Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Stsialurin telf. 1 1820, box 76, 3800 Torshavn ! tvevari: Føroya Javnadarflokkur Jstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56411 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Vrent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt , + Ov litid SEINASTA HOSDAG fingu allir haldarar av Dimmalætting eisini Føroyatidindi, ið onku- tíð áður er útkomið upp undir val sum serstakt valblað fyri sambandsflokkin. Á FORSÍÐUNI Í hesi útvávuni av Feroya- tíðindi verður greitt frá, hvat ætlanin er við útgávuni av hesum blað, og har verður sagt, at ætlanin er — einar tvær ella triggjar ferðir árliga — at siga eitt sinudr frá, hvat fram er farið, og hverjar politiskar tankar og ætlanir teir hava í tingbólki sambandsfloksins. TAÐ UNDRAR okkum, at Útvarp Føroya ikki beinan vegin, og framvegis ikki hevur borið tíðindini um, at teir nú hava fingið sær polit- iskar tankar og politiskar ætlanir í tingbólki sambandsfloksins. Hetta eru slík stortidindi, at danska útvarpið eisini átti at borið tey, og ikki hevði verið av leið, um danska sjónvarpið gjørdi ein túr hendan vegin og fekk eina sending burtur úr hesi seguligi stórhending. Í ÁÐUR NEVNDA blaði hava allir tingmenn sambandsfloksins tikið til pennin. Og fyri at ongin skal trúgva, at tað eru aðrir menn við sama navni sum teir, ið skrivað hava hesar greinir (ti tað er jú heilt ótrúligt), hevur floks- formaðurin verið so umhugsin, at hann hevur sett eina mynd við av hverjum. OG IKKI EITI á sum teir nú vita, hvussu allir spurningar eiga at verða loystir. Teir skriva um langtíðarætlanir, um royndarfiskiskap við línuskipum, um spælipláss til bernini, um meirhjálp til einkjur, um rentustudning til sethús, um studning til feskfiskaveiðuna, um hver skal bera byrðarnar, og hvussu stórar tær skulu vera o.s. fr. SUM ØLLUM kunnugt eru 27 ár liðin síðani heimastýrislógin kom í gildi. Av hesum 27 árum hava sambandsmenn sitið í landsstýr- inum í samfull 22 ár, men ongantið enn hava vit hoyrt teir grett eitt einasta or um langtidar- ætlanir og royndarfiskiskap við línuskipum. Heldur ikki hava vit hoyrt teir nevnt eitt einasta orð um spælipláss til bernini, um rentustudning til sethús ella um meirhjálp til einkjur. Og enn minni hava vit sæð nakað til nakra langtidarætlan øll tey árini sambands - flokkurin hevur sitið fyri landsins figgjar- málum. ER TAÐ VERULIGA so, at sambandsflokk- urin í fullum álvara hevur allar hesar politisku tankar og ætlanir, uttan tó at hava sett nakað av hesum í verk í samfull 22 ár, so er tað fullgott prógv um, at hann hevur ikki hegni til annað enn at hugsa og ætla. OG TAÐ ER hóast alt ov lítið. Nakað skal kortini setast í verk. