mikudagur 19. juni 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 • mikudagur • 19. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Fyrireikingarnar til
og avgreiðslurnar av
FM kappingunum
hava ongantíð verið
betri, enn tær hava
verið í ár, og nú
verður vónað, at
kappingin millum
vertirnar um at vera í
minsta lagi eins
stinnir og hinir fer at
síggjast aftur kring alt
landið
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Tað gekk upp á stás við
kappróðrinum á Skála-
fjarðarstevnuni. Tað kemur
ikki ofta fyri – rættari er at
siga, at tað kemur sera
sjáldan fyri – at fyrsta start-
skotið er ásettu klokku-
tíðina. Men soleiðis var tað
leygardagin. Sekundvísarin
var ikki farin nógv av
trítalinum, tá fyrsta skotið
hoyrdist inni á 1000 metra
málinum, og klokkan var
akkurát farin av fimm, tá
10–mannaførini komu á
mál.
– Eg tosaði við høvuðs-
dómarin beint eftir kapp-
róðurin. Hann helt fyri, at
tað hevði verið sum eitt
spæl, so væl høvdu fyri-
reikararnir lagt alt til rættis.
Á dráttinum varð skundað
undir manningarnar um at
vera skjótar inn á málið, alt
tað tekniska var í lagi, og
manningarnar vóru lættar
at hava við at gera, sigur
Hannis Joensen, formaður í
Róðrarsambandinum.
Hann heldur, at fyrireik-
ararnir eiga toppkarakter
fyri fyrireikingarnar, og
hann heldur, at klaksvík-
ingar vóru eins óførir:
– Tað regnaði leygardag-
in, men annars vóru lík-
indini av teimum bestu.
Líkindini vóru ikki góð í
Klaksvík, men tað eydn-
aðist teimum væl at fáa alt
frá hondini. Næsti róðurin
verður í Hósvík. Parturin
hjá teimum plagar ikki at
liggja eftir. Tí rokna vit við
og vóna, at tað eisini kom-
andi leygardag fer at ganga
væl. Og tað hevði ikki verið
so galið, um tað so at siga
hevði komið kapping mill-
um stevnuplássini um at
vera bestir til fyrireiking-
arnar, heldur RSF formað-
urin.
Í blaðnum leygardagin
varð nevnt, at tað fleiri
ferðir hevur verið róðrinum
til ampa, at bátar, sum einki
hava havt við kappróðurin
at gera, hava ligið og
stimað aftur og fram. Hesa
ferð vóru eingir trupul-
leikar av hesum. Brimil,
sum hevði luttikið í bjarg-
ingarroynd, lá dygst utt-
anfyri róðrarøkið, og tað
hevði ivaleyst verjukenda
ávirkan, og so kann tað væl
hugsast, at tað hava verið
fleiri, sum hava tikið
áheitanina til eftirtektar at
vísa róðarfólkunum størri
virðing fyri tað stríð, sum
tey leggja í kappróðurin.
Í onkrum róðrum hevði
onkur bátur trupulleikar í
startinum, og í onkrari
aðrari kapping stýrdi onkur
skeivt. Men tá vit vóru í
sambandi við Róðrarsam-
bandið
mánadagin
var
eingin kæra komin um
róðurin á Skálafjørðinum.
Møguleiki fyri flyting
Mánadagurin í hesi vikuni
minti á, at sjálvt um tað er
komið til longsta dag, so
nýtist veðrið ikki at skikka
sær so væl, sum tað skuldi
roknast við hesa ársins
tíðina. Mánakvøldið mundi
kappróðrarvenjingin kring
landið verða avlýst. Tað
stóð um húsbrot, og tað var
sannur uppgangur nógva
staðni.
Hvat gera tit, um líkind-
ini verða soleiðis leygar-
dagin, sum tey hava verið
fyrsta partin av vikuni?
– Tað hevði verið ófor-
svarligt at havt kappróður
undir sovornum umstøðum.
Vit hava møguleika at út-
seta róðurin til sunnudagin,
men vónandi verður tað
ikki aktuelt. Tá veðrið
hevur verið so vánaligt
fyrst í vikuni, mugu vit
vóna, at tað fer at roynast
betri leygardagin, sigur
Hannis Joensen.
Bæði í Klaksvík og í
Runavík vóru veðurlík-
indini og harvið eisini
róðrarlíkindini betri seinna
stevnudagin, men tað kom
ongantíð upp á tal at útseta
kappróðurin.
