mikudagur 19. juni 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 114 - 19. juni 2002
Nr. 114 - 19. juni 2002
21
Tónleikabólkurin
Déjà vu úr Havn
endaði á øðrum plássi
í eini Grand Prix
kapping í danska
býnum Grenå.
Bólkurin var ógvuliga
nær við at røkka
øðrum plássi
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Næstseinasta
fríggjadag
var føroyski bólkurin Déjà
vu við í einum amatør
Grand Prix í Grenå. Nú er
úrslitið greitt, og ungu
menninir úr Havn endaðu á
øðrum plássi.
Teir iðra seg tó um, at tað
ikki gekk enn betri, tí teir
vóru ógvuliga nær við. Teir
tríggir dómararnir góvu
Déjà vu 125 stig, meðan
vinnandi bólkurin fekk 128
stig. Møguleiki var at fáa
150 stig tilsamans. Um
pallframførslan hevði verið
betri,
kundi
bólkurin
kanska tikið fyrsta plássið.
Annars eru teir sera væl
nøgdir við túrin sum heild,
tí alt eydnaðist væl. Bólk-
urin spældi eisini á eini
kafé eitt kvøldið, og hetta
riggaði eisini væl.
Spæla longu aftur
Hóast bólkurin júst er
afturkomin av ferðini, so
verður hann aftur at síggja
á palli hóskvøldið. Tá fer
bólkurin at framføra í Club
20.
Við á ferðini í Danmark
vóru Líggjas Olsen, sum
syngur og situr við tangent-
arnar. Hann hevur áður
sungið við bólkinum Dia-
tribes. Flóvin E. Viderø
syngur og spælir gittar,
Rúni W. Højgaard spælir
trummur, Heri Reynheim,
sum fyrr hevur spælt við
Diatribes, er á bassinum og
Rói Christiansen, sum enn
spælir við Tangz, spælir
gittar. Rógvi Rasmussen er
fastur bassspælari, men
hann er í Danmark á skúla,
og tí hevur Heri Reynheim
loyst hann av.
Bólkurin vil annars nýta
høvi at takka Norðurlanda-
húsinum og Atlantic Air-
ways og lýsarum sínum.
Atlantic Airways fer
nú undir summar-
ferðaætlanina, og tað
inniber, at heili 30
fráferðir vera úr Før-
oyum hvørja viku.
Sum nakað nýtt verð-
ur nú eisini flogið til
Oslo
FLOGFERÐSLA
Stefan í Skorini
Tann 17. juni verður farið
undir summarferðaætlanina
hjá Atlantic Airways, og
felagið fer at hava 30 frá-
ferðir úr Føroyum um vik-
una til 18. august, tá summ-
arferðaætlanin endar.
– Ferðahugurin er fram-
vegis stórur í Føroyum, og
áhugin fyri Føroyum sum
ferðamáli er eisini í menn-
ing. Nakað av vøkstri hevur
verið í ferðsluni í ár, og útlit
eru fyri hampuligari stórari
summarferðslu í ár, sigur
Magni Arge, stjóri í Atlan-
tic Airways.
Nýggja ferðamálið í ár er
Oslo. Atlantic fer at flúgva
tvær ferðir um vikuna til
norska
høvuðsstaðin.
Mikudag gongur leiðin úr
Vágum umvegis Stavanger
til Oslo, og somuleiðis
verður flogið umvegis Sta-
vanger heimaftur. Leygar-
dag flýgur Atlantic bein-
leiðis millum Vágarnar og
Oslo.
– Tað vísir seg, at ferðsl-
an til og frá Noregi spjaðir
seg um alt landið, og Gar-
dermoen flogvøllurin í
Oslo er knútapunktið fyri
innanríkis flogferðslu í
Noregi. Tí halda vit, at vit
tæna ferðafólkinum best
við at flúgva til Garder-
moen. Vit hava kortini ikki
slept Stavanger, tí vit vóna
framvegis, at meiri olju-
virksemi fer at taka seg upp
millum Føroyar og Noreg,
sigur Magni Arge.
