Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-12, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tórshavnar kommuna skal yvirtaka atløgubryggjuna á Sundi fyri 1,4 milj. kr. frælsi Nr.51 — Makrelurin — Soleiðis endaði hetta orða- skifti við pástandi móti pá- standi. Og tá tað er Føroya Fiskasela, sum hevur um hendi innflutningin og heil- søluna av hesum makreli, skuldi ein trúð, at hon segði beint frá. Men so var ikki. Í Síðani hetta kjak endaði, hava vit spurt okkum fyri og fingið upplýsingar, ið júst benda á, at vit høvdu rætt í ti, sum vit førdu fram. Oddagrein SIDA 2 Diskotekini ein partur av mentanini - Hugsjónir og virði broyt- ast í nýggjum “umsteðum. Fyri at taka eitt dømi, so er tað soleiðis vorðið í dag, at diskotekini eru vorðin ein partur av føroyskari ung- dómsmentan, meðan tann foroyski dansurin er vorðin eitt tiltak hjá eini lutmetnan — dansifelogunum. Soleiðis skrivar Jóan Pauli Joensen í panelgrein blaðsins í dag, sum hann kallar Um mentanargransking. SÍÐA 4 Eingin hundur skotin — Síðani djóraverndarfelagið varð stovnað hevur politiið ikki avlívað nakran hund. Í samráð við politivaldið verð- ur eingin hundur avlivadur longur, sigur formaðurin i djóraverndarfelagnum, Noomi Júl. SÍÐA 12 Fødingardagar I morgin fyllir Sigga Mikkel- sen, Klaksvik, 80 år. Mánadagin fyllir Joen Pauli Klein, Hattarvík 80 ár. javnaður brødralag Leygardagin 12. juli 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr. Útróðrarbátar í Hvalba avreiða í Miðvági Nógv av bygdarfólkinum arbeiðir í Havn Tveir trolbátar rógva út í Hvalba í løtuni. Teir eru Glyvra- berg og Niels Pauli, sum báðir rógva vestan fyri Suðuroynna. Glyvraberg hevur higartil fiskað umleið 44 tons, meðan Niels Pauli hevur fiskað nakað minni. Teir høvdu herfyri maskinskaða. Báðir bátarnir avreiða til flaka- virkið í Miðvági, tí teir eru ikki førir fyri at taka ímóti í Hvalba. Arbeiða í Havn Tað er eingin vinna í Hvalba, og nógv av bygdarfólkinum arbeið- ir í Havn hjá Pihl & Søn og á Bacalao. 600 fólk búgva í Hvalba. I letuni hevur Gerhard Han- sen, sum er trúboðari á Argjum, barnalegu í Hvalba. Bern úr allari Suðuroynni eru til leguna, og teir ymsu aldursbólkarnir eru í legu 4—5 dagar í senn. Bernini eru millum 8 og 14 ár. Russiski sendiharrin higar Týsdagin kemur russiski sendi- harrin í Danmark, Nikolai G. Egorytchev, higar at vitja. Við í ferðini er eisini deildarstjórin Louri V. Ouchakov. Sendiharrin kemur til Feroya við m/s England týskveldið, og verður tá móttikin av ríkisum- boðsmanninum, borgarstjóran- um í Havn og einum umboðs- manni fyri landsstýrið. Hann“ skal á ferðini vitja í Havn, í Eysturoynni, Norð- oyggjum og í Suðuroynni. Eisini er ætlanin at gera útferð við helikoptara út á Dímun. Russiski sendiharrin fer aftur til Danmarkar við flogfari leyg- ardagin. Lítil eplavøkstur Teir siga frá lítlum eplavøkstri í Hvalba í år. I fjør var vøksturin góður, men i ár verður ikki roknað við góðum úrsliti. 3 Grønmetisframleidsl- an loysir seg væl Sjålvt um royndirnar við grønmetisfram- leiðslu eydnast frålika væl, er tað enn bert ein, ið er við at fara undir slíka framleiðslu. Í vakstrarhúsinum í Hoyvík heysta teir 200 — 300 kilo um vikuna. Árliga framleiðslan er um trý tons. Varð álopin aftanifrá Grannin mótmælti fyrst — sló síðani Månakvøldid 7. juli varð ein maður í Skopun ålopin aftanifrå, meðan hann stóð og arbeiddi við gróti. Maðurin hevði ein mann við bili at hjálpa sær. Grannin hevði at hesum, hóast arbeiðið ikki varð gjørt á hansara ogn og noktaði manninum í bilinum at Hjálpti Mussolini at flýggja Hin fyrrverandi týsk-eystur- ríkski SS obersturin Otto Skorzeny er deyður í Madrid, 76 ára gamal, upplýsti fam- iljan hjá honum seinasta mánadag. Skorzeny, sum síðan 1949 hevur búð í Madrid, skapti sær gott hernaðarligt umdemi undir seinna heimsbardaga. Hann gjørdist kendur, tá hann i 1943 saman vid einum her- mannabólki fekk italska eina- rædisharran Benito Musso- lini latnan leysan, tå hesin var tikin fangi av italskum partisanum. Í 1947 varð Otto Skorzeny fríkendur við ein hernaðar- dómstól í Dachau, har hann var ákærdur fyri ólógligt virksemi undir heimsbardag- anum. arbeiða har. Grannin var biðin um at fara burtur, ti hetta við- kom ikki honum. Alopin Letu seinni leyp grannin á hin mannin, uttan at hesin varnaðist tað, og sló hann í andlitið. Kona grannan legði eisini uppi og skuldi júst sláa mannin við einar tómari sodavatnsflosku, tá ein hjástaddur fekk tikið í armin á henni og forðaði í at sláa. Politiið hevur fingið frágreið- ing um hendingina. Síða 7 Royndu at stødga CIA Amerikanskir stjórnaremb- ætismenn royndu í seinastu | lotu at fyribyrgja morðinum móti forsetanum í Dominik- anska lýðveldinum, Rafael Trujillo, skrivar amerikanska blaðið New York Times. Í eini frágreiðing frá Wash- ington skrivar blaðið, at tjóðskaparliga trygdarráðið hevði sent eitt fjarrit til stjóran fyri njósnaradeildina hjá CIA í Dominikanska lýð- veldinum, bert ein dag áðr- enn Trujillo forseti varð myrdur 30. mei 1961. Kunngerð um søluloyvi á Olavsøku Á Olavsøku verður loyvt kioskum og ødrum sølubudum at hava opið frá 6lavsøkuaftan kl. 14 til náttina eftir ólavsekudag kl. 04. Verandi búðir skulu ikki sekja annað loyvi, men uppsetan og upplating av nýggjum selubúðum má ikki fara fram uttan við loyvi frá Tórshavnar býráð. Seldar kunnu vera allar vanligar kioskverur, pylsur, breyð o. t. matvørur, ballónir, minnislutir 0. t., men ikki verur í ílati av blikki ella glasi og heldur ikki seyðarhevd. Tað er ein treyt, at seljandi hevur nóg mikið av ruskiløtum og alsamt heldur ekið uttan um selubúðina rudduligt. Matstovum verður loyvt at hava opið somu tíðir. Tórshavnar býráð