Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 19. juni 2002 15 Á Skálafjørðinum eydnaðist tað kvívík- ingum væl og virði- liga at vaska vón- brotið frá fyrstu FM kappingini burtur 8-MANNAFØR Jóannes Hansen Tá Argjabáturin vann á norðoyarstevnu kundi tað bent á, at teir á Argjum fóru at yvirtaka trúnuna aftur, sum teir við fáum undan- tøkum hava átt síðani 1991. Tað er framvegis møguleiki fyri, at Argjabáturin fer at vinna FM heitið, sum Nevið Reyða fór avstað við í fjør. Men leygardagin staðfestu teir umborð á nýggja Kvívikinginum, at teir avgjørt ætla sær at vera við til at mynda kapping- ina. – Vit vóru sera vónbrotn- ir eftir norðoyastevnu- róðurin. Vit høvdu ætlað at vinna, og vit væntaðu satt at siga, at møguleikarnir vóru góðir fyri tí. Men tað kiksaði orduliga. Vit duga ikki rættuliga at siga hví. Veðrið var einki serligt ta ferðina, men tað var eins fyri allar, sigur Jan Suni Hansen, sum er bátsfor- maður umborð á Kvívík- inginum. Talan er um nýggjan bát, sum Sámal Hansen hevur smíðað til kvívíkingar í vetur. Báts- formaðurin letur væl at bátinum. – Okkum dámdi væl gamla bátin, men hesin er væl lættari. Áðrenn vit flotaðu hann fyrstu ferð, vigaði hann 80 kilo minni enn gamli báturin. Nú hev- ur hann sjálvandi drukkið nakað í seg, men hann er framvegis væl lættari, enn gamli báturin er, og tað hevur heilt víst týdning. Á Skálafjørðinum vundu teir umborð á nýggja Kví- víkinginum burturúr Argja- bátinum og øllum hinum. Argjabáturin fekk besta startin, men tað var skjótt, at Kvívíkingur bjóðaði rættuliga av, og tá teir komu út ímóti 1000 metra málin- um undir Støkk høllini ella Glyvra bio, sum nógv í Heiðunum framvegis siga, fór Kvívíkingurin framum, og hann var fremstur rest- ina av teininum. Knørrur og Nevið Reyða, sum eftir norðoyarstevnuna varð mannaður við fólki úr NSÍ, fylgdu leingi væl við. Teir umborð á Nevinum høvdu ikki orku til at fylgja við á síðsta teininum. Tað høvdu teir umborð á Knørri, sum á seinastu hálvt annað hundrað metr- unum var um reppið at taka næstfremsta plássið frá Argjabátinum. Gamli Kvívíkingurin, sum nú eitur Kvívíksbát- urin, var aftastur. Tveir av manningini á honum eru úr Kvívík. Hinir búgva í Havnini, og Kvívíksbáturin venur á Havnarvág. Hava vunnið við Junkaranum Nýggi Kvívíkingurin er so at siga bara mannaður í Kvívík. Tveir eru úr Vest- manna. Teir hava áður róð við Havfrúnni. Fýra av kvívíkingunum róðu við Junkaranum, tá hann í 1998 vann allar róðrarnar. Fimm av manningini vóru við Kvívíkinginum í fjør. Róð- ursmaðurin og tríggir aðrir eru fyrsta árið umborð á Kvívíkinginum, men teir hava allir róð áður. Manningin er 18–27 árra gomul, og teir venja í Vest- manna. Kvívíkingar eiga Váli, og har hava teir kapp- róðrarneyst. Hóast avbjóðararnir vóru fleiri, so eydn- aðist tað Eysturoying- inum í heimasjógvi at vísa øllum hinum durafjórðingin 10–MANNAFØR Jóannes Hansen Luttøkan í kappingini mill- um 10–mannaførini hevur verið størri, enn hon er nú. Bara fimm manningar dittaðu at bjóða seg fram til kappingina á Skálafjørð- inum. Men hóast kappingin í vavi ikki er serliga stór, so tykist tað framvegis vera soleiðis, at tað er serligur spenningur um hesa kapp- ingina. Kappingin