Serliga hugaligt var
tað, at Suðuroygg-
in, sum áður var
millum fremstu
økini, kom aftur á
kortið í kappróðr-
inum
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Kappróðurin á Skála-
fjarðarstevnu var væl
eydnaður, og hann var í
fleiri av kappingunum
rættuliga
spennandi.
Sammett við á norð-
oyarstevnu vóru tveir
nýggir vinnarar. Teir
vóru
6–mannafarið
Smyril úr Vági við
monnum
og
nýggja
8–mannafarið Kvívík-
ingur.
Hinir fýra vinnararnir
vóru teir somu sum í
Klaksvík.
Genturnar
umborð á Sílinum og
kvinnurnar umborð á
Jarnbardi
vunnu
so
sannførandi, at tað eftir
tvær tær fyrstu kapping-
arnar er ilt at ímynda
sær, at hesar manning-
arnar skulu verða hóttar
seinni í summar.
Eysturoyingurin
og
Fípan
Fagra
við
dreingjamanning hava
vunnið bæði í Klaksvík
og í Runavík. Felags fyri
sigrarnar hjá hesum
báðum manningunum
er, at munurin aftur til
næstu bátarnar hesa ferð
var lítil. Tí eigur tað ikki
at vera óhugsandi, at tað
í næstu kappingunum
fer at vera sera stórur
spenningur
í
hesum
kappingunum.
Seks feløg
Sammett við undanfarin
ár tykist býtið av sigrum
til ymsu økini kring
landið at vera javnari í
ár. Hesa ferð vunnu
klaksvíkingar ein róður,
Runavík vann ein róður,
Kvívík vann ein róður,
Vágur vann ein róður,
og Havnar Róðrarfelag
og Róðrarfelagið Knørr-
ur, sum bæði eru í
Havnini, vunnu hvør sín
róður.
Klaksvíkingar vunnu
nógv í fjør, og Kappróð-
rarfelagið NSÍ hevur í
mong ár verið millum
tey feløgini, sum oftast
hava vunnið. Kvívíking-
ar
hava
ofta
verið
fremstir, og feløgini í
Havnini liggja oftast
frammarlaga.
Mest merkisverda úr-
slitið í Runavík var tað,
at Smyril úr Vági við
monnum var fremstur.
Suðuroyingar vunnu í
seksti árunum nógv,
men síðani hevur tað
ikki roynst so væl.
Síðsta FM heitið, sum
vágbingar hava vunnið,
var í 1994, tá 5–manna-
farið Royndin Fríða,
mannað við dreingjum,
var best.
Ofta hevur tað víst
seg, at tá manning úr
øki, sum annars ikki
hevur staðið seg væl,
hevur megnað at stinga
seg framum, so hevur
tað havt við sær, at
áhugin fyri kappróðri
yvirhøvur í økinum er
øktur, og tað hevur so
sæst aftur í luttøkuni og
kanska úrslitunum. Eftir
sigurin hjá Smyrli á
Skálafjørðinum verður
vónað, at fleiri mann-
ingar úr Suðuroy fara at
taka lut.
Á Skálafjarðarstevn-
uni var einki 10–manna-
far og einki 8–mannafar
úr Suðuroy við í kapp-
ingini. Umframt Smyril
luttók Snopprikkur úr
Hvalba í kappingini
millum 6–mannafør við
monnum. Hvalbiarbát-
urin luttók eisini í
kvinnukappingini.
Í
gentukappingini luttók
Royndin Fríða, og í
dreingjakappingini var
eingin bátur úr Suðuroy
við. Merkisvert er tað, at
eingin bátur yvirhøvur
av Tvøroyri var við í
kappróðrinum á Skála-
fjørðinum. Firvaldur –
bæði við gentumanning
og dreingjamanning –
eru
tilmeldaðir
FM
kappingarnar, men báð-
ar manningarnar meld-
aðu frá til næstu FM
stevnuna í ár.
Seks feløg
vunnu hvør
sína kapping
Tvær royndir og tvey 13 tøl
Formaðurin í Róðrarsambandinum heldur, at fyrireikararnir higartil eiga toppkarakter fyri
avrik síni
13
12
Nr. 114 - 19. juni 2002
Tríggir føroyskir
bólkar spældu á úti-
konsert í Saltangará
fríggjakvøldið. Um-
støðurnar at spæla
vóru góðar, men tað
tók sína tíð, áðrenn
lív kom í konsertina
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Diatribes, Clickhaze og Týr
spældu á útikonsert, sum
varð hildin í sambandi við
Eystanstevnuna um viku-
skiftið.
