Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 53 — 19. juli 1975 Sjáldsom hending á Bornholm Bilarnir koyrdu av sær sjálvum niðanbrekku! Trupulleiki tók seg upp í ferðsluni á Born- holm, tá javnaðarblaðið, Bornholmeren vildi fáa prégv fyri leysasøgum um, at bilar kunnu koyra av sær sjálvum niðanbrekku, uttan at motorurin stóð til. Hetta hendi nærindis Gudhjem fyrst í vikuni Blaðið hevði fingið upplýs- ingar um hetta sjáldsama fyribrigdi frá einum ferða- manni, og fekk prógv fyri tí! Ein av fyrstu døgunum fer ein serfrødingur, sum starvast setur veitsludámin. 4 á Mineralogisk Institut í Keypmannahavn, at gera mátingar, men sum er halda fólk, at ein stór atdráttar- megi í vegnum hevur verið orsøkin til ta sjáldsomu hendingina. Bilferararnir vórðu í staðin noyddir at skumpa á bilarnar fyri at fáa teir oman aftur á slætt i [ sosialurin Síða 5 Tað eydnaðist hverja ferð Tíðliga mánamorgunin lótu fleiri hundrað bilførarar bil- arnar hjá sær koyra av sær sjálvum niðan í brekkuna, uttan at motorurin stóð til, og tað eydnaðist hverja ferð. Í staðin fyri vóru teir noyddir at skumpa á bilarnar fyri at fáa teir oman aftur á slætt, tí tað vildu bilarnir ikki av sær sjálvum. Skip á land Tað er ikki ókent seinnu árini, at fleiri skip eru farin á land á eysturstrondini á Bornholm, og skiparar hava undir avhoyringunum greitt frå, at orsøkin til hetta má hava verið, at kumpassin hevur víst skeiva kós. Men tann sjáldsama hend- ingin nærindis Gudhjem fyrst í vikuni hevur fingið menn til at hugsa, at tann sama at- dráttarmegin hevur fingið kumpassirnar til at vísa skeivt, og at hon sostatt hevur verið orsekin til, at so mong skip eru farin á land har tey seinastu árini. stubbar uttaneftir Bannað Tjaldið er fjallið fyri seinastu ferð í teimum mongu nátt- klubbunum í laotiska høvuds- staðnum Vientiane. Stjórnin har hevur latið aftur klubbar, sum hevdu striptease og gólvshow á skránni. Hetta tiltakið er sett í verk til tess at reinsa upp í býnum, verður sagt í einari frágreiðing frá myndugleikunum. Slapp at svimja Hesturin, sum her er av- myndaður, fekk sær ein rættiligan svimjitúr í einum svimjihyli í San Diego, USA, henda dagin. Men hann gjørdi tað ikki sjålvbodin. 14 ára gamla Melinda, sum eigur hestin, reið sær ein túr í urtagarðinum, har svimjihyl- urin er, men hesturin gjørdist skakkur og leyp útí. Hvørki gentan ella hesturin hevdu fingið skaða, tá tey letu seinni vórðu fingin uppaftur á turt. EEC-unión innan 1980 Hósdagin í farnu viku sam- tykti eitt stórt fleirtal í Felagsmarknaðartinginum, at marknaðarsamgongan innan 1980 skal gerast til eina europeiska union. Unmniónin skal hava stjórn og ting. Tingið skal m.a. skipa fyri uttanríkis- og verndarpoli- tikki. Fimm av teimum donsku limunum saman við teimum trimum italsku kommunist- unum atkvøddu imoti. Danskararnir vóru javnadar- menninir Ole Espersen, Knud Nielsen og Kristian Albert- sen, SF'arin Jens Maigaard, tann radikali Edelse Kru- chow, centrums-demokratur- in Erhard Jacobsen og vinstrimaðurin Niels Anker Kofoed. Ove Guldberg fór avstað áðrenn atvkeðuna, men hevði atkvett fyri. Tveir atkveddu ikki. Annars vóru donsku limir- nir samdir, tá teir søgdu nei til, at tingið longu frá 1978 skal veljast beinleiðis. Teir fingu sett eina viðmerking um danskt fyrivarni. Tað er tað sama sum Poul Hartling gjørdi greitt á ráðharrafund inum í Paris síðsta ár. Ákærdur Sovjettiska blaðið PRAVDA ákærdi herfyri amerikanska verjumálaráðharran, James Schlesinger, fyri >vandamik- ið spæl« í sambandi við, at hann skal hava sagt, at USA umhugsar at brúka kjarn- orkuvápn. >Hetta er ábyrgd- arleys tala, sum als ikki miðar ímóti vápnaavspenn- ingi í heiminum — heldur tvørturimoti«, skrivar sov- jettiska floksblaðið. Letur hon aftur? Pasteur-stovnurin í Paris er raktur av figgjarligum trup- ulleikum og verður møguliga latin aftur. Starvsstovan varð sett á stovn í 1888, og tað var her, at visindamadurin Louis Pasteur gjørdi nakrar av sínum grundleggjandi roynd- um og granskingum. CIA — Nixon Eygleiðarar í Washington meta nú um, hvert amerik- anska fregnartænastan, CIA, luttók í royndunum at fáa Richard Nixon frá sum for- seta í fjør. Hesar metingarnar verða gjørdar eftir at fyrrverandi yvirmaðurin í fregnartæn- astuni, Fletcher Prouty, hev- ur sagt, at maðurin, sum avdúkaði tær loyniligu band- upptekurnar hjá forsetanum, Alexander Butterfield, var kontaktmaður hjá CIA í Hvítu Húsunum um hetta mundið. Tað er Prouty, sum er á myndini.