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika Torkil Beder í Elduvík við altar- gangi, J. Follend á Glyvrum kl. 11 og K. O. Viderø í Sand- vík. Missiónshúsið við Landavegin Fundur verður í kveld kl. 20. Filadelfia Telefonandaktin alt samdøgr ið á telf. 14880. Frelsunarherurin Bønarfundur i kvøld kl. 20. Evangeliihúsið Í kveld útifundur í Vest- manna kl. 21 og fundur inni aftaná. I telefonandaktini, telf. 12266, talar Marcus Agnes. Sjúkrasystraprógv Marita Nolsøe Bau, Klaks- vík, hevur tikið sjúkrasystra- prógv á Hvidovre sjúkra- systraskúla. Studentsprógv Á Høng studentarkursus hava Tummas Haraldsen og Trúgvi Jacobsen, báðir úr Sandavági, tikið students- prógv. Bilóhapp í Leynum Seinnapartin sunnudagin hendi eitt ferðsluóhapp í Leynum, tá tveir bilar stoyttu saman. Materielli skaðin var stórur, men fólka- skaði var eingin. Smyril fullsettur Smyril verður fullsettur við ferdafolki, tá hann fer sjeynda túrin til Bergens í dag. Umleið 350 ferðafólk hava teknað seg til henda túrin, og tað er tað mesta, sum Smyril hevur loyvi til at taka í uttanlandasigling. 2.000 kassar Polarborg Í var mánadagin á Vági við 2.000 kassum av toski, sum verða lagdir upp á Polarfisk. Teir hava roynt undir Íslandi. 280 tons Havborgin var á Fuglafirði í gjár við 280 tonsum av hvit- ingsbróður. SOSjalurin telf. 11820 Drama-skeið (SKAPANDI DRAMATIKKUR) fyri sjónleikarar, barnaskúlalærarar, læraranæmingar og annars fyri oll, ið vilja vita meira um drama og leik. Skeiðið verður tvey fylgjandi vikuskifti í august: 8.—10. og 15.—17. august í Havn. Skeiðið umfatar: >Sansa-venjingar< Dramaspøl Avspenning Improvisatiónir Rolluspel Lærarar: Marianne og Bjørn Såderbåck, dramapeda- gogar við »Vår Teater« í Stockholm. Tilmelding og nærri upplýsingar fáast hjá Linu Larsen, telefon 13010. HAVNAR SJÓNLEIKARFELAG Kunngerð um søluloyvi á Olavsøku Á Olavsøku verður loyvt kioskum og eðrum sølubudum at hava opið frá ólavsakuaftan kl. 14 til náttina eftir Olavsøkudag kl. 04. Verandi búðir skulu ikki sekja annað loyvi, men uppsetan og upplating av nýggjum selubúðum má ikki fara fram uttan við loyvi frá Tórshavnar býráð. Seldar kunnu vera allar vanligar kioskverur, pylsur, breyð o. t. matvørur, ballónir, minnislutir o. t., men ikki verur í ílati av blikki ella glasi og heldur ikki seyðarhevd. Tað er ein treyt, at seljandi hevur nóg mikið av ruskiløtum og alsamt heldur økid uttan um selubúðina rudduligt. Matstovum verður loyvt at hava opið somu tíðir. Tórshavnar býráð Avreiðingarprísir Sambært legtingslóg nr. 15 frá 5. mai 1975 ásetur nevndin fyri ráfiskagrunnin hesar minstuprísir fyri fyrstafloks fullblóðgaðan ráfisk, sløgdur vid høvdi, frá vekt: Toskuryvir 70 cm 1A Toskur yvir70cm1B Toskur 44—70cmlA Toskur 44—70cm1B Toskur 33—44 cm Hysa yvir 40 cm 1A Hysa yvir 40 cm 1B Hysa undir 40 cm Brosma yvir52 cm Brosma undir 52 cm Longa Upsi yvir 75 cm Upsi undir 75 cm Kongafiskur Steinbitur Havtaska Hvitingur Blålonga Kalvi Kalvi Kalvi Skøta Reydsprøka yvir 300 g Tunga i yvir 3 kg yvir 31 cm Hesir prísir eru settir fyri tíðarskeiðið 1. aug. til 30 sept. 1975 fyri hesi pláss: Klaksvík, Hvannasund, Norðdepli, Lorvik, Fuglafjørdur, Eiði, Gøtu, Skålafjørdur, Nólsoy, Tórshavn, Vestmanna, Miðvágur, Sørvågur, Tvøroyri og Vågur. Tórshavn, tann 11. juli 1975 Nevndin fyri råfiskagrunnin