leygardagur 12. juli 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 12. juli 1975
æ
på
vs
sosialurin
Síða 5
Ísraelskir drápsmenn fremja atsóknir
meðan bardagar fara fram í Beirut
Ísraelskir njósnarar nýttu getubardagarnar
í Beiruth í seinasta mánað til at raka 8
partisanleiðarar sum allir vórðu dripnir,
skrivar amerikanska blaðið »TIME«
Blaðið upplýsir, at tólv njósn-
arar úr ísraelsku fregnartæn-
astuni, >Moósad<, teirra millum
ein kvinna, komu til Libanon
náttina millum 11. og 12. juni.
Seks teirra vórðu flutt til lands í
helikoptarum, meðan hini lendu
á strondini í smáum bátum fyri
at fremja »operation Cecarea«,
hvers endamál er at týna palæ-
stina-arabararnar sum hava
staðið aftan fyri hernaðarligar
atgerðir í Ísrael hesar seinastu
mánaðirnar.
»Time« skrivar, at ísraelsku
ílætnir sum ferðamenn og hand-
ilsfólk og hevdu heilar tvær
vikur um at finna fram til offur
síni.
Nýggjar
hevndaratsóknir
Fáar tímar eftir at Ísrael
seinasta sunnudag jarðaði tey 13
offrini frá seinastu palæstin-
ensisku partisanatsóknini — ein
bumbuatsókn i Jerusalem —
fóru ísraelskir kommando her-
menn mánanáttina inn í Libanon
markið í Libanon — var ein
hevndaratsókn aftur fyri at
palæsðinaarabarar framdu fýra
bumbuatgerðir i Ísrael í dec-
ember í fjør.
Palæstinensiskir talsmenn
siga, at 11 fólk vórðu dripin
undir ísraelska álopinum.
Einasta mál arabarar
skilja er svørdid
Í ísraelska tjóðartinginum sein-
asta mánadag segði forsætis-
ráðharrin, Yitshak Rabin, at
%
; ) %
Ein gamal palestinensiskur flottamadur visir fram heim sitt eftir israelskt bumbuålop
njósnararnir undir trimum ålop-
um drupu átta týdningarmiklar
palæstina-arabarar og særdu
fimtan í útjaðaranum av Beirut.
Ísraelsku njósnararnir vóru
og gjørdu herviligar atsóknir
móti flóttafólkalegum.
Frá ísraelskari síðu verður
sagt, at atsóknirnar — ið vórðu
fylgdar av artillerískjóting við
- ki þa |
Einki skil i!
Tað eyðkendi altid føroyingin
fyrr, at tað sum hann átti, mátti
verða væl umsitið. Annaðhvert
tað var nógv ella lítið.
Nú tykist tað at vera næstan
øvugt.
Nógv fyri, hugsaði eg, eftir at
hava lisið hatta á fyrstu síðu í
SOSIALINUM mikudagin um
sluppina. Eru teir veruliga ikki
so frægir — teir, sum vildu
varðveita minnið um, hvussu
føroyingar uppbygdu landið —
at halda skipið viðlíka sjálvir,
men mugu fáa aðrar til at gera
tað?
Men hetta er kanska teimum
so líkt. Vit hava so nógv dømir
um friðingar og varðveitingar av
ymsum slag í Feroyum. Tað
verður friðað og varðveitt, og so
hendir einki meiri. Viðlíkahald
talar eingin um.
Eg eri ikki mótsteðumaður av
nøkrum gomlum, og sum eigur
at verða friðað. Men er tað ikki
ov nógv av ti góða? Herfyri
skrivaðu blødini um onkra toft í
Vágum, sum elvdi til, at ein
vegagerð mátti steðga. Hava vit
ráð til slíkt? Eg haldi ikki, at tað
er nakað sum helst skil í nøkrum
friðingarpolitikki her á landi.
Ananias
einasta tungumál, sum arabar-
arnir skilja, er sverðið, og hann
lovaði at nýta hetta mál móti
arabisku partisanunum.
Samstundis lovaði Rabin at
herða tiltøkini nógv meiri enn
higartil. Stutt eftir at tey ísra-
elsku bumbuflogferini vóru
komin aftur til staðir sínar, fór
ísraelski Washington-sendiharr-
in, Simcha Dinitz úr Jerusalem
til USA við upplýsingum um
egyptiska kravið um leingjan av
hernaðar sundurskilinigini á
Sinai-hálvoynni.
Egyptarar krevja m.a., at
Ísraelsmenn rýma av tveimum
fjallaskorðum: Giddi og Milta
umframt Abu-Rudeis oljukeld-
unum, sum Ísrael heldur vera av
stórum týdningi fyri at reka eitt
møguligt egyptiskt álop aftur.
Í Washington skal Dinitz
greiða fleiri einstøk punkt í
egyptiska kravinum yvir fyri
amerikanska uttanrikisrådharr-
anum.
