossum, gjørdust tað Union Jack, sum vit øll i dag kenna. Heystardagur Nakrir lítlir piltar niðan eftir brekku renna, teir eru lættir og kátir, teir rópa allir og flenna. Teir eru fridir sum sólin. Ja, fríðir sum akursins korn, teir eru allir so glaðir, teir fara at spæla við horn. Ja, dreingir eru so glaðir, tá heystardagur er nær. Teir ynskja allir tað sama sum eg eltið ynskti mær. »75«