leygardagur 12. juli 1975síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
S0Stalurin
Politiið í Havn ikki avlívað fleiri hundar
síðani djóraverndarfelagið fór undir virki sítt
— Útvarpið vil ikki upptaka lýsingar frá djóra-
verndarfelagnum um burturvilstar hundar. Ein-
asta svar, eg fekk frá útvarpinum, var: > Vit taka
illa nokk lýsingar um burturvilst bern<, sigur
Noomi Júl, formaður í djóraverndarfelagnum
— Vit hava sera gott samarbeiði
við politiið. Síðani djóraverndar-
felagið fór undir virki sítt í mei
mánað, hevur politiið ikki avliv-
að nakran hund. Í samráð við
politiið verður ongin hundur av-
lívaður longur. Tá hundar við
ongum hundatekni verða upp-
tiknir av politinum, verður
djóraverndarfelagið gjørt kunn-
ugt vid hetta, og royna vit so at
finna fram til eigaran. Vit hava
biðið útvarpið um at taka lys-
ingar upp um burturvilstar
hundar, men hevur útvarpið
noktað hetta. Einasta svar, eg
fekk frá útvarpinum, var: >Vit
taka illa nokk lýsingar um
burturvilst bern<, sigur Noomi
Júl, formaður í djóraverndar-
felagnum.
Bjargað lívið
á 25 hundum
Noomi Júl sigur, at hon seinasta
hálvtannað árið hevur bjargað
25 hundum undan at verða av-
lívaðir. — Eg havi fingið ymsum
áhugaðum fólkum hundarnar,
og eftir hvat eg havi frætt, so
liva allir væl.
Kommunan í
Stórur trupulleiki
av villum kettum
Síðani djóraverndarfelagið fór
undir virki sítt, hava fleiri fólk
vent sær til felagið við ymsum
spurningum. Ein stórur spurn-
ingur, sum felagið stríðist við í
letuni, er kettur so væl villar
sum heimakettur. Trupulleik-
arnir við heimakettunum eru, at
hesar villast heiman og finna
ikki til hús aftur. Eigararnir av
kettuni eftirlýsa sum oftast ikki
djórið. Noomi sigur okkum, at í
Reykjavík hava allar heimakett-
ur eitt hálsband við eini ringi-
klokku í. Klokkan elvir til, at
kettan ikki fær fatur á fugli, av
tí at klokkan styggir fuglin
burtur. Tær kettur, sum ikki
hava nakað hálsband, verða av-
lívaðar á humanan hátt.
— Ein slík skipan hevði lætt-
liga kunna verið innførd í
Feroyum.
Í Havn og úti á bygd er eitt
ótal av villum kettum. Hetta
kann elva til ymsar trupulleikar,
av tí at tað ikki altid er so lætt at
skilja villa kettu frá heimakettu.
Ætlan felagsins er at fáa alla
Havn hevur gjørt nýggja
gongubreyt niðan við gamla kommunu-
skúlan, har flestu deildirnar hjá býráðnum
nú halda til. Samstundis er fríðkað um gkið
uttan fyri kommunuskúlan.
Havnin hevur fingið eina býarmynd aftrat.
villkettuna dripna upp á ein
humanan máta. Nevnd felagsins
=
skal viðgera henda spurning ein
av fyrstu døgunum.
Ansa ikki nóg væl
eftir djórunum
Tað eru fleiri fólk, sum ikki ansa
nóg væl eftir djórunum — hetta
er stórt spell. Dag og dagliga
ganga eitt ótal av leysum
hundum runt í Havnargetum.
Sjálvandi eru tað eisini onnur,
Hesin fitti kettlingurin varð funnin úti í
Grønulid fyri kortum. Jóna hevur ansað eftir
honum seinastu dagarnar. Eigarin fær hann
aftur við at venda sær til Noomi Júl, telefon
14293. Tað ber altíð til at ringja til omanfyri-
standandi telefonnummar, bæði tá ið djór
eru burturmist ella upptikin.
Finnur Helmsdal:
Hinir arbeidaraflokkarnir
hava higartil ikki rekt upp-
gávu sína nóg væl, og tí haldi
eg, at tað er tørvur á einum
nýggjum arbeiðaraflokki.
Rutan hjá drottningini er nú
logd í asfalt.
— 0 —
sum passa djórini væl, sigur
Noomi Júl.
Fáir limir úti á bygd
Djóraverndarfelagið hevur um-
leið 120 limir. Flestir teirra
búgva í Havn.
— Eg eri sera hørm yvir, at
vit ikki hava fleiri limir úti á
bygd, endar Noomi Júl við-
taluna við SOSIALIN.
Fólk, sum vilja gerast limir
í djóraverndarfelagnum, kunnu
venda sær til Noomi Júl, Dala-
gata, telefon 14293.
Hvat dámar tær, at komm-
unistaflokkur er stovnaður?
Heri Kragesteen:
Eitt frálíkt tiltak, sjálvt um
tað verður torfert at arbeiða
við kommunistaflokki í Før-
oyum, ti eingi útlendsk mo-
dell kunnu brúkast beinleiðis.
Flokkurin má skapa ein poli-
tik, bygdan á kanningar frá
konkretum erfaringum í for-
oyska samfelagnum — bygdar
á dialektisku materialismuna.
Karin Jacobsen:
Eg haldi, at ell kommun-
isma er negativ, tí dugi eg
ikki at síggja nakað positivt í
einum føroyskum kommun-
istaflokki. Tad er ikki tørvur
å einum slikum flokki, ti eg
haldi, at okkara núverandi
arbeiðaraflokkar megna upp-
gávuna nóg væl.