Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juni 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 19. juni 2002 17 Jarnbardur púra tryggur Kappingin stóð um næstfremsta plássið, sum Páll Fangi akku- rát megnaði at vinna frammanfyri Riddar- an 6–MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Tað tykist ikki fara at verða spenningur um, hvør skal vinna FM í kappingini millum kvinnur. Jarnbardur vann sera sannførandi á norðoyarstevnu. Og aftur á Skálafjørðinum var talan um tryggan sigur. Jarnbardur legði seg beinanvegin eina hálva bátslongd fram um hinar bátarnar. Eina løtu sá tað út til, at Páll Fangi skuldi fáa fatur á Jarnbardi. Klaks- víksbáturin hevði gott ára- lag, og tær tóku seg eina løtu inn á Jarnbard í hvørj- um taki. Men tað var Jarn- bardur, sum stýrdi kapping- ini. Tær drógu frá aftur Páll Fanga, og so tóktist tað sum um tær úr Klaksvík mistu trúnna uppá, at tað skuldi bera til at fáa Jarnbard aftur, og so øktist munurin frá Jarnbardi og aftur til hinar bátarnar. Tá bátarnir komu inn ímóti málinum, var Jarnbardur meiri enn tvær bátslongdir undan næstu bátunum. Páll Fangi var aftur hesa ferð næstfremstur, men tað var um reppið, at Riddarin úr Miðvági fekk fatur á Pálli Fanga. Munurin var bara ein stórur skutur, og tað var ikki fyrrenn á allar síðstu metrunum, at tað var greitt, at tær úr Klaksvík tryggjaðu sær annað pláss- ið. Men tað er neyvan nøkt- andi hjá manning, sum í fjør vann allar róðrarnar og harvið FM við fullum stigatali, at stríðast um ann- að plássið. Eftir tvær kappingar og tveir sera sannførandi sigr- ar bendir alt á, at FM vinn- arabáturin frá 1999 og 2000 skal vinna FM heitið aftur í ár. Úrslitini á norðoyastevnu 5-mannfør dreingir bátur tíð 1 Fípan Fagra 5.15,05 2 Blikur 5.15,17 3 Havfrúgvin 5.17,18 4 Tjaldrið 5.18,01 5 Drekin 5.27,12 6 Ørnin 5.29,06 7 Junkarin 5.43,16 8 Sílið RK 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 5.20,09 2 Páll Fangi 5.26,24 3 Riddarin 5.27,05 4 Gongurólvur 5.36,15 5 Hvessingur 5.48,07 6 Víkingur 5.51,16 7 Sølmundur 5.52,10 8 Lómur 5.53,03 9 Snopprikkur 5.59,05 5-mannafør, gentur 1 Sílið 5.27,05 2 Ørnin 5.33,23 3 Fípan Fagra 5.37,00 4 Blikur 5.38,07 5 Drekin 5.39,19 6 Havfrúgvin 5.40,08 7 Tjaldrið 5.40,23 8 Frúgvin 5.48,00 9 Tekla 5.56,16 10 Royndin Fríða 6.04,24 11 Junkarin 6.10,08 12 Dúgvan 6.18,20 6-mannafør, menn 1 Smyril 7.45,24 2 Páll Fangi 7.51,07 3 Hvessingur 7.51,12 4 Gongurólvur 7.52,12 5 Strálan 7.53,13 6 Sølmundur 7.57,13 7 Jarnbardur 8.07,00 8 Snopprikkur 8.09,23 9 Hósvíkingur 8.12,22 10 Víkingur 9.10,16 8-mannafør 1 Kvívíkingur 7.22,04 2 Argjabáturin 7.28,24 3 Knørrur 7.29,02 4 Nevið Reyða 7.38,10 5 Húsavíkingur 7.41,19 6 Kvívíksbáturin 8.01,15 10-mannafør 1 Eysturoyingur 9.34,17 2 Klaksvíkingur 9.36,12 3 Vestmenningur 9.37,02 4 Havnarbáturin 9.39,16 5 Nólsoyingur 10.03,08 FM-støðan 5-mannfør dreingir stig stig bátur hesaferð íalt 1 Fípan Fagra 7 14 2 Blikur 5 9 3 Tjaldrið 3 8 4 Havfrúgvin 4 5 5 Drekin 2 4 6 Sílið 0 3 7 Ørnin 1 1 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 7 14 2 Páll Fangi 5 10 3 Riddarin 4 8 4 Gongurólvur 3 6 5 Víkingur 1 3 6 Hvessingur 2 2 7 Lómur 0 1 5-mannafør, gentur 1 Sílið 7 14 2 Ørnin 5 9 3 Fípan Fagra 4 9 4 Blikur 3 6 5 Drekin 2 3 6 Havfrúgvin 1 3 6-mannafør, menn 1 Smyril 7 12 2 Páll Fangi 5 12 3 Hvessingur 4 8 4 Gongurólvur 3 6 5 Strálan 2 3 6 Sølmundur 1 3 8-mannafør 1 Kvívíkingur 7 12 2 Argjabáturin 5 12 3 Knørrur 4 8 4 Húsavíkingur 2 5 5 Nevið Reyða 3 3 6 Kvívíksbáturin 1 3 10-mannafør 1 Eysturoyingur 7 14 2 Klaksvíkingur 5 9 3 Havnarbáturin 3 8 4 Vestmenningur 4 7 5 Nólsoyingur 2 4 Tá bátarnir nærkaðust málinum, vóru yvir tvær bátslongdir frá Jarnbardi aftur til næstu bátarnar Mynd: Jens Kristian Vang 17 16 Nr. 114 - 19. juni 2002 Sílið fekk tvey gul kort og varð kolldømt fyri at skikka sær illa í startinum og fyri vánaliga stýring, sum eitt nú gekk út yvir Tjaldrið 5–MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Í fjør vunnu klaksvíkingar umleið helvtina av øllum róðrunum í øllum seks kappingunum. Teir í Klaks- vík hava lagt nógv fyri, og teir hava fyrireikað seg væl til hetta kappingarárið, men talið á sigrunum boðar frá, at úrtøkan hevur ikki verið eins góð í ár, sum hon var í fjør. Einasti