Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juni 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 19. juni 2002 19 Stór sorg er í Japan, eftir at japanska landsliðið tapti 1-0 móti Turkalandi í øðrum umfari í HM- endaspælinum. Umit Davala fekk einasta málið tíðliga í dysti- num HM Stefan í Skorini Í oysandi regni druknaðu vónirnar hjá japanarum um ein sess í fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum. Turka- land vann dystin við einum máli móti ongum. Vertirnir úr Japan eru tískil úti av endaspælinum, eftir at liðið heldur óvæntað vann sín bólk. Turkaland fekk einasta málið í dystinum, og tað kom longu eftir ellivu min- uttir. Turkaland fekk horna- spark, og Umit Davala kom at standa púra leysur í brotsteiginum. Hann hevði tí lætt við at skora við høvdinum, og hetta var hansara næsta mál í enda- spælinum. Hóast Japan fekk ein dyggan smeit so tíðliga í dystinum, so helt liðið fram við álopssinnaðum fótbólti. Hetta gav tó ongantíð bon- us. Bestu royndina hevði brasilski áleyparin Alex, sum nú hevur japanskan borgararætt, tá hann sendi eitt fríspark móti málinum. Skotið rakti træverkið, og nærri komu japanar ikki. Turkaland lat Japan hava bóltin stórar partar av dysti- num, men turkiska verjan stóð stinn, og japanska álopið hevði ógvuliga ilt við at skapa nakrar verulig- ar málmøguleikar. Tárini runnu Japansku spælararnir grótu innarliga eftir dystin, nú teir ikki sleppa at halda fram í hesum HM-enda- spælinum. Tað skal tó sigast, at Jap- an hevur staðið seg væl. Liðið vann innleiðandi bóltin við at vinna tveir dystir og spæla ein javnt. Fleiri eygleiðarar høvdu als ikki væntað, at Japan fór at koma víðari, men Japan spældi rættiliga sannfør- andi í fleiri dystum. Eisini stóð japanska liðið fyri undirhaldandi álopsfót- bólti. Venjari hjá Japan er fransmaðurin Phillip Troussier, og hann kann sum heild vera errin av sín- um monnum, hóast fleiri høvdu væntað, at Japan hevði góðan møguleika at vinna á Turkalandi. Við sigrinum skrivar turkiska landsliðið søgu, tí liðið hevur ongantíð áður spælt seg fram til fjórðings- finaluna í einum HM-enda- spæli. Turkaland møtir nú Senegal í næsta umfari. Rennikapping á Eystanstevnu Roysnið skipaði fyri rennikapping á Eystanstevnu fríggjakvøldið og úrslitini vóru hesi: Kvinnur 10,5 km Nr. Navn Felag/stað Tíð 1 Rigmor N. Arge Bragdið 44,27 min 2 Sólfríð Fjallsbak Miðvágur 56,30 min Menn 10,5 km Nr. Navn Felag/stað Tíð 1 Bogi Lenvig Bragdið 38,33 min 2 Guttorm Sørensen Treysti 39,14 min 3 Bogi Joensen Treysti 39,18 min Gentur -17 Nr. Navn Felag/stað 1 Ester Rasmussen TB 2 Malan Højgaard Toftir 3 Maria í Skorini Jacobsen Treysti Dreingir - 17 Nr. Navn Felag/stað 1 Tróndur Kragesteen Tórshavn 2 Jóan Karl Joensen Kollafjørð Gentur -13 Nr. Navn Felag/stað 1 Marin í Dali TB 2 Jenny Svabo Miðvágur 3 Sólrun Petersen Kollafjørð Dreingir -13 Nr. Navn Felag/stað 1 Álvur F. Christiansen Treysti 2 Robin Jønsson Nes 3 Rógvi Larsen Lamba Gentur -10 Nr. Navn Felag/stað 1 Elsba Dahl Hansen Runavík 2 Louisa Østerø Klaksvík 3 Vilbjørg Johannesen Treysti Dreingir -10 Nr. Navn Felag/stað 1 Sigmund Olsen Hvannasund 2 Teitur Hansen Treysti 3 Búgvi Thomsen Saltangará Gentur -7 Nr. Navn Felag/stað 1 Jórunn Hansen Roysnið 2 Elin Dahl Hansen Runavík 3 Anita Davidsen Runavík Dreingir -7 Nr. Navn Felag/stað 1 Albert Róin Johannesen Æðuvík 2 John Viljam Johannesen Treystið 3 Regin Joensen Tórshavn Menn Masters (føddir í 1956 ella fyrr) 10,5 km Nr. Navn Felag/stað Tíð 1 Steindor Hjaltalin Tórshavn 46,12 min 2 Harry Hansen Roysnið 47,19 min Máltindurin, HM Ronaldo Brasilia 5 Miroslav Klose Týskland 5 Rivaldo Brasilia 4 Jon Dahl Tomasson Danmark 4 Marc Wilmots Belgia 3 Robbie Keane Írland 3 Christian Vieri Italia 3 Pedro Pauleta Portugal 3 Papa Bouba Diop Senagal 3 Fernando Morientes Spania 3 Raul González Spania 3 Henrik Larsson Svøríki 3 Rónald Gomez Costa Rica 2 Junichi Inamoto Japan 2 Jared Borgetti Mexico 2 Nelson Cuevas Paraguay 2 Henri Camara Senagal 2 Fernando Hierro Spania 2 Hasan Gokhan Sas Turkaland 2 Umit Davala Turkaland 2 Brian McBride USA 2 Landon Donovan USA 2 Turkaland basti vertunum Umit Davala fekk einasta