leygardagur 19. juli 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
smátiðindi
innanoyggja
Saltfiskabátarnir
afturkomnir
Saltfiskabtatarnir í Klaksvík
eru afturkomnir av fyrra
túrinum Í ár, og teir leggja nú
upp.
Hans Erik, sum er liðugur
at landa, hevði 422 tons.
Harav vóru 319 tons salt-
fiskur, meðan restin var
frystur fiskur og lýsi.
Norðaldan hevði tilsamans
323 tons. Harav vóru 283
tons saltfiskur og restin
frystur fiskur og lýsi. Borð-
oyarnes leggur upp í letuni,
og teir meta seg at hava 300
tons av saltfiski og 30 tons av
frystum.
Kvikk og Jógvan S komu á
Klaksvík í vikuni. Teir hava
ávikavist 210 og 200 tons.
Pison kemur í Klaksvík um
vikuskiftið. Teir hava 190
tons í saltfiski.
Avskipa
Nakrar avskipingar hava ver-
ið í Klaksvík seinastu dag-
arnar. Leygardagin avskip-
aðu teir hjá Joensen og Olsen
250 tons av saltfiski við Bliki
til Italia. Fiskurin verður
fyrst fluttur til Álborgar og
haðani til Italia.
Kósavirkið avskipaði leyg-
ardagin 350 tons av minka-
fóðri til Noregs við Hólmi, og
hósdagin fermdi Chr. Holm
400 tons av saltfiski frá Joen-
sen og Olsen og frá Dáva-
virkinum. Sama dagin fermdi
Glacia 200 tons av flaki frá
Kósavirkinum til Onglands
og Týsklands.
Bátakeyp í Klaksvík
Tveir nýggir deksbátar eru
keyptir til Klaksvíkar. Kári
Kjelnæs og fleiri hava keypt
Nólsoyar Páll av Strondum
frá John Andreassen av
Toftum fyri 100.000 kr. Nóls-
oyar Páll er bygdur í Klaks-
vík úr eik í 1927 og er 12,62
bruttotons til støddar. Hann
fekk ísettan ein 79 hesta
Bolinder Diesel motor í 1966.
Olvheðin Jacobsen og fleiri
hava keypt Sæurðadrang frá
Jógvan Jákup Lauritsen í
Sørvågi fyri 80.000 kr. Sæ-
urðadrangur er bygdur í
Havn í 1917 úr eik og er 10,11
bruttotons til støddar. I 1971
fekk hann isettan ein 65 hesta
Buk Diesel motor.
Norðurlendskur
fundur
Í august mánaða hevur
mentunarnevnd Norðurlanda
Ráðsins fund i Havn. Før-
oyski limurin i hesari nevnd-
ini er J. Fr. Øregaard. Av
útlendskum luttakarum verð-
ur sviin Per Oluf Sundmann,
rithøvundi, ein
Kirkjubasarur
Á Olavssøku skipar kirkju-
ráðið í Havn fyri basari til
frama fyri Vesturkirkjuna. Í
løtuni fer sela av lutaseðlum
fram. Á lutaseðilin hevur
Bent Restorff teknað eina
tekning yvir býin við kirkjuni
fremst. Vinningarnir eru góð-
ir, m.a. eitt 4-mannafar og
ein dagligstova. Selan hevur
gingið hampuligt, men skal
alt seljast, má takast væl
undir, sigur basarnevndin.
Nógvir
fremmandagestir
Nógvir fremmandagestir eru í
Føroyum i løtuni, og nú fara
eisini tey stóru ferðamanna-
skipini at koma. Á Viðareiði
eru nógv útlendsk ferðafólk í
lotuni. Hotellið er fullsett og
ymsa staðni i bygdini eru
tjøld reist. Ein vidingur helt
fyri, at nú vóru so nógv
ferðafólk á Viðareiði, at tað
var bert hendinga ferð, at
hann sá nakað til bygdafólk-
ið!
Á svartkalvaveiði
Borgarin ger nú klárt til at
fara á svartkalvaveiði undir
Grenlandi. Hann stendur á
sleipistød í løtuni.
Til feskfisk
Palarstjørnan og Jákup fara
væntandi aftur å feskfiska-
veidu aftan å tann 20. juli.
Bæði skipini liggja nú og
pussa upp.
Hvor var ætlanin?
Fyrsta nummarið av Kvinnu-
tíðindi fyri í ár er komið. Og
eftirsum tað er kvinnuár í ár,
verður sjálvsagt mest skrivað
um hetta hugtakið í blaðnum
hesaferð.