Henry Kissinger segði sein-
asta leygardag í eini blaðsam-
rødu, at nú má einasti møguleiki
fyri friði takast álvarsliga,
annars fáa vit eitt nýtt kriggj.
stubbar uttaneftir
Sadat til Vestur-
týskland
Egyptiski forsetin Anwar
Sadat fer sum fyrsti egypt-
iski stjórnarleiðari á almenna
vitjan í Vesturtýkslandi eina-
ferð í heyst, varð sagt úr
Bonn seinasta leygardag.
Fyrr í hesi vikuni var ísra-
elski forsætisráðharrin Yits-
hak Rabin og vitjaði í Bonn.
Hetta er somuleiðis fyrsta
ferðin, at ein ísraelskur
stjórnarleiðari vitjar í Vestur-
týsklandi.
Stór EF-méotstøda
í Danmark
En EF-kanning sum gjørd
varð i mai umfatandi 9500
fólk år limalondunum vísir
m.a. at bert 36 pst. av
dønum halda tad vera gott, at
landid er limur av EF (moti
47 pst. av bretum og 63 pst.
av fólkunum í teimum 6 upp-
runaligu EF-limalondunum).
25 pst. av dønum halda fel-
agsmarknaðin vera sera
vánaligan (21 pst. av bret-
unum og bert 5 pst. í gomlu
limalondunum).
55 landsbygdir undir
í vatni
Meiri enn 15 tús. fólk eru
flutt burtur úr Dhamaji-
økinum í indiska landspart-
inum Assam norðan fyri
Bangladesh, eftir at Kumot-
ia-åin er vaksin upp um áar-
bakkarnar orsakað av mon-
sunregninum. 55 landsbygdir
liggja undir í vatni og fleiri
enn 150 fólk hava latið lív teir
seinastu 14 dagarnar.
Atombumbur
á Taiwan
Serfroðingar innan amerik-
ansku trygdartænastuna
halda, at tjóðskaparliga kin-
esiska stjórnin á Taiwan
arbeiðir ímóti at framleiða
eina atombumbu. Amerik-
anska blaðið Time skirvar, at
Taiwan til 1980 hevur fram-
leitt fleiri = atom-bumbur.
Keldurnar halda, at bumban
verður framleidd úr urani av
einum reaktori, sum longu er
á oynni. Stjórnin á Taiwan er
eisini í ferð við at byggja eina
stoð til at skjóta atom-
rakettir.
Idi Amin
útnevnir seg sjálvan
til feltmarsjal
Forsetin í Uganda, Idi Amin,
ætlar at seta seg sjálvan í
starvið sum felt-marsjallur,
varð boðað frá í ugandiska
útvarpinum seinasta månad-
an. Útvarpið í Kampala
verður javnan nytt av Idi
Amin. Her greidir hann um-
heiminum frå tydningarmikl-
um samtyktum. Útvarpið bar
tey tidindi sunnudagin, at
eitt ráð av teimum elstu i
Kigezi landspartinum hevði
útnevnt Amin til at taka ein
so heiðurligan tittul sum felt-
marsjallur.
Indianarar
kanska eitraðir
Íbúgvarnir í tveimum canad-
iskum indianara-reservatum
hava meguliga fingið kyk-
silvureitran, sigur japanski
patologurin, Tadao Takeuchi,
professari. Hann kemur til
hesa niðursteðu eftir at hava
kannað heilan á tveimum
kettum, sum gingið hava í
indianarareservatinum.
Panama hóttir USA
við partisanstríði
Stjórnarleiðarin í Panama,
Omar Torijos generaiur, kom
heimaftur til Panama sunnu-
kveldið, eftir at hava gjørt
amerikansku stjórnini greitt
at landið vil berjast fyri at fáa
eftirlitið við Panama-veitini.
Undir eini vitjan í Mexico
tryggjaði hann sær hjálp frá
mexicanska forsetanum, Luis
Echeferria í stríðnum um at
Panama skal hava eftirlitið
við veitini. Tá Panama fekk
sjálvstýri frá Colombia í
1903, fekk USA eftirlitið á
einum eki, sum fevnir 8 km á
hverji síðu á veitarbakkan-
um. USA hevur ikki viljað
latið henda myndugleika frá
sær. Torijos generalur sigur,
at nú hevur Panama roynt á
friðarligan hátt at fingið
eftirlitið við veitini uttan at
'USA hevur givið hesum
krevum gætur.
— Tá allar samráðingar eru
til fánýtis, so má fólkið taka
upp eitt frælsisstríð, eing og
Ho Chi Minh gjørdi tað, sigur
Torijos generalur.
Vil vera
ST-aðalskrivari
Forsetin í Mexico Luis Eche-
verria, hevur fingið eina inn-
bjóðing frá Ísrael um at koma
hagar at vitja í endanum av
august, segdu keldur í ísra-
elska uttanríkisráðnum sein-
asta sunnudag. Echeverria
fer í hesum mánaði til nøkur
afrikansk og asiatisk lond
fyri at royna at blíva ST aðal-
skrivari eftir Kurt Waldheim.
—