leygardagur 26. juli 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55 — 26. juli 1975
Indira Ghandi var orsekin til,
at einaræði varð sett á stovn í
India. Í grannalandinum
Bangladesh hevur einaræði verið
síðani í januar mánaða uttan at
tað hevur verið til nakran bata
fyri fólkið, sum har býr. 75
miljónir fólk búgva í Bangla-
desh, sum ikki er tvær ferðir so
stórt sum Danmark. Hugnurs-
neyð, arbeiðsloysi og korruptión
hevur gjørt støduna í landinum
uppaftur verri. Men tað vil
stjórnarleiðarin í landinum,
Mujibuhr Rahmann forseti, ikki
vera við.
Vesturtýska blaðið Der
Spiegel hevur havt eina samrødu
við hann, og hana endurgeva vit
niðanfyri.
— Tað eru trý ár síðani, at
Bangladesh fekk sjálvstýri, og
alla hesa tíðina hevur landið
barst fyri at yvirliva. Heims-
pressan íður í tíðindum um,
hvussu illa tað er statt í land-
inum, og at tað kanska fer at
hverva í veraldarkortinum um
nekur ár. Hava tygum nakra
vón um, at staðan fer at batna?
Tey sum halda, at Bangladesh
fer at hvørva sum tjóð, við als
ikki, hvat tey siga. Eg sigi, at
Bangladesh eisini í framtíðini fer
at vera til. Tað er spell, at
summi nærum válka sær í fá-
tækadøminum í Bangladesh og í
eðrum londum við, sum framm-
anundan hava verið hjálond.
Tað eru hjálandaveldini, sum
hava verið orsekin til fátæka-
domið — eisini í Bangladesh.
Stór framstig
Síðani fingið
hava tygum
%
fleiri miljardir krónur í hjálp frá
útlandinum?
— Gloymið nú ikki, at tær
pakistansku hersetingarnar av
Bangladesh hava oyðilagt fyri í
minsta lagi 1,2 miljardir dollars.
296 jarnbreytabrýr og eins
nógvar vegabrýr eru oyðilagdar.
Tað sama er hent við vegum og
eðrum samferðslumeguleikum
og verksmiðjunum. 10 miljónir
fólk flýddu til tað frelsandi
India, men eftir kriggið komu
tey aftur higar, og vit vórðu
noydd til at loyva teimum at
búseta seg í heimlandinum.
Sjálvur varð eg noyddur at skipa
eitt stýrislag burtur úr púra
ongum. Vit høvdu onga verju-
útgerð, einki uttanríkismálaráð,
onga nevnd, sum kundi leggja
arbeiðið til rættis og einki fólk,
sum hevði skil á, hvat útflutn-
ingur og innflutningur eru fyri
nakað. Alt hetta mátti skipast
og fáast í rættlag eftir trimum
árum. Og tá so onkur gremur
seg um, at framstigini eru ov
smá, so sigi eg: — Eftir
umstødunum hava framstigini
verið framúrskarandi!
Hungur
— Men tað var ikki fyrr enn eftir
krigslok, at tað frættist um ta
stóru hungursneyðina í landi
tygara. Tað verður sagt, at
150.000 fólk eru deyð í hungri
eftir fáum mánaðum. Onnur
tíðindi siga 300.000. Hvat meta
tygum er tað rætta talið?
— Hungursneyðin kravdi um-
leið 27.000 mannalív. Tað hevur
stjórnin eisini viðgingið
sosialurin
Síða 5
Korruptión
er ikki
- ókend í
Bangladesh
sigur forsetin í
landinum,
Mujibur
Rahmann. — Men
frætti eg um
korruptién,
verdur vidkom-
andi persónur
koyrdur úr
starvinum
beinanvegin
Kunnu klára seg sjálvi
— Bangladesh er gróðrarikt, og
tað er sjáldsamt fyri eitt land í
Asia. Eisini er ríkiligt til av
vatni. Hvussu ber tað til, at tit
kunnu ikki feða fólkið í landin-
um, tá tit hava hesar møgu-
leikar. I løtuni er ein munur upp
á eini 25 pst. millum tað, sum tit
hava og tað sum er neyðugt av
matverum?
— Fyrr var hesin munurin
upp á eini 3,3 milj. tons. Nú,
eftir trimum árum, er hann
minkaður til 2 milj. tons ella
meiri. Um nakað verður gjørt
fyri at okja um restframleiðsluna
— og tað haldi eg er gjørligt —
kunnu vit klára okkum sjálvi við
matverum.
— Er tað ikki ov nógv sagt?
— Eg tori at siga hetta, ti eg
veit, at landið hevur nógv til at
taka úr náttúruni. Harafturat
hevur tað fyrimunir, sum gera
tað møguligt at skapa vælstand
í landinum. Vit hava t.d. nógva
jør$. Japanarar dyrka triggjar
ferðir so nógv ris á sama areali,
hóast ríkidomið í okkara jørd er
nógv størri enn tað japanska.
Folkavøksturin elvir
til trupulleikar
— Bera tygum ongan ótta fyri,
at tann stóri fólkaveksturin í
Banlgadesh fer at gera enda á
ellum teimum tiltøkum, sum
tygum hugsa um, longu áðrenn
tey eru sett í verk. Nú búgva
skjótt 75 miljónir fólk í landin-
um, og hvenn minutt verða sjey
børn sett í verðina afturat?
