leygardagur 19. juli 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 53 — 19. juli 1975
Áhugin fyri at svimja
minkaður — hylurin í
Fuglafirði gevur
framvegis undirskot
Svimjihylurin í Havn heuði umleið 3.000
færri vitjanir í fjør í mun til árið fyri
Tað tykist sum áhugin fyri at svimja er minkaður í
summum plássum í Føroyum. Serliga ger hetta
seg galdandi í Eysturoynni, har ikki færri enn
tríggir svimjihyljar eru í løtuni
Koyrir við undirskoti
Umsjónarmaðurin við svimjihyl-
in á Strondum sigur, at áhugin
fyri at svimja er stórliga mink-
aður. Á Strondum er bert opið
alment eitt kveld um vikuna.
Annars eru meguleikar fyri at
leiga hylin hini kveldini. Figgj-
arliga driftin hvílir i sær
sjálvum.
Í Fuglafirði er steðan tann
sama, og fyristoðumaðurin við
| „SE UU FSL
svimjihylin har sigur, at åhugin
fyri at svimja er nógv minkaður.
At byrja við var hylurin opin
hvønn dag í vikuni. Nú er bert
opið triggjar dagar alment, og
ein dag í vikuni kann hylurin
leigast. Í Fuglafirði hevur verið
undirskot av svimjihylinum alt
síðani hann varð tikin í nýtslu
fyri góðum ári síðani. Har eru
tað serliga reingerðin, oljan og
lonin, sum útreiðslurnar stand-
ast av.
Stórar svimjihallir eru nú vanligar í Føroyum
Nýtt frá kirkjuni:
Fýra umsóknir
til prestaembætið
Fýra umsóknir eru til presta-
embætið í Suðurstreym. Hetta
embæti er lýst leyst, eftir at
Johan Veihe er settur í starvið
sum sóknarprestru á Tveroyri.
Umsekjararnir eru Høgni Poul
sen, Axel Torgarð, Hans J.
Joensen og ein dani. Bæði Høgni
Poulsen og Axel Torgarð hava
áður verið prestar í Havn. Hans
J. Joensen er ættaður frá Gjogv
og starvast í Keypmannahavn.
Tann 25. juli skal meinigheits-
ráðið i Havn gera eina innstill-
ing
Síðan Busch fór niður, hevur
embætið sum residerandi kapell-
anur í Klaksvík staðið ósett.
Gamli biskuppur Joensen hevur
verið fyribilssettur.
Eingi altjóða krøv
Eingin av teimum trimum
svimjihyljunum í Eysturoynni
lúkar krevini, sum verða sett til
altjóða svimjikappingar. Og
samstundis tosa menn um, at
ein hylur, sum lúkar hesi
krevini, hevði verið nóg mikið í
hesum partinum av Eystur-
oynni.
Umleið 3.000 færri
Svimjihylurin í Havn hevði um-
leið 3.000 færri vitjanir i fjør enn
árið fyri. Tá vitjadu 71.594 fólk
ímóti 74.426 í 1973. Í 1972 vóru
76.050 vitjanir.
Hylurin lat upp 3. apríl í ár,
og verður opin til 1. oktober —
meguliga longri.
Tann fyrsta mánaðin vitjaðu
13.552 fólk ímóti 9.852 í 1974. Í
mei vóru 14.156 vitjanir ímóti
12.769 og í juni 10.850 ímóti
13.257. Tað er einki uppgjert
fyri juli mánaða í ár, men
hendan mánaðin í fjør vitjadu
9.683 fólk.
Umframt til vanliga nýtslu
verður svimjihylurin i Havn
eisini nýttur av skúlunum í
Tórshavnar kommunu og Tórs-
havnar uttanbiggja kommunu,
sum umfatar bygdirnar Hvíta-
nes, Hoyvík, Argir, Kirkjube og
Velbastað. Hendan kommunan
letur 25 kr. fyri næmingin um
árið.
Frá einari svimjikapping í nýggju svimjihøllini í Klaksvík
Ætla at gera svimjihøll
í Havn
Tað eru ætlanir um at byggja
eina svimjihøll i Havn, og
arbeitt verður við einum skitsu-
projekti nú. Tað eru býararki-
tekturin og byarverkfrødingur-
in, sum arbeiða við skitsupro-
jektinum, og tað verður vænt-
andi lagt fyri býráðið til við-
gerðar eftir summarfritidina.
Ætlanin er at byggja hellina á
stadiongkinum í Gundadali.
Kann Kjartan B
halda seg
burtur frá
R
býráðsarbeiðinum ?
Eg las um síðsta vikuskiftið
nøkur blød frá síðsta mánað-
inum, sum eru komin út, meðan
eg havi verið burturstaddur í
summarferiu. Millum annað kom
eg fram á ein SOSIAL, har eitt
býráðsreferat stóð. Fyrst í
hesum referati stóð, at Kjartan
metti ikki upp í býráðnum, so
leingi sum Leif Mohr sat sum
varamaður fyri Essa Arge.
Orsøkin var hon, at Leif ikki helt
seg til minnilutan, sum Kjartan
og Essa eru í. Nú er tað, at eg
fari at spyrja, er hetta ein nóg
gildig grund? Um so er, skal ikki
so varamaðurin hjá Kjartan
Mohr inn í býráðið? Kann SOSI-
ALURIN kanna málið, sum eg
haldi hevur almennan áhuga?
Borgari í Havn
SVAR:
Borgarstjórin Petur C. Christi-
ansen, upplýsir fyri SOSTALIN-
UM, at hann sjálvur heldur, at
hetta er ikki grund nokk fyri at
halda seg burtur. Petur Christi-
ansen sigur, at hann ie inum
brævi hevur gjørt Kjartan Mohr
Kjartan
einum brævi
svarað, at hann partvíst ikki
metir vegna tað, sum er framført
greiðan yvir hetta.
Mohr hevur í
í brævinum omanfyri. Eisini
grundar hann fráveruna við, at
býráðið fylgir ikki løgtingslog-
ina um, at borgmeistarin skal
vera formaður í figgjarnevndini.
Viðvíkjandi hesum seinna
kann sigast, at fyrr var býráðs-
formaðurin føddur kassanevnd-
arformaður. Men so broytti
løgtingid lógina til tað, at ein-
hver býráðslimur kann vera
formaður í figgjarnevndini, sum
tað kallast nú.
Hesa lóg fylgdi býráðið, tá tað
síðst skipaði seg. Síðan hevur
logtingið aftur broytt lógina.
Eftir henni skal borgmeistarin
vea formaður i figgjarnevndini.
Um hetta er ein træta í bý-
ráðnum.
Petur C. Christiansen sigur,
at hann og meirilutin í býráðn-
um skilur lógina so, at broyt-
ingin skal ikki fara fram mitt í
einum valskeiði, men eftir eitt
komandi val. Tað er orsekin til,
at býráðið ikki hevur umskipað
seg.