leygardagur 12. juli 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
smátiðindi
sosialurin
Nr. 51 — 12. juli 1975
innanoyggja
5.000 pund
mikudagin
Kósavirkið í Klaksvík tók
mikudagin ímóti 5.000 pund-
um frá trimum bátum. Nes-
tangi hevði 830, Skorðhamar
2400 og Herjaskor 1800
pund.
Týsdagin avreiddi Áarberg
85.000 pund av upsa undan
Íslandi til Kósavirkið. Teir
royna við snellu. Tríggir
maskinbátar hevdu ávikavist
1200, 1500 og 600 pund.
Mánadagin tók Kósavirkið
ímóti fleiri landingum frá
trolbátum. Árnabúgvin hevði
6000, Fuglberg 19.200, Hvít-
hamar 12.500, Lisshevdi
15.500 og Reynsmúli 13.300
pund.
Sjónleikur í bók
Sjónleikurin Regin í Toftum,
sum Jákup Berg, lærari í
Vági, hevur skrivað, er nú
komin í bók. Barnatíðindi,
sum Jákup er blaðstjóri á,
stendur fyri útgávuni. Leik-
urin er i seks pørtum.
I fororðinum sigur høvund-
in, at grundarlagið undir
sjónleikinum er ein elligomul
søgn. Sidsøguliga er henda
søgnin sera åhugaverd, við
tad, at eingin onnur føroysk
fråsøgn er um holmgongu
(berjing, gliming) i hjåveru
av vitnum til at avgera
trætnad um hagamark, sigur
høvundin. Leikurin fer fram
væl undan sidaskiftinum —
um år 1450.
Skråseting
Partafelagsskråsetingin hev-
ur skråsett Pf Dagbladid,
hvørs endamål er at reka
blaðútgávu, herundir prent-
smidjuarbeidi. Teknadi parta-
peningurin er upp å 216.000
kr., harav 199.500 kr. eru
goldnar kontant
I nevnd felagsins sita: Oli
Breskmann, Tórshavn, for-
maður, Levi Niclasen, Hval-
ba, Øssur Dam Jacobsen,
Vestmanna, Per Hansen,
Glyvrar, og Hans Andr.
Jacobsen, Klaksvik. Virkis-
leiudari er Heri Simonsen
Østerø, sum samstundis er
stjóri á fyritøkuni.
Havnarliðið vann
Eitt lið, samansett av B36-
leikarum og 3 HB leikarum,
vann dystin móti danska
liðnum Jyderup í Gundadali
týskveldið. Feroyska liðið
vann við einum máli ímóti
ongum. Tað var HB-leikarin,
Finnur Helmsdal, sum gjørdi
málið upp á brotsspark.
Godtemplaraskeið
byrjar friggjadagi'
Fríggjadagin byrjar Norrent
Godtemplaraskeið í Feroy-
um. Tað verður hildið í
døgunum 18. til 26. juli á stu-
dentaskúlanum í Hoydelum.
Tilsamans 125 útlendskir
luttakarar hava teknað seg
higartil. Teir eru úr Dan-
mark, Finlandi, Noreg, Svø-
ríki og Vesturtýsklandi.
Framsýning
av handarbeiði
um Olavsvøkuna
Um ólavsekuna verður skipað
fyr einari norðurlendskari
handarbeiðsframsýning í Før-
oyum. Framsýningin er í
letuni í Grenlandi og hevur
frammanundan verið í Ís-
landi. Tað er Kvinnufelags-
samskipan Føroya, sum
skipar fyri, og ætlanin er, at
framsýningin skal setast upp
i ellum bygdunum, sum er
umboðaðar í samskipanini.
Nordisk Kulturfond hevur
styðjað tiltakið, og Kvinnu-
felagssamskipan Feroya fær
10.500 kr.
1,3 milj. kr.
í studningi
Í skúlaárinum 1972/73 læt
Statens Uddanelsesstettel,3
milj. kr. í studningi til før-
oyskar skúlanæmingar ímóti
góðari miljón árið fyri. Her er
talan um skúlanæmingar í 8.
og 9. flokki og á realdeildini,
á studentaskúlanum og lær-
araskúlanum. Haraftrat vórðu
í 1972/73 latnar 268.000 kr. í
studiulánum til læraraskúla-
næmingar ímóti 307.000 kr.
árið fyri.
Í skúlaárinum 1965/66
vórðu latnar tilsamans
483.000 kr. í studningi til
føroyskar skúlanæmingar.
Haraftrat fingu læraraskúla-
næmingar tilsamans 144.000
kr. í studiulánum hetta árið.