Konsertin
var
fríggjakvøldið,
og
teir
tríggir føroysku rockbólk-
arnir gjørdu sítt besta fyri
at skapa eina góða konsert.
Tað var súra uppgávan
hjá Diabtribes at hita upp
fyri hini bæði kendaru
nøvnini, men tað gjørdu
teir samvitskufult við góð-
um tónleiki og nógvari
orku.
Konsertin byrjaði fyri
midnátt, men tað var sum
vanligt trupult at savna fólk
fyrr enn seinni úti á náttini.
Diatribes legði tó harðliga
fyri. Teir spæla rocktónleik,
sum líkist tí slagnum av
rocki, sum floymir úr USA
í hesum døgum. Tað er
melodiøst, men eisini við
eitt sindur av broddi í.
Diatribes spældi væl, og
tað var spell, at fleiri fólk
ikki fingu høvi at hoyra
hendan bólkin. Teir eru ikki
enn eins kendir sum Click-
haze og Týr, men teir
kunnu fara at gera meira
um seg, halda teir fram í
sama lagi komandi árini.
Bangin fyri
amerikumonnum
Clickhaze var mest aktuelli
bólkurin á konsertini, tí
fríggjadagin kom fyrsta út-
gávan hjá teimum. Click-
haze hevur verið nógv
frammi umvegis Prix Før-
oyar tónleikakappingina og
konsertir heima og uttan-
lands, men nú er fyrsta út-
gávan hjá bólkinum umsíð-
ir komin.
Tað vóru eisini sangir av
hesi útgávu, sum vóru á
skránni
í
Saltangará
fríggjakvøldið.
Bólkurin
spældi teir kendu sangirnar,
og teir trivu eisini í tveir
spildurnýggjar sangir, har
tað bar til at staðfesta, at
Clickhaze hevur framvegis
nógv listarligt avlop til gera
nýtt tilfar.
Ein av stóru løtunum
hetta kvøldið var tó, tá
bólkurin spældi sangin I´m
Afraid of Americans, sum
David Bowie hevur skrivað.
Hesin sangurin er ein
melodiøsur og spennandi
rocksangur, sum Clickhaze
dugir væl at tulka.
Eivør Pálsdóttir og Petur
Pólson røktu sína uppgávu
sum sangarar til fulnar, og
tey høvdu góðan botn at
byggja á.
Eivør hevur nú fingið sær
eitt meira popput image,
enn hon hevur havt seinastu
árini. Hon er farin frá kjól-
um til buskir og troyggir, og
tað riggar eisini væl til tón-
leikin hjá bólkinum.
Týr og kvæðini
Seinasti bólkurin á konsert-
ini var Týr, sum saman við
Clickhaze hevur gjørt nógv
um seg uttan fyri landodd-
arnar farna árið. Týr hevur
serliga vunnið seg fram í
Íslandi, men seinni í ár fáa
teir møguleikan at gera tað
saman í Danmark og Nor-
egi.
Týr spældi millum annað
sangir, sum teir góvu út á
fløguni How far to Asgaard.
Tað vil siga, at Ormurin
langi sjálvandi eisini var á
skránni. Harafturat er Týr
eisini farin at fjasast við
annað kvæði, og tað tykist,
sum tað er júst hetta, sum
fólk vænta at hoyra frá Týr.
Hóast teir gera frálíkan
rocktónleik,
har
partar
nærkast klassiskari ins-
piratión, so er tað serliga
Ormurin langi, harða gittar-
ljóðið og solospøl, sum
hava givið Týr tað støðu,
sum bólkurin hevur millum
ungar føroyingar.
Týr spældi væl, Pól Arni
var góður við mikrofonini,
og fólk vóru sjálvandi ovur-
fegin, tá tey fingu møgu-
leikan at taka saman til
Ormin langa.
Tað vóru sløk 500 fólk til
konsertina, og hóast tað er á
góðari leið, so hevði kon-
sertin uppiborið, at tað
vóru fleiri fólk.
Rockurin rungaði á Eystanstevnu
C
M
Y
K
12