var enn eina ferð sera tøtt. Bátarnir skiftust um at vera á odda, og so endaði tað, sum tað gjørdi á norðoyarstevnu. Eysturoyingurin vann, men munurin var ikki serliga stórur aftur til næstu bát- arnar. Klaksvíkingur var eina hálva bátslongd frá fremsta plássinum, og Vestmenningur var ein skut aftanfyri Klaksvíkingin. Havnarbáturin var eina hálva bátslongd aftanfyri Vestmenningin, og so vóru 26 sekund aftur til Nóls- oyingin, sum hevði trupul- leikar av at koma leysur av fasta startinum. Tætt í toppinum Eysturoyingurin gav bein- anvegin boð um, at hann ætlaði sær at vera við, har tað gekk fyri seg, og tað gjørdi Klaksvíkingurin eisini. Hesir báðir bátarnir fingu besta startspurtin, og tá teir komu á fimtan hundrað metra málið, var munurin framvegis einki serligur. Umframt Nólsoyingin so hevði Havnarbáturin ilt við at standa seg í kappingini. Sammett við í fjør eru fýra nýggir menn komnir um- borð á meistarabátin, sum ikki av álvara fór undir venjingina, fyrrenn teir komu aftur av Scilly oyggj- unum. Havnarbáturin datt skjótt afturum teir fremstu, og hann vann seg ongantíð so frægt aftur, at hann kundi vera við, har tað gekk fyri seg. Sær sjálvum líkur, so hevði Vestmenningurin einki serligan start. Men vestmenningar eru treiskir, og tá málið av Langanesi og inn undir pirin undir Lynfrost var meiri enn hálvrógvið, blandaði Vest- menningur seg uppí. Hann var fram ímóti at vera heilt frammi í spíssinum ta einu løtuna, men í síðsta enda vóru vestmenningar ikki nóg drúgvir. Eysturoyingurin vann, men fleiri tykjast hava hug á oddasessinum, og alt talar fyri, at kappingin millum 10–mannaførini eisini fer at verða sera spennandi tær fýra ferðirnar, sum tað framvegis er eftir at kapp- ast um FM heitið. Eysturoyingur vardi borg á Skálafjørðinum Annan róðurin í slag – hesaferð á heimasjógvi – eydnaðist Eysturoyinginum at vinna FM-róður Mynd: Jens Kristian Vang Nýggi Kvívíkingurin vísti øllum frá sær Eftir vónbrotið á norðoyastevnu eydnaðist tað hesa ferð hjá kvívíkingum at vaska vónbrotið av sær Mynd: Jens Kristian Vang 15 14 Nr. 114 - 19. juni 2002 Góðu úrslitini eru komin óvart á Smyrla dreingirnar í Vági, sum ikki hava bestu umstøðurnar at fyrireika seg, tí meiri enn helmingurin av manningini hevur seinastu tíggju vikurnar verið á tekniska skúlanum í Havnini 6–MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Á norðoyarstevnu var Páll Fangi fremstur í kappingini millum 6–mannafør við monnum. Ta ferðina var Smyril úr Vági næstfremst- ur. Leygardagin býttu hesir báðir bátarnir um pláss. Smyril var fremstur, og á málinum var hann tvær bátslongdir undan bátinum úr Klaksvík. Tá róðrarmenninir seint leygarkvøldið komu suður varð skipað fyri móttøku. Tað var væl skiljandi, tí tað er ikki soleiðis longur, at suðuroyingar vinna á hvørjum ári í kappróðri. Sigurin í Runavík kom ikki so óvart á vágsdreingir. Teir vóru meiri kløkkir, tá tað hilnaðist so mikið væl hjá teimum á norðoya- stevnu: – Umstøðurnar at fyri- reika okkum hava ikki verið tær bestu. Málið hjá okkum í Klaksvík var at fáa stig í FM kappingini. Vit høvdu ikki roknað við at enda næstfremst. Tá tað var greitt fyri okkum, at vit høvdu møguleika at kapp- ast um