Bíðar
eftir atløguplåssi
Smyril fer ikki í rutu til
Klaksvíkar fyrr enn atløgu-
viðurskiftini har eru í lagi.
Mánadagin kannaði Smyril á
ødrum atløguvidurskiftini, og
tå varð avgjørt, at hann skal
ikki byrja rutusigling til
Klaksvíkar fyrr enn tey eru í
lagi. Ætlanin er at gera eina
lítla ferjulegu í horninum, har
Barsskor vanliga liggur, so-
leiðis at Smyril kann fáa bak-
endan at har og fáa avgeitt
bilflutningin, meðan bógvur-
in skal liggja at teirri norðaru
brúnni.
Um mentanargransking
Ein dagin eg var í ferð við at
rudda, datt eitt »Ålit í ment-
anarspurningum< á meg.
hesum áliti eru ymiskir tættir í
foroyskum mentanarlivi um-
reddir. Eg skal her bert taka
fram ein part av táttinum, sum
nevndur er vísindi, og hesin
partur er um mentanargransk-
ing. Fyri ikki at verða misfat-
aður skal eg fyrst greiða frå mini
uppfatan av mentan.
Mentan er eftir mínum tykki
virði, hugsjónir og uppfatanir,
sum hýst verður í huga okkara,
og sum koma til sjóndar í ym-
iskum mentanarproduktum t.d.
foroyskum dansi, kristiligum
metum, húsabygging o.m.e.
Mentan er fyri ein part arvur
eftir forfedrum okkara, fyri ein
part komin til okkara uttanifrá
og góðtikin av vissum bólkum
av fólki okkara, og sjálvi hava
vit eisini uppfunnið eitt og
annað. Partar í mentanini kunnu
vera felags fyri okkum øll, men
vit kunnu eisini tosa um lut-
mentanir, t.d. hava babtistar
ikki somu lívsvirði sum komm-
unistar, ella studentarnir í Hoy-
dølum somu lívsvirði sum fiski-
menn. Mentanin verður ávirkað
og lagað eftir umstødunum.
Hugsjónir og virði broytast í
nýggjum umsteðum. Fyri at
taka eitt domi, so er tað soleiðis
vorðið í dag, at diskotekini eru
vorðin ein partur av føroyskari
ungdómsmentan, meðan tann
foroyski dansurin er vorðin eitt
tiltak hjá eini lutmentan —
dansifeløgunum. Orðið >Kyll-
ingur< umboðar í føroyska mål-
inum eitt nýtt fyribrigdi í før-
oyskari matmentan, sum er ein
frystur høsnarungi stoktur í grill
og í olju og etin saman við pom-
frittum. Mentan hon er, hon
kemur til sjóndar í orði, atburði
og verki. Mentan í visindaligum
týdningi er ikki tað sama sum
finamentan. Hetta vil kortini
ikki siga, at øll mentan skal
sleppa at breiða seg sum illgresi,
har tað sterkara køvir tað veik-
ara. Men fyri at kunna lúka ill-
gresið burtur og varðveita tað,
sum vit halda vera vert at varð-
veita, mugu vit finna fram til,
hvat tað er, sum skapar ment-
anina ella mentannir okkara, og
hvussu hon fungerar. Hetta varð
til eina longri umreðu av heit-
inum mentan enn ætlað, men
neyðugt kortini.
Her á landi eru tað triggir
stovnar, sum eru dokumenter-
andi mentanarstovnar. Teir eru
Landsskjalasavnið, Fornminnis-
savnið og Fróðskaparsetrið.
Landsskjalasavninum og Forn-
minnissavninum er ikki álagt
nakað granskingarvirksemi, men
at skráseta og varðveita seguligt
og sidsøguligt keldutilfar. Bert
Fróðskaparsetrið hevur visinda-
ligt rannsóknarstarv í sínum
endamáli. Á sterinum eru í
løtuni triggjar deildir, Feroya-
málsdeild, Heimsspekisdeild og
Steðisútbúgvingin við fleiri
deildum. Her er vert at leggja til
merkis, at ongum stovni er álagt
at granska føroyska mentan,
sum skuldi verið eitt so avgjert
granskingarevni. Fornminnis-
savni og Landsskjalasavni er
ikki álagt granskingarvirksemi,
og á Feroyamálsdeildini er úr at
gera at savna orð, sum umboða
mentanarproduktir í eini eldri
mentan — skilagott arbeiði, og
at smíða nýggj orð fyri mentan-
arproduktir, sum meginparturin
av fólkinum nýta onnur orð um.
