leygardagur 12. juli 1975síða 11
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 12. juli 1975
skipasambandið fingið í lag á
Siljan-vatninum og skipafelog-
ini, sum skjótt fingu sær
bryggjur á hverjum småplåssi,
sóu sær fyrimun í at leggja
'ferðaætlanina sunnudagar, so
tær hóskaðu við kirkjutíðirnar.
Prísirnir vóru ikki serliga hegir,
fólk hevdu meira enn fyrr reiðu-
pening um hendi, og hegligt'og
ómakaleyst var at fara við
dampskipi í kirkju.
Alt hetta gjørdi sítt til, at
kirkjubátarnir vórðu burtur-
lagdir. Nakrir av teimum vórðu
seldir sum prámar til at. hava
hangandi aftur úr damparunum,
men henda harða viðferð saman
við verri røkt gjørdi tað, at teir
hildu ógvuliga stutt. Kortini
vóru nógvar bygdir, sum ikki
vildu lata sínar kirkjubátar, sum
vóru felagsogn og sostatt ikki
kundu seljast so uttan víðari.
Teir vórðu so brúktir við einstøk
høvi, t.d. tá farið varð í brúd-
leyp ella børn skuldu doypast.
Hesir bátar vórðu so standandi í
teirra neystum og vórðu so væl
umsitnir, at einki bilti, um teir
vórðu lítið brúktir.
Menn fáa áhuga
fyri fortíðini
Um nakað sama mundið sum
kirkjuferðirnar við bát tóku at
fæðka, fóru fólk í Dalarne at fáa
áhuga fyri fortíðini, serstakliga
almúgumentanini. Ein av und-
angongumonnunum var lista-
málarin Anders Zorn, sum við
sínum spælimannastevnum á
Gesundafjallinum við Siljan-
vatnið fekk lív í aftur spæli-
mannasiðirnar og vakti áhuga
fyri tí sermerktu dalar-tónlist-
ini.
sosialurin
Síða 11
Fyrst í hesi øldini vóru hildnar
nakrar stevnur við kirkjubát-
unum, men einki av hesum báta-
fylgjum mundi vera so tiltikid,
sum tá Oscar kongur II vitjaði
Dalarna í 1905, tá Dal-áin við
Leksand var full av leyvprýdd-
um kirkjubátum.
Í 1936 fekk Knis Karl Aronson
tað hugskot at lata kirkju-
bátarnar kapprógva og á tann
hátt fáa lív aftur í ein part av tí
gomlu siðmenningini. Undirtøk-
an var góð, og síðani tá hevur
kappróður verið á hverjum ári
fyrst í juli mánað. Róðrafelog
vórðu sett á stovn alla staðni
fram við Siljan-vatninum, men
skjótt varnaðust menn, at teir
gomlu bátarnir hildu ikki til
henda harða róður, ti eingin
bygdin vildi lúta fyri hinari.
Eisini áttu summar bygdirnar
ongar kirkjubátar longur og
fingu sostatt ikki verið uppi í
hesum stevnum. Hetta hevði við
sær, at bygdarfelagið í Ráttvik í
1940 vendi sær til bátasmiðin
Anders Bondesson á Soller-
oynni og spurdi, um hann kundi
byggja teimum ein kirkjubát.
Ander Bondesson var beinan-
vegin fúsur og ferðaðist til allar
bygdirnar við Siljan-vatnið, har
hann gjørdi uppmåtingar av
ollum kirkjubátunum, sum eftir
vóru, og burtur úr hesum tilfari
gjørdi hann so eina tekning. Í
1941 bygdi hann so saman við
trimum hjálparmonnum kirkju-
bátin >Ráttvikaren< eftir goml-
um siði spískur til báðar endar
og groyptur saman við jarn-
krampum. Báturin var bræddur
sum allir kirkjubátar á Siljan-
vatninum. Nordiska Museet
sendi ein av sínum medarbeið-
Spinnið í Gøtu
Tygum fáa gott tógv og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av før-
oyskum tógvi.
TØTINGARVIRKID
v/Olavur Gregersen - tlf. 20 i Gøtu
Vit hava altid å goymslu
alt tilfar til
Tlf. 11071 - Tórshavn
Sosíalurin
blikksmið
sanitet
hitaverk
ventilatión
Verður sent
um alt
landið
arum, Albert Eskerød, norður at
taka film av arbeiðinum og eigur
sostatt í dag ein film við stórum
siðseguligum virði.
Tað kom skjótt til sjóndar, at
tann nýggi kirkjubáturin toldi
meira av enn teir gomlu, og
RS-1500
Anders Bondesson varð ógvu-
liga nógv umbiðin. Frá 1941 og
til hann doyði í 1961 smíðaði
hann tilsamans 14 kirkjubátar.
So vórðu eingir kirkjubátar
smíðaðir í nøkur år, men í 1963
fór ein av hjálparmonnum hans-
ara, Lars Háll, at byggja kirkju-
bátar. Hann hevur higartil
smíðað 7 kirkjubátar og hevur í
løtuni ein í gerð, sum eftir
ætlanini skal fara úr bakka-
stokki nú í summar, so tað
gamla smíðikynstrið livir enn.
So komu endiliga
tey nógv eftirspurdu
ROADSTAR bilanleggini aftur!!
STOP — EJECT
2 x 6w pr. kanal — Spolar skjótt fram og aftur
— Sporskiftara
RS-2050
BERT 730 KR.
Bilbandupptakari v/radio, AM/FM. Stereo å FM
2 x 6w pr. kanal
BERT 930 KR.
Bilbandupptakari v/ radio. Stereo å FM.
2x7,5w pr. kanal.
Sløkkir sjálvur, tå bandið er liðugt.
BERT 1040 KR.
Hátalara-sett til Roadstar:
1 sett RS 100 — 7,5w Bert: 58kr.
1. —
T1 —
Eisini hava vit ROADSTAR bilradio fyri 430 kr.
RS 150 —
RS 200 —
10w Bert: 76kr.
15w Bert: 116 kr.
ROADSTAR hevur allar møguleikar til innbygging ella frittstandandi
Gødska frå
p/f Leif Mohr
— altid i tygara tænastu