Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin småtidindi innanoyggja Minni útróður Fyrst í vikuni vóru fáar út- róðrarlandingar í Klaksvík. Týsdagin avreiddi Esther 81.700 pund av upsa til Kósa- virkið. Teir høvdu roynt við snellu undir Íslandi. Mánadagin tók Kósavirkið ímóti hesum trollandingum: Fuglberg 16.300 = pund, Grunningur 10.400, Hvit- hamar 12.500, Reynsmili 11.500 og Perla 13.300 pund. 3.000 pund Tysdagin avreiddu Grunna- barð og Tór åvikavist 3.000 og 128 pund av trolfiski til Polarfrost i Vågi. 50.000 kr. til uttan- landaferðir Í eini grein í nýkomnum Skúlablaði skrivar j. e.: — Í nógv ár hevur tað at kalla verið óskrivað lóg, at III-realarnir skulu burtur at ferðast. Helst til Suður- eyropa. Frá tidliga á heysti til seint á várið og út á summarið við hoyra vit so javnan kunn- gerðir í útvarpinum um tey ymsu tiltøkini, næmingarnir gera fyri at útvega sær tann nógva pening, ið til skal. Tað ber til at siga mangt gott um hetta tiltak. Næm- ingarnir læra at arbeiða saman, at taka tung tek, teir læra hvenn annan betur at kenna, o.s. fr. Men tað ber eisini til at hyggja at ranguni. Og sæð við skúlaeygum er hon ikki so lýtaleys. Tí skilligt er tað, at sum hugurin veksur fyri uttanlandaferðini, minkar hann fyri skúlaarbeiðinum. Hetta er jú próvtekuárið, allar fyrigerdingarnar fara fram, og mangur næmingur hevur fingið minni úrslit enn neyðugt var. Próvtekuárið átti at verið >vigt< skúlanum. Har er hverki pláss ella tíð til stórtek uttanum. Hetta skúlafólk, men foreldur. Ja, fleiri hava heitt á lærarar um at halda heilt uppat við hesum uttanlanda Og rætt skal vera skúlar forða fara, og ikki eisini nógv ásanna bert ferðum rætt, summir næmingunum 1 af aðrir siga, at teir hjálpa einki til, so at tað kann standa á at fáa lærarar við á ferðini, eisini hóast teir ferðast ókeypis við Ein hevur lyndi til at halda, at hesin penginur, sum mangan liggur um 50.000 kr., før hentari til okkurt heimligt trivnadarfremjandi endamål, ti sjålvt i 1975 fæst ikki einki fyri henda pening. Men kunnu vit so ikki gera okkurt annad, so næmingar- nir kortini sleppa ut um bø- gardarnar? Her haldi eg, vit eiga at hugsa álvarsliga um eina fasta skipan fyri føroyska skúlan, so at so nógvir næm- ingar sum gjerligt fingu høvi til at farið til eitt av Norður- løndunum ella Stóra Bret- land. Vit hava nú endiliga aftur fingið far at sigla millum Feroyar, Ísland, Noreg og meguliga eisini Bretland komandi ár, so tað mátti borið til at gjert bíligar skúlabarnaferðir og hildið ti á skúlum, seturskúlum, ung- dómsskúlum ella tílíkum í nevndu londum. Og ferðin átti at verið gjørd í næstseinasta skúlaári ella í frítiðini millum næstseinasta og seinasta skúlaár. Og hon átti at verið løgd til rættis sum ein kombinerað skúla- og fritiðarferð, har dentur var lagdur fyrst og fremst á tað málsliga. Hetta nýggja tiltak kostar eisini pening, men landið kundi stuðlað tað við bíligum ferðaseðlum, áðrenn háses- ongin byrjar og aftan á hana. Nýtt vatnverk á Tvøroyri Tveroyrarmenn hava eisini havt trupulleikar við vatn- inum. Í farnu viku var t. d. so lítið av vatni, at arbeiðið á flakavirkinum varð lagt niður friggjadagin. Fyri at beta upp á vatnveitingina ger býráðið nú eitt vatnverk. Savningin av vatninum skal vera í Kvammabotni, úr ánni Gamlansá, sum er vestan fyri Oyranfjall. Hað- ani skal vatnið xæiðast i brunnar norðan fyri Trongis- våg. I brunnarnar skal eisini vatn leiðast frá Svalbardsá og Myllá. Kostnaðurin av vatnverkinum er fyribils mettur til 1,5 milj. kr. Tá er reinsiverkið ikki íroknað. 