leygardagur 19. juli 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
íspunnin. Fascistiska stórráðið,
sum bert var eitt eiti og eitt
amboð í hondunum á Il Duce,
hevði ikki verið saman síðan í
desembur 1939. Men nú —
náttina millum 24. og 25. juli —
komu teir so samanaftur, og á
fyrsta sinni í lívi sínum fekk nú
fascistiski førarin av at vita og
av grovfilini fyri ta vanlagnu,
hann hevði leitt fólk og land útí.
Við 19 atkvødum móti 8 kravdi
ráðið, at kongsdømid aftur varð
sett á stovn. Eisini varð kravt,
at herleiðslan aftur skuldi leggj-
ast undir kong.
Hesir fascistisku uppreistrar-
menn — tá Grandi kanska er
undantikin — hevdu helst ikki
ætlað sær at kravt meira enn
hetta. Men har var eisini ein
onnur samansverjing millum
generalarnar og kongin gjerd.
Mussolini mundi allarhelst
halda, at nú var tað rihgasta
avhasað — tí altíð hevði hann
verið vanur at ráða, har hann
var —, men púra ovfarin var
hann, tá boð komu eftir honum
um kveldið tann 25. juli um at
koma út til kongsborgina og har
fekk at vita, at hann var frá-
koyrdur, tikin og í einum
sjúkrabili koyrdur oman á eina
politistød.
„Eg visti av ongum,< skrivaði
Mussolini seinni um hesa hend-
ing, tá hann koyrdi niðan á
slottið, men Victor Emmanuel
kongur læt hann ikki leingi
sleppa at vera í óvissuni.
„Kæri Il Duce«, helt hann fyri
— hetta er tikið eftir tí,
Mussolini sjálvur hevur skrivað
frá hesum fundi — »tad nyttar
einki longur. ltalia liggur í
sorli . . . Hermenninir vilja ikki
berjast longur . . . I hesi løtu eru
tygum tann mest hataði maður i
øllum Italia . . .«
»Tygum taka eina ógvuliga
týðandi avgerð,< sigur Musso-
lini seg at hava svarað. Men
hóast vit hava hansara egnu
skrivligu frágreiðing frá hesum
fundi, tykist hann ikki hava
gjørt nakrar stórvegis royndir at
fáa kongin at broyta stødu. Ti
hvussu var og ikki endaði hann
KE
við at »bidja alt gott« omanyvir
hann, sum skuldi taka vid eftir
hann.
Ein nåtimans Cæsar
fellur
So vanvirðisliga fall so hesin nú-
tíðarinnar Cæsar, hesin stríðs-
fúsi maður 20. aldar, ein maður,
sum hevði megnað at gjørt sær
dælt av hurlivasanum og vón-
loysinum í hesi eld, hesin
maðurin, sum innan undir tí
hábærsligu skræðuni var eitt
tómarogn, sum púrt einki hevði
upp á seg. Býttur var maðurin
ikki. Lisið nógv hevði hann
eisini. Hann hevði kannað
seguna og helt seg hava skilt
hana, men sum einræðisharri
hevði hann gjørt tað stóra mis-
tak at royna at gera eitt strids-
fúsið og álopshugað stórveldi
burtur úr einum landi, sum ikki
átti tær ídnaðarligu fyritreyt-
irnar og hvers fólk var so jarð-
bundið og gløgt og eisini búgvið
enn at tað vildi lata seg taka av
fótum av slíkum gyklandi
dreymum. Italska fólkið hevði
ongantíð heilhugað tikið fasc-
ismuna til sín — bert funnið seg
sosialurin
- —
.
;
Nr. 53 — 19. juli 1975
Her verða hermenn, stríðsvognar og jeepar settir á land á fronsku strondini
lini eisini sjálvur at hava sannað
móti endanum. Men sum allir
einræðisharrar var hann berg-
tikin av tí valdi, hann hevði
sum hóast alt búði í manninum.