Í oddagrein blaðsins verður
tó eitt spurnartekin sett við,
hvenn týdning hetta hugtak
man hava. Har verður sagt
m. a.: Tað hevur allarhelst
verið í bestu meining, upp-
skotið varð sett fram um eitt
kvinnuár, men ikki eru øll
samd um, at hetta verður til
gagns fyri kvinnuna. Í
summum londum verður av-
leiðingin helst beint tvertur-
ímóti, ið ætlað varð. Tað
kemur kanska at virka sum
eitt uggilsi í staðin fyri at
virka stimulerandi. Hetta er
ikki ætlanin við kvinnuárin-
um, ella var tað kanska hjá
onkrum? verður at enda
spurt í oddagreinini.
Kvinnutidindi er 30 blað-
síður til støddar og kostar 6
kr. eintakið. Tað er Kvinnu-
felagið í Havn, sum gevur út,
og blaðstjóri er Hanna Lis-
berg
sosialurin
At skriva
At skriva i Føroyum hevur altíð
verið avmarkað til eitt lítið lið av
fólki. Eini hundrað ár fara skjótt
at vera liðin, síðani skriftmálið
varð skapt, men skriftmálið er
kortini ikki blivið til nakra fólka-
ogn. Vit kunna gott siga tað
soleiðis, at fólk duga ikki at
skriva, men tað man vera rætt-
ari at siga, at fólk i Føroyum
duga ikki at skriva tað foroyska
skriftmálið.
Spurningurin, sum arbeitt
hevur verið við, er, hvussu eitt
skriftmál skal skapast, har onki
hevur verið frammanundan.
Bæði viðvíkjandi stavseting og
málburði. Løgid kortini, at tað
skuldi stingast upp á menn, at
foroyskt ikki var føroyskt, tá tað
skuldi skrivast. Spurningurin
um stavseting var í hvussu so er
fyribils loystur í farnu eld, men
hin er ikki loystur enn, og tann
staðan stendur við, at fólk hava
trupult at skriva, og helst bara
lata vera at skriva.
Tað eigur at vera soleiðis, at
tá ein spurningur skal loysast, er
frægasta mannagongdin tann,
at kanna hverjum steði ein
stendur á, tá farast skal undir at
loysa spurningin. Í ødrum lagi at
gera sær greitt, hvat ein vil við
arbeiðinum. Tað liðið av fólki,
sum hevur umsitið hetta væl-
signaða skriftmálið hevur havt
eitt sterkt og stýrandi endamál
við arbeiði sínum, men tíverri
ikki nóg gott, og hevur heldur
ikki gjørt sær upp eina — eftir
mínum tykki — nóg trygga
meting av støduni, sum hon í
veruleikanum er.
Feroyingar tosa føroyskt og
hava altíð gjørt tað. Tað er
foroyskt sum fólk tosa. Men tað
má undir ongum umsteðum
skrivast. Tá er tað ikki foroyskt
meira. Jú — nú fór eg skeivur —
tað er eisini gott føroyskt, sum
fólk einaferð hava tosað. Eg veit
ikki hví, men haldi tað er harmi-
ligt, at tað er ein partur av or-
sekini til at tað gongst so
trupult hjá fólki at skriva. Bara
tað at seta seg niður og skriva til
Havnar eftir einum líggja ella
einari grýtu er trupult.
Hvi? Eru føroyingar so byttir,
at teir ikki kunna læra at skriva
føroyskt? Hvi ikki venda spurn-
inginum hin vegin og spyrja, um
ikki okkurt er galid vid ti autori-
serada skriftmålinum? Tad er
har, at ein stórur partur av feil-
inum er at finna. Sannleikin er
tann, at fólk kennast ikki við tað
skrivada foroyska málið, sum
tey fáa at vita, at tey skulu
skriva, um tey vilja skriva rætt
foroyskt. Hví kennast tey so
ikki við tað? Svarið er einkult!
Tað er ikki føroyskt!
Eg legði fyri við at skriva, at
tað var eitt lítið og avmarkað lið
av fólki í Føroyum, sum hevði
kannað sær allan rætt til skrift-
málið. Og tað hevur havt
fylgjur, sum partvis eru ein
vanlukka fyri fólkið — tí tað er
ein vanlukka fyri fólkið, at tað er
so trupult at skriva. Tað skriv-
aða orðið er eitt amboð — ella
rættari — skal vera eitt amboð
hjá fólkinum í einum landi. Og
tað skrivaða málið skal eisini
vera eitt vápn hjá fólkinum í
einum landi. Men í veruleikan-
um er tað hent, at tað valdra-
mannalið av føroyingum, sum
Eyðun Andreassen
nava tikið sær kannuna av
røttum føroyskum skriftmáli,
hevur nýtt tað sum eitt våpn til
at trýsta sínar meiningar og
sínar hugsjónir niður yvir fólk
og køva aðrar meiningar. Serliga
hevur tað eydnast at autorisera
egnu uppfatanir av hvat er
foroysk mentan við stórum F.