260 pund av kalva Bátar, sum royna eftir kalva, fáa eitt sindur. Ein bátur úr Leirvík var nú ein dagin úti og fingu teir 260 pund av kalva á trimum stampum Flutt inn í gjár Umsitingin hjá ISF flutti gjár inn í egin helir. Tað eru húsini hjá hondbóltsfelagn um Neistin í Gundadali, sum ISF keypti í fjør, og sum síðani eru umbygd og longd. Arbeiðið upp á húsini varð liðugt í vikuni, og í gjár flutti umsitingin inn. Húsini kosta í dag 325.000 kr. Har eru fimm stór skriv- stovuheli, eitt fundarheli, tvey toilettrúm og í kjall- aranum tvey goymslurúm, sum eru 35 kvdm. hvert. Eisini ein vinna Tað verður neyðugt hjá okkum foroyingum at taka stór tek tey komandi árini fyri at umleggja okkara hevuðsvinnu, fiskivinn- una, og fyri at fáa eitt fjøl- broyttari vinnulív sum heild, enn vit higartil hava havt. Menn og flokkar kunnu vera ymiskir á máli um antin vit eiga at leggja høvudsdentin á heimafiskiskap- in ella ikki; men alt bendir å, at hetta verða vit noyddir til, eisini teir, sum heldur vildu gjert meira við fjarfiskiskap. Ísland hevur avgjert, at fiskimarkið longu í heyst skal flytast út á 200 fjórðingar, og tað gongur ikki long tíð, til onnur av grannalondum okkara fara at ganga somu leið. Alt hetta trýstir okkum til at leggja fiskivinnuna heilt um, soleiðis at vit fáa mest møguligt i nøgd og í peningi burtur úr ti rikidømi, sum heimleiðirnar goyma. Harafturat verður neyðugt at leggja hevur í blot fyri at finna fram til vinnuhættir, sum lítið — ella ov lítið — hevur verið gjørt av higartil. Tey seinastu árini hevur verið gjørt eitt nokk so stórt arbeiði fyri at fáa gongd á ídnaðin. Í komandi árum verður neyðugt at gera uppaftur meira og nýta sterri peninga- hæddir til hesa útbygging. Ein vinnuháttur, sum føroy- ingar hava gjørt nakað, men ikki nóg nógv burturúr, er ferða- mannavitjan. Fólk inni á megin- landinum hava so ofta og títt vitjað tey heitu londini suðuri við Miðalhavið, at mong teirra nú hava betri hug at fara norðureftir, sjálvt um sólin er fátækari um hesar leiðir. Á hverjum ári koma fremmand ferðamannaskip fullsett av fólki fram við landi okkara, leggja at og steðga í nakrar tímar, fara so víðari til Íslands og Norður- noregs. Talið av ferðafólkum við flogfarinum hevur undanfarin år Finnbogi Isaksen landsstýrismaður verið stødugt vaksandi. Nógv fólk kemur hendanvegin við »Enlgand«, og nú í ár siglir eisini væl av fólki bæði úr Íslandi og Noregi við »Smyrli«. Tað er valla at ivast í, at nýttu vit bert eitt sindur av peningi til ferðafólkavitjanir, kundu vit havt eina vinnu her, sum gav nakað. Siga vit til demis, at 10.000 ferðafólk koma higar um árið, og tey leggja 1.000 kr. eftir sær í part, so gevur hetta okkum Nr. 55 — 26. juli 1975 panelið eina inntøku upp á 10 milj. kr. Sjálvandi er meguligt at fáa talið av ferðafólki munandi størri, og tað er eisini møguligt at fáa hesi fólk at leggja meira pening eftir sær. Men skulu vit fáa nakað burtur úr hesum vinnuvegi, mugu vit fyrst brúka nakað av paningi upp á hann. Vit mugu fáa gjørt eina ætlan yvir bygging av smærri gistingar- húsum á åvisum plássum, t.d. lík gistingarhúsunum á Viðar- eiði og í Øravik. Teir mest tørvandi hentleikarnir, sum ferðafólk krevja, mugu finnast i hesum húsum. Somuleiðis mugu vit fáa ein minni idnad til framleiðslu av lutum, sum ferðafólk kunnu hugsast at vilja ogna sær. Hesi orð skulu ikki skiljast soleiðis, at einki verður gjørt, m. a. heva jú ALV og Heimavirkið fram- leiðslur, sum ferðamenn eru hugaðir at keypa. Men tað má gerast uppaftur meira fyri at hava eitt so fjølbroytt úrval sum gjørligt at seta fram fyri tann vitjandi. Og at enda: gistingarhús og matstovur okkara mugu gera mest meguligt burturúr at geva teimum ferðandi ein kjans at smakka føroyskan mat, føroysk- ar specialitetir. Verda bert nøkur av hesum tiltøkum framd — og styra vit ferðafólkastreyminum til tey umráði av landinum, sum eru ætlað ferðafólki — so kann eisini hetta gerast ein vinnuvegur, sum ein partur av fólkinum kann liva av í hvussu so er summar- hálvárið. Finnbogi Isaksen Køks- ella gestastólur í snøgg- um sniði úr træ. Fæst bæði í ljósum og svørtum lakki. Kr. 59,50 TÓRSHAMAR pf Hoydalsvegur8 - telf. 11200