fremsta plássið, so knýttu vit nevarnar og søgdu við hvønn annan, at vit skuldu vinna næstu FM kappingina, og tað eydnað- ist. Hetta sigur Johan Sofus Müller. Hann er bátsfor- maður umborð á Smyrli, og hann er ein av fýra av manningini, sum er á tekniska skúlanum í Havn- ini. Tá henda vikan verður av, hava teir verið norðan fyri í tíggju vikur. Tá verð- ur liðugt fyri hesa ferð. So fara teir allir suður aftur, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá teimum, tá teir fáa møguleika at venja umborð á bátinum. – Vit fóru undir styrkis- venjingarnar í februar. Tá vit fóru norður til Havnar í skúla, høvdu vit bara verið í bátinum í eina viku. Síðani hava vit vant í Fragd og fimi, og so hava vit verið í bátinum í vikuskiftunum. Undan norðoyarstevnuni og aftur undan síðsta viku- skiftinum komu hinir norður við bátinum tórs- dagin, og so vandu vit her í Havnini tvær ferðir, áðrenn vit fóru til FM róður leyg- ardagin, sigur bátsformað- urin umborð á Smyrli. Allir sjey, sum eru við til at manna Smyril, búgva í Vági. Teir eru 18–24 ára gamlir, og tað er felags, at teir allir eru í handverk- aralæru. Hjá seks teirra er læruplássið Injector, sum er kent fyri trollemmarnar. Teir læra til plátu– og kon- struktiónssmiðir. Tann sjeyndi lærir til elektrikara. Ein hevur ongantíð róð áður. Hinir hava allir róð við Vágbinginum og Royndini Fríðu. Besta úrslitið hjá teimum undan árinum í ár var í 1999, tá Royndin Fríða var nummar tvey á norðoyarstevnu. Fremstir allan vegin Smyril fekk góðan start. Saman við Páll Fanga leyp hann avstað. Hvessingur fylgdi við fyrstu løtuna. Á 1000 metra málinum var Smyril skudin framm- anfyri Hvessing, og ein hálv bátslongd var so aftur til Páll Fanga. Smyril økti stútt og støðugt um munin til hinar bátarnar, og tá teinurin var hálvrógvin var ilt at ímynda sær, at nakar skuldi hava møguleika at taka Smyril, sum var heilt leysur av hinum bátunum, tá hann kom á mál. Í staðin var talan um spennandi kapping um næstfremsta plássið. Páll Fangi hevði leingi ilt við at koma fyri seg. Men á síðsta teininum høvdu teir á Klaksvíks bátinum mestu orkuna, og við góðum endaspurti tryggjaðu teir sær annað plássið framman fyri Hvessing, sum bara var eitt stórt sekund aftanfyri. Gongurólvur og Strálan fylgdu eisini væl við, men nýggi báturin hjá havnar- monnum og tvífaldu FM vinnararnir av Strondum megnaðu ikki at vinna seg fram á heiðursmerkjapláss. Smyril úr Vági er sami bátur sum Fortuna úr Vest- manna. Vágbingar hava leigað bátin frá vestmenn- ingum. Báturin er málaður við eyðkendu litunum hjá vágbingum – hvítur og svartur – og ivaleyst fer hann eisini at seta dám á komandi kappingarnar. Nú fara allir handverkara- lærlingarnir at venja saman á Vágsfirði. Teir eru allir í handverkara- læru At sigruin kom óvart á manningina, gjørdi sjálvsagt ikki fagnaðin umborð á Smyrli minni eftir róðurin Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o úr bara 750,- Mini Cruise Mini Cruise SMYRIL LINE Tel 34 59 00 til Bergens 750,- e-mail: booking@smyril-line.fo Á ferðini verður skipað fyri bingo! Í sølubúðunum umborð eru ! nógv góð tilboð team85 Fráferð av Havnini mánamorgun kl. 8.30 við komu á Havnina mikudag kl. 15.00