leygardagur 12. juli 1975síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 12. juli 1975
sosialurin
Sida 7
200 — 300 kg
av tomatum
um vikuna
Umframt tomatir hava teir í år dyrkað kålpianutr,
pottaplantur og urtagarðsplantur. Alt verður rivið
burtur. Men hugurin hjá búnaðarmonnum tykist
ikki serliga stórur at fara undir hesa framleiðslu.
Enn er tað bert ein privatmaður, ið hevur tikið stig
til at fara undir framleiðslu í vakstrarhúsi. Tað er
Kári á Lofti í Sandavági.
Fyri ein, sum ikki kennir so
nógv til vakstrarhúsið, urta-
garðsbrúk í heila tikið, og annan
landbúnað, tykist tað egiligt, at
vakstrarhúsið hjá Royndarstød-
ini í Hoyvík longu eftir bert
trimum árum og við hasum ikki
so stóra húsi — kann heysta
heili 200 —300 kilo av tomatum
um vikuna.
— Vit eru eisini heilt øgiliga
væl nøgdir við árið 1974, sigur
leiðarin av royndarbrúkinum,
Hanus Wardum. Tað er púra
givið, at tað kann loysa seg væl
hjá bóndum at fara undir
framleiðslu í vakstrarhúsum.
Hetta vildi verið útmerkað til
teir smærru garðarnar, sum
annars ikki geva nógv av sær.
Trý tons árliga
Royndarsteðin bygdi vakstrar-
húsið i 1972. Húsið er 500 kvm.
stórt og kostaði tá um 350.000
kr. Rúmini eru trý umframt
pakkirúm og fýrrúm. Golvvidd-
in har tomatplanturnar vaksa, er
180 m'.
Tey fyrstu úrslitini fingust í
1973, og tey vóru nógv betri enn
væntað varð frammanundan.
Hanus greiðir frá, at tað var ikki
ein spurningur, um grønmeti fór
at vaksa og gerast gott. Aftur-
ímóti var tað meiri ein spurn-
ingur, um slík framleiðsla kann
royna seg økonomiskt — um tað
í heila tikið kann loysa seg at
fara undir grønmetisframleidslu
i Føroyum. Eftir hesum at døma
kann ikki sigast annað, enn tá
royndirnar hava gingið so væl,
at framleiðsla av grønmeti kann
gerast ein týðandi táttur í
foroyska landbúnaðinum.
Árliga framleiðslan av tomat-
um í Hoyvik er komin upp á
3—31/ tons. Try tons er ikki
nógv av samlaða forbrúkinum.
Eitt sindur ivasamt er, hvussu
nógv Feroyar flyta inn av tom-
atum, men tað liggur um 50—60
tons. Hanus roknar við, at sjálvt
rakstrarhúsið gevur lítið undir-
skot. Men tá er at minnast til, at
nógv arbeidstid fer til ansan og
kannan, so einki lið í fram-
leiðsluni kiskar, og úrslitini
gerast best møgulig og ålitandi.
Eisini fara nógvir tímar til at
hampa og annað vidlikahald, so
húsið eisini sær repræsentabult
út. Sammett við norsk úrslit fyri
hvønn arbeidstima og tað, sum
kemur burturúr, er avrikið í
Hoyvík væl betri.
Heystaðu
longu í mei
Fyrstu ferð, at teir á royndar-
brúkinum heystaðu tomatir í ár
var 12. mei. Síðan hava teir
heystað hverja viku. Vanliga
verður heystað triggjar. ferðir
um vikuna. Tomatirnar verða
seldar til Keypssamtøkuna og
Fruktseluna hjá Bjarna Hús-
garð.
Einasta treytin, sum Roynd
arstødin setur, er, at prísurin á
teimum føroysku tomatunum
ikki fer upp um prísin á út-
lendsku tomatunum
Framleiða alt árið
Summi halda óivað, at bert
Framleiðslan í vakstrarhúsinum gongur nógv
betur enn væntað var, sigur leiðarin av royndar-
stødini, Hanus Wardum
verður framleitt í vakstrarhús-
inum summarhálvárið, men hús-
ið verður nýtt alt árið. Umframt
tær reyðu, leskiligu tomatirnar
verða eisini dyrkaðar kálplantur
(spiskkål og blomkål); potta- og
urtagarðsplantur. Alt verður
selt við tað sama. Í letuni eru
eini 1000 salathevd um at vera
búgvin. Tey fara meguliga í
handlarnar í næstu viku. Fleiri
eru búgvin um miðjan august.