Framhald á síðu 11
stubbar uttaneftir
Ongar fremmandar
herstødir
Uttanríkisráðharrin í So-
malia, Ghaeb, vísti á einum
tíðindafundi herfyri aftur
teimum skuldsetingum, sum
amerikanski verjumálaráð-
harrin, James Sclesinger,
setti fram í senatinum í farna
mánaða. Sclesinger segði tá,
at Sovjettsamveldið hevði
fingið loyvi til at seta her-
steðir upp í Somalia. M.a.
segði hann, at Sovjettsam-
veldið hevði eina ógvuliga
týdningarmikla hersteð í
havnabýnum Berbera, og at
hon var utgjørd við rakett-
um.
— Hetta eru ósannindi úr
einum enda í annan, segði
Ghaeb, sum bjóðaði Schles-
inger at koma til Somalia at
síggja, at ongar hersteðir
finnast í landinum.
CIA virkar í Danmark
Tilsamans ellivu starvsfólk á
amerikansku sendistovuni i
Keypmannahavn starvast i
veruleikanum fyri amerik-
onsku fregnartænastuna,
CIA, skrivar danska blaðið
Informatión.
Amerikansk keldur hava
greitt blaðnum frå, at CIA-
virksemi å henda hått er ikki
ókent aðrastaðni, men at
talið á CIA-starvsfólkunum á
sendistovuni í Keypmanna-
havn er størri enn í eðrum
londum, sum eru av somu
stødd sum Danmark. Orsekin
til hetta er eftir øllum at
døma tann strategiski týdn-
ingurin, sum Danmark hev-
ur, og at vinstraflokkarnir í
landinum hava havt so stóra
framgongd seinnu árini,
skrivar Informatión.
EF ávarar arabaramar
EF-toppfundurin í Bruxelles í
farnu viku endaði við, at send
varð út ein ávarin til felags-
skapin av sameindum tjóðum
og til arabaralondini um, at
royndirnar at strika lima-
skapin hjá Ísrael í ST fara at
verða til ógagns fyri arbeiðið
hjá felagsskapinum.
Palestinarar
í stjórnina
Framstig eru gjørd í roynd-
unum til tess at sameina
stjórnina í Jordan og pale-
stinsku frælsisfylkingina,
PLO. Eitt libanesiskt dag-
blað skrivaði í farnu viku, at
ein stjórnarbroyting fer at
henda í Amman heilt skjótt,
og at palestinarar eisini fara
at fáa ráðharrasessir í stjórn-
ini.
Tokvanlukka kravdi
16 mannalív
16 fólk lótu lív og í minsta
lagi 37 vórðu særd, tá tokið
frá Beograd til Sarajevo í
Jugoslavia rendi á eitt annað
tok, sum stóð stilt á jarn-
breytarsteðini í Zemun Polje.
Vanlukkan hendi fyri nøkrum
døgum síðani, og í einum
fjarriti frá jugoslavisku tíð-
indastovuni verður sagt, at
tað stendur um lív hjá 11 av
teimum særdu.
Finst at Sovjet
Kina hevur harðliga funnist
at Sovjetsamveldinum, sum
verður ákært fyri at royna at
noyða kornprísirnar upp.
Kinesiska floksblaðið, Fólks-
ins Dagblað, skrivar, at
orsakað av tí stóra kornkeyp-
inum hjá Sovjetsamveldin-
um, mugu korninnflytara-
londini í triðja heiminum
biða.
Fólkatalið minkar
Fólkatalið í Englandi og
Wales er minkandi fyri fyrstu
ferð, síðani farið varð undir
veruligar fólkateljingar fyri
170 árum síðani. Skotland er
ikki við í seinast útkomna
yvirlitinum, men alt bendir á,
at eisini har er fólkatalið
minkandi.
Seinasta árið er talið á
fólki, sum er flutt av
landinum, vorðið størri enn
talið á barnsburðum í Eng-
landi og Wales — ella 7.000
fleiri, og serfrødingar rokna
við, at 1. januar vera 33.000
færri íbúgvar enn við árs-
byrjan í ár.
Serfrødingarnir siga, at
størsta orsøkin til niður-
gongdina í fólkatalinum er,
at barnburðartalið er minkað
rættiliga nógv í mun til tey
seinastu árini. Fólk fáa í dag
barn seinni enn fyrr og í
meðal eisini færri bern.
Tríggjar miljónir
svelta
Vandi er fyri, at 3 miljónir
fólk fara at doyggja í hungri í
Eysturafrika orsakað av
skerpingi, sum hevur vart í
fleiri mánaðir. Ovåttad tíð-
indi vilja vera við, at fleiri
túsund nomadar og uppaftur
fleiri húsdjór hava latið lív í
turkinum higartil. Sagt verð-
ur, at staðan er ógvuliga
hættislig í Etiopia og
Somalia, har meiri enn tvær
milj. fólk hava liðið hungur
og hall í fleiri mánaðir.
Stjórnirnar í teimum báðum
londunum hava nú flutt ein
part av teimum mest illa
raktu til flóttarlegur, ið
liggja fjart frá teimum raktu
økjunum.