Tvær ferðir
Keypmannahavn
Atlantic fer at flúgva til
Keypmannahavn tvær ferð-
ir um dagin í summar.
Mánadag og fríggjadag eru
eykatúrar, so at hesar dag-
arnar eru tríggir túrar um
dagin. Talið av fráferðum
til Billund er økt úr trimum
upp í fýra fráferðir. Flogið
verður til Billund týsdag,
hósdag,
leygardag
og
sunnudag.
Eisini
London
hevur
fingið eina fráferð afturat.
Flogið verður til London
hósdag og sunnudag. Til
Aberdeen verður flogið
mánadag, mikudag og hós-
dag.
Samband er til Reykja-
víkar fýra ferðir um vikuna
mánadag,
mikudag,
fríggjadag og sunnudag.
Sunnudagin varð
bjargingartyrlan
hjá Atlantic Air-
ways boðsend, tá
ein norskur sjó-
maður datt og
meiddi seg illa
BJARGING
Stefan í Skorini
Tað var umborð á skip-
inum Oybard, at ein av
manningini datt niður í
lastina og fekk stóran
skaða. Tyrlan var stødd í
Koltri, tá MRCC-støðin
sendi boð eftir henni.
Farið varð úr Koltri vest-
ur í Vágar eftir bjarg-
ingarmanning. Umleið
klokkan fimm var tyrlan
hjá norska skipinum
Oybard einar 58 fjórð-
ingar í ein landnyrðing
úr Føroyum.
Bjargingarmaður varð
loraður niður á skipið og
fekk sjúklingin á børu,
áðrenn hann var hivaður
upp í tyrluna. Klokkan
var 18.19, tá tyrlan lendi
á pallinum við Lands-
sjúkrahúsið í Havn.
Fríggjadagin
var
bjargingartyrlan úti í
Tindhólmi eftir einum
manni, sum hevði meitt
sær beinið. Hann varð
fluttur á Landssjúkra-
húsið.
Norðmaður fluttur av
trolara á sjúkrahús
Déjà vu heiðurligt úrslit í Grenå
Déjà vu fekk eitt heiðurligt úrslit í tónleikakapping í Danmark. Bólkurin gjørdist nummar tvey
og var bert trý stig aftanfyri ovasta bólkin
Mynd: Finnur Justinussen
Túsundtals fólk
hoyrdu mánadagin
Brandur Enni
spæla og syngja í
Íslandi. Fólk sýna
stóran áhuga fyri
føroyska
unglinginum
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Mánadagin
framførdi
Brandur
Enni
í
sambandi
við
tjóðardagin hjá íslend-
ingum. Brandur var á
palli bæði í Reykjavík
og á Hafnafirði, og á
báðum
støðum
eydnaðist tað sera væl
hjá 13 ára gamla tvørá-
dronginum.
– Móttøkan hevur
verið sera góð. Vit
høvdu ikki væntað, at
fólk fóru at sýna so
stóran
áhuga
fyri
Brandi, tí tónleikurin av
fløguni hevur ikki verið
so
nógv
spældur
heryviri undan hesum
framførslunum,
sigur
Steintór
Rasmussen,
sum førir Brandur fram í
Íslandi.
– Men tað vísti, at
Brandur gekk reint hjá
íslendingum, og aftaná
hava fólk tráðspurt eftir
fløguni hjá honum.
Tvær konsertir
Brandur Enni spældi
seinnapartin mánadagin
á útikonsert í Reykjavík.
Her lurtaðu eini 8000
fólk
ta
løtuna,
tá
Brandur var á pallinum.
Seinna mánakvøldið var
Brandur
á
palli
í
Hafnafirði,
har
ein
onnur útikonsert varð
hildin, og her vóru eini
2000 fólk til konsertina.
– Vit høvdu ikki
roknað við tí stóra í
Hafnafirði, eftir at vit
høvdu verið til stóru
konsertina í Reykjavík,
men vit vóru ovfarin av
áhuganum har. Brandur
slapp næstan ikki avstað
aftur úr Hafnafirði, eftir
at hann hevði verið
framført, sigur Steintór
Rasmussen.