Royndarsteðin hevur í ár
framleitt 8000 kálplantur, sum
Men uppgávan hjá Royndar-
steðini er jú fyrst og fremst at
kanna og síðan at ávirka búnað-
armenn til at fara — til dømis
sum í hesum føri — undir fram-
leiðslu av grønmeti.
Årsfrågreidingin
Royndarstødin gevur vanliga
eina årsfrågreiding út um árið. I
1973 kom soleiðis ein frágreiðing
út um vakstrarhúsið. Men fyri
1974 er eingin komin enn.
Salathevdini, sum kanska fara í handlarnar í næstu viku
eru seldar fyri 80 oyru hver. Av
pottaplantum (t.d. bergoni'ur
og chryssantemum) eru fram-
leiddar 1200. Kostnaðurin fyri
tær er 12 kr., meðan urtagarðs-
planturnar kosta 2,50 kr. 5000
eru framleiddar av teimum.
Afturimóti undanfarnu árum
hava teir ikki framleitt nakað av
agurkum í ár. Og tað er tí, at
tað hevur gingist so væl, sigur
Hanus læandi
Orsekin til hettar er hon, at allar
upplýsingar frá Royndarstødini
skulu fyrst góðkennast av
landsstýrinum. Frágreiðingin er
send landsstýrinum tidliga í vár,
men enn er einki frætt haðani
Vakstrarhús
í Sandavági
Fyri umleið hálvum eðrum ári
síðani sekti Kári á Lofti um lán
til eini vakstrarhús, ið hann
ætlaði at byggja í Sandavági.
Menningagrunnurin var ógvu-
liga positivur, men /striltið
gekkst at fáa málið greitt
igjøgnum, so at Kári kundi fara
undir at byggja húsini. Húsini
verða sterri enn tey í Hoyvík.
Gélvviddin verður 750 m* og
kostnaðurin er mettur til 600.000
kr.
Leykplantur
og grønmeti
Kári ætlar millum annað at fåast
við leykplantur, sum páskaliljur
og tulipanir. Henda framleiðslan
fer fram um várarnar, til páskir-
nar. Á sumri, fram til oktober
verður so framleiðsla av tomat-
um og agurkum. Síðan verða
kál- og potta- og urtagarðs-
plantur framleiddar.
Fyri at fáa viðmæli, skal hann
ið hugsar um at fara undir slíka
framleiðslu, helst hava jarðar-
brúksútbúgving ella hava arb-
eitt við slíkum.
55 ár
Tað er í ár 55 ár, síðan Royndar-
stødin fór undir virki sítt. Í 1920
vórðu maskinur keyptar, og
húsini bygd. Árið eftir komu
fyrstu úrslitini frá stødini. Eitt
royndarbrúk var eisini eitt skifti
í Traðardali heima á Sandi, men
„hetta brúkið er niðurlagt fyri
nógvum árum síðani
Talan hevur verið um megu-
liga at flyta Royndarsteðina til
Kollafjarðar. Ein nevnd kannaði
spurningin, um Royndarsteðin
skuldi flyta ell sum hon var, ella
partar av henni skuldu verða
eftir í Hoyvík. Eisini kannaði
nevndin rakstrar og kostnaðar-
ætlan við eini flyting. Nevndin
sendi landsstýrinum eitt álit á
heysti 1973, men enn er ikki
meira hent í málinum.
Aðrar uppgávur
Umframt royndarbrúk við
vakstrarhúsinum liggja onnur
eki undir Royndarsteðini. So-
leiðis hava teir sjey, ið starvast á
steðini, eisini um hendi ísáð-
ingina, maskinstød og mjólka-
eftirlitið. Harafturat er Hanus
landbúnaðarráðgevi