Men gransking av sjálvari ment-
annini og vilkorum hennara er
onki rúm fyri. Kortini koma
hvert ár ein hópur av útlend-
ingum til Føroya, sum finna eitt
el dorado við órannsakaðum
mentanarligum fyribrigdum,
sum teir gera um til akademisk
brøgd í heimlandi sínum, meðan
vit síggja segu okkara skrivaða
av útlendingum, mentan okkara
kannaða og umboðaða av út-
lendingum, sum vit so aftur
sitera, tá vit fara at skriva um
mentan og søgu okkara. Onki illt
um hesar útlendingar, men hevði
tað ikki eisini verið gott, um vit
birtu neista og áhuga fyri
granskingarvirksemi hjá okkara
egnu fólkum, so tey ikki bert
nýta tíð sína til at renna undan
gravneytunum hjá Landsverk-
frødinginum, at svara brøvum
og at sýna turistum Kirkjube-
múrin, men eisini fáa hevi til at
gera miðvíst granskingararbeiði.
Lat meg enda við broti úr inn-
ganginum til álitið:
— Nøkur ár kunnu fólk reisast
upp til dáð, men líðandi maktast
tey og reisast ikki aftur. Nú
kunnu vit filosofera aftur og
fram um, hví mistreysti kemur á
fólk, hví ov lítil eldhugi og
avreksvilji er at síggja, og hví
tey, sum uppi eru í hesum
arbeiði, ofta gerast vónleys,
hørm og grenjut og stundum
falla í fátt. Ein av atvoldunum er
uttan iva tann, at alt er so til-
vildarligt og hyggjuleyst, at
hver situr í sínum lagi og trilvar
seg fram í blindum uttan at vita
nakran veg, at arbeiðið, tú gert,
ofta tykist sum eitt høgg í
tóman heim. Fólk finna einki
hepi í hesum í longdini, nógva-
staðni metir tú beinleiðis illvild
og andstæðu fyri ikki at tala um
líkasælu.
Hatta vóru ikki míni orð, og enn
eri eg so mikið optimistiskur, at
eg vóni, at tey koma ikki at
verða tað.
Jóan Pauli Joensen
Framtíð Føroya
Nú eina tíð hevur tú neyvan
kunna gloppað eitt blað, uttan
at sæð hvussu nógv verður
skrivað um sjómark, fiskimark,
og ell mark sum teinkjast kunnu
úti á sjónum. Eitt er givið, at
langfarafiskiskapur hjá okkum .
syngur upp á sítt síðsta vers.
Hvat ið kann henda við for-
handlingum við okkurt land eina
stutta tíð framyvir, tað er ikki
gott at meta um í dag. Men eitt
er vist, vit byggja onga framtíð
upp á tað.
Um so skuldi verið, at
sjóvinna okkara fer at minka
niður í lítið og einki, hvat er so
eftir?
Nú kann spyrjast, hvat gevur
landið sjálvt?
Jørdin, sum landið eigur, sigst
vera annar hver teigur og annað
hvert fjall. Og hvussu nógv av
landsins børnum fødir henda ogn
landsins.
Mangan hoyrir tå tosað um,
hvussu uttanbyggjajørdin liggur
og tarnar allari utvikling, og
deilvis avoydir bygdirnar. Ja,
sjálvandi er tað rætt at taka so
týðandi mál til viðgerðar. Men
so eintáttaður kann eingin vera,
at siga at einki kann gerast, fyrr
enn hesin spurningur er loystur.
Gamalt er, at frá høvdinum
skal tú hvalin skera. Og tað
kann í hesum feri eisini verða
nýtt um landsjørdina. Hvussu
blívur hon umsitin og rekt. Hvat
gevur hon, ella hvat kostar hon
landinum. Tað er nokk einki at
taka seg aftur í, at landsins
myndugleikar sita tigandi og
hyggja at, at ein stórur: partur
av hesum eigindómi verður van-
røktur og deils virðisminkaður.
Tað er ein stovnur undir
landinum, sum nevnist jarða-
ráðið. Hvat var meiningin við at
seta hann á stovn. Og hvussu
hevur hann arbeitt. Hvussu
arbeiðir hann ídag. Og hvussu
kemur hann at arbeiða framyvir.
Mangan hoyrir tú sagt, at tað
loysir seg ikki at vera bóndi. Tað
kann gott vera. Men hví so ikki
loysa hesar menn úr hesum
trælalivi.
Tað er sólaklárt, at tað, sum
gongur fyri seg ídag við lands-
Framhald á síðu 6