málið í dystinum millum Turkaland og vertirnar úr Japan. Turkaland møtir nú Senegal í fjórðingsfinaluni MYND: Reuters 19 18 Nr. 114 - 19. juni 2002 Kvinnuliðið hjá KÍ vann aftur hetta viku- skiftið. Hesuferð vunnu tær 2-0 móti HB, men fleiri høvdu óivað væntað ein størri sigur FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini KÍ hevur enn fult stigatal í fremstu kvinnudeildini. Sunnudagin stóð HB fyri skotum, og KÍ vann dystin 2-0. KÍ hevði at kalla alt spælið, og eingin ivi var um, hvør stýrdi dystinum. Tó gekk tað sera striltið hjá KÍ at staðfesta sigurin, tí so leingi sum støðan bara var 1-0, so kundi HB altíð fáa útjavnandi málið. Tað var Malena Joseph- sen, sum legði KÍ á odda eftir tjúgu minuttir. Hon fekk eina sending frá Rann- vá Andreasen, og hon gjørdist leys við málverj- anum, sum kom út ímóti. Malena var fyrst á bóltinum og sendi framvið málverj- anum til 1-0. Hetta var eis- ini støðan í hálvleikinum. Hóast KÍ hevði alt spæl- ið, og bólturin var á HB hálvuni tað mesta av tíðini, fekk KÍ einki mál afturat. HB verjan stóð stinn og megnaði at halda áleypar- u n u m hjá KÍ í s t u t t u m tjóðri. Malena økir Seinni hálvleik- ur líktist nógv t í fyrra, har tað er KÍ, ið stýrir dystinum, men hin- vegin fær KÍ framvegis ikki tað næsta og avgerandi málið, sum hevði givið HB mønu- stingin. Ikki fyrr enn tíggju minuttir eru eftir at spæla fær Malena seinna málið. Hon fær bóltin í vinstra borði í brotsteiginum og dregur framvið tveimum leikarum, áðrenn hon gerst leys við málverjanum, og hon skorar trygt. HB hevði sum heild lítið at bjóða uppá í álopsspæl- inum, men tað eydnaðist hinvegin væl at byrgja upp- fyri álopinum hjá KÍ. Tá hesi liðini hittust í Havn, vann KÍ heili 9-1, m e n ein endur- tøka av hesum var ongatíð upp á tal. KÍ – HB 2-0 (1-0) Sigursrøðin heldur fram 1. deild kvinnur v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 KÍ 5 5 - 0 - 0 29 2 27 15 2 B36 5 3 - 0 - 2 10 6 4 9 3 HB 6 3 - 0 - 3 12 14 -2 9 4 B68 6 2 - 1 - 3 13 20 -7 7 5 GÍ 6 0 - 1 - 5 6 28 -22 1 Máltindurin Malena Jospehsen KÍ 8 Vivian Rasmussen KÍ 8 Rannvá Andreasen KÍ 7 Malan á Dunga HB 6 Irdi Hansen B68 5 Ása á Neystabø B36 3 Laila Enghamar B36 3 Súsanna Hansen B36 3 Eyðvør Thomsen HB 3 Maibritt S. Olsen B68 2 Mary-Ann Isaksen B68 2 Anja Klæmintsdóttir GÍ 2 Eyðfríð Kristiansen HB 2 Elsa Maria Simonsen KÍ 2 Jensa Sirdal KÍ 2 Arnbjørg Danielsen B36 1 Helen á Lakjuni B68 1 Linda Joensen B68 1 Lív Hansen B68 1 Hansa Mikkelsen GÍ 1 Heidi Jacobsen GÍ 1 Judy Justinussen GÍ 1 Ása í Dímun HB 1 Gunn Müller HB 1 Marian Joensen KÍ 1 Sjálvmál 2 Eingin ivi var um vinnaran av granna- uppgerðini millum GÍ og B68, tá liðini hittust í Gøtu. B68 hevði tamarhaldið og vann dystin 5-1 FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Líkt er til at B68 megnar at fylgja við liðunum í odd- inum í 1. deild hjá kvinn- um. Liðið hevur nú tikið seg framum HB og vunnið seg uppá níggju stig saman við B36. Liðið spældi á útivølli móti GÍ um vikuskiftið og vann ein sannførandi sigur. Úrslitið var 5-1, eftir at B68 hevði verið framman- fyri 2-0 við steðgin. Helen á Lakjuni fekk tað fyrsta málið longu eftir tveir minuttir. B68 breyt ígjøgnum í høgru síðu og málverjin kom út ímóti leikaranum, sum ístaðin legði bóltin innfyri til Helen, sum hevði opið mál og bara skuldi skjóta bóltin inn. Løtu seinni økti Linda Joensen. Hon fekk eina frí- spæling frá miðvøllinum, og hon økti til hálv-leiks- støðuna 2-0. Fleiri mál og reytt kort Eftir steðgin helt B68 á, har tær sleptu. Irdi Hansen skoraði tvey mál uppí slag, og báðu ferð slapp hon frá veruni og var leys móti málinum. Seinasta málið skoraði Mary-Ann Isaksen. Judy Justinussen pyntaði um úrslitið, tá hon skoraði fyri Gí til 5-1, men løtu seinni fekk hon sítt seinna gula kort og harvið tað reyða kortið, eftir at hon hevði sagt eitthvørt við dómaran. Hon fekk eitt gult kort í fyrra hálvleiki, men hon visti ikki av hesum sjálv, tí hon vendi ryggin til dómaran, tá hann hevði tað á lofti. Eingin ivi var tó um vinnaran av dystinum, og enn heldur kvinnuliðið hjá B68 tørn í landskappingini. GÍ – B68 1-5 (0-2) Tryggur sigur til toftakvinnur C M Y K 18