Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Søsialurin telf. I IS 20, box 76, 3800 Torshavn la evari: Førova Javnadarflokkur stjorn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), tell Johnsigurd Johannesen, telf. 132 ir og cup: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar Makrelurin FYRI STUTTUM var bladtjak millum Føroya Fiskasølu í Dimmalætting og SOSIALIN um , polska agnmakrelin, sum seldur verður i Føroyum. HETTA TJAK gjørdist til eina trætu um, annadhvørt makrelurin, id innfluttur og seldur verdur av Føroya Fiskasølu, er avhøvdadur ella ikki. Medan vit vistu å, at makrelurin als ikki er avhøvdadur, helt fiskasølan fast vid, at hann vanliga er avhøvdadur, meðan tað beint tá var eitt undantak, har nakað av russiskum makreli við hevdi varð seldur, tá polakkar ongan makrel høvdu á goymslu. SOLEIÐIS ENDAÐI hetta orðaskiftið við pástandi móti påstandi. Og tá tað er Føroya Fiskasøla, sum hevur um hendi innfluttningin og heilsøluna av hesum makreli, skuldi ein trúð, at hon segði beint frá, og tí er ikki logið, um fólk sita við teirri uppfatan, at tað var SOSIALURIN, sum segði lesarum sínum skeivt frá, og trætti ósannindi niður í fólk. MEN SO VAR IKKI. Síðani hetta tjak endaði, hava vit spurt okkum fyri og fingið upplýs- ingar, ið júst benda á, at vit hevdu rætt í tí, sum vit førdu fram. T.d. hittu vit ein mann, sum í dagliga arbeiði sínum hevur við veru- fluttning at gera, og segði hesin, at hann enn ongatíð hevði rakt við ein avhevdaðan makrel, hóast hann hevði verið við til at flutt nógvan makrel millum oyggjarnar. EISINI HAVA vit hitt fleiri útróðramenn. Teir siga, at avhevdaður makrelur bert hevur verið at fingið eina ferð í vetur, onkur einstakur segði seg við vissu kunna siga, at síðani hann fór at rógva út í december í fjør, hevði ongin av- hevdaður makrelur verið at fingið. Tað sama siga menn, sum hava verið við linubåtum á feskfiskaveiðu. ÁÐURNEYVNDA tjak snúi seg upprunaliga um pris og gødsku. Eisini har høvdu vit grein í okkara máli. Vit kunnu nú nevna tvey demir. Tað fyrra er um norskan línubát, sum veiddi undir Feroyum og tók agn her. Sami bátur kom inn aftur, tá túrurin var av. Tá segði skiparin frá lítlum og ongum fiskiskapi í mun til hinar norsku båtarnar, ið høvdu agn við úr Noreg. SEINNA DÓMI eru teir stóru føroysku línu- bátarnir, sum eru á saltfiskaveiðu á fjar- leiðum, og sum nærum hvenn túr fara til Noregs eftir makreli til agn. Hví taka teir ikki tann polska makrelin frá Feroya Fiskaselu? Ella hava hesir menn ikki skil fyri at keypa gott og bíligt agn? sosialurin Nr. 51 — 12. juli 1975 dagbókin Guðstænastur Komandi sunnudag verða hesar guðstænastur: Hvalba altargongd K. O. Viderø. Havn E. Vilhelm, varabispur. Nest altargongd J. Follend. Geta altargongd T. Beder. Eiði kl. 11 altar- gongd. Funningur kl. 17.00 altargongd P. M. Rasmus- sen. Klaksvík altargongd J. Magnussen. Svínoy altar- gongd S. J. Joensen. Sanda- vágur Hegni Poulsen. Mið- vágur Axel Torgarð. 80 ár Í dag verður Zacharias Reynagarð 80 ár. Hann er ikki heima fødingardagin. Brúdleyp Í dag giftast í Havn Hanna Hansen, Runavík, og Sig- mund Hammer,“ bókhaldari, Eiði. Adr.: Horel Hafnia. Í dag giftast í Christians- kirkjuni í Klaksvík stud. med. Karin Elisabeth Joen- sen (dóttir Meinhard Joen- sen), Klaksvík, og lic. argo. Peter Thorlund Haahr (sonur Jørgen Haahr), Ølgod. I dag giftast i Sæby servi- trisa Maria Berg, Skåla og Árni Gregersen, blaðmaður, Geta. Brúdleypsadr.: Hotel Har- monien, Sæby. Í dag giftast í Ballerup Sólver Hentze og Ivan Sim- onsen, bæði úr Servági. Brúdleypsadressa: Hede- parken 89/st, 2750 Ballerup. Í dag giftast í Herlufsholm Kirkju í Næstved Dagny Djurhuus úr Fuglafirði og Svend Erik Nielsen úr Næs- tved. Adr.: Bringstrupvej 27, Ringsted. P/f Sjóvinnubankin Steingrím Nielsen, prokurist- ur, er útnevndur til vara- stjóra í Sjóvinnubankanum. Samstundis hevur Regin Ol- sen, fulltrúi, fingið prokura. Havaldan sum hevur roynt við Norður- noreg, siglir heim við 200 tonsum av saltfiski. Hon fór úr Feroyum 19. apríl. Kvikk er á heimveg úr New Found- landi, har hann hevur verið á saltfiskaveiðu. Svanur fór seinasta leygardag til USA við umleið 400 tonsum av flaki, sum hann hevur fermt ymsastaðni í Føroyum Farmurin skal skipast upp í Gloucester. Vit halda summarfritid Elektrikarar okkara halda summarfrítið í døgunum 14. juli til 8. august tó kunnu vit hesar dagar veita átrokandi el-service. Pi: Einar Mikkelsen el-innleggjari Begeta 12. 3800 Torshavn. Telefon 1 22 11 Summarfrítíðin Stongt verður í summarfrítíðini frá 21. juli til 11. august 1975. MATRIKULSTOVAN LÝSING Til allar foroyskar lærarar. Felagið Feroyskir Lesilærarar, hevur fyrireikað eina norrøna stevnu fyri lærarar, í Havn i døgunum 3. — 8. august í ár. Tilikar stevnur hava verið hildnar hesi seinastu árini runt um í norðanlondum, og er hettar tann 7. Tað hevur eydnast at fáa fleiri útlendskar, og eisini føroysk- ar lærarar at tosa við hesa stevnu. Aftaná hvert innleggið verður orðaskifti og bólkarbeiði. Tað hava umleið 70 luttakarar úr ellum norðanlondum og Grenlandi meldað seg til stevnuna. Tað er altíð hugnaligt at hitta starvsfelagar úr eðrum londum, og her skuldi verið hevið at hitt nógvar. Vón okkara er ti, at so nógvir føroyskir lærarar sum meguligt koma við. Áhugaðir ringið til telefon 13168 millum kl. 13 og 14, áðrenn tann 15. juli. fyri foroyskar lesilærarar Mads W. Liitzen - Jógvan J. Hejgaard Blaðmaður Sekt verður eftir blaðmanni at byrja, tá blaðið kemur aftur úr summarfri 20. august. Ringið ella skrivid innan 25. juli til Telef. 11820 . Box 76 » 3800 Tórshavn Heldur tú ikki BLAÐIÐ sum umboðar landsins størsta flokk? Undirritaði: Navn: Bústaður: tekni meg sum haldara av SOSTALINUM Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjålva til: = = SOSjalurin box 76, 3800 Tórshaun,