Hann roknar við, at
tað ber til at selja fitt av
fløgum við Brandi Enni
eftir
framførslurnar
mánadagin, og nú skulu
Steintór og íslendingar
finna út av, hvussu
fløgan skal breiðast út í
Íslandi.
30 fráferðir úr Føroyum
Brandur bergtók
íslendingar
Hósvíkar Skúli
Søkt verður eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv
at lesa uml.23 tímar um vikuna skúlaárið 2002/2003.
Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lær-
arafelag og Fíggjarmálastýrið.
Nærri fæst at vita við at venda sær til skúlaleiðaran
tlf. 422259 ella 422526.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein-
asta lagi hin 26. juni 2002.
Skúlastýrið fyri Hósvíkar Skúla
v/ Adolf Johannessen
420 Hósvík
Tann nýggja
Nokia 3410
E
i
n
a
n
s
kr. 1.790,-
UNGDÓMSTELEFONIN
Gott stevnubingo
verður í bygdarhúsinum í Hósvík
mikudagin juni kl
Nógvir góðir vinningar ma á lutaseðli:
Øll eru vælkomin
Hósvíkar Róðrarfelag
&
Bygdarfelagið Varðin
lutir á lutaseðli:
Ferð fyri tvey við bili í tveykoyggjukamari til
Bergen við Norrönu
Gávubræv døgurðamatur frá MBM laksur
Fløguspælari til bil oma
Full pláta gávukort á
kr frá Inn
Tó spæl gávukort á
kr Nógvur
døgurðamatur frá
MBM og Fototól virði
á kr og nógv
annað gott
Stór sethús til
Eini stór og góð sethús í forsko
hæddum á Gerðisvegi 11 í Søldarfi
sølu. Húsini eru bygd í 1982. Í h
eru baðirúm, hjúnarúm, 3 kømur, kø
stova, gongd, durur, vaskirúm og 2
stór rúm, sum ikki eru innrætta
Harafturat er kjallari.
Boð undir 925.000 kr. ongan áhug
Tlf. 44 20 86, 26 56 47 ella 25 13
Lærarastarv
í Stranda skúla
Stranda skúli søkir eftir 1 lærara í tíðaravmarkað
starv skúlaárið 2002/2003 í 24 t/v. Starvið er fyri
lærarar á skeið.Umsóknirnar skulu vera skúlastýr-
inum fyri Stranda skúla í hendi seinast 26. juni
2002 kl. 18.
Nærri upplýsingar fáast frá skúlastjóranum, tele-
fon 447955.
Skúlastýrið fyri Stranda skúla
v/ Súna Kristiansen
480 Skála
Útbjóðing
Hervið verður arbeiðið at sópa vegir og økir í
Vestmanna Kommunu boðið alment út.
Allir almennir vegir og øll almenn øki skulu
sópast við maskinu tvær ferðir um mánaðin í
tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 30. november, og
einaferð um mánaðin í tíðarskeiðinum frá 1. de-
sember til 31. mars.
Vegbrunnar,vatnfang o.l.skulu tømast tvær ferðir
árliga.
Afturat omanfyri standandi skal gevast tilboð
uppá tímatakst, um neyðugt verður at sópa
uttanfyri avtalaðar tíðir.
Teir bjóðandi skulu sjálvir seta seg inn viðurskift-
ini á staðnum.
Møgulig tilboð skulu vera Vestmanna Kommunu
í hendi í seinasta lagi týsdagin 2. juli.
Vestmanna Kommuna skilar sær rætt til at velja
ímillum innkomin tilboð, ella einki tilboð at velja.
Vestmanna Kommuna
Golf IV 1.8
125 HK, 3/99, 38.000 km, 18” Alu og 15” stál hjól og
CD-spælari eru við. Bilurin stendur hjá Bilasøluni v/
Øssur Johannesen.
Tlf. 218020
C
M
Y
K
21
20