Men tá eg nú havi sagt so
mikið, so má eg beinanvegin
rætta meg sjálvan aftur og
leggja afturat, at hevði hetta
ikki hent, so hevði mangt verið
annarleiðis í landinum. Tað er
ikki talan um nakra illgerð, sum
við vilja er framd fyri at fáa sær
politiskt vald ella tílíkt. Heldur
ikki ætli eg mær at undirmeta
tann velduga týdning, sum for-
oysk skriving hevur havt, og
serliga tann tjóðskaparkensla
sum hetta var — og er — ein
partur av. Eg segði, at grundar-
lagið var partvís rætt — men
ikki nóg umfatandi — fyri
arbeiðinum, og fylgjurnar eru
hareftir: fólk kennast ikki við
skriftmálið, tað er ikki teirra
mál, tað er ikki tað foroyska, tey
Nr. 53 — 19. juli 1975
panelið
kenna og tosa, tað er eitt
kunstigt mál, sum tað skrivandi
liðið hevur skapt sær sjálvum,
til at fáa sínar hugsjónir á prent
og út til fólk.
Eg giti, at tað er so, at ongin
fær forboð at skriva, sum hann
vil. Men skriving á føroyskum
verður av teimum sjálvbodnu
skrivikøllunum býtt sundur i
tvey. Eitt er føroyskt (t. e. antin
eitt kunstugt, stívt mál, sum
bara í undantaksføri kann sigast
at minna um talað foroyskt ella
er tað 50 til hundrað ára gamalt
talumál av bygd) og hitt er tað
ringa málið (t.e. vanligt før-
oyskt talumál, soleiðis sum fólk
flest tosa). Tað at teir sjálv-
bodnu hava fingið autorisatión
til sítt mál, og til at hava rætt tá
talan er um at skriva føroyskt,
ger at fólk — eisini eg — fái
undirlutakenslur fyri sínum egna
máli og ikki halda seg kunna
skriva tað. Men hitt — tað
reina, góða føroyska skriftmálið
— tað kennist ongin við, tíans-
heldur dugir ella vil skriva tað.
Og tann syrgiligasti parturin
er eftir enn. Kenslan at vanligt
mál ikki er gott føroyskt, ikki
bara fær fólk at aftra seg at
skriva, men er eisini við at
ávirka talumálið. Fleiri og fleiri
eru farin at taka tað óferoyska
skriftmálið til talumál, og tá er
vanlukkan hend. Møguleikin til
at fólksins, mál kann gerast tað
amboðið og tað vápnið, tað av
rettum skal vera, minkar meira
og meira, so at vit um nekur fá
ættarlið sita tept, meðan valdra-
mannaliðið — tað við skrift-
málinum — hóreiggjar sær so
galið, sum tað vil. Við talu-
málinum hvervur grundarlagið
undir fólkamentanini, og tá er
arbeiðið liðugt.
Eg hugsi, at eg síggi eina
nýggja meting av hesum spurn-
ingi koma undan. Tað er ein
meting, sum hevur ásannað
hetta svar til spurningin:
„Hvat er føroyskt mål?«
ÞÁ tað? Jú, tað er tað, sum
tey tosa í Føroyum!«
Eyðun Andreassen
Sverri gjørdi beint
Tá eg las Dimmalætting í dag
gleddist eg um lesarabrævið hjá
Sverra Midjord. Tað er bert at
froast yvir, at onkur suður-
oyingur tekur til orða ímóti
ítróttarskrivingini hjá Árna
Dahl, har upp er niður. HB/KÍ
niður og upp KÍ/HB. Hetta er
slagorðið hjá Árna í allari ítrótt-
arskriving. Men eg kann neyvan
hugsa mær, at Árni var í Vági í
fjør í sambandi við dystirnar, tå
ið HB var her og spældi. Tí var
hann tað, so haldi eg, at oll
skrivingin um meistaradeildina
hevði fingið vend í. Eg haldi
ikki, at hann var sunnanfyri,
men afturímóti liggur hann og
svevur norðuri í Havn og
droymir sín seta svevn um, at
KÍ ella HB mugu blíva Føroya-
meistari. Men eg tori at siga her,
at einki lið í Føroyum eigur betri
fótbóltsspælarar enn Páll Aug-
ustinussen og Hannemann
Miiller. Eg kann hugsa mær, at
var Årni her suduri i fjør, tå HB
tapti bådar sinar dystir, so hevdi
hann farið grátandi norður um
fjørd. Og ikki var tað frægari i
fjør heldur, enn at HB vann upp
á brotsspark.
At enda skal eg bert siga, at í
fjør bleiv HB niðurspælt her í
Vági. Men Árni sigur, at HB tá
mangladi teir bestu spælararan-
ar. Mær kunnugt vóru allir
toppfigurarnir við. Nei, Árni,
sum ítróttarskrivari er tú alt ov
partískur. Kom tú onkuntíð til
Suðuroyar, tá ið HB ella KÍ eru
her og spæla.
Vágbingur
TE
|
|