báturin úr Klaks- vík, sum vann í Runavík, var Fípan Fagra. Leingi tóktist tað, sum um Sílið skuldi gerast stóri sigurs- harrin, men hjá teimum gekk tað verri enn illa. Á startmálinum kendi dómar- in seg noyddan at geva teimum gult kort. Og tað var ikki so langt eftir, at bátarnir vóru farnir at rógva, at dómarabáturin aftur var framvið og sendi gula flaggið upp fyri Síli- num, sum annars tóktist liggja væl fyri. Dómarin var ikki nøgdur við stýring- ina hjá havnardreingjum. Tað fingu teir gult kort fyri, og harvið vóru teir ikki við í kappingini. Reglurnar siga, at um sami bátur fær tvey gul kort í einum og sama róðri, so er tað at rokna sum reytt kort, og harvið er báturin koll- dømdur. Báturin er kortini ikki bannaður at luttaka í næstu kappingini. Fípan Fagra var alla tíð- ina við í kappingini har frammi, men tað var ikki fyrrenn á síðstu hálvt annað hundrað metrunum, at teir tryggjaðu sær sigurin. Endaspurturin hjá klaks- víksdreingjum var sera sannførandi, og á málinum vóru teir bara ein evarska lítlan hálvan skut undan Bliki, sum var eina hálva bátslongd frammanfyri Tjaldrið. Á norðoyarstevnu høvdu teir umborð á Tjaldrinum trupulleikar við at koma leysir av fasta startinum. Tí fingu teir vánaligan start, men kortini eydnaðist tað teimum at stríða seg fram á annað plássið. Tað varð roknað við, at teir skuldu hava møguleika at gera um seg í heimasjógvi, men heldur ikki hesa ferð hiln- aðist tað nakað serligt hjá Tjaldrinum, sum endaði á fjórða plássi. Eftir róðurin var mann- ingin á Tjaldrinum sera hørm um, at stýringin hjá Sílinum skuldi hava verið teimum til so stóran ampa. Tjaldursdreingirnir vildu hava umróður beinanvegin. Men tað helt dómarin ikki, at tað var orsøk til. Fípan Fagra vardi æruna hjá klaksvíkingum Eingin fær fatur á Sílinum Men hesa ferð var munurin aftur til næstu bátarnar ikki so stórur, sum hann var í fyrstu FM kapp- ingini 5–MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Sílið við gentumanning hevur ikki vunnið FM síð- ani 1995 og 1996. Avrikini í tveimum teimum fyrstu FM róðrunum í ár boða frá, at nýggja Sílið er besta boðið hjá Havnar Róðrarfelag uppá FM vinnarabát. Sílið var sjáldsama nógv fremst í Klaksvík. Munurin aftur til hinar bátarnar var ikki so stórur í Runavík. Men kortini var tað eingin ivi. Á málinum var Sílið gott og væl leyst av næstu bátunum. Í fjør var Fípan Fagra nýggjur bátur. Tá vunnu tær allar kappingarnar uttan á ólavsøku. Á norðoyar- stevnu í ár vóru tær næst- fremstar. Í Runavík royndu tær umborð á Fípuni Føgru fyri fyrstu ferð at enda aftanfyri nummar tvey. Hesa ferð var Ørnin nummar tvey og harvið frammanfyri Fípuna Føgru. Fípan Fagra hevði besta startspurtin, og tær vóru fremstar eina løtu. Men Sílið fylgdi væl við, og eftir at havnarbáturin hevði sett drekastevnið framum allar hinar, megnaði eingin at hótta vinnandi bátin. Tá Sílið fór at ganga eitt sindur betri enn flestu av hinum bátunum, fylgdi Ørnin, sum lá bakborðs- megin Sílið, væl við. Leingi reið um snarið mill- um Fípuna Føgru, sum lá styriborðsmegin Sílið, og Ørnina, men so gleið Ørnin smátt um smátt eitt sindur frá Fípuni Føgru, og á máli- num var munurin meiri enn ein bátslongd. Blikur av Argjum, sum á ólavsøku í fjør snýtti Fípuna Føgru, var um reppið at snýta Fíp- una fyri triðja plássið. Genturnar av Argjum vóru ikki meiri enn ein stóran skut frá triðja plássinum. Talan var um rættuliga stóran róður. Tólv bátar bjóðaðu seg fram. Á norðoyarstevnu var munurin frá Sílinum og aft- ur til aftastu bátarnar næst- an tveir minuttir. Hesa ferð vóru Broddur og Firvaldur, sum á norðoyarstevnu tald- ust millum teir aftastu, ikki við. Men munurin frá Síli- num og aftur í hin endan var stórur. Dúgvan ur Sør- vági kom ikki á mál fyrr- enn meiri enn 50 sekund aftaná, at havnargentur um- borð á Sílinum høvdu lagt árarnar inn. Umframt Fípuna Føgru og Blik vóru eisini Drekin, Havfrúgvin og Tjaldrið heilt væl við í kappingini um triðja plássið. Tað var ikki fyrr enn í allar seinastu tøkunum, at Fípan Fagra tryggjaði sær sigurin á eystanstevnu Mynd: Jens Kristian Vang Tað eru seks ár síðani, at Sílið var FM-vinnari, men í ár tykjast tær verða sera ringar at taka hjá hinum bátunum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 16