Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 1975síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 53 — 19. juli 1975 sosialurin Síða 7 Landsbokavørdurin: — Vit eiga at royna eina bókabilsskipan í Eysturoynni og Streymoynni — Allar royndir aðra staðni vísa, at við bókabilinum verða nógu fleiri bøkur læntar, og kostnaðurin fyri hvert bókalánið er minni, sigur Sverri Egholm — Eg eri fult sannførdur um, at brúkið av bókunum hevði verið sterri, um vit fingu eina bóka- bilsskipan saman við einari sam- skipan av teimum núverandi bókasevnunum. Tað hevði givið uppaftur størri og fleiri møgu- leikar at fáa lut í tí bókliga rikidøminum, sum demokratisk- ur rættur er til, og tað uttan stórvegis meirkostnað. Hetta sigur Sverri Egholm, landsbókaverður, í einari blað- grein. Sverri Egholm sigur, at tey, sum búgva í ella nærindis Havnini, eru frægast fyri, hvat bókum vidvikir. Umframt Landsbókasavnið er stersta fólkabókasavnið — Byarboka- savnið — eisini í Havnini. Men aðra staðni er verri statt. Bókabilur Har fólkið býr spjatt, sum í Føroyum yvirhøvur, ber figgjar- liga illa til at seta å stovn væl utgjørd bókasevn i hverjari bygd. Ti mugu vit heldur hava færri, men sterri og betur utgjørd bókasevn við góðari manning. Har fólkið ikki kann koma til bókasavnið, má savnið koma til fólkið, sigur Sverri Egholm. Hetta verður, sum er, gjørt t. d. á sjúkrahúsunum, við at senda bílagdar bekur til einstak- ar lánarar, við bókakessum út á bygdirnar, umborð í skip og aðra staðni, har biðið verður um teir. Ein meguleiki, sum nógv verður brúktur aðra staðni, og sum allir eru sera væl nøgdir við, er skipanin við bókabili ella bókabáti. Hverki hevur verið roynt í Føtoyum, men bóka- báturin er ikki serliga væl egnaður her á vetrardegi, tá hægsta lesitid er. Bókabilarnir hava tann fyri- mun, at bøkurnar koma at kalla fyri dyrnar hjá lánarunum. Bilurin steðgar í fleiri festum plássum til fastar tíðir og er ikki bundin av festum helum í bygdini. Lánarin fær sjálvur valt sær bøkurnar, sum hann vil hava, og tær verða javnan út- skiftar. Bilurin hevur serkønt fólk við, sum kann hjálpa lán- aranum við svari upp á fyri- spurningar. — Allar royndir aðra staðni hava víst, at við bókabilinum verða bekurnar nógv meiri brúktar, sum ætlanin eisini er við teimum, og kostnaðurin fyri hvert bákalánið er minni, sigur Sverri Egholm. í Eysturoynni og Streymoynni (uttan fyri Havnina). — Í fyrstu syftu nýtist okkum bert ein lítlan buss ella veru- vogn, sum hillar kunnu setast í til einar 2.000 bekur. Eitt tílíkt akfar kann útvegast fyri góðar 100.000 kr., heldur Sverri Eg- holm. savnið, fara til bókabilin, um tær eru nýtiligar har, og sostatt koma meiri til gagns, sigur Sverri Egholm. Avloysir eisini bókakassarnar Bókabilurin kann eisini avloysa Umframt Landsbókasavnið er stersta fólkabókasavnið — Býarbókasavnið — eisini í Havnini Roynd í Eysturoynni og Streymoynni Landsbókaverðurin kundi hugs- að sær, at farið verður undir eina royndarskipan við bókabili fyrst Nýggjur bókabussur í Bergen, sum rúmar 3.000 bøkur. Hann kostar 217.000 norskar krónur Verður bilurin leigaður fyri 8—9 mánaðir í senn, slepst undan iløguni í fyrstu syftu, og eigarin hevur meguleika til at brúka bussin til ferðamanna- flutning og tílíkt um summarið. Men rakstrarútreiðslurnar verða tær somu. Luttaka tær 22 kommunurnar í báðum oyggjun- um í hesum útreiðslunum við 40%, svarar tað til 3 kr. pr. íbúgva. Á henda hátt kunnu allir íbúgvar í Eysturoy og Streymoy fáa eina betri bókasavnstænastu fyri umleið tað sama, sum tann núverandi í bert sjey komm- unum kostar. Tá er bókakeypið ikki íroknað til bókabilin. Ein fult utgjørdur bókabuss- ur, sum er 9—10 metrar langur, kostar yvir 300.000 kr., og fer hann upp um tær 500.000 kr., skal hann vera av teimum bestu. — Men av tí, at tann ætlaði bókabilurin í hesum førinum er heldur lítil, so kann hann heldur ikki avloysa øll bókasevnini heilt. Í plássum sum Fuglafirði og Vestmanna eigur ið hvussu er at vera bókasevn fyri børn og vaksin. Hini sevnini meti eg ov smá sum fólkabókasevn, og fólkið býr ov spjatt, men verða tey gjørd til skúla- ella miðla- bókasevn, sum ætlanin er, so kunnu nakrar av bókunum, ið ikki eru egnaðar til júst miðla- útlánið av bókakessunum til bygdirnar i Eysturoynni og Streymoynni, og tær bøkurnar, sum Landsbókasavnið keypir til hetta endamálið, kunnu koma betur til gagns við bókabilinum. Eisini eigur Landsbókasavnið stórt savn av eykainntøkum av foroyskum bókum, sum kunnu latast til bókabilin uttan stór- vegis annan eykakostnað enn innbinding. - Hóast tað verður neyðugt at keypa nýggjar bekur so hvert, so verða útreiðslurnar nógv minni, enn tá somu bek- urnar verða keyptar til fleiri sevn enn nú. Samanlagt nýtist bókakeypið hjá bókasevnunum ikki at dýrkast við bókabils- skipanini, heldur tverturimóti. Við teirri ektu nýtsluni av bókunum, lækka útreiðslurnar pr. útlænta bók munandi, sigur Sverri Egholm, landsbókaverð- ur. Lesið sosialin! Haldið sosialin! Keypið sosialin!