Hetta ferdi eisini til annað
lagnutunga mistak hansara: at
hann bant seg sjálvan og
Tá landgongan i Normandínum varð gjørd, høvdu teir lidnar havnir vid sær, sum vórðu sleipadar
tvørtur um Ermasund. Slik risatiltøk måttu kosta hopin av peningi
i henni, ti tey væl vistu, at hetta
bert vár ein hissini tilburður,
sum einaferð mundi fara at hasa
av aftur, og hetta tykist Musso-
”
>
…
fingið, og hetta spilti hann og
beindi fyri gávum hansara at
meta um vidurskiftini, eisini
breyt tað tað sermerkta niður,
Loftmynd av landgonguni á Cherbourg-nesinum 6. juni 1944 — beint fýra ár aftan á tað stóra
mannafallið við Dunkerque
lagnuna hjá Italia stoðugt nærri
og nærri at triðja ríkinum. Tá
klokkurnar fóru at ringja fyri
Týsklandi Hitlers, fóru tær
eisini so smátt at kima fyri landi
Mussolinis, og tá summarið
1943 rann upp, fór tað eisini so
smátt at riva fyri eygunum á
italska einræðisharranum. Men
einki fekk hann kortini gjort fyri
at sleppa undan lagnu síni:
Hann var fangi Hitlers.
Ikki ein tann einasta byrsa
varð latin av til tess at bjarga
honum. Ikki ein rødd bar í bøtu-
flaka fyri hann. Eingin tåktist at
leggja petti i, so eyðmýkjandi
hann hvarv av segunnar leik-
palli. Varð drigin inn í ein
sjúkravogn, beint sum hann
kom frá kongi og koyrdur í
„ spjellið. Tvorturímóti tóktust øll
at fagna hesum væl, at fascism-
an var fallin. Pietro Badoglio
marsjallur stovnaði eina starvs-
stórn av generalum og embætis-
monnum, fascistiski flokkurin
varð upploystur, fascistar settir
úr størvum og anti-fascistar
sleptir leysir úr fongslunum.
Týski førarin
verður ovfarin
Ikki krevst so stórt hugflog at
duga at meta um, hvussu
standurin var á høvudsmidstød-
ini hjá Hitleri, tá boðini komum
um, at Mussolini var fallin,
heldur ikki er neyðugt at grunda
leingi um hetta, ti loynilig skjol
bæði drúgv og mong eru til um
henda tilburð. Menn vóru sum
vera man ógvuliga illa við. Tí
hetta, sum var hent, kom
teimum so púra óvart, og teir
tóku tað sum ein undanøtt fyri,
hvat kanska seinni kundi koma
at henda heima í Týsklandi,
skrivar Goebbels í dagbók síni,
tá hann tann 26. juli yvir háls og
herðar mátti skunda sær á fund
ferarans á høvudsmidstødini í
Rastenburg. Men tað, sum
fremst mól í høvdinum á tyska
propagandaráðharranum — og
hetta vita vit úr dagbók hansara
— var, hvussu hann skuldi bera
seg at við at greiða týska fólk-
inum frá, at Mussolini var fallin.
»Hvat í allari víðu verð skulu vit
siga týska fólkinum?< spurdi
hann seg sjálvan og gjerdi
beinanvegin av, at týska fólkið
skuldi fáa at vita, at Mussolini
var fráfarin, tí hann hevði so
ringa heilsu.
»Ti hevði týska fólkið fingið at
vita, hvat veruliga búði undir
(skrivar hann í dagbókini) hevði
hetta lættliga kunnað fingið teir
í hesum landi, sum hug hava at
gera uppreistur, at trúð, at teir
kunnu gera tað sama, sum
Badoglio og hansara fylgisneyt-
ar hava gjørt suduri i Róm. Her
gav førarin Himmleri strong bod
um at nýta harðskap av allar-
grovasta slagi, skuldi slíkur
vandi tikið seg upp her.«
Hóast førarin hevði hildið
Mussolini verið ógvuliga skirv-
isligan, tá teir hittust fyri
fjúrtan døgum síðani, gjørdist
hann kortini púra ovfarin, tá
tíðindini fóru at koma til
høvudshermidstødina seinna-
partin tann 25. juli. Fyrstu
tidindini søgdu bert frå, at fasc-
istiska stórráðið var komið
saman. Hitler undraðist á, hví
hetta mundi vera gjørt. >Til
hvat verða slíkar samkomur
hildnar?< spurdi hann. >Har
kemur einki annað burturúr enn
teirra vanliga tvætl!a
Í
á